Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 19. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir Karolina Samulesen úr Haldarsvík, vanliga nevnd Kalla, andaðist leygardagin, 90 ára gamul. Jarðarferðin verður hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Kallu, kunnu lata Røktarheiminum á Mørkini eina peningagávu, konta í peningastovni. Andlát og jarðarferðir Dagurin 20. desember. Ábraham. Dagur til minnis um patriarkin Ábraham. Bíbilska navnið merkir faðir at mongum Sunnudagin 9. desember andaðist Bjarma Niclasen á Velbastað, 77 ára gomul. Jarðarferðin var úr Kirkju­ bøar kirkju hósdagin 13. desember. Bjarma varð fødd 18. september 1930 á Tvøroyri. Hon var elsta í barna­ flokkinum hjá Ragnhild og Petur Mohr Dam á Tvøroyri, vóru 5 í tali, umframt Bjarmu ­ Atli, Finngerð, Signar og Bergur. Í hjúnalagnum hjá Bjarmu og Dánjali eru døturnar Ragnhild, Anna og Óluva. Bjarma tók læraraprógv á N. Zahles Seminarium í 1953 og var lærari á Tvøroyri 1954­55, í Vági 1955­57, Føroya Millum og Real­ skúla 1959­1962 og á Velbastað var hon lærari frá 1964 til hon fór úr starvi 1. august 1993. Bjarma var av lyndi góðslig, hevði evnini at geva frá sær eina frálæru, sum næmingarnir høvdu størstu virð­ ing fyri, hon var støðuføst og sam­ stundis eitt sjáldsamt tolsemi. At vera lærari og eisini at hava ábyrgdina av at vera matmóður á bóndagarði, kravdi sítt, men væl lá fyri hjá Bjarmu at skipa fyri, alt fall væl í lag. Fylgið, ið sýndi Bjarmu síðsta heiðurin henda illfýsna desember seinnapart í Kirkjubøar kirkju, vátt­ aði eisini, at ein virðismikil liður aft­ ur var slitin burturúr, ein menniskja, ið hevur haft týdning í bygdasam­ felagnum, sum hjúnafelagi, mamma og omma, stutt sagt ímyndin av holl­ um tryggleika. jl. Bjarma Paturson Niclasen Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi, sonur og beiggi okkara Frank Dam Sandavági andaðist og varð jarðaður. Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum vóru um hann á sjúkraleguni. Tøkk til Sverra Steinhólm og Ingu Dam fyri troystar­ rík orð, og tøkk til tann stóra skara, sum fylgdi honum til hansara síðsta hvíldarstað her á fold. Tøkk øll tit, sum mintust hann við blómum, kransum og peningagávum, og tøkk øll tit, sum hava ringt, vitja og baka. Ein serstøk tøkk til bindiklubban fyri stórt hjálpsemi. Hjartans tøkk øll somul. Jóna, Tórdis, Oddmar, Helga, Eyðstein, Magnus, Réné, Nadja, Laura, Emma, Helga, Elly og Martin nýggj bók »Frá penni Petur Hábergs« er heiti á nýggjari bók eftir Petur W. Háberg, sum forlagið Leirkerið hevur givið út. Bókin er fyrsta bindið í eini røð av trimum, ið er savn av greinum og ymiskum skrivligum tilfari, sum Petur Háberg hevur lagt úr hondum og sum hevur staðið í tíðarritum og bløðum. Bókin, ið hevur nógvar myndir, er útvið 300 blaðsíður. Bókin verður fyri fyrstu ferð framløgd á serstakari samkomu, sum verður í Miðlon í Havn hósdagin kl. 15. Anna D. Háberg fer at syngja sangir, ið Petur Háberg, verfaðir hennara hevur skrivað, og Pætur H. Háberg, sonur Petur og maður Annu, hevur gjørt lag til. Svenning av Lofti fer at siga nøkur orð um Petur Háberg og Zacharias Zachariassen frá forlagnum Leirkerinum, fer at greiða frá bókini. Frá penni Petur Hábergs »Frá penni Petur Hábergs«. Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril hava samskipað bókina, sum verður løgd fram í Miðlon hósdagin kl. 15