hósdagur 20. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 247 - 20. desember 2007
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður í
mentamálum heldur,
at fjølmiðlar lýsa
søgur grunt uttan
at seta seg nóg væl
inn í tingini. Hetta
sigur hann í samband
við greinarnar hjá
Sosialinum um órøkt
á serskúlum. Hann
harmast tó støðuna á
Skúlanum á Trøðni og
Rásini í Runavík
SerSkúlar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin er sera
harmur at hoyra, at støðan á
skúlanum á Trøðni er so
vánalig, sum hon verður lýst
í Sosialinum. Eisini harmast
hann um støðuna inni á
Rásini í Saltangará, men
hetta verður umvælt bein
anvegin, soleiðis at næm
ingarnir sleppa aftur í skúlan
eftir nýggjár, sigur hann.
Eg skilji væl, at foreldur
verða kedd, tá umstøðurnar
ikki eru nóg góðar, og at
tey nýta fjølmiðlarnar at
skunda undir málini, tí tað
er trupult at vera foreldur at
brekaðum barni.
Jógvan á Lakjuni við
gongur, at viðlíkahald av
almennum bygningum hev
ur havt eitt eftirsleip líka
síðani kreppuna.
Eg visti ikki, at tað var
so galið við lekum á skúlan
um, og eg trúði, at umvæl
ingin av hylunum var komin
longri. Men stovnsleiðarar
hava til uppgávu at peika á,
hvørjir tørvir eru, og í flestu
førum verða ynskir uppfylt,
sigur landsstýrismaðurin.
Populistiskir
fjølmiðlar
Men Jógvan á Lakjuni held
ur, at fjølmiðlarnir eiga eis
ini at síggja ta stóru mynd
ina og ikki bara lýsa sorgar
søgurnar. Støðan er ikki
altíð so einføld, sum hon
verður lýst, sigur lansstýris
maðurin.
Hann gleðist um tað, sum
er hent á økinum, meðan
hann hevur verið landsstýr
ismaður. Nýggj lóg er gjørd
fyri skúlan á Trøðni, og
skúlin er skildur frá sernáms
deplinum og skal bara taka
sær av børnum við heilt ser
ligum tørvi.
Starvsfólkini eru glað
fyri hesar broytingar, men
tørvur er á fleiri lærarum,
og arbeitt verður við hesum.
Og farið er undir at leingja
eina av lonunum á skúlan
um, soleiðis at autistarnir
fáa betri umstøður.
Haraftrat er játtanin til
tað sernámsfrøðiliga økið
økt við umleið 10 mió.
hetta valskeiðið, og millum
annað verða sernámsfrøði
ligar
tænastueindir
ella
NSRtænasstur
skipaðar
kring landið.
Tí heldur landsstýrismað
urin, at tað er púra burturvið
at føra fram, at samgongan
bara hevur raðfest hørð
virði. Hann sigur, at neyvan
hevur nøkur samgonga rað
fest skúla og almanna og
heilsuverk hægri enn henda
samgongan.
Fjølmiðlar dyrka keðiligar søgur
- Eg visti ikki, at tað var so
galið við lekum á skúlanum,
og eg trúði, at umvælingin av
hylunum var komin longri,
sigur landsstýrismaðurin
í mentamálum, Jógvan á
Lakjuni
Eitt yvirlit yvir
kvinnuliga umboðan
í parlamentum runt
um í heiminum vísir,
at Føroyar liggja í
botni. Sjálvt arabiski
heimurin, ið ikki
júst er kendur fyri
javnstøðu ímillum
kynini bæði, liggur
frammanfyri okkum
JavnStøða
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Við einum kynsbýti upp á
90,4 prosent mannfólk og
einans 9,4 prosent konufólk
á Føroya Løgtingi hevur
demokratiið í Føroyum spælt
fallit. Soleiðis stendur at lesa
í fororðunum í 82 síðu langa
álitinum hjá Demokratia,
sum í gjár varð handað
Bjarna Djurholm, landsstýris
manni, og sum í dag varð
lagt fram á tíðindafundi í
Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Og at døma út frá hagtøl
um frá heimsins parlament
um, so stendur illa til her
heima við politisku javn
støðuni.
Eitt yvirlit yvir kvinnuliga
umboðan í parlamentum
runt um í heiminum avdúk
ar, at sjálvt arabiski heimur
in, ið ikki júst er kendur
fyri at leggja dent á javn
støðu, liggur frammanfyri
Føroyar.
Norðurlond, ið vit vanliga
sammeta okkum við, liggja
fremst við 41,6 prosentum.
Hetta er meiri enn fýra
ferðir so nógv sum á Føroya
Løgtingi, har bert 9,4 pro
sent eru kvinnur.
Amerikansku heimspart
arnir koma á øðrum plássi,
har næstan fimti hvør limur
– svarandi til 19,4 prosent
– eru kvinnur.
Beint aftanfyri Amerika
liggja OECD londini í
Evropa, har 19 prosent av
tinglimunum eru kvinnur.
Næst á listanum er Afrika
við 17 prosentum, Asia við
12,6 prosentum, arabisku
statirnir við 9,4 og Føroyar
liggja altso niðri á 9,4
prosentum.
Arabarar fremri enn føroyingar
Tað er torført at meta um
úrslitið av nevndararbeiðin
um, men reaktiónirnar frá
politisku flokkunum hava
sum heild verið positivar,
skrivar Demokratia í álitin
um og kemur við hesi stað
festing: »Fleiri flokkar hava
meldað alment út, at teir
ætla at syrgja fyri javnstøðu
á uppstillingarlistunum –
fleiri flokkar hava prakt
iserað javnstøðu í upp
stillingini í sambandi við
fólkatingsvalið 13. nov
ember 2007 – ttveir flokkar
hava meldað alment út, at
teir í framtíðini ætla at
tryggja javnstøðu í lands
stýrinum – fleiri flokkar eru
byrjaðir at arbeiða við
javnstøðustrategi
innan
floks – ein flokkur hevur
lagt uppkot á ting um, at
Demokratia skal halda fram
við virksemi sínum í 2008.
Uppskotið varð samtykt 20.
november 2007.«
Víðari
skrivar
Demo
kratia: »Eitt mátbært úrslit
kann av góðum grundum tó
ikki síggjast, fyrr enn løg
tingsvalið hevur verið í
januar 2008 og kommunu
valið í heyst 2008. Tó metir
nevndin, at fólkatingsvalið
13. november 2007 kann
síggjast sum eitt parametur
fyri hugburðsbroyting við
víkjandi kvinnuumboðan í
politikki, bæði hjá politisku
flokkunum og hjá veljar
unum – sjálvt um úrslitini
ikki beinleiðis kunnu flytast
yvir á eitt løgtingsval. Tað er
heldur ikki lætt at meta um,
hvussu umfatandi ávirkanin
av
Føroyum
sum
eitt
valdømi fer at hava á
valúrslitið
hjá
teimum
kvinnuligu
valevnunum.
Sambært altjóða gransking
tykist møguleikin tó at vera
øktur við einum valdømi.«
Betri útlit
Yvirlit yvir umboðanina av kvinnum í parlamentum
runt heimin:
Prosent
Norðurlond
41, 6
Amerika
19, 4
Evropa (OECD-londini)
19, 0
Afrika
17, 0
Suður Asia
12, 6
Arabisku statirnir
9, 5
Føroyar
9, 4
(kelda: www.ipu.org)
FAKTA
Tveir av nevndarlimunum
í Demokratia, Bergtóra
Hanusardóttir, úr
Kvinnufelagasamskipan
Føroya, og Inga Dahl, sum
umboðar Fólkaflokkin í
nevndini
Mynd: Jens Kristian Vang