Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 99 - 26. mai 2001 Nr. 99 - 26. mai 2001 3 gult2 cyan2 magenta2 svart2 gult3 cyan3 magenta3 svart3 Ørgrynna av smá- bátum, umframt Brimil við vatn- kanónum tóku ímóti, tá trúboðanarskipið Logos II stevndi inn á Havnarvág um 5 tíðina seinnapartin Kr. himmalferðardag. TRÚÐBOÐARASKIP Símun Absalonsen Á bryggjuni varð skipað fyri móttøku. Umboð fyri Føroya Landsstýri, Tórs- havnar Býráð og aðrir hildu røðu. Skiparin á Logos II nýtti eisini høvi at takka fyri eina óvanliga hjartaliga móttøku. Móttøkurnar eru sera ymiskar tá Logos II á heimshøvunum kemur í fremmanda havn. Skipið hevur upplivað, at atgongd hevur verið noktað í afrikanskari havn, hóast øll formlig loyvi vóru givin frammanundan. Skipið fekk kortini ta ferðina loyvi til at koma í havn, hóast bíðast mátti í meira enn 24 tímar. Til samanberingar man føroyaska móttøkan hava kenst fløvandi. Einasta tiltak, ið var um- borð hósdagin, tá skipið kom, var ein móttøka kl. 20.00 fyri fyrrverandi OM- arar. Eini 200 fólk vóru umborð til hesa móttøku. Hetta vóru føroyingar, ið flestallir í styttri ella longri tíð høvdu verið við missiónsfelagsskapinum OM, ið eigur skipini Logos II og Doulos. Í mun til fólkatalið eru Føroya best umboðaða tjóð við OM. Á móttøkuni hóskvøldið varð greitt frá um virksemið hjá OM í dag og m.a. um fram- tíðarætlanir hjá felagsskap- inum. Fríggjadagin byrjaðu so tiltøkini, ið vera skulu um- borð. Smb. skránna skuldi tiltak vera fyri børn kl. 14 og ungdómskvøld kl. 20. Fyrireikararnir siga, at á- hugin fyri vitjanini tykist at vera sera stórur. Fleiri skúlar hava tikið av tilboð- num at vitja umborð, og bólkar frá manningini fara at luttaka við ymiskum til- tøkum í landi, umframt at tey eru boðin at vitja ymiskar samkomur. Stórt sjálvboðið arbeiði er eisini frá føroyskari síðu gjørt til tess at leggja vitjanina til rættis. Fyrireik- ararnir hava eisini lagt dent á at vísa føroyskt gesta- blídni. Fríggjakvøldið kl. 18 varð øll manningin, ið telur 200, boðin til døgurða í føroyskum privatheimum. Ein persónur, ið hevur siglt við OM skipinum “Dou- los”, hevur samskipað til- takið og hevur hann fingið umleið 45 familjur at taka sær av gestunum. Logos II hevur eina stóra bókasølu umborð, ið høvi verður at vitja. Her fáast bæði kristiligar bókmentir, umframt fakbøkur innan t.d. útbúgving. Mong minn- ast eisini fjølbroyttu bóka- søluna, tá Logos I virjaði í 1983. Tað skipið var annars ikki ókent í Føroyum, av tí at kongaligi grønlendski handilin KGH hevði átt skipið (Umanak) og røkti tað grønlandssigling inntil 1970, tá OM keypti skipið. Í KGH tíðini var skipið mangan á Havnini. Í fimmtiárunum var tørvur á størri skipi og Umanak fekk ein avloysara. Hetta var Hans Hedtoft. Men í minniligi vanlukkuni á Kappanum í januar 1959 fórst Hans Hedtoft við allari manningini, og Umanak gjørdist aftur álitið í samband við grønlandssiglingina. Mill- um grønlendingar vóru tí nógvar kenslur knýttar at Umanak. Sum nevnt varð Umanak selt til OM í 1970, og verður skipið í OM høpi umtalað sum Logos I. Sjálvur var eg staddur í Nuuk í 1988, tá tíðindini bórust, at fyrrverandi Umanak hevði rent á ein flúr við Chilensku suður- strondina, og at skipið stóð ikki at bjarga. Grønlendska útvarpið hevði tá eina send- ing, ið nevndist “Et nostalgisk tilbageblik, i for- bindelse med forhenv. Ms. Umanak´s forlis.” Í send- ingini varð tosað um søg- una hjá skipinum og grønlandssiglingini. Grøn- lendingar harmaðust van- lukkuna í Suðuramerika, men teir fegnaðust tó um, at einki mannalív fórst. Minn- ini frá Hans Hedtoft mundu reka framaftur. OM fekk ein avloysara fyri fyrrverandi KGH skip- ið, og í hesum døgum vitjar hetta skip í Føroyum. Al- menningurin hevur høvi at vitja umborð. Opið er frá kl. 10-22, sunnudag tó frá 14-22. Skipað verður fyri serligum tiltøkum umborð, men av tí at avmarkað pláss er í fundarhølunum er neyðugt at tekna seg til hesi tiltøk. OM skrivstovan á landi, ið samskipar og veitir upplýsingar í samband við vitjanina, hevur tlf. 55 55 55. Hvønn dag kl. 18 eru Logos II-tíðindi at hoyra í Lindini. Hósdagin siglir skipið inn á Runavík, har tað verður liggjandi inntil sunnukvøldið tá vitjanin endar. Logos II stórfingna móttøku Frá móttøkuni á Vestaru Bryggju í Havn, tá Logos legði at Kr. Himmalferðardag. C M Y K 3 2