Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 246 - 19. desember 2007 Leygardagin og sunnudagin fer Rás 2 at hava beinleiðis sendingar við práti, samrøðum, reportasjum og góðum tónleiki. Skiftandi vertir fáa gestir í studio, ringt verður til fólk í Føroyum og uttanlands, og reportarar eru úti við mikrofonini. Leygardagin kl. 11.00-18.00 Sunnudagin kl. 14.00-20.00 Jólaradio á Rás 2 Flóttarfólk til Føroya? Taka føroyingar ikki nóg stóra ábyrgd í trupulleikum úti í heimi, eru føroyingar líkasælir og skuldu Føroyar tikið ímóti flóttarfólki. Tað fara vit at tosa um við Firouz Gaini og Elin Mortensen, sum bæði hava tilknýti til Amnesty í Føroyum. LEyGArdAGin kL. 11.15 Jólafriður millum Eidesgaard og Hoydal Fáa vit jólafrið at valda millum politisku stríðsmenninar Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal, tá ið teir hittast til jólaprát á rás 2? Hvat gott kunnu teir siga um hvønn annan, og hvørja gávu fara teir at geva hvørjum øðrum? LEyGArdAGin kL. 12.15 Ferðandi organistur Musikalski havnamaðurin Heri Eysturlið arbeiðir sum organistur, kórleiðari, pianistur og tónleikalærari í Stockholm. Í jólamánaðinum verður hann biðin til mangt og hvat í sambandi við jólahald í svenska høvuðsstaðnum. Vit práta við Hera Eysturlið um hansara jólavirksemi. LEyGArdAGin kL. 15.10 Føroyingar úti í heimi rás 2 fer at ringja til føroyingar, sum eru búsitandi uttanlands, har teir eisini halda jól. Millum tey, sum ringt verður til í sendigunum leygardagin og sunnudagin, eru njál djurhuus í Oslo og katrin Leo í Ljubljana. LEyGArdAGin kL. 14.00-18.00 SunnudAGin kL. 14.00-18.00 Prát úr býnum rás 2 hevur eisini fólk í markini um vikuskiftið. Leygardagin fer kári Mikkelsen at gera prát úr Havnini, og sunnudagin verða Annika Steintórsdóttir og Elin Heinesen úti við mikrofonini í Eysturoynni og klaksvík. LEyGArdAGin kL. 14.00-18.00 SunnudAGin kL. 14.00-18.00 Frískir jólasangir Eyðfinn & James velja 10 teir frískastu jólasangirnar SunnudAGin kL. 18.00-20.00 Heri Kári Jan Eyðun Annika & Elin Eyðfinn & James