Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-19, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. desember 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 19. desember 2007 39 Aðalfundurin 2008 Aðalfundur felagsins verður á Hotel Føroyum leygardagin 29. mars 2008. Skrá: smb. viðtøkum felagsins – sí viðtøkur á heimasíðu felagsins www.pedagogfelag.fo Formansval Vísandi til § 10 í viðtøkum felagins, skulu uppskot til formansevni skrivliga latast nevndini í seinasta lagi 15.jan.2008. Saman við uppskotinum skal sendast skrivlig váttan frá viðkomandi, sum er í uppskoti um, at hon/hann vil taka við vali. Valdur formaður bindir seg til at taka við fulltíðarstarvi í felagnum. Val av nevndarlimum Vísandi til § 8, skulu uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.febr.2008. – Nevndin kann útseta freistina til 5.febr. Uppskot til aðalfundin Vísandi til § 8 - Ynskir limur uppskot við- gjørt á aðalfundinum, skal uppskot latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.febr.2008. Skal sendast til: Føroya Pedagogfelag Postsmoga 318 110 Tórshavn Føroya Pedagogfelag lýsingar Valevnislistar til løg­ting­s­ valið 19. januar 2008 Við hesum verður mint á, at valevnislistar til løg­ting­svalið 19. januar 2008 skulu vera formanninum í løg­ting­svalnevndini í hendi í seinasta lag­i: leygardagin 29. desember 2007 kl. 18.00. Valevnislistin skal verða latin inn av einum stillara. Gjøllari reg­lur um valevnislistar eru ásettar í §§ 17 – 18 í løg­ting­svallóg­ini (Ll. nr. 49 frá 20. juli 1978 “um val til løg­ting­ið”, sum seinast broytt við Ll. nr. 97 frá 1. november 2007). Í løgtingsvallógini er m.a. ásett: • at ein valevnislisti ikki má hava fleiri enn 43 valevni, • at valevnini skulu vera so skillig­a lýst við navni, starvi og­ bústaði, at ong­in samanblanding­ við nakran annan valbæran persón kann standast av, • at valevnislistin skal vera undirskrivaður av valevnunum og­ av í minsta lag­i 10 og­ í mesta lag­i 15 veljarum sum stillarum, • at hjálag­dur skal vera serlig­ur listi yvir stillararnar, har teir eru skillig­a lýstir við navni, starvi og­ bústaði, • at ong­in má stilla upp á meira enn einum valevnislista, • at ong­in kann vera stillari fyri meira enn ein valevnislista. Á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum www. imr.fo undir “Dømi um valevnislista” er at finna oyðublað til valevnislista og­ stillarar. 5. januar 2008 kl. 18.00 er síðsta freist hjá flokkum skrivlig­a at boða formanninum fyri løg­ting­sval­ nevndini frá, hvønn ella hvørjar valevnislistar flokkurin góðkennir sum listar floksins. Vegna løgtingsvalnevndina Leivur Harryson formaður Smærug­øta 22 · FO­100 Tórshavn Telefon: 55 80 80 · Privat: 51 97 17 Fax: 35 51 01 · Teldupostadressa: leivur@lg.fo LØGTINGSVALNEVNDIN Leivur Harryson fm. – Malan Johansen – Bárður Larsen Norðasta Horn · Tel. 311 101 & 216 300 Fax 313 763 · www.mc-solan.fo MC-Sølan hevur opið Mán. - fríggjadag frá kl. 10.00 - 17.30 Leygardag er stongt Lýsing eftir pedagogi til Vípuna Sjálvsognarstovnurin Vípan søkir eftir 2 peda­ gogum 30 tímar og 1 pedagogi 32 tímar, at byrja 1. febuar 2008, ella eftir nærri avtalu. Vípan er ein integreraður stovnur við børnum í aldrinum frá 2­8 ár. Ein stova í aldrinum 2­5 ár og ein stova í aldrinum 6­8 ár. Arbeiðstíðinar eru skiftandi, frá 7.30­17.00. Vit bjóða eitt áhugavert starv: • hvar náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og hvar spæl fyllir nógv • hvar virðing og trivnaður hjá barninum er í hásætið • við opinleika og ein jaligum hugburðið • við broytingum hvar tú hevur tína ávirkan • hvar vit eru byrjaði at arbeiða við ”Den integrerende baggrund” Vit vænta av tær: • At tú ert útbúgvin pedagogur/hevur royndir og fagliga vitan • At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • At tú ert opin fyri broytingum • At tú hevur góð samstarvsevnir yvir fyri børnum, foreldrum og starvsfelagum • At tú sært fyrimunir fram um vansar Um pedagogur ikki søkjur, verður hjálparfólk sett í starvið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eyð Skúvadal, leiðara á tlf 317535/ 287535 Umsókn saman við avriti av prógvum og við­ mælum, skal vera stovninum í hendi, seinasta lagi 28. desember 2007 Vípan Vípuvegur 3 · 100 Tórshavn Tlf. 317535 / 287535 bg­vipan@post.olivant.fo