mikudagur 19. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 19. desember 2007
17
tíðindi
Nú kann hin gløggi,
hin snildi og hin
hepni sita við sama
borð. Og allar talent
irnar koma til sín rætt
SPÆL
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Í ítrótti og tónleiki verða
talentini
ofta
umrødd.
Mangul uppá talentir, røkt
av talentum, at finna tey
røttu talentini. Uttanlands
hava teir talentspeidarar,
menn og kvinnur, sum fara
til alskyns ítróttartiltøk, fyri
at vita, um ikki onkur bólt
snillingur er at finna. Hiln
ast væl hjá t.d. einum ítrótt
arfelagi, so verður tosað
um eina “Talentfabrik”.
Fabrikkin liggur kanska í
Kina, men hesuferð er
Talent´ið at finna í Føroy
um. Nýggja spælið hevur
fingið sítt snið og skap í
Klaksvík. Eitt frískligt ný
brot seinastu árini er, at vit
hava fingið føroysk spøl.
Fyrst fingu vit Landastrok,
síðani komu Kánus og
Manna. Landastrok er tengt
at almennu vitanini um fost
urlandið. Kánus er tengt at
málinum, og Manna er
tengt at Halgubók. Talent er
tað higartil breiðasta spælið,
sum er upphugsað í Føroy
um. Spælið tekur útgangs
støðið í Føroyum, og higani
fer ein til grannalondini.
Áhugin drívur
spæligleðina
Tað er áhugin og ynski um
at læra nakað, og at menna
seg, sum drívur hugin hjá
teimum, sum hava keypt
Talent. Og sum ger, at tey
spæla tað upp til fleiri ferðir
um vikuna. “Spælið hevur
selt javnt og samt um alt
landið.” sigur ein annar av
stigtakarunum, Palli Ziska
son. Palli hevur víst spælið
fyri fremmandafólki. Bæði
norðmenn, póllendingar og
týskarar gjørdust sera for
vitnir, og hugtiknir av spæli
num. Hin stigtakarin, Stein
tór Rasmussen veit eisini at
siga frá kinverjunum, sum
hava framleitt spælið, at
teir halda tað verða sera
forvitnisligt og hugvekjandi.
Palle heldur, at kinverjarnir
vóru so hugtiknir av spæli
brettinum, sum symboliserar
bláa
havið
og
kuldan.
Heimasíðan
hjá
Talent
hevur eisini havt nógvar
vitjanir, úr øllum Evropa,
og eisini úr Fjareystri. Men
tey, ið vitja á heimasíðuni,
eru primert føroyingar.
Ansni og
dugnaskapur
Ein av mongum lærdómum
í Talent, er at tey sum spæla
við í spælinum, læra at rutta
við tí peninginum tey hava.
Man krevur at disponera
peningin rætt. Hepnið spæl
ir eisini inn, sum tað jú
eisini ger í veruliga lívinum.
Eins og í veruliga lívinum,
so kann onkur, ið er ribbað
ur fíggjarliga í spælinum,
velja at fara til skips fyri at
koma undan aftur. “Timing
og netverk hava eisini týdn
ing her” leggur Steintór
dent á. Tað er týdningar
mikið hjá einum Talentliði
at síggja dygdirnar hjá
hvørjum øðrum. Spælið
leggur upp til klassisku
bíblisku meginreglina, at
ein nýtur tær gávur ein hev
ur
fingið.
Stigtakarnir
leggja eisini dent á, at tey
ynska at menna sjálvsálitið
hjá teimum, ið spæla Talent.
Tí verður ikki bara buldra
út við tungvektaraspurn
ingum. Fólk, sum eru stinn
innan tankar, logikk, tekn
ing og at evna koma eisini
til orðanna í Talent. Stig
takarnir hava greitt peda
gogiskt frá reglunum, so
eingin skal misskilja teir.
Palli og Steintór vóna eisini,
at spælið kann verða ein
íblástur til kjakið um Pisa
kanningina.
Ferðast eftir vali
Meðan farleiðin er rættuliga
bundin á øðrum spælibrett
um, so er ferðafrælsið størri
á
Talentspælibrettinum.
Londini, sum figurera á
spælibrettinum, eru lond
ini, sum Føroyar hava mest
samvinnu og samhandil
við. Spurningarnir, sum
verða spurdir í spælinum
eru úr Grønlandi, Íslandi,
Bretlandi, Noreg, Svøríki,
Finnlandi, Danmark, Týsk
landi, Týsklandi og Føroy
um. Lagt er upp til, at tey
sum spæla Talent býta seg
upp í lið. Ein litríkur tern
ingur hoyrir til spælið. Er
ein so heppin, at terningurin
vísir eitt flogfar, so kann
ein fara til ein høvuðsstað
eftir egnum vali. Fellur lut
urin á eitt skip, so kann
liðið sigla eftir teimum bláu
linjunum á spælibrettinum.
Eisini í hesum førinum ger
liðið av, hvørt tey fara til
Íslands, Noregs, Danmarkar
ella til Bretlands. Fellur lut
urin á bilin, so kann liðið
koyra innanvert landamark
ið. Í Føroyum millum Klaks
vík og Tórshavn. Fjórði
møguleikin er, at terningurin
vísur eina stjørnu. Tá skal
liðið taka eitt kort úr bunk
anum, sum nevnist “Stjørnu
skot” og fylgja boðunum.
Liðið sleppur ikki at ringla
um aftur, tá tað fær stjørnu.
Annars sleppa liðini altíð at
ringla um aftur, tá tey svara
rætt ella loysa ásettu upp
gávuna.
»Flaggspurningar«
Ein lítil felagsnevnari er
við “Matador”, nevnliga
eitt byrjunnarfæ. Hvørt lið
ið fær 64 gyllin tá spælið
byrjar. Er liðið komið fram
til t.d. Bretlands, so fær
liðið ein sonevndan “Flagg
spurning”. Her skal liðið
svara einum spurningi um
eitthvørt forvitnisligt í Bret
landi. Verður svarað rætt,
so setur liðið oljutilfeingið
í ein av sínum haldarum, og
tey seta á tilfeingismerki
við Aberdeen. Hetta merkir
so, at liðið eigur oljuna í
Bretlandi. Tá so hini liðini
vitja Aberdeen skulu tey
gjalda eitt ávíst gjald til lið
ið, sum eigur oljuna í Aber
deen. Hvørt liðið skal royna
at savna teir seks bók
stavirnar í TALENT.
Nú renna tennirnar í vatn
hjá onkrum spælihugaðum.
Men ráð er fyri tí. Allir
spælireglarnir eru at finna á
www.talent.fo. Men ein er
best tæntur við at keypa
spælið sjálv/ur. Tó er møgu
ligt at spæla eina netútgávu
á www.talent.fo
Ikki fastar katagoriir
Steintór Rasmussen sigur,
at grundhugsanin við spæli
num er, at tað ikki skal
verða eitt spæl við føstum
katagorium. Ein fær avbjóð
ingar, í mun til tað landið
ein kemur til í Talentspæli
num. Ein hevur eisini møgu
leikan at ferðast har, sum
vitanin hjá einum er. Um
ein t.d. er sterkur innan
norsk viðurskifti, so velur
ein at fara tann vegin.
Umframt hetta, er eisini
talan um eitt spæl, sum opn
ar fyri teimum kreativu evn
unum. At ein skal læra at
síggja ríkdóm og tilfeingið.
Ein skal eisini læra at fáa
nakað burtur úr virðisbræva
marknaðinum. Virðini
í
Talent liggja í somu londun
um, sum tey liggja í veruliga
Heiminum.
Bilídnaðurin
liggur eisini í Týsklandi,
Træídnaðurin liggur eisini í
Finnlandi o.s.fr. “Talent er
ikki eitt uppslagsverk. Men
vit hava fingið inn í spælið;
áhugaverdar
spurningar,
gátur og avbjóðingar.” sigur
Steintór.
Góð samvera
Kappingarelementið
er
sjálvsagt í Talent. Men ideal
ið fyri spælið er góð sam
vera, samanhald, og ein
góður liðandi. Men eins og
í fótbólti, so kunnu luttak
arnir leggja støði eftir tørvi.
Stigtakarnir fáa eisini aftur
meldingar frá fólki, sum
bæði hava tað sum ein
hugnaliga kapping, og øðr
um sum ganga hægri uppí
kappingina. Heldur spælið
fram á sigursferð sínari
kring landið, er ikki óhugs
andi, at stigtakarnir koma
við nýggjum spurningum
og avbjóðingum. Tá er
spælibrettið jú longu tøkt í
fleiri heimum. Men Palli og
Steintór vóna, at tey kunnu
gerast fleiri enn. Við hetta
lag verður eingin føroyingur
Talentleysur.
Talent: Vit hava ymiskar gávur
Nýggja føroyska borðspælið, Talent, er fyri vaksin børn og barnslig vaksin