Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 247 - 20. desember 2007 Limirnir í Demo­krat­ ia hava ikki lig­ið á tí løtu síðuni, síðani nevndin fyri hálvum øðrum ári síðani fór í g­o­ng­d við arbeiðið fyri at økja um leiklutin hjá kvinnum í po­litiskum avg­erð­ um. Tilsamans hevur Demo­kratia skipað fyri 24 nevndarfund­ um, 10 almennum tiltøkum o­g­ fýra almennum fundum. Úrslitið er eitt álit upp á 82 síður, har g­reiða niðurstøðan er, at demo­kratiið í Føro­yum er í kreppu. Tó er nakað hent, síðan arbeiðið byrjaði o­g­ g­lo­ttar eru fyri framman Javnstøða Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Fyrr var kravið til eitt væl­ virkandi demokrati, at allir borg­arar skuldu hava sama rætt at atkvøða og­ stilla upp til val, men soleiðis er ikki long­ur, staðfestir Demokrat­ ia, sum í dag­ almannakunn­ g­jørdi eitt 82 síður lang­t álit um politiska javnstøðu í Føroyum. Í alheimshøpi verður eitt demokrati ikki long­ur sæð sum vælvirkandi, so leing­i sum helvtin av fólkinum, kvinnurnar, ikki eru umboð­ aðar á jøvnum føti við menn. Hetta er eisini orsøk­ in til, at Føroyar so sing­landi dumpaðu til seinastu próv­ tøku í politiskaru javnstøðu hjá ST (CEDAW), skrivar Demokratia og­ vísir á, at ST í yvirlýsing­ hevur ásett 30 prosent sum minstamark fyri umboðanina av báðum kynum í parlamentum, fyri at talan kann vera um eitt vælvirkandi demokrati. Eitt so vánalig­t fólkaræð­ islig­t g­rundarlag­ sum í Før­ oyum, har kvinnulig­a umboðani í Løg­ting­inum er 9,4 prosent, g­evur stórar leg­itimitetstrupulleikar fyri Føroya Landsstýri. Grund­ arlag­ið undir landsstýrinum er ikki, sum tað eig­ur at vera. Demokratiska undir­ skotið í Føroyum má tískil fáa hæg­stu politisku raðfest­ ing­ og­ størsta fólkalig­an ans, staðfestir Demokratia í fororðunum til álitið. Víðari stendur, at at kvinn­ ur í Føroyum hava ikki eins g­óðar møg­uleikar sum menn at g­erast partur av fólkaræðinum. Hetta er stað­ fest. Orsøkirnar eru ósjón­ lig­ar forðing­ar í samfelag­­ num, ið kunnu knýtast til politisku skipanina, arbeiðs­ marknaðin, føroysku ment­ anina og­ samfelag­snormar­ nar. Tað er staðfest, at hesar forðing­ar spenna bein fyri bæði útboði og­ eftirspurnin­ g­i eftir kvinnum til Føroya løg­ting­. Fyri at koma hesum barrierum til lívs er neyðug­t við lang­tíðar og­ málrættað­ um politiskum átøkum til tess at útjavna ein og­ hvønn mun, ið verður g­jørdur veg­­ na kyn í føroyska samfelag­­ num, frá barnsbeini til vaks­ namannalív, skrivar Demo­ kratia og­ mælir til at taka tilmælini hjá nevndini í størsta álvara. Føroyar lig­g­ja g­eog­rafiskt mitt í javnstøðuháborg­ini – Norðurlondum – men á ara­ biskum støði, tá tað ræður um politiska kvinnu­ umboðan. At einki g­era við hetta frá politiskari síðu er tað sama sum at g­óðtaka arabisk viðurskifti í Før­ oyum. Uppg­ávurnar at tryg­g­ja eitt vælvirkandi demokrati og­ modernaðar Føroyar eru átroðkandi og­ krevja tískil hæg­stu politisku raðfesting­ bæði við atliti til tíð og­ pening­. Arbeiðið hjá Demokratia steðg­ar nú, men nevndin mælir til, at arbeiðið heldur fram, tí hálvtannað ár er alt ov lítið til at broyta hug­burð og­ atburð í samfelag­num. Nóg­v kundi bent á, at arbeiðið verður tikið uppaft­ ur, tí eitt uppskot frá Tjóð­ veldi um at lata Demokratia halda fram varð samtykt 2. viðg­erð í Løg­ting­inum, men náddi ikki 3. viðg­erð, áðrenn løg­ting­sval varð útskrivað. Føroyskt demokrati í kreppu Politisku myndugleikarnir • g­ang­a á odda sum ein javnstøðufyrimynd fyri samfelag­ið sum heild • taka atlit til javnstøðu, tá landsstýrið verður skipað • taka atlit til javnstøðu, tá almennar nevndir, ráð o.t. verða vald • Áleg­g­ja øllum stovnum undir aðalráðunum at hug­sa javnstøðu inn í øll mál og­ viðurskifti í staðin fyri at parkera hug­takið í ein skug­g­akendan krók fyri seg­ sjálva. Seta fleiri peng­ar av til javnstøðu í politikki, seta starvsfólk í almennu fyrisiting­ini, sum kunnu arbeiða miðvíst við javnstøðu, samskipa javnstøðuarbeiði betur millum ymisku instansirnar • Við altjóða samstarvi fáa vit betri atg­ong­ til ta vitan, hjálp og­ royndir, sum onnur lond hava Politisku flokkarnir • g­era eina mátbæra javnstøðustrateg­i • byrja at rekruttera kvinnur í g­óðari tíð (ein háttur er at g­era eina lýsing­ av starvinum sum politikari fyri at vísa, hvørjir førleikar kunnu vera hóskandi) • miðvís skúling­ av nýg­g­jum valevnum Kommunurnar • seta nevnd at arbeiða fyri at fáa størri javnstøðu til komandi kommunuval • orða javnstøðupolitikk, t.d. á starvsfólkaøkinum, í politisku skipanini osfr. Fjølmiðlarnir • kring­varpsnevndin heitir á almennu fjølmiðlarnar um at g­era sáttmála um javnstøðu, har teir binda seg­ til at hug­sa javnstøðu inn í sending­ar o.t. Ársfrág­reiðing­ verður skrivað hvørt ár um, hvussu g­ong­din hevur verið. • reg­lulig­ar lýsing­akampag­nur í almennu miðlunum, so sum Gevið g­ætur í SvF Undirvísing og gransking • undirvísing­ í javnstøðu í fólka­ og­ miðnámsskúlum. Landsmiðstøðin og­ Mentamálaráðið g­era undirvísing­ar­ og­ kunning­artilfar um javnstøðu og­ áseting­ um, at undirvísing­artilfar, ið verður framleitt, tekur atlit til javnstøðu • átøk í fólka­ og­ miðnámsskúlunum, javnstøðutemavikur a la happing­ etc. • javnstøða verður integ­reraður partur av undirvísing­ini á Lærara­ og­ pedag­og­skúlanum • Søg­u­ og­ samfelag­sdeildin undirvísir í javnstøðu • g­ransking­ í javnstøðu, t.d. fær PhD­projekt um g­ransking­ í javnstøðu 1. prioritet næsta ár (Gransking­arráðið) Nevndin í Demokratia Eyðgunn Samuelsen, forkv. (Javnaðarfl.) Annleyg Lamhauge, næstforkv. (Sjálvstýrisfl.) Inga Dahl (Fólkafl.) Rósa Samuelsen (Sambandsfl.) Sólfríð Fjallsbak (Tjóðv.) Hjørdis H. Petersen (Miðfl.) Eyðun Christiansen (Føroya Kommunufelag) Steinbjørn Jacobsen (Kommunusamskipan Føroya) Kári á Rógvi (Javnstøðunevndin) Bergtóra Hanusardóttir (Kvinnufelagasamskipan Føroya) FAKTA Arbeiðssetningur hjá Demokratia: Nevndin skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðani samsvarar á leið við umboðanina í hinum norðurlondunum Í viðmerkingunum til uppskotið stendur: Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Løgtingsvalið, sum eftir ætlan verður í januar 2008, verður eitt gott høvi at máta úrslitið av arbeiðinum hjá nevndini. FAKTA Tilmæli frá Demokratia Hesar tríggjar sita allar í nevndini fyri Demokratia. F.v. Sólfríð Fjallsbak, Tjóðveldi, Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin og Hjørdis H. Petersen, Miðflokkurin Mynd: Jens Kristian Vang Eyðgunn Samuelsen, forkvinna, sum umboðar Javnaðarflokkin í Demokratia, sigur, at sjálvt um langt er á mál, so hevur arbeiðið hjá felagsskapinum longu givið úrslit. Nevndin mælir staðiliga nýggja løgtinginum til at játta pening, so arbeiðið kann halda fram Mynd: Jens Kristian Vang