mikudagur 19. desember 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 246 - 19. desember 2007 ]
16 ára gamla Elspa
Mørkøre hevur tik
ið kanska størstu
avgerð í lívinum.
Hon veittrar føroyska
landsliðnum farvæl
og satsar ístaðin
upp á eitt pláss á
danska landsliðnum,
sum kann geva
atgongumerki til
størsta ítróttarpallin
í heiminum, Olymp
isku Leikirnar
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Vit minnast enn myndirnar
frá Oyggjaleikunum á Rhod
os í summar. Myndirnar av
tí tá 15 ára gomlu Elspu
Mørkøre, sum í uttandura
svimjihylinum á pirinum í
Rhodos býi vant burtur all
ari mótstøðu, og ferð eftir
ferð trein ovast á sigurspall
in, har føroyski tjóðsangurin
bleiv eitt við suðurlendskt
sólsetur. Átta gullmerki og
eitt silvur vann Elspa Mørk
øre fyri Føroyar hesar dag
ar. Men síðani hvarv hon av
landsliðspallinum.
Í summar flutti Elspa
Mørkøre til Esbjerg, har
hon svimur fyri felagið
West Swim.
– Eg vildi enn meira við
míni svimjing, og havi ment
meg sera nógv hetta síðsta
hálva árið. Umstøðurnar
eru sera góðar, eg venji í
einum 50 metra hyli og havi
ein sera góðan venjara, Bo
Jacobsen. Harafturat er sera
gott
samanhald
millum
svimjararnar í felagnum,
sigur Elspa Mørkøre.
Sambært Elspu Mørkøre
sjálvari hevur hon heili 18
ferðir sett nýggj, føroysk
met, síðan hon flutti til Dan
markar í summar. Í flestu
førum er talan um, at hon
hevur sligið síni egnu met.
Landsliðsdyrnar opna
Góðu úrslitini hjá Elspu
Mørkøre í West Swim hava
latið dyrnar upp fyri øðrum
møguleikum. Longu nú
hevur hon svomið so mikið
væl, at hon hevur klárað
kravtíðirnar, sum danska
svimjilandsliðið setir sínum
svimjarum.
– Eg havi svomið krav
tíðirnar, og tað merkir so, at
eg burdi havt ein møguleika
at koma á landsliðið. Men
sjálvandi er einki avgjørt
enn. Eg eri jú ikki úttikin,
sigur Elspa Mørkøre.
Men nú kennir 16 ára
gamla gentan úr Gøtu seg
til reiðar. Hon satsar uppá
at vinna sær pláss á danska
landsliðnum, hóast hon har
við samstundis veittrar far
væl til føroyska landsliðið.
– Tað var ein sera trupul
avgerð, sum eg havi tikið í
samráð við mammu og venj
aran hjá mær í Esbjerg og
Petur Heðin á Fløtti, ið var
venjari hjá mær heima í Før
oyum, sigur Elspa Mørk
øre.
Hon tykist tó ikki ikki at
vera heilt avklárað við av
gerðina enn, tykist fram
vegis at ivast eitt sindur.
– Jú, eg ivist enn. Eg vil
jú fegin umboða Føroyar til
stórar kappingar. Og vinni
eg, vil eg jú fegin hoyra før
oyska tjóðsangin. Tí er tað
ein sera trupul avgerð. Men
nú royni eg, sigur Elspa
Mørkøre og ljóðar brádliga
meira sannførd á málinum.
Karantena
Eftir eru so formellu viður
skiftini.
Umvegis
sítt
danska felag og danska
svimjisambandið,
Dansk
Svømmeunion, hevur Elspa
Mørkøre søkt Svimjisam
band Føroya um at fáa loyvi
flutt til Danmarkar, so hon
harvið kann gerast danskur
svimjari og harvið hava
møguleikan at umboða Dan
mark. Ein umbøn, sum
Svimjisamband Føroya um
dagarnar hevur gingið á
møti.
Síðani skal danska svimji
sambandið
fáa
altjóða
svimjisambandið, FINA, at
góðkenna flytingina. Regl
urnar hjá FINA siga, at tá
ein svimjari skal flyta sína
landsliðsumboðan frá ein
um landi til annað skal við
komandi í karantenu í eitt
ár. Enn er ógreitt, nær eitt
ára karantenan hjá Elspu
Mørkøre byrjar – um hon
byrjar frá tí at hon seinast
umboðaði Føroyar í altjóða
kapping (tvs. Oyggjaleikir
nir í summar), um hon byrj
ar tá umbønin um at flyta
loyvið er dagfest (tvs. í
desermber), ella tá umbønin
verður gingin á møti. Í
síðsta enda liggur avgerðin
hjá FINA.
Dreymurin um OL
Fyri Elspu Mørkøre merkir
óvissan, at hon í løtuni ikki
heilt veit, um ella nær hon
kann umboða Danmark í
altjóða kappingum. Men
fellir alt til hennara fyrimun,
so kann hon kanska longu
sleppa til HM í stuttbana,
tvs. í 25 metra hyli, í Man
chester í summar. Men fyri
16 ára gamla svimjaran eru
hetta smálutir í stóru mynd
ini.
– Eg havi fingið at vita,
at eg kann sleppa at venja
saman við danska landslið
num, longu í mars mánaða,
og tað gleði eg meg sjálv
andi nógv til. Og so taki eg
tað harfrá, sigur Elspa
Mørkøre.
Hon gongur í dag í 10.
flokki, og eftir summarfrí
tíðina ætlar hon sær í stu
dent. Hon hevur fingið til
boð um at blíva knýtt at
Team Danmark, sum er ein
yvirskipað elitudeild hjá
donskum ítrótti. Tað merkir,
at hon fær nógva tíð og góð
ar
umstøður
at
venja,
umframt eitt sertilboð um
at taka studentaskúlan uppá
fýra ár.
Eisini gevur eitt lands
liðspláss góðar møguleikar
fyri at sleppa á venjingar
legur í longri tíðarskeið,
har eg burtur av brúki tíðina
til at gerast betri, umframt
at danska landsliðið er við í
hópin av kappingum, sigur
Elspa Mørkøre, sum hevur
sett kósina móti einum stór
um máli, ið liggur langt úti
í havsbrúnni.
– Mítt stóra mál er at
sleppa til OL í London í
2012. Tað er mín dreymur,
sigur Elspa Mørkøre sann
førandi.
Føroyar eru ikki sjálvstøð
ug tjóð og hava tískil ikki
rætt til limaskap í altjóða
olympisku nevndini, IOC.
Og tí kunnu Føroyar ikki
senda ítróttarfólk til OL.
– Sjálvandi vil eg allar
helst umboða Føroyar og
hoyra føroyska tjóðsangin,
um eg vinni. Men skal eg til
Olympisku Leikirnar, so
má tað vera á henda hátt.
Føroyar sleppa jú ikki til
OL, sigur Elspa Mørkøre.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Elspa vil til OL í 2012
16 ára gamla Elspa Mørkøre hevur vunnið umleið 300
heiðursmerki í ymsum greinum innan svimjing. Hon er
skjótasti, føroyski svimjari í heili 13 greinum –50 m rygg,
100 m rygg, 200 m rygg, 100 m blandað, 200 m blandað,
400 m blandað, 50 m frí, 100 m frí, 200 m frí, 400 m frí, 50
m firvald, 100 m firvald, 100 m bringu.
Størstu løturnar eru OyL á Rhodos (8 gull og 1 silvur), NJM
í Finnlandi og Íslandi (tilsamans 1 silvur og 3 bronsu).
DKM, sum er danmarksmeistarakapping (5 gull)
FAKTA
Elspa Mørkøre við Merkinum um herðarnar og gullinum um hálsin. Hetta verður søga, nú
gullfuglurin úr Gøtu hevur sett sær sum mál at sleppa til OL
Ein missur
fyri
Føroyar
Svimjisambandið
harmast avgerðina
hjá Elspu Mørkøre.
Men innast inni skilji
eg hennara avgerð,
sigur Palli Ziskason,
formaður
SVIMJING
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Svimjisamband
Føroya
hevur um dagarnar slept
ein av sínum gullfuglun
um úr reiðrinum. Sam
bandið hevur givið tilsøgn
um, at Elspa Mørkøre í
framtíðini kann sleppa at
umboða Danmark í altjóða
kappingum.
– Sjálvandi er tað keði
ligt at missa ein slíkan
svimjara í landsliðshøpi,
men vit mugu bara stað
festa veruleikan, at sum er
sleppa Føroyar ikki til OL,
sigur Palli Ziskason.
Formaðurin í Svimji
sambandinum vísir tó í
sama viðfangi á, at før
oyskir svimjarar hava hóp
in av øðrum avbjóðingum,
eitt nú EM og HM.
– Men eg skilji væl
Elspu Mørkøre. Tí skal
hon sleppa við til ta allar
størstu kapping, nevniliga
OL, so má hon gera, sum
hon ger. Kortini uggi eg
meg við, at millum okkum
føroyingar vil hon jú altíð
vera
føroyingur,
sigur
Palli Ziskason.
Óttast gongdina
Stigið hjá Elspu Mørkøre
kann merkja, at aðrir topp
svimjarar, og onnur topp
ítróttarfólk við OLdreym
um, gera tað sama. Ein
støða, ið formaðurin í
Svimjisambandinum ótt
ast.
– Jú, tað kann man ótt
ast. Men við verandi ríkis
rættarligu støðu fáa Før
oyar ikki limaskap í IOC
(olympiska nevndin) og
sleppa harvið ikki til OL.
Tað mugu vit bara stað
festa, sigur Palli Ziskason.
Svimjisambandið hevur
limaskap í LEN og FINA,
sum eru ávíkavist evrope
iska og altjóða svimjisam
bandið. Og tað gevur før
oyskum svimjarum rætt
til at luttaka í øllum teim
um kappingum, sum hesir
felagsskapir skipa fyri, og
har tær størstu eru EM og
HM.
Men tann allarstørsta av
bjóðingin,
Olympisku
Leikirnir, eru í dag ikki
ein møguleiki hjá føroysk
um ítróttarfólkum, sum
umboða Føroyar.