Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 246 - 19. desember 2007 ] Rógvi Jacobsen og IL Hødd úr næstbestu norsku deildini, skrivaðu í gjár undir sáttmála, ið merkir at Rógvi nú ikki longur verður at síggja í stríputa reyða og svarta HB-búnanum FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Við hesum verður Rógvi komandi árið at síggja í norskum fótbólti. Hødd hevur ikki ta stóru siðvenjuna, men nýggir íleggjarar eru komnir til fel­ agið, og hjá teimum er ætl­ anin at byggja eitt lið upp, sum um nøkur fá ár skal standa seg í kappingini í Tippeliguni, ið er besta norska deildin. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, sigur, at feløg úr bæði Onglandi, Italia, Belgia og Hollandi vóru inni í myndini, umframt okkurt annað norskt felag. Fyrst og fremst vildi Rógvi helst ikki til royndar­ venjingar. Og í aðrar mátar var tað Hødd, ið kom við einum góðum og konkretum tilboði, og tað endaði so við, at bæði HB og Rógvi tóku av. Stórur áhugi fyri Rógva Tað er eingin loyna, at útlendski áhugin fyri Rógva hevur verið stórur í seinast­ uni ­ ikki minst eftir góðu avrik hansara á landsliðn­ um, krýnd við 2 málum móti sjálvum heimsmeist­ arunum úr Italia. Fleiri útlendsk feløg hava verið í samband við Rógva, og eftir tingingar eina tíð er nú avtala gjørd við Hødd, at tað verða tey sum fáa gleði av Rógva komandi 2 árini. NAFA við Jákup í Stóru­ stovu hevur verið umboðs­ maður hjá Rógva, og hann er sera fegin fyri góða samstarvið. Tíðin í HB Rógvi kom fyrstu ferð til HB í 2001 og leikti síðani 4 ár í stríputa havnarfelagnum. Hesi árini gjørdist hann Føroyameistari 3 ferðir á rað, í 2002, 2003 og 2004. Í 2005 fór Rógvi til Íslands at leika við KR, har hann var til í fjør summar, tá boð aftur vóru eftir honum úr HB. Rógvi var sostatt ein týðandi partur av HB liðnum sum í 2006 vann FM í evstu løtu. Aftur í ár hevur Rógvi verið ein týð­ andi partur av HB liðnum, tó at úrslitið í ár ikki gjørdist heilt so gott sum ætlað. Hesi árini Rógvi hevur leikt í HB, hevur hann verið Føroyameistari 4 ferðir og Steypavinnari 1 ferð. Hann hevur spælt 151 dystir og skorað 53 mál. Hann hevur verið ein ógvuliga eyðsýnd­ ur leikari, bæði á vøllinum, men sanniliga eisini uttan­ fyri vøllin. Saknurin eftir Rógva verður óivað stórur, men HB hevur so nógvar ungar og evnaríkar spælarar, so tað verður ikki stórvegis trupulleikar hjá venjara­ toyminum har, at finna rætta avloysaran. Tíðin á landsliðnum Rógvi Jacobsen hevur í síni tíð sum fótbóltsspælari, víst seg sum ein sera sterkan spælara í luftspælinum, og júst hetta, blandað við einum øðiligum stríðsvilja, vann honum eisini plássið á landsliðnum á sinni. Áðrenn seinastu undankapping, Føroyar luttóku í, hevði Rógvi skorað seks mál, bert trý færri enn bygdarmaður hansara Todi Jónsson. Og í seinastu kappingini megn­ aði hann at taka metið frá Toda og skoraði sítt 10. mál í Italia, móti heimsmeistar­ unum. Hetta var samstundis hansara næsta mál móti italiumonnum, tí hann megnaði eisini hetta bragd í Føroyum. Vaktur áhugi Júst hesi bragd, umframt at hann megnaði at skora øll fýra málini í undankapping­ ini, ið Føroyar fingu hesa­ ferð, hevur vakt áhugan hjá ymsum liðum kring um í Europa, og Rógvi hevði sjálvur eisini áhuga í einum skifti uttanlands. Rógvi metir tó ikki at man skal fara uttanlands at spæla fyri ein hvønn prís. – Eg kundi eins væl havt spælt víðari her í Føroyum, men mær stóð í boði, ein áhugaverdur sáttmáli, ið eg var glaður fyri, og tí valdi eg at seta mína undirskrift á, sigur Rógvi Jacobsen. Hví IL Hødd? Spurdur um hví Rógvi valdi júst norska IL Hødd, og ikki vísti tilboðum úr Italia, Onglandi, Belgia ella Hollandi ans, svarar Rógvi avgjørdur, at hetta var tað mest áhugaverda tilboðið. ­ Fleiri tilboð vóru komin inn, men eg helt hetta vera tað mest konkreta, og hevði ikki tíð ella hug at bíða og at fara til prøvavenjingar, sum nøkur av hinum tilboð­ unum innibóru. Hetta lá konkret og gott á borðinum, og avgerðin er tikin, sigur Rógvi Jacobsen føroying­ urin í tí norska, tey komandi tvey árini. Arvafíggindarnir í Norður­London vunnu sínar fjórðingsfinalur á útivølli, í Liga­steypakappingini. Arsenal stillaði upp við einum eykaliðið á Ewood Park í Blackburn. Miðalaldurin á liðnum var bert 19 ár, sum má verða eitt tað lægsta í søguni. Unglingarnir hjá Arsenal gjørdu tað framúr. Diaby og Eduardo løgdu Arsenal á odda 2­0 fyrsta hálva tíman av dystinum. Blackburn fekk tó javnað við málum hjá Santa Cruz í 42. og 60 minutti. Denilson bleiv útvístur í 90. minutti, so Arsenal mátti leika tað longdu leiktíðina við 10 monnum ímóti 11. Men tað gjørdi ikki mun fyri Arsenal. Í 104 minutti skoraði Eduardo til 3­2, og tað gjørdist endaliga støðan. Wenger sigur við BBC, at hetta unga eykaliðið er nóg gott til at vinna kappingina. Tottenham vóru á City of Manchester Stadium. Defoe legði Spurs á odda longu í 5. minutti. Zakora hjá Tottenham bleiv útvístur í 20 minutti, men tað dugdi Manchester City ikki at útnytta. 8 minuttir fyri leiklok skoraði Malbranque sigursmálið til endaligu støðuna 2­0. Venjarin hjá Spurs, Juande Ramos helt, at hetta var besti dysturin hjá liðnum, síðani hann tók við, sum venjari í felagnum. Í kvøld er seinasta kvartfinalan í Liga­steypakappingini á skránni, og tað er dysturin millum Chelsea og Liverpool á Stamford Bridge, og tað skuldi borgað fyri ávísari góðsku!! Rógvi brúkar høvdið Tottenham og Arsenal vunnu við 10 monnum Tríggjar tær seinastu fjórðingsfinalurnar í Coca­Cola kappingini í hondbólti verða spæld­ ar í Havn í kvøld. Hjá kvinnunum spæla Kyndil og Neistin, og byrjar tann dysturin klokkan 18.30. Klokkan 20 spæla mansliðini hjá somu feløgunum. Og eftir tann dystin spælir aðrudeildarliðið hjá Kyndli móti besta liðnum hjá VÍF. Lutakastið um, hvussu spælast skal í hálvfinal­ unum, verður fríggjadag­ in. Seinastu ¼-finalurnar Rógvi í dysti móti litaviska Kaunas á Tórsvølli Mynd: Álvur Haraldsen