mikudagur 19. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 246 - 19. desember 2007
Á hátíðarhaldi týsdagin 18.
desember í høvuðssætinum
hjá Eik yviri við Strond
handaði
Bjarni
Olsen,
stjóri, Mariu Dam hina so
nevndu granskingargávuna,
sum er upp á 50.000
krónur.
Maria Dam er evnafrøð
ingur við serkunnleika inn
an eiturvistfrøði og arbeiðir
á Umhvørvisstovuni. Hon
er norsk og hevur búð í
Føroyum í nógv ár.
Í grundgevingini sigur
Eik Vísindagrunnurin, at
Maria fær granskingargáv
una fyri sítt slóðbrótandi
arbeiði innan eiturvistfrøði í
føroysku náttúruni. Hon
hevur slóðað fyri á einum
fakøki, sum annars var órørt
í Føroyum, og hevur staðið
fyri einari ørgrynni av verk
ætlanum, ið lýsa eiturevni
og eiturvistfrøði í føroysku
náttúruni í luftini, vøtn
unum, sjónum og á landi.
Eisini í altjóða høpi er
hon virkin granskari. Hon
hevur hon luttikið í nógvum
altjóða verkætlanum og
umboðar Føroyar væl í
altjóða høpi. Hon hevur
prógvað, at hon er granskari
á altjóða støði, er slóðbrótari
á sínum fakøki í Føroyum
og hevur givið okkum
nógva virðismikla vitan um
eiturvistfrøði í føroysku
náttúruni.
Eik Vísindagrunnurin vil
við
granskingargávuni
eggja Mariu til at halda
fram við at gera gransking,
sum kann koma føroyska
samfelagnum til gagns.
Eik Vísindagrunnurin
Eik Vísindagrunnurin varð
settur á stovn í 1986 av
nevndini í Føroya Spari
kassa, sum Eik Banki tá æt.
Nevndin helt tað hava
alstóran týdning, at vitanar
støðið í Føroyum alsamt
megnar at fylgja støðinum,
sum er í londunum kring
okkum. Á henda hátt fekk
Eik ein virknan leiklut í at
fremja hetta í verki. Enda
mál grunsins er at veita
fíggjarstuðul til vísindaliga
gransking av føroyskum
evnum, til fyrireiking av
útgávu av vísindaverkum
um somu evni og í aðrar
mátar at stuðla føroyskt vís
indastarv.
Fram til dagin í dag hevur
grunnurin játtað uml. 3
mió. kr. í stuðli til smærri
og størri vísindaligar verk
ætlanir.
Endamálið
við
granskingargávuni er at
veita viðurkenning av tí
arbeiði ella teimum evnum,
sum móttakarin hevur víst
innan gransking.
Í metingarnevndini hava
sitið: Andras Mortensen,
landsantikvar, ph.d., Eilif
Gaard, granskari, dr. phil.
Og Turið Sigurðardóttir,
lektari, mag.art.
Maria fekk Eik granskingargávuna 2007
Maria Dam og døturnar Thea og Emilia
saman við Jákupi Paula Joensen, stjóra á
Umhvørvisstovuni
Mynd: Eik
Bjarni Olsen, stjóri í
Eik, handar Mariu Dam
granskingargávuna upp á
50.000 krónur
Vágar: Ein 31 ára gamal
maður lat lív, tá ein bilur
fór út av vegnum í Brennuni
við flúgvarabedingina í Vág
um. Vágaportalurin skrivar,
at
løgreglan
ikki
veit
nágreiniliga at siga um van
lukkuna, ella um onnur
hava verið við í bilinum, og
tí varð leitað við hundi.Van
lukkan er helst hend í nátt í
myrkrinum, og tí hevur
eingin sæð bilin. Ikki fyrr
enn í morgun fekk løgreglan
boð um hendingina. Vága
portalurin skrivar, at vakt
havandi í Havn ikki veit
mera at siga um vanlukkana,
og heldur ikki, um onnur
hava verið við í bilinum, tí
løgreglan er framvegis á
staðnum og kannr økið.
Maður deyður í ferðslu-
vanlukku í Vágum
Jólamatinéin í Dóm
kirkjuni verður leyg
ardagin 22. desember
kl 11:30
Tiltakið, ið Konsertfelagið
skipar fyri, er vorðin rætti
ligur jólasiður. Væl vitjaðu
metinéirnar hava veruliga
fingið fótafesti.
Konsertfelagið
leggur
seg eftir at blanda konsert
ina við vælljómandi tón
um, framførdur av nøkrum
av okkara bestu tónleikar
um. Eisini onkur av ungu,
evnaríku talentunum slepp
ur at royna seg.
Fastur táttur á matinéini er
Tórshavnar Manskór, sum
fer at syngja jólasangir og
sangir, sum passa til jólini.
Bjarni Restorff stjórnar.
Dómorganisturin Gud
mund Mortensen fer at
framføra á orgul.
Berghild Poulsen fer, sam
an við Árna Hansen á klav
eri og Tórshavnar Kanskóri,
at syngja hitt vakra ”Ave
Maria” eftir íslendska tona
skaldið Kaldalón. Eisini fer
Berghild Poulsen at syngja
”Wie schon leuchtet der
Morhenstern” í útseting eftir
J. S. Bach. Her luttaka Heiðr
un Petersen og Árni Hanen.
Heiðrun Petersen, sum
er ein av okkara evnaríkastu
violinleikarum, fer saman
við Árna Hansen at spæla
Meditation eftir franska
tónaskaldið Massenet.
Tónleikur fyri sologittara
verður eisini á skránni.
Ungi skopuningurin Ragn
ar Olsen fer at spæla brot
úr verki eftir J. S. Bach.
Streingjabólkurin
Ad
Libitum fer, saman við Tórs
havnar Manskóri, at fram
føra ”Panis Angelicus” eftir
Césat Franck.
Ad Libitum fer eisini at
framføra ”Jesu bleibet meine
Freude” eftir J. S. Bach.
Endað verður við felags
sangi av kendum jólasangi.
Konsertin varar í ein slak
an tíma og er ókeypis.
Øll eru vælkomin, og til
takið er stuðlað av Dóm
kirkjuni,
Mentanargrunni
Landsins og Konsertfelagn
um.
Jólamatiné leygardagin
í Havnar Kirkju
nøvn