Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 99 - 26. mai 2001 Nr. 99 - 26. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Fyrrverandi borgar- stjórin í Havn, Poul Michelsen, er settur sum nýggjur finskur generalkonsul í Føroyum. Hann metir hetta at vera eitt spennandi starv, har hann frammanundan er óroyndur KONSULAT Stefan í Skorini – Tað fyrsta eg fór undir at gera sum finskur konsul var at fáa upplýsingarnar, um at nýggjur konsul varð settur, út til øll tey, ið hava samskifti við konsulatið, sigur Poul Michelsen, ið nú er farin undir enn ein nýggjan tátt í lívi sínum. Tað gamla finska konsul- atið varð í 1999 skift út við eitt nýtt generalkonsulat ella aðalkonsulat, sum varð sett á stovn í Føroyum. Hetta var gjørt fyri at betra um sambandið landanna millum. Gamli konsulin var Thorolf Björklund, og hann hevur sitið síðan fyrst í sjeytiárunum. Nú er hann farin frá vegna aldur, og Poul Michelsen er settur ístaðin. Nýggj avbjóðing – Eg havi havt eitt litríkt lív, og starvið sum finskur aðalkonsul er enn ein litur lagdur afturat, sigur Poul um nýggja heitið. Hann hevur havt sam- band við føroyskar mynd- ugleikar ígjøgnum tær mót- tøkur, sum hava verið, og aðalkonsulatið hevur eisini fingið upplýsandi tilfar, sum nú er tøkt. Nú Poul hevur verið finskur konsul í nakrar vikur, hevur hann eisini funnið sær ein at hjálpa til, tá konsulin er burturstaddur. Soleiðis er altíð onkur at hitta, um finnar hava trupulleikar í Føroyum. Konsulin skal jú vera tilreiðar at hjálpa, um finnar koma hóslag við løg- regluna í Føroyum, ella teir hava brúk fyri sjúkrahjálp o.t. Poul ásannar, at hetta er nýtt fyri hann, og tí kennir hann ikki allar manna- gongdirnar enn. Hann væntar, at tað verður serliga nógv at gera um summarið, tá finsk ferðafólk finna leiðina til Føroyar. Um vet- urin verður ikki eins nógv at taka til í hesum sam- bandi. Nýggi konsulin sær tað sum sína uppgávu at betra samstarvið millum Finn- land og Føroyar. – Ikki minst skulu vit styrkja sambandið á tí men- tanarliga økinum. Tann fyrsta umsóknin er eisini komin. Tað eru nøkur lista- fólk, sum skulu til Finn- land, og vit royna at knýta nøkur sambond fyri tey. Aðalkonsulatið er eitt bindilið, sum skal virka bæði inneftir og úteftir. Ongar royndir – Tað er nakað serligt at vera finskur konsul, tí Finnland hevur altíð verið eitt sindur uttanfyri í tí norðurlendska samstarv- inum. Ein orsøk er tann málsliga forðingin, og Finnland liggur ikki so væl fyri landafrøðiliga í mun til hini norðurlondini. Hetta er eitt øki, ið er eitt nýtt øki fyri mær, og tí gleði eg meg at fara undir tað. Poul Michelsen sær tað sum sína uppgávu at fáa Finnland meira við í norð- urlendska samstarvið. Tí skal sambandið millum londini vera tættari. Tað heldur hann eisini, at sendi- stovan í Keypmannahavn er sinnað fyri. – Starvið sum finskur aðal- konsul er ein heiður fyri meg, og eg metti tað sum mína samfelagsskyldu at játta, nú tá eg varð spurdur um tað, sigur Poul Michel- sen at enda. Poul Michelsen, nýggur finskur konsul: Vil fremja samstarvið við Finnland Poul Michelsen er nýggjur finskur aðalkonsul, og hann gleðir seg at fremja sam- starvið landanna millum. Her tekur hann í hondina á tí nýggja bretska konslinum, Tummar Hanus Dam Skála Kommuna hevur lagt ferðslu- forðingar á vegin á Skála fyri at økja um trygdina. Men buss- førarar hjá Bygda- leiðum siga, at tað er ringt fyri heilsu teirra og seinkar rutuni, og tí koyra teir ikki gjøgnum alla Skála bygd SAMFERÐSLA Edvard Joensen Skála: Skálafólk eru ónøgd við, at bussarnir hjá Bygda- leiðum ikki longur koyra gjøgnum alla bygdina á Skála. Grundin er tann, sigur fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni, at ferðsluforðingarnar eru ikki gjørdar eftir forskrift- unum og kunnu vera til ampa fyri heilsuna hjá bussførarunum. Ónøgdin stendst av, at bussarnir hjá Bygdaleiðum bara koyra gjøgnum ytra part av bygdini, frá Spari- kassanum og úteftir. Fyrr varð koyrt gjøgnum alla bygdina til og av Selatrað og Strondum. Men hetta helt knappliga uppat, hoyrdu fólk í eini kunngerð í Útvarpinum. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, sum eisini umsitir Bygdaleiðir, sigur, at tað er tí, at onkur bussførari á leiðini hevur klagað um, at ristingarnar av forðingun- um, sum lagdar eru á vegin á Skála, eru so nógvar, at tey vænta, at tað kann skaða ryggin hjá førarun- um. Eisini gera forðingar- nar, at ferðin má setast so nógv niður, at tað kann fara at standa á at halda ferða- ætlanina. Trygdin Kári Johannesen, borgar- stjóri á Skála sigur, at hann skilir ikki rættiliga grund- gevingarnar hjá Strand- ferðsluni, fyri at rutan skal styttast á Skála. – Grundin til, at ferðslu- forðingar eru lagdar á vegin gjøgnum Skála bygd, er tann, at ferðslan hevur verið alt ov ógvuslig gjøg- num bygt øki. Samstundis hava vit í mong Harrans ár tosað um, at nú má okkurt gerast við trygdina og so framvegis. Tað hevur Skála Kommuna so gjørt við at leggja forðingar á vegin og seta skilti upp, sum siga, at bert er loyvt at koyra 30 km. um tíman gjøgnum bygdina. Alt hetta er mikið gott, sigur borgarstjórin, og eingin hevur havt ilt av tí, fyrr enn bussførararnir nú koma og siga, at teir vilja ikki koyra av heilsuávum. Tað er sera óheppið fyri tey fólkini, sum búgva innan fyri Sparikassan, at tey nú skulu hava so langan veg til bussin. Men fólkaflutningsleið- arin á Strandferðsluni sigur, at teirra uppgáva er ikki at koma tætt at har, sum fólkini búgva. Bygdaleiðir skulu binda bygdir saman, og tað gera bussarnir, sum er. Teir koyra gjøgnum Skála bæði á veg inn eftir og út eftir vestara armi á Skálafjørðinum. Og so er teirra uppgáva í grundini loyst, sigur hann. Men hann skilir tó, at tað er keðiligt hjá fólki, sum hevur vant seg við, at bussurin steðgar fyri durunum, nú at skula ganga eitt rímiliga langt strekki til bussin. Hinvegin vísir hann á, at gjøgnum eitt ár verður tað upp móti 70.000 feðrum, bussurin skal um eina forðing, um hann koyrir gjøgnum alla bygdina. Tað ristir væl í føraran, tá so- leiðis er. Hóast skiltið sigur, at koyrast skal 30 km. um tíman, verður bussførarin noyddur at slakað nógv meira av. Kanska niður í helvt, og tað ger so aftur seinkingar á rutuni, vísir Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari, á. Skeiv mát Eisini sigur Poul Jákup Thomsen, at ferðsluforð- ingarnar hevur Skála Kommuna gjørt av sínum eintingum, og at tær standa ikki mátini, sum ferðslu- myndugleikarnir fyriskipa. Hann hevur biðið Skála Kommunu rætta hesi við- urskifti, og borgarstjórin hevur lovað at kalla av- varðandi partar saman. Tað vil siga kommunalu mynd- ugleikarnar, Strandferðsl- una og Landsverkfrøðingin. Men enn hevur Strand- ferðslan einki frætt haðani, sigur Poul Jákup Thomsen. Kári Johannesen, borgar- stjóri á Skála, váttar, at hann saman við Poul Jákupi Thomsen hevur mált forðingarnar, og at summar teirra standa ikki mát, men at tær verða rættaðar skjót- ast gjørligt. At hann skuldi kalla tropparnar saman, hevur hann ikki skilt, sigur hann. Hann meinti, at tað var Strandferðslan sum skuldi gera tað. Skála Kommuna hevur í góðari trúgv bara bíða eftir útspæli frá Strandferðsluni, sigur borgarstjórin, so farast kann undir at gera forðingarnar, sum tær skulu vera. Men Poul Jákup Thom- sen metir ikki, at tað er ábyrgdin hjá Strandferðsl- uni ella Bygdaleiðum, at vegirnir eru farbarir. Tí standa partarnir bara og bíða eftir hvørjum øðr- um, meðan skálafólk innan fyri Sparikassan bíða eftir bussinum. Trygdin órógvar Bygdaleiðir Skálafólk, sum búgva í innara parti av bygdini, noyðast at hyggja langt eftir bussinum hjá Bygdaleiðum Mynd: Edvard Josnen C M Y K 5 4