Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 246 - 19. desember 2007 venja og venja, inntil eingin ivi liggur eftir og sáar ilt í fram­ førslurnar. Ivin um, hvussu teir skulu framføra sum bólkur. Sum ein heild. Tveir teir seinastu sangirnir, ið Beale Street framførdu, vóru nógv teir frægastu. Her fór gittarspælarin at spæla trummir og trummuspælarin at spæla keyboard. Knapliga fekk fram­ førslan eitt spark í afturpartin, og ordilig rútma kom í tónleikin. Fólk settu aftur sítt fokus á pallin og klappaðu og fløjtaðu, tá teir endaðu. Eg haldi heilt sikkurt, at teir skulu halda seg til hasa skip­ anina; lata gittarleikaran stýra trummunum og trummuleikaran koyra stílin á tangentunum. Hetta gjørdi framførsluna nógv betri og kann tískil heilt sikkurt loysa seg hjá teimum í longdini; tað, at gera og spæla tað, ið teir duga, ístaðin fyri at royna at gera nakað, ið teir ikki duga. Annars kiksar tað. Mosh-pit við Ineptus Metal/rokk bólkurin Ineptus hevur verið til í eina tíð nú. Seinasta árið hevur bólkurin havt somu manning, ið hevur vant nógv og skrivað nýggj løg. Tað hoyrdist eisini aftur í framførsl­ uni hjá teimum. Frá tí at teir komu á pallin, og til teir fóru av aftur, var Cippo ein stór sprutl­ andi grýta av hørðum rokk’n’roll. Hølið var á tremur av energisk­ um tannáringum, ið samlaðust á miðjum gólvi og trunkaðu seg saman í tað, sum innan metal­ verðina verður kallað eitt »mosh­ pit«. Hjá óroyndum eygum sær hetta út sum ein bardagi, men tað er tað slett ikki. Hetta er einans ein máti at úttrykkja seg, at koma út við kenslum, øði og frustra­ tiónum. Men ikki minst eisini ein máti at hava tað stuttligt saman uppá og njóta tónleikin. Genialt propaganda Eg merkti nógva virðing millum fólk, hóast harða atburðin, og tað var stuttligt at hyggja at, tá tey krasjaðu ímóti hvørjum øðrum – næstan sum í amerikanskum fótbólti. Huglagið osaði av samleika. Av hvussu svakligu tannáringarnir dyrkaðu tað, ið var frammanfyri seg. Hvussu teir kundu relatera til tann tónleik, ið varð framførdur. Og hvussu teir sóðu upp til persónarnar, ið serveraðu teimum tónleikin. Slíkt propaganda haldi eg er fullkomi­ liga genialt! Tað gevur samleika til tey, ið kenna seg tóm innaní; opnar fyri kenslum, sum annars eru stongdar inni; gevur fólki ein lívsstíl, ið góðtekur, tá teimum tørvar tað mest. Eg kendi nógv av mær sjálvari aftur, frá tá eg var nøkur ár yngri, og eg veit, hvussu stóran týdning tað hevur at kunna hoyra til onkrastaðni, tá ein kennir seg mest einsligan. Metal­verðin er sum hond­ seymað til júst hesa fjøldina. Flottur hárdynamikkur Ineptus sparkaðu í botn og grund totalt reyv! Teir spældu væl, høvdu feita orku og heildin hekk yvirhøvur ógvuliga væl saman. Mær dámdi serliga væl, hvussu forsangarin, Fríði Rasmussen, fangaði fjøldina. Hvussu hann vísti kenslur og saman við bólki­ num veruliga gav alt tað, sum hann ynskti at geva. Hann kom langt út av pallinum við sínari persónligheit, og hárdynamikk­ urin hjá honum hevur alt rós uppiborið! Ein kann freistast til at halda, at teir hava ov typiskt ljóð, a la Metallica og Opeth, men til eitt tílíkt tiltak hevur tað einki við sakina at gera. Tá tú fert til eina metal­konsert, so er tað metal, ið tú fært. Ineptus góvu akkurát tað, sum eg vónaði at fáa; metal, sum metal eigur at vera. At enda spældu teir eina feita røð av tøkuløgum frá bólkum so sum Megadeath, Pantera og Metallica – M.a »Cowboys from Hell« hjá Pantera, ið á Ineptus­ máli æt »Cowboys from Havn«. Hetta var ein perfektur og kókandi endi. Sjálvt eg stóð og hálvgum headbangaði, rópti »Hell yeah!« og sleyg nevan í loft! Haltandi rútman hjá Synarchy Síðstir á pallin var ein av okkara elstu og best umtóktu trash­ bólkum, Synarchy. Bólkurin hevur verið til síðani 2004. Teir vóru tekniskt genialir og spældu hamrandi væl saman. Løgini vóru ógvuliga melodiøs og væl skrivað; kompositiónirnar flottar og gjøgnumførdar. Guitarspæl­ arin var framúr góður, og rútmu­ skiftini riggaðu væl. Tó vóru trummurnar ikki so góðar, sum tær kundu verið. Trummuleikarin var ov sløvur í onkrum skiftum, og tað tókist sum um, at hann haltaði aftaná restini av bólki­ num, sum royndi at halda taktina. Hetta irriteraði rættiliga illa. Serliga tá løgini vóru so feit, og ein hoyrdi, at tað kundi verið nógv betri. Klaver­undirspælið riggaði tó ræðuliga væl í fleiri av løgunum. Stóran fjepparaskara Tónleikurin hjá Synarchy er kanska í so seriøsur og fløkjutur. Á ein hátt nørdutur og virðis­ mikil, á ein annan hátt nakað reyputur. Arrangementið er kompliserað, tungt og ókommersielt – feitt men nørdut – og tí undr ar tað meg eitt sindur, at teir hava ein so stóran fjeppara­skara. Eg trúgvi, at tað hevur rættiliga nógv við virðing at gera. Synarchy er ein búgvin bólkur, sum hóast vantandi image (hugsi um ymisleikan millum limirnar í bólkinum, harav summir tykjast slett ikki hoyra heima í einari metal­verð) hava ein sterkan kulfaktor. Og tað er har, eg rokni við, at dyrkanin av teimum botnar í. Fyrst og fremst í nørdutheitini men eisini í kulheitini. Tað sást týðiliga, at allir tannáringarnir sóðu nógv upp til teir og tann trash­metal lívsstílin, teir umboðaðu. Aftur her gjørdist eg vitni til eitt mosh­pit, ið var uppaftur ógvusligari enn tað fyrra undir Ineptus framførsluni. Hesaferð stillaðu nakrir dreingir seg upp á rað yvirav hvørjum øðrum, og tá rætta løtan kom í tónleikinum, sleptu teir og rendu seg inn í hvønn annan. Helst við økslini fyrst. Fjøldin reikaði aftur og fram, og millum onkrar sangir hoyrdist róp: »Synarchy! Synarchy!« Tá teir vóru lidnir at spæla, var tað ikki heilt løgið, at tað varð biðið um eitt eykalag frá yvirheitu áhoyrarunum. Rokk ættarliðið livir Tá Synarchy vóru farnir av pallinum, var tíðin komin til at ganga eitt sindur millum fólk, práta og spyrja seg fyri, hvussu tað hevði verið hjá teimum. Har var eingin ivi. Tað rulaði! Tey allar flestu, óansæð hvar tey komu frá, vóru á einum máli um, at konsertin hevði verið feit. Eg var eisini rættiliga samd. Hetta er eitt av teimum tiltøkunum, ið blæsir lív í yngra ættarliðið. Tað fær tey út úr holunum hjá sær, samlar tey og sprænir orku og stuttleika inn í tey. Hetta er tó ikki minst gevandi fyri sam­ felagið. Hetta er mentan. Ein partur av henni í øllum førum. Og tað er ein sonn fragd at síggja, hvussu fjølbroytta mentan vit kunnu hava í okkara sam­ felag; at rokk ættarliðið er enn til, og sum skilst er tað størri enn nakrantíð. Eg gleði meg til at síggja meira til tað. Ineptus spældu væl, høvdu feita orku og heildin hekk yvirhøvur ógvuliga væl saman. Forsangarin, Fríði Tanggaard Bjørgvin, kom langt út av pallinum við sínari persónligheit