leygardagur 26. mai 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 99 - 26. mai 2001
Nr. 99 - 26. mai 2001
7
gult6 cyan6 magenta6 svart6
gult7 cyan7 magenta7 svart7
Fríggjakvøldið
kl. 19.00
møti
Leygardagin
kl. 10.00
seminar
kl. 19.00
møti
kl. 22.30
lovsongskonsert
1. hvítusunnudag
kl. 11.00
møti
kl. 18.00
møti
2. hvítusunnudag
kl. 11.00
møti
kl. 18.00
møti
Lovsangsbólkar úr Betania, Filadelfia, Evangelii-
húsinum, Kelduni, Rhema og Lívsins Orð taka sær
av lovsonginum.
Leggið til merkis:
Barnamøti verða í B-36 húsinum hvørt kvøld meðan
kvøldmøtini eru.
Tilboð til avbygdafólkið
Døgurði kr. 50- og nátturði kr. 40,- kann bíleggjast
á tlf. 314828 í seinasta lagi sunnudagin 27. mai.
ARIL EDVARDSEN er stovnarin
av „Troens Bevis
Verdensevangelisering“,
sum í dag undir heldur 1200
innføddum evangelistum
ymsastaðni í heiminum.
Brævskúlaskeiðið „Hitt æviga
lívið“ hevur skrivstovur í 18
londum og higartil hava 4 mió.
menniskju fullført hetta
brævskeiðið.
Blaðið „Troens Bevis“ sum
mong her í Før oyum kenna,
verður pr entað í 9.000 eintøkum
hvørja ferð.
Og ikki at gloyma satelitt-
sendingarnar , hvørja viku til
Norður-afrika, Miðeystur og
Evropa.
Kom og hoyr meira um
heimsevangeliseringina.
ARIL EDVARDSEN
í Ítróttarhøllini á Hálsi
Hvítusunnumøtir við
Heimsevangelistinum
Tað stendur ikki verri
til við tímatalinum í
skúlunum komandi
ár, enn árini framm-
anundan. At Vest-
manna skúli ger vart
við, at tey ikki fáa
tímatalvuna at hanga
saman, er einki annað
enn valstríð fyri
Javnaðaðarflokkin
saman við Sosi-
alinum, staðfestir
landsstýrismaðurin
við ábyrgdini fyri
fólkaskúlan
FÓLKASKÚLIN
John Johannessen
– Eg skilji ikki, hví
dreingirnir í Vestmanna
skulu sita og binda grýtu-
lappar í staðin fyri at læra
føroyskt.
Hetta er viðmerkingin frá
Tórbjørn Jacobsen, lands-
stýrismanni í skúla- og
mentamálum, til, at Vest-
manna skúli ikki fær tíma-
talvuna at ganga upp.
Vestmanna skúli boðaði á
tíðindafundi mikudagin frá,
at játtanin til tímar í ár er so
lítil, at skúlin ikki fær
tímatalvuna
at
hanga
saman. Tí hevur leiðslan
valt at skarva ein tíma í
føroyskum, ein í donskum,
ein í rokning og ein í
kristini frá hvørjum flokki,
fyri at fáa tímatalvuna at
hanga saman innan fyri
játtaða karmin.
Tað er í stríð við lógina at
skarva soleiðis av tíma-
talvuni. Men leiðslan í
Vestmanna skúla ger vart
við, at hetta hevur hon
verið noydd at gera í fleiri
ár. Munurin er bert tann, at
áður hevur verið skarvað av
handverk og list, men nú
hava tey valt at skarva av
føroyskum og øðrum líkn-
andi lærugreinum, fyri at
fáa myndugleikarnar at
vakna og síggja í eyguni, at
ov fáir tímar verða játtaðir
til fólkaskúlan.
Nóg nógvir tímar
Tórbjørn Jacobsen heldur
ikki, at trupulleikin við
játtanini til skúlarnar er so
stórur, sum Vestmanna
skúli ger hann.
– Vestmanna skúli hevur
fingið 428 tímar tilluta-
ðarar til komandi skúlaár.
Hann hevur ein næming
færri enn seinasta skúlaár,
og tískil fær hann 5 tímar
færri enn seinasta skúlaár.
Men samstundis fær hann 5
tímar eyka játtaðar til ser-
undirvísing. Sostatt fær
Vestmanna
skúli
sama
tímatal, sum í fjør, men við
einum næmingi færri, ger
Tórbjørn Jacobsen greitt.
Tórbjørn Jacobsen heldur
tað vera undarligt, at Vest-
manna
skúli
heldur
tíðindafund um tímatalið,
samstundis sum Menta-
málastýrið situr og arbeiðir
við málinum.
– Tað er skemtiligt, at tað
júst skal vera Vestmanna
skúli, ið ger vart við seg, tá
tað var ein Vestmenningur,
ið skaffaði meira pening til
skúlan. Og hesin var Jógv-
an Djurhuus úr Tjóðveldis-
flokkinum, ikki Hans Pauli
Strøm,
sigur
Tórbjørn
Jacobsen.
Tað reina valstríð
– At tað ikki hongur saman
í Vestmanna skúla man bera
boð um, at leiðslan ikki er
nóg dugnalig til at fáa tað at
hanga saman, og at politisk
motiv liggja aftan fyri. Um
tú hyggur at, hvør starvast í
Vestmanna skúla, ber bein-
an vegin til at leggja tvey
og tvey saman og finna út
av, at politisk motiv liggja
aftan fyri. Hetta er einki
annað enn tað reina valstríð
fyri Javnaðarflokkin, sigur
landsstýrismaðurin
við
ábyrgdini fyri skúlanum.
Sosialurin
skilir,
at
Tórbjørn Jacobsen sipar til,
at Giðja Didriksen, sum er
álitiskvinna í skúlanum í
Vestmanna, er gift Hans
Paula Strøm, ið situr á tingi
fyri Javnaðarflokkin.
Men Tórbjørn Jacobsen
steðgar kortini ikki her.
Eftir hansara fatan er alt
málið ein størri ætlan í
einum
valstríði
fyri
Javnaðarflokkin. Og hann
skilur tað soleiðis, at
Sosialurin er við í hesum
valstríði. Tórbjørn Jacob-
sen heldur, at Sosialurin
skrivaði um vantandi tímar
til serundirvísing fyrr í vik-
uni, fyri at seta hol á val-
stríðið.
– Hetta er ikki annað enn
tann reina propaganda hjá
Sosialinum og Javnaðar-
flokkinum, staðfestir Tór-
bjørn Jacobsen.
Tórbjørn Jacobsen við-
gongur kortini til endans, at
fólkaskúlin
sum
heild
hevur ov fáar tímar orsakað
av ov lágari játtan
Tórbjørn Jacobsen:
Tímatalið í skúlunum er valstríð
Sambært landsstýrismanninum við ábyrgdini fyri
fólkaskúlanum eru Sosialurin og Vestmanna skúli farin undir
eina herferð fyri Javnaðarflokkin, tá tey gera vart við vantandi
tímatal í fólkaskúlanumg
Smyril er lagdur
orsakað av
verkfallinum. Tí eru
ferðafólk noydd at
ferðast við trolarum,
skulu tey av oynni.
Skipaetirlitið sigur, at
tað er ólógligt at flyta
nógv ferðafólk við
fiskiskipum, men fer
einki at gera við
málið
VERKFALL
John Johannessen
Tveir trolarar og ein garna-
bátur fluttu sunnudagin
ferðafólk millum Suður-
oynna og Havnina.
Seinnapartin sunnudagin
kom hvalbiartrolarin Stein-
tór á Havnina við hópi av
ferðafólki, klokkan ellivu
sama kvøld kom Rankin av
Tvøroyri á molan við góð-
um 30 ferðafólkum, og ein
hálvan tíma seinni kom
garnabáturin
Anita
av
Tvøroyri fullfermdur við
ferðafólki at bryggju undir
Skipafelagnum.
Ólógligt
Skipararnir á øllum trimum
skipunum høvdu tikið eyka
bjargingarútgerð við um-
borð, so at nóg mikið bjarg-
ingarútgerð var umborð til
manningina og øll ferða-
fólkini.
Men tað er kortini ó-
lógligt soleiðis at flyta
ferðafólk við fiskiskipum.
Sosialurin hevur spurt
seg fyri hjá Skipaeftir-
litinum, hvørjar reglur eru
galdandi á hesum økinum.
Og sambært Skipaeftir-
litinum hevur einki skip,
sum ikki er góðkent til
ferðafólkaflutning, loyvi at
flyta ferðafólk.
Tó ber til hjá einum
fiskiskipi at taka fólk við
frá til dømis Tvøroyri til
Havnar, um onkur biður
lova sær at sleppa við. Men
skipið hevur tó ikki loyvi til
at taka fleiri enn 12 fólk
við. Harafturat hava fiski-
skip ikki loyvi at gera
nakað, sum ber brá av
ferðafólkaflutningi. Hetta
er
galdandi
líkamikið
hvussu nógv bjarginarút-
gerð er umborð.
Skipini, sum komu av
Tvøroyri sunnudagin, brutu
sostatt lógina. Men hetta
ætlar Skipaeftirlitið ikki at
gera nakað við
Heim frá jarðarferð
Orsøkin til, at Antita fór til
Havnar var, at ein rúgva av
fólki frá meginøkinum,
sum
høvdu
verið
í
Suðuoynni til jarðarferð,
vóru stranda í Suðuroynni.
Hesi vildu sleppa heim
aftur, og skiparin á Antiu
játtaði at flyta tey.
Við Rankanum kom ein
skúlaflokkur, ið skuldi við
Norrønu
uttanlands
á
námsferð. Var flokkurin
ikki sloppin til Havnar
sunnudagin, slapp hann
ikki námsferðina.
Eisini til Suðuroyar aftur
vóru ferðafólk umborð á
fiskiskipunum.
Rankin
loysti aftur beinan vegin,
hann hevði fingið fólk
umborð aftur. Men tá vóru
ikki fleiri enn eini seks
ferðafólk við, harímillum
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnaðarfloksins.
Jóannes Eidesgaard segði
seg ongar trupulleikar hava
av, at hann fór suður við
trolaranum. Hann vísti á, at
forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag hevur gjørt
greitt, at felagið ikki ætlar
sær at steðga fólkaflutningi
og flutningi av mjólk.
Suðuroyingar mugu
»smugla« ferðafólk
C
M
Y
K
7
6