Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 246 - 19. desember 2007 Ummæli Sunneva H. Eysturstein seysturstein@gmail.com Myndir: Eyðun Müller Eg møtti upp eitt sindur áðrenn, konsertin byrjaði. At byrja við vóru ikki nógvir áhoyrarar, men tá barrin bleiv stongd aftaná fyrsta bólkin, soleiðis at tey und­ ir 18 ár eisini kundu sleppa inn, vardi ikki leingi, fyrr enn hølið varð stappað við orkuríkum tann­ áringum, ið næstan bardust um at sleppa at standa fremst. DJ Knýt­ il var blivin biðin um at royna seg sum rokk­DJ hetta kvøldið, og tað gjørdi hann allan vegin ígjøgnum við hørðum og ráðum tónum hjá øllum frá Tool til Dimmu Borgir. DJ rokk­Knýtil var á áðrenn, millum og aftaná bólkarnar. Nýggjasti bólkurin, ið framførdi til hesa konsertina, var Beale Street. Eg hoyrdi teir fyri fyrstu ferð á ársins Global Battle of the Bands, har teir fýrdu tveir sparkandi sangir av, ið fjøldin tók væl ímóti. Hetta kvøldið í Cippo fekk eg høvið at hoyra meira av tilfari og fáa betri heildarinntrykk av bólkinum. Tíverri var tað ikki líka gott, sum til GBOB. Drukna í óskili Løgini, ið teir høvdu framført til GBOB, vóru hampuliga terpað og kontant, men restin var ótight og hekk illa saman. Trummu­ leikarin spældi alt ov spakuliga og við síðun av rútmuni, og eg veit ikki, hvat gittarleikarin royndi at gera. Í øllum førum samsvaraði spælið hjá honum slett ikki við restina. Bólkurin má venja nógv meira og fáa eina ordiliga rutinu. Teir virkaðu vilstir og høvdu hvørki kontakt við hvønn annan ella við áhoyrararnar. Forsangarin hevði eina feita orku, men hann manglar at læra seg at kanalisera hana rætt. Røddin hjá honum fór meira aftur í veggin enn út av pallinum. Hann var ófokuseraður og manglaði mikrofon­teknikk. Hann burdi havt betri beinleiðis kontakt við áhoyrararnar; roynt at hugt fólk í eyguni og serverað sín boðskap beint í gronina á teimum. Yvirhøvur bara tosað eitt sindur, hildið okkum upplýst við, hvat gongur fyri seg á pallinum. Annars druknar hann í restini av óskilinum. Teir høvdu fín løg, m.a »Horan« og »People«, men tey vóru ov illa spæld og manglaðu ordiligt arrangement. Teir áttu at rudda upp í løgunum fyri at fingi tey meira fangandi. »Horan« hevði eitt gott riff og var meira kontant enn restin, men har var eingin fylla í tónleikinum. Tað var ov tómt. Kanska var tað meiningin, og tað kann eisini vera gott, tá tónleikur ikki hevur nógva fyllu, men hjá Beale Street tóktiskt tað kiksað og lítið vant. At gera tað, ið ein dugir! Eg royndi at finna fram til, hvat teir vildu; hví teir stóðu har, og hvat teir royndu at siga mær. Eg fangaði tað ongantíð heilt, og tað gekk upp fyri mær, at teir hava tað ikki enn. Tað, sum skal til, fyri at sláa ein umkoll. Hetta kunnu teir fáa við at venja og »Cowboys from Havn« Eg helt, at metal-pallur Føroya var útdeyður. Bólkarnir eru nakrir í tali, men teirra fjepparaskari hevur verið so gott sum ósjónligur seinastu tíðina, og tí gekk eg út frá, at tað var ein farin tíð. Hetta fekk eg mótprógvað við dundrandi effekt, tá eg fór á rokk-konsert í Cippo seinasta fríggjakvøld við Beale Street, Ineptus og Synarchy Synarchy vóru tekniskt genialir, men trummu­ leikarin var ov sløvur í onkrum skiftum, og tað tókist sum um, at hann haltaði aftaná restini av bólkinum, sum royndi at halda taktina Rokk-ættarliðið er enn til og sigst at vera størri enn nakrantíð