Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 34 nr. 246 • 19. desember 2007 Hans Andreas Djurhuus skrivaði hesi minningar­ orðini um Petur Alberg, tá ið hann doyði í 1940 Tað eru mong ár umliðin síðan tá, tað var í endanum av fyrru øld. Havnin nú og Havnin tá, tað er hvør sítt. Mangt av tí gamla er fallið og gloymt, og tað nýggja sum er komið í staðin fyri tað, er ikki farið at liva enn. Tað var í teirri tíðini, tá ið Bakar Hansen lærdi dreingir í Havn at spæla uppá fiól. Millum teir, ið lærdu hjá honum vóru teir báðir Petur í Geil og O.J. Hansen (Óla Jákup í Horni). Hans við Stein og Mourentius lærdu eisini, og nógvir aðrir. Men hesir fyrru settu spor í okkara ljómlist, skaptu nakað nýtt, sum so eisini vónandi fer at draga saman til nakað gott og varandi. Hans við Stein doyði í fyrraárið - og nú leygardagin doyði Petur Alberg, maðurin sum gjørdi lag til “Tú alfagra land mítt”. Hann var ikki gamal maður, bara fimti fýra ára gamal, og tey seinastu seks árini var hann nógv brekaður av sjúku. Eyguni bilaðu honum, so hann fekk ikki lisið. Tó kendi hann fólk og sá at ganga líka til tað síðsta. Hansara lívsyrki - tað sum fer at goyma navn hansara í søgu okkara - fellur í ungmannafelagstíðini, tí her er tað, at hann ger tað verk, sum verður standandi. Í hesum árum - 1906 og fram eftir var ríkt andaligt lív millum ungfólkið í Havn, tá var grundin løgd til tann skaldskap, ið nú fer at taka grund undir seg og til tað musikklív, ið nú blómar. Her hevur Petur Alberg saman við J. Waagstein, O. J. Hansen, Hans við Stein og Mourentius við Stein gjørt eitt stórt arbeiði. Hansara løg, tey eru nógv í tali, liva og verða sungin um alt landið. Umframt tað at vera ljómleikari hjá Havnar Ungmannafelag, var hann tann, sum bæði skrivaði og teknaði í “Baldursbrá” - hann átti serstakt hegni til at handfara mál okkara - og eftir hann liggja fleiri prýðilig handrit, sum verða góð at leita til tá ið søga Havnar Ungmannafelags einaferð verður skrivað. Saman við M.A. Winther og Nyholm Debes stendur hann sum tann berandi kraftin í hesum felagslívi. Í hesum árum eru tey flestu av hansara løgum vorðin til. Her skulu løgini til “Tjaldur ver vælkomið”, “Eg elski teg land”, “Mítt føðiland”, “Um eg kundi grátið”, “Tú alfagra land mítt” o.s.fr. verða nevnd, men har afturat koma so løgini til “Ást og hevnisótt” nakað av tí vakrasta, hann hevur gjørt. Her eru løg sum t.d. “Summarnáttin”, “Bíða mær í nátt”, “Eg elski tíni eygu” fyri bert at nevna nøkur. Tað er stórt spell, at Petur Alberg ikki fekk uppí lag at samla øll hesi løg og fáa tey givin út í bók. Nú fara tað at vera aðrir, ið koma at gera hetta arbeiði, og teir fara at sanna, at her standa teir yvirfyri nøkrum, sum er so vakurt og sermerkt og sum inniheldur ein slíkan fínleika samb. okkara náttúru, at teir mugu undrast. Hugsið tykkum bara eitt lag sum “Havið” ella “Brót so stillan” ella “Tú undrast”, fyri ikki at nevna onnur. Petur Alberg setti sær gyltan minnisvarða í ungmannafelags- arbeiði sínum , tað verður aldri gloymt. Men lagið til “Tú alfagra land mítt”, tað fer at goyma hansara navn so leingi, sum tað er unnað okkum at búgva á hesum klettum. Hann var ein stillfarandi maður, trúgvur móti øllum góðum og bjørtum og trúgvur móti føðilandi sínum til tað síðsta. Mangt er broytt og brotið her á landi, síðan Petur í Geil sang sínar sangir í ungmannafelagnum í Havn. Nýggj tíð er komin, ung- dómurin nú er ikki sum ungdómur tá, hevur ikki somu hugsjónir og somu endamál, men í botninum liggur tó og aldar og dregur tað sama kensludragið, sum savnaði ungdómin saman í Havnar ungmannafelag. Eisini í hesum longsli og hesari trá hevur Petur Alberg loyst upp fyri í sínum seinasta lag - tað er til sangin “Vit eru so ørm og bivandi veik undir himisins logandi stjørnum”. Í síni dagbók greiður Petur frá øðrum løgum, hann hevur gjørt. Eitt av teimum var lagið vit syngja á hvørjari grækarismessu 29. september 1907, eitt sunnukvøldið, gjørdi eg løgini ”Summarnáttin, summarnáttin, veikt hon dregur andadráttin” og ”Nú hitar sólin bjarta land og hav”. Báðir sangirnir eru úr Ást. Summarnáttin er ikki nógv kendur, tí hann er ongantíð sungin offentliga, men hann er yndaður av teimum, ið kenna hann. Hin dámdi mær ongantíð nakað víðari. Eg hevði hug at vraka hann, men Kristin bróður hevði so ”gott eyga” – ella rættari oyra á honum, at hann bleiv ikki burturtveittur, men hann er einki kendur. Tá mín kæra Johanna og eg giftust 23. juni 1913 sungu vit øll, ið høvdu etið brúdleypsmáltíð, Summarnáttina, tá vit reistust frá borðinum. Tað var eitt deiligt summarkvøld út móti miðjunátt, og orðini og lagið tóktist mær at hóska væl til hesa vøkru summarnátt yviri á Skansavegnum. Eitt lag, sum er ógvuliga lítið kent, smíðaði eg hendan veturin (2. des 1907). Tað er til Hans Andriasar yrking ”Heima” (Aftur síggi eg tindar sum setandi sól.) Hetta lagið eri eg ógvuliga góður við, tí tað minnir meg so nógv um tær kenslur, ið koma fram, tá Hans Andrias vinmaðurin kom aftur frá Keypmannahavn. Hann hevði verið leingi burtur. Eg hevði saknað hann nógv og var ógvuliga fegin, tá hann var afturkomin. Tað var, sum sá eg okkum báðar ein sunnudag yviri í Penaplássi: Eg tveiti meg niður á grasmjúkan vøll Og andi so lætt og so leingi! Nú eri eg heima og njóta eg vil Mítt heim eina løtu. Lotini skulu bera mær lagið á summarins sangi. Jú, jú hetta var tikið úr okkara innasta brósti, eg kendi meg aftur her, soleiðis vildi eg kvøðið. Eg kendi meg í sálarligum felagi við Hans Andriasi – sum so ofta fyrr – og so royndi eg at smíða eitt lag. Handan svarta desemberdag sá eg Penapláss, Sandin, Svarta- foss og vøllir so grønar og fagrar í summarbúnaði, og eg hugsi Hans Andreas hevur sæð heimið eins og eg? Í tí fyrstu Stinuborgtíðini (ung- mannafelagið helt til í Stinuborg, sum vit fara at koma aftur til) gjørdi eg lagið til J. Dahls sang: ”Tjaldur ver vælkomið.” Eg minn- ist, at tað var eitt summarkvøld, eg skuldi fara niðan í Sloans sal til sangøvilsi. Eg sat og fekk mær millummála við køksborðsendan í Geil, áðrenn eg skuldi fara. Tá líka sum sungu teir fyrstu tónarnir í lagnum inni í knokki mínum. Eg leyp so upp á ”ovasta loft”, fekk fatur á fiólini og skrivaði so lagið niður á pappírið. Tað vardi okkurt um 5 minuttir. Eg sang tað so nakrar ferðir ígjøgnum fyri meg sjálvan, inntil eg dugdi tað og fór so niðan. Fyrsta menniskja eg fekk eyga á, tá eg lat hurðina upp har uppi í Sloans sali, var vinmaðurin Michael í Dávastovu. Eg rópti hann út um, og so sang eg lagið fyri honum. Mikukvøldið í somu viku, tá vit komu úr ungmanna- felagnum, sang eg hann fyri fleiri undir lyktini á Steinbrúnni niðri við Áarstovu (tá stóð ein jarnsteyri við eini petroleumslykt har), og hann ”gjørdi lukku” alt fyri eitt. Seinni sang eg hann á eini konsert, sum Groth Johannesen hevði í Teatursalinum. Fyri mær hevur várið altíð verið tann vakrasta ársins tíð. Tann stemningur sum liggur í luftini klárar stillar dagar í mars, hann er hugtakandi. Tað angar av gróðrarmold, alt er so frískt og vónríkt. Tjøldrini láta í teirra skundisligu ferð gjøgnum loftið. Serliga hálvmyrk várskvøld at hoyra tjøldrini láta, tað er eitt vælsignað ljóð. Eg kenni sálina so reina, so glaða hesar vøkru várdagar, tí nú leingjast dagarnir, sólin hækkar, summarið er í nánd. Várið 1908 var eitt vakurt vár. Mars mánaði fall við klárum veðri. Sólin skein, og teir blettir av skitnum skørpum kava, sum rókust eftir her og har í haganum, minkaðu skjótt. Í tí tíðini arbeiddu vit á Sanatoriunum, og hvørja ferð eg gekk tvørtur við ein sovorðnan kavablett komu hesi orðini úr Græk- arismessusanginum fram fyri meg. ”Enn fannir fjøllini fjala”, men so aftur um aftur: ”Men kemur tú tjaldur ár eftir ár, tá boð um ljósari tíðir, so skal tú kennast um landið alt, tað tekur at sumra umsíðir.” Ja, nú var tjaldrið komið, og nú nærkaðist summarið. Um hesa tíðina yrkti S. P. Zachariassen ”Várlongsil”. (Mær leingist at fevna teg grønkandi vár), sum kom í Baldurbrá, og sum eg seinni gjørdi lagið til. Hans Andreas um Petur Alberg ”Tjaldur ver vælkomið” Komandi Miðvikur Komandi mikudag er 2. jóladagur, tá kemur einki blað út. Tískil kemur Miðvikan aftur mikudagin 2. januar. Tá verður frásøgn frá sjólívinum hjá Haraldi Anthoniussen, ættaður úr Oyndarfirði. Hann var búsitandi í Esbjerg og andaðist í seinastu viku 96 ára gamal. Tað verða tveir partar við frásøgn frá honum. Tá fara vit at koma aftur til Congosøguna hjá Daniel J. Danielsen. Vit hava fingið so mikið av tilfari úr skjalasøvnum í Bretlandi, at tað helst fer at vera tríggir partar afturat. Hans Andreas Djurhuus var vinmaður Petur Alberg Fyrsta ørindi í tjóðsanginum niðurskrivað av Petur Alberg