hósdagur 20. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 247 - 20. desember 2007
– Neyðugt er við
nýhugsan innan
okkara fiskivinnu,
soleiðis at menn
ikki eru burtur
ein so stóran part
av árinum, heldur
Jan Højgaard,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
SáttmálaStríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya
Fiskimannafelag
hevur lýst verkfall fyri limir
felagsins, eftir at samráðing
arnar við Føroya Reiðara
felag um nýggjan sáttmála
slitnaðu seinnapartin í gjár.
So langt var millum partar
nar, at semingsmenninir als
ikki dittaðu sær at leggja
fram nakað semingsuppskot,
hóast partarnir í hesum
umfari høvdu sitið við sam
ráðingarborðið í tvey sam
døgur – ikki út í eitt, men
kortini í nógvar tímar til
samans.
Semingsmaðurin,
Terji
Sigurðsson, staðfesti í gjár,
at feløgini ikki vóru sinnaði
at flyta seg í trætuni, sum
serliga hevur snúð seg um
eftirløn og luttøku í oljuút
reiðslum.
Einki hoyrt
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag, Jan Højgaard,
sigur, at síðan samráðingar
nar slitnaðu í gjár, og felag
ið lýst verkfall, hevur hann
einki hoyrt frá semings
monnunum, ei heldur frá
Føroya Reiðarafelag.
– Eg dugi ikki at siga, um
hetta verður eitt drúgt verk
fall – ella, um vit onkus
vegna kunnu finna eina
semju komandi dagarnar.
Spurdur, um stjórnin í
Føroya
Fiskimannafelag
kennir seg at hava fiskimenn
aftan fyri seg í hesum sátt
málastríði, sigur Jan, at
hann hevur fingið nógvar
reaktiónir frá fiskimonnum,
síðan felagið lýsti verkfall
fyri limir sínar.
Allar hesar reaktiónir
hava verið positivar, og eg
kenni á mær, at vit hava full
an uppbakning millum okk
ara limir. Hinvegin dylja
menn ikki, at teir vilja
sleppa avstað aftur, tá ið
tíðin gongur, og øll vóna, at
ósemjan
ikki
gerst
ov
drúgv.
Tjena nógv meira
Jan Højgaard heldur fast
um, at fiskimenn longu nú
gjalda nóg nógv fyri reið
ararnar, sum hann tekur til.
Okkara limir taka lut í
so nógvum útreiðslum, og
eg haldi ikki, at vit í upp
aftur størri mun kunnu taka
lut í hesum útreiðslum hjá
reiðarunum.
Formaðurin
í
Føroya
Fiskimannafelag hevur í
fjølmiðlunum víst á, at
føroyskir fiskimenn eru
rýmdir til Noregs at siga, tí
umstøðurnar har eru so
nógv betri enn í Føroyum.
Á blaðsíðu 14 í Sosiali
num í dag sigur formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag,
Viberg Sørensen, at Jan er
vælkomin at skjóta upp, at
sáttmálin
hjá
norskum
fiskimonnum verður settur
í gildi fyri føroyskar fiski
menn.
Er tað ein slíkan sáttmála,
sum Føroya Fiskimanna
felag vil hava fyri føroyskar
fiskimenn, spurdu vit for
manninum í Føroya Fiski
mannafelag.
Tað er ikki hetta, vit
vilja siga, men vit ásanna,
at føroyskir fiskimenn, sum
sigla í Noregi, tjena nógva
meira enn fiskimenn, sum
sigla við føroyskum skip
um. Haraftrat hava teir ein
nógv størri frádrátt í skattin
um.
Neyðug nýhugsan
Jan Højgaard heldur, at
neyðugt
eisini
er
við
nýhugsan
í
føroyskari
fiskiskipavinnu, soleiðis at
menn kunnu vera meira
heima.
Tað kann ikki vera rætt,
at eitt nú línumenn skulu
noyðast at vera við hvønn
túr fyri at fáa eina líkinda
inntøku, tá ið árið er úti.
Hesir menn tjena so lítið, at
teir hava ikki ráð til eina
skiftiskipan, og tað kann
ikki vera rætt, sigur formað
urin í Føroya Fiskimanna
felag.
Nýggjárshald í Runavík
Nýggjársnevndin í Runavíkar Kommunu skipar aftur í ár
fyri felags nýggjárshaldi fyri í búgvunum í kommununi.
Byrjað verður kl. 23.15 við kyndlagongu frá Rókini og frá
Glyvra skúla oman á nýggja havnarøkið. Nýggjársrøðan
verður hildin kl 23.45, har røðarin verður Jákup
Lamhauge, fyrrverandi borgastjóri í kommununi. Á
middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við
fýrverki. Harumframt verður skipað fyri felagssangi.
Klokkan 01.00 verður nýggjársdansur í Støkkhøllini við
Ronnie Nielsen, Hjalta Joensen, Høgna Klakkstein og
Jákupi Olsen.
Hótti pedagog
Ein pedagogur í Esbjerg í Danmark hevur
lært, at ein skal vera varin við at leggja seg út
í ósemjur millum ung. Pedagogurin, sum er
maður, kom fram á tríggjar 14, 15, og 17 ára
gamlar gentur, sum vóru vorðnar ósamdar við
tveir dreingir, sum vóru 15 og 17 ár. Alt í
einum lupu tey fimm á hvør annan.
Pedagogurin legði uppí og royndi at skilja tey
sundur, men gavst, tá tann 15 ára gamli
drongurin hótti hann við lívinum. Málið er
latið løgregluni.
Faroe Petroleum
boðar frá, at
leygardagin tann
15. desember
byrjaði boripallurin
Labrador at bora
Wissey brunnin, har
Faroe Petroleum
luttekur við 18,75%.
Tað er oljufelagið Tullow
Oil UK Limited, sum er
fyristøðufelag, og vænt
andi tekur tað 37 dagar at
bora niður á gasskelduna.
Wissey gasskeldan er á
bretskum øki á blokkinum
53/4D, og liggur keldan
10 km eystanfyri fram
leiðslueindina Horne og
Wren, sum Tullow Oil eis
ini er fyristøðufelag fyri.
Gassið frá Wissey verður
flutt til hesa framleiðslu
eindina.
Fyrsta gassið úr Wissey
kemur væntandi í seinni
hálvu av 2008. Parturin
hjá Faroe Petroleum svarar
til 1800 tunnur um dagin
umroknað til olju. Samlaði
parturin hjá Faroe Petrol
eum verður mettur til í
minsta lagi 1 mió. tunnur
av olju umroknað frá
gassi.
Faroe Petroleum hevur
longu gassframleiðslu frá
Minke gasskelduni, og har
umframt boðaði felagið
nýliga frá, at tað hevði
keypt seg inn á tvær aðrar
gasskeldur,
nevnliga
Schooner, sum er í fram
leiðslu, og Topaz, sum
væntandi verður borað og
útbygt
til
framleiðslu
seinni í 2008. Wissey er
ein týðandi liður í fram
tíðarætlanini hjá felagnum,
um at økja um inntøkur
frá olju og gassfram
leiðslu.
Faroe Petroleum kunn
gjørdi eisini herfyri, at
ætlanin er at luttaka í 26
brunnum tey komandi 2
árini, og í løtuni luttekur
felagið í William brunnin
um, sum verður boraður á
føroyskum øki, og Wissey
brunninum á bretskum
øki.
Wissey boringin
byrjar
Nils Sørensen
Fiskimenn gjalda
nógv fyri reiðarar
Føroyski fiskiskipaflotin, sum
er í havn, liggur. Tey skip, sum
eru úti, verða løgd so hvørt,
tey koma til lands
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Tað kann ikki vera rætt, at eitt nú línumenn skulu noyðast at vera við hvønn túr fyri at fáa eina líkinda inntøku, tá ið árið er úti,
heldur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag
Mynd: Vilmund Jacobsen