Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 • 19. desember 2007 MIÐvIkaN 33 Signe Lilliequist var ein kend finsk songkvinna, sum var fleiri ferðir í Føroyum og helt konsertir. Hon sang inn fyrstu føroysku grammo­ fonplátuna í 1928 Mikudagin 20. august 1924 kom “Botniu” úr Íslandi. Við vóru finska sangarinnan frú Signe Lilliequist og hennara akkompagnatrica, hin týska fr. Doris von Kaulbach. Um kvøldið gav hon konsert í teatursalinum. Kristin bróður hevði fyrireikað konsertina. Allar billettir vóru seldar alt fyri eitt. Á sum hon sang væl, so hugtakandi og innarligt, ett slíkt “fyridrag” havi eg ikki hoyrt... Hon sang sum sagt óalmindi­ liga væl, og áhoyrararnir vóru aldeilis hugtiknir. Vit vóru øll nakað “spent” uppá, hvussu hon fór at klára tað føroyska, men øll gløddu býtt, tá hon við sera góðari úttalu sang fyrsta ørindi av Óluvu kvæði, og tá niðurlagið “Gud man ráða hvar vit drekka onnur jól” var nærum liðugt, sá eg m.a. hendurnar á Símuni á Skarði, ið hevjaðu seg klárar at klappa. Og so dundu klappini, inntil hon mátti syngja da capo (umaftur). Tað var óføra væl klárað. Kvøldið eftir sang hon tann sama føroyska og so trý ørindi av Flóvin Bænadiktsson. Hesum ørindi hevði eg hjálpt henni við. Kristin náddi ikki tann dagin. So fór hon út á bygd at ferðast, men hóskvøldið 28. august sang hon aftur her. Tað var avskeðskonsert. Nú hevði hon tikið tveir hjá mær við: “Bíða mær í nátt” og “Tú alfagra land mítt”. Ein dagin, hon var heruppi hjá mær, fekk hon nøkur av mín­ um løgum. Tað var Kristin, sum hevði sagt henni frá teimum, og nú hevði hon altso tikið tvey. Um dagin stóðu programmir uppsligin í býnum, og har stóð eg uppi á við tveimum løgum. Eg var eitt sindur bangin fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, og um míni løg mundu fara at gera lukku. Fyrr á programminum stóð av føroyskum “Óluvu kvæði” og “Rura, rura barnið”. Millum hvønn “avdeilingin” fór hon inn í “barrina” at hvíla seg, og tá seinasta deild kom (tað vóru mínir sangir), sang hon fyrst “Rura, rura, barnið” um aftur. So byrjaði hon við “Bíða mær í nátt”. Hann gjørdi óføra nógva lukku, men ikki var da capo. Tá hon byrjaði henda sangin runnu tankar mínir av sær sjálvum aftur til tað kvøldið fyri 17 árum síðani (15.august 1907), tá eg gjørdi hetta lítla lagið uppi á “ovasta lofti” niðri í Geil. Aldri droymdi eg um, at slíkur heiður skuldi viðurfarast mínum smáu løgum, sum nú var hent í ár. Ja, eg var glaður. Tú alfagra land mítt So byrjaði hon “Tú alfagra land mítt”. Hon sang hann sera vakurt og innarligt. Tá hon var liðug (hann var seinasti sangur á pro­ gramminum), klappaði fólkið sum óð, og hon mátti koma út aftur. Klappini dundu, og hon fór inn aftur um “bar”dyrnar. Men fólkið vildi hava hana út aftur, og so kom hon og spurdi, hvønn sang hon skuldi syngja. Tá hoyrdi eg, at ein rødd rópti: “Vi vil gerne have den sidste om igen”, og so sang hon aftur líka vakurt og innarligt, og klappini dundu. Eg var hjartansglaður yvir, at sangur mín var so væl fagnaður og yvir, at teir føroysku sangirnir gjørdu slíka “lukku”. Teir gomlu vóru kanska meiri móttiknir sum eitt “kuriosum”, men í teimum nýggju sangunum vóru tað teir føroysku nationalu hjartastreingirnir, sum hugtóku áhoyrararnar, og eg var so hjartans fegin yvir, at eg gjøgnum míni smáu sangløg havi verið eitt reiðskap til at fáa hesar reinu hjartastreingir at syngja hjá ungfólkinum í Føroyum. Aftaná fór eg inn í barrina og takkaði teimum afturfyri. Frk. von Kaulbach segði við meg, at tá tær nú komu heim aftur og fingu frið, skuldi hon harmonisera mínar sangir (hvørjar veit eg ikki) til brúk fyri frú Lilliequist, og so skuldi hon senda mær harmoniseringina, um eg legði í tað. Eg segði sjálvsagt, at eg vildi vera ógvuliga fegin yvir tað. Dagin eftir vóru Kristin bróður og frú Lilliequist uppi hjá okkum og vitjaðu. Hon er so óalmindiliga blíð og lítilátað, eitt so náttúrligt, ókunstlað og erligt menniskja, sum teinkjast kann. Hon tók tvørtur um Jóhannu mína og kíndu henni, og við meg segði hon m.a.: “De har saadan en smuk melodi i Dem”. Hon meinti, at tann kenslan, sum gekk gjøgnum løg míni var so vøkur og góð. Ája, eg vil so gjarna vera góður og vakur. “De maa endelig komponere flere melodier og sende mig dem,” segði hon. Dagin eftir fór hon avstað við “Mercur”. Aftur eitt vakurt upplivilsi. Veðrið hevði verið syndarliga ringt alt summarið, men tað hevur verið gott á aðrar mátar. Øll hava vit verið røsk, og so tann heiður, ið er sýndur mínum smáu løgum! Yrking um Petur Alberg Við deyða hansara í 1940 Veit eg um vón í veru hoyri eitt vakurt lag ríkar løturnar eru handan tað døkka vað. Her er lítið í virði munnu tað sanna mong ­ hoyri tó ljóða í byrði ­ tín tónandi hørpustrong. Hann fara mong at minnast tá ið so mangt er gloymt ­ Tónar í sálini innast alt sum er roynt og gloymt. Syngur í hvørjum streingi fram yvir egg og sand ­ lagið sum liva skal leingi um Føroyar ­ tað alfagra land. Havið og summarnáttin lyngur og grøs í líð vónin í várnátt sprottin ­ tað var vár ungdómstíð. Tá kendist dagurin ljósur ­ bæði tá summar var ­ og tá ið kuldans rósur spruttu um gluggaglar. Tíðin rennur so sára sum áin í sævarflóð ­ Mangur fúsur at vára hoyrdi ei heystsins ljóð ­ her er kúran og grátur ­ har gyllir sólin dag ­ Líðandi siglir tín bátur yvur tað døkka vað. Veit eg um vón í veru ­ hoyri títt streingjalag har sum Føroyingar eru boðar tað ljós og dag. Langliga klokkurnar ringja her ert tú lagdur í grøv ­ Men løgini tíni tey syngja ­ yvir tey døkku høv. Hans Andreas Djurhuus Brot úr søguni um tjóðsangin Signe Liljequist (1876-1958). Hon sang inn fyrstu føroysku grammofonplátuna Hetta er Havnar Hornorkestur í 1904. Vit síggja: Aftast f.v.: 1. Niclas Haraldsen, 2. Jens Poulsen, 3. Vilhelm Poulsen og 4. H.C.W. Tórgarð. Miðraðið: 1. Óla Jákup Hansen, 2. Mortan Mortensen, 3. Petur Alberg, 4. Hans J Michelsen 5. Anthon Degn og 6. Georg Hansen Fremst: 1. Nyholm Debes, 2. Johan (Jan) Restorff 3. Poul Restorff 4. Sámal Debes og 5. Michael Jacobsen í Dávastovu. Av hesum eru fylgjandi umrøddir í samband við konsertina 2. Jóladag 1907: Peter Alberg, Georg Hansen, Johan Restorff, Poul Restorff og Michael Jacobsen, Mikk í Dávastovu. Uttan iva hava fleiri av hinum eisini verið við. Tað kann heilt vist roknast við, at Óla Jákup Hansen hevur verið ein teirra Petur Alberg gjørdist ikki gamal, bert 54 ár. Men minnið um hann livir framvegis