Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 247 - 20. desember 2007 Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur brád­liga broytt eina mannagongd­ sum førir við sær, at ein marknaður, sum fleiri vinnuvirki í Føroyum hava brúkt fleiri ár um at byggja upp, er í stórum vand­a fyri at d­etta niðurfyri VinnulíV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Føroyskt vinnulív er nú í stórum vanda fyri at missa milliónir. Tað kann gerast avleiðing­ in, eftir at Heilsufrøðiliga Starvsstovan brádliga og uttan ávaring hevur broytt eina mannagongd, sum hev­ ur verið galdandi í fleiri ár. Í 2001 gjørdu Føroyar og ES avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES. Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu. Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES. Hetta er ein skipan, sum fleiri fyritøkur hava notið gott av, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu. Broyta mannagongd Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini. Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat. Hetta gjørdi Heilsufrøði­ liga Starvsstovan uttan nakra ávaring ella fráboðan frammanundan. Hetta er komið ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi. Ein fyritøka, sum er hart rakt av hesum, er Faroe Ship. Johanna á Bergi, stjóri, harmast um støðuna, sum er íkomin, tí nú er vandi fyri, at alt hetta virksemið dettur niðurfyri, bæði hjá Faroe Ship og øllum hinum, sum fáast við hesa vinnuna. Hon staðfestir, at yvirhøv­ ur er samstarvið við Heilsu­ føðiligu Starvsstovuna sera gott, men í hesum føri er hon ikki nøgd við manna­ gongdina. Hon sigur, at tey hava klag­ að til Vinnumálaráðið, men har var onki at gera og tískil stendur avgerðin hjá Heilsu­ frøðiligu Starvsstovuni við. ­ Av tí sama hevur heldur ikki verið borið til at fingið undantaksloyvi til at av­ greiða nøkur av skipunum, sum ikki eru góðkend í ES. Missa marknaðin Heilsufrøðiliga Starvsstov­ an hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar. Tá ið ES var á eftirlitsvitj­ an í Føroyum seinasta summ­ ar, gjørdu ES umboðini serliga vart við hetta, men enn eru viðurskiftini ikki komin í rættlag, sigur Heilsu­ frøðiliga Starvsstovan. Starvsstovan leggur sam­ stundis dent á, at tað er ikki har, trupulleikin er, tí hann liggur í tí, at Traces­skipan­ in ikki er sett í gildi í Føroy­ um enn. Johanna á Bergi sigur, at tey hava brúkt fleiri ár upp á at byggja akkurát hendan marknaðin upp og tilsamans er hetta eitt virksemið, sum kastar fitt av sær. Hvussu stór virði standa upp á spæl, at vil hon ikki siga nakað um. ­ Fyri okkum er tað ørkymlandi og prinsipielt, at vit hava kunna havt eitt virksemi í fleiri ár, men at tað nú brádliga frá degi til dags, ikki longur skal kunna lata seg gera, sigur Johanna á Bergi. Hon sigur, at sostatt er vandi fyri, at tey missa skip­ ini og sostatt eisini hendan marknaðin, tey hava bygt upp hesi seinastu árini. ­ Eru skipini fyrst farin í aðra havn, tí tey ikki sleppa at leggja upp í Føroyum, er verri at fáa tey aftur, leggur hon afturat. Lekur millum teori og praksis Hon vísir, at vit javnan og savnan hoyra um, at polit­ iski myndugleikin skal skapa góðar karmar fyri vinnulívinum Í tí treysti, leggja tey nógv arbeiði í at skapa nýggjar møguleikar, tey ferðast uttanlands á messur og ráðstevnum, fáa útlend­ ingar henda vegin og gera samstarvsavtalur. Men tað er eitt sindur hugstoytt, tá ið karmarnir so brádliga ikki eru til kort­ ini og at tey, sum skulu skapa karmarnar, ikki gera tað kortini. Hon er eisini av teirri áskoðan, at tað, sum fer fram, er heldur ikki í sam­ svari við almenna vinnupol­ itikkin, har tað ofta hevur verið nevnt, at Føroyar skulu verða ein tænastumið­ depil og tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi. ­Tað hevur altíð verið eitt av aðalmálinum í vinnupolit­ ikkinum at lata Føroyar upp fyri útheiminum og at skapa vælvirkandi marknaðir. Men at kappa á stokkin­ um, frá degi til dags, uttan at hoyra vinnulívið framman­ undan og uttan at boða frá kann valla kallast at vera í samsvari við tann partin av vinnulívspolitikkinum. Hinvegin harmast stjórin í Faroe Ship um, at faxið frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni varð enda í skeivari pappírsrúgvu á Faroe Ship og tí hava tey verið nakað sein at gera vart við seg. ­ Men hevði Heilsufrøði­ liga Starvsstovan sent málið til hoyringar hjá vinnuni frammanundan, hevði tað ikki bilað, leggur hon afturat. Vandi fyri at missa milliónir Kunnu ikki blíva við Í Sosialinum í morgin hava vit viðmerkingar frá Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni til málið. Hon sigur, at tað hevur verið eitt hol í lógini og tað kunnu vit ikki blíva við at arbeiða eftir. Vónandi fáa vit eisini eina viðmerking frá Bjarna Djurholm, lands­ stýrismanni í vinnu­ málum. Annars hava vit meiri um málið á síðu 17. Nú er vandi fyri at vit missa ein týðandi marknað og hava vit fyrst mist hann, kann tað vera sera torført at fáa hann aftur, sigur Johanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship Byggja dagstovn í Leirvík Bygdarráðið í Leirvík hevur samtykt at taka av einum tilboði frá partafelagnum Fjarðahús, sum hevur boðið sær til at byggja kommununi ein nýggjan dagstovn oman fyri býlingin uppi við Garð. Stovnurin verður 750 fermetrar stórur við fimm stovum, og hann er góðkendur til 84 børn. Leirvíkar kommuna er í løtuni í ferð við at keypa lendið til dagstovnin, sum ætlandi verður lið­ ugur á vári í 2009, og sum fer at kosta umleið 13 mió. krónur. Ísbrótari á hvalaveiði Í Avstralia hava myndugleikarnir gjørt av at senda ísbrótaran Oceanic Viking í Suðurhavið at halda eyga við teimum japonsku hvalaskipunum, sum eru farin hagar at veiða stórhval. Avstralia er harðliga ímóti japonsku hvalaveiðini. Oceanic Viking er útgjørdur við maskinbyrsum, men av tí at økið kring Suðurpólin er lýst vápnafrítt, verða byrsurnar tiknar niður og læstar inni í einum serligum goymslurúmi umborð á skipinum. Stovnurin í Leirvík líkist dagstovninum á Strondum Mynd: Leirvíkar kommuna