Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 247 - 20. desember 2007 31 Tað er eingin loyna, at dýrt er at fíggja valstríð. Afturat flokkunum hava tey ein­ støku valevnini brúkt úr egnum lumma eftir førimuni. Hetta fær valla verið nógv øðrvísi, og soleiðis er eisini í grannalondum okkara. Vit mugu venja okkum við, at nógvir pengar skulu brúkast uppá valstríð. Men í Føroyum er ræð­ anadi, at politisk valevni kunnu verða stuðlaði fíggj­ arliga av feløgum, felags­ skapum ella einstakling­ um, uttan at nakar veit tað. Vælkent er, at politikarar senda rokning fyri vallýs­ ingar til egið virki, eisini at summir politikarar fáa fíggjarligan styrk frá fyri­ tøkum, teir hava eitt til­ knýti til. Hvørjar eru intentiónirnar hjá hesum fyritøkum? Og í hvussu stóran mun hava tær ávirkan á rikna politikkin? Sterk fyritøka, felags­ skapur ella privatpersónur kann uttan himpr fíggja valstríðið hjá valevni, uttan at nakar veit. Enntá kann ein pengasterkur uttan­ fyristandandi velja at stilla upp eitt valevni við einum ávísum endamáli, fáa við­ komandi valdan á ting og síðani stýra viðkomandi. Keypa løgtingslim Sum í okkara grannalond­ um, mugu reglur gerast, ið týðiliga áseta krøv til upp­ lýsing, hvaðani politiskir sponsorpengar koma. Lata vit standa til, fara fleiri pengasterkar fyritøkur, felagsskapir og einstakling­ ar at keypa sær umboðan inn á ting. Vit mugu hava greiðar reglur um roknskap og upplýsing í samband við valstríð. Flokkar og val­ evnu mugu almannakunn­ gera samlaðu útreiðslurnar og størru stuðlarnar. Kann løgtingslimur keypast? Sjálvstýrisflokkurin Heðin D Poulsen Val Eg stórfegnist um, at fokus er komið á íverksetan, og harvið møguleikar hjá nýggjum vinnum at spretta. Íverksetarahúsið í Klaksvík hevur skjótt eitt ár á baki og er eitt sera spennandi og neyðugt tiltak, har Klaks­ víkin, sum ikki einaferð í vinnuhøpi, gongur á odda. Klekingardepil Tað er sera umráðandi at fáa konseptið við íverk­ setarahúsinum útbygt, so tað hjá hvørjum einasta íverksetara gerst einfalt og munandi minni møtimikið enn í dag at koma frá hug­ skoti til inntøkugevandi vinnu. Av hugskoti spretta hugskot, og tí skulu vit seta á stovn ein klekingardepil, ið verður ein kreativ kjarna, har skapandi sálir og heilar hittast og fáa synergieffektina av felags umhvørvinum. Í hesum depli skal, umframt at leita sær ráð­ geving um íverksetan og fígging, eisini bera til at leiga bílig høli í byrjanar­ tíðini hjá fyritøkuni – til dømis í tvey ár. Umframt kontór kann ein slíkur bygningur rúma ymisk kreativ høli, eitt nú atelier, studio, felagshøli og café, har fólk kunnu savnast. Eisini úti í heimi Alt fleiri fyritøkum og persónum tørva profession­ ella ráðgeving at fara út í heim – tað veri seg til Íslands, USA, Russlands, India ella aðrastaðni. Sam­ an við SamVit eiga vit at nýta okkara sendistovur í arbeiðinum at hjálpa før­ oyskum fyritøkum, ið vilja á útlendska marknaðin. Klekingardepilin kann á sendistovunum hava undirstøðir, serkønar í marknaðinum í viðkom­ andi landi. Sjálvi hava vit ­ enn ­ einans sendistovur í Íslandi, Bruxelles, London og Keypmannahavn, men til ber at samstarva við sendistovur hjá øðrum londum – til dømis íslendskar og danskar sendistovur. Vit hava uppfinnarar, tónleikarar, listafólk, sniðgevar, KT­snillingar v.fl. á høgum stigi. At tryggja teimum møguleikan at koma frá hugskoti til inntøkur er tað sama sum at tryggja okkara framtíð. Hetta er ein av týdningarmestu uppgávunum á vinnupolitiska økinum – ikki minni týdningarmikil enn at byggja tunlar. Tí tað er skapandi heilum og hondum, vit skulu liva av í framtíðini! Klekingardepil fyri nýggjar vinnur Tjóðveldi Bjørt samuelsen Val Tá vit gera upp, hvussu nógv fólk eru komin aftrat til at røkja tær nógvu ymisku umsorganarupp­ gávurnar innan alt tað stóra almanna­ og heilsuøkið, so hevur aldrin áður verið so stóru vøkstur í einum valskeiði, sum hesum. Hetta vil eisini siga, at aldrin áður er almanna­ og heilsuøkið raðfest hægri enn í hesum valskeiðið. Allir tríggir samgongu­ flokkarnir eiga æruna av hesum. Men Javnaðar­ flokkurin hevur havt ovastu politisku ábyrgdina av almanna­ og heilsuøkinum, og eg haldi ikki at tað er at siga ov nógv, at tað er eydnast væl, og at tað kann man fegnast um. Tí tað sæst skilliga aftur í politisku raðfestingini av hesum ovurstóru týdningarmiklu málunum fyri livikor og vælferð í Føroyum. Hetta er fram um alt annað ein raðfesting av teim mest bleytu virðu­ num, sum tað annars er tógvið stríð at fáa neyðugar játtanir til. Men í hesum valskeiðið er tað eydnast samgonguflokkunum væl at samstarva og røkka góð­ um úrslitum á hesum øki. Aldrin áður eru so nógvar góðar hendur komnar aftrat til umsorgan landsstýrismaður Javnaðarflokkurin Hans Pauli strøm Val Fleiri hendur til umsorgan: starvsfólkavøkstur á almanna- & heilsuøkinum Almanna- og heilsuøkið Árið 2003 Árið 2007 Ætlan 2008 Øking í tali 2003-08 Øking í % 2003-08 Eldrarøktin 533 720 755 222 42 Trivnaðartænasta/serforsorg 209 233 233 24 11 Børn & ung stovnar 86 111 111 26 30 Stuðlar fyri vaksin 40 48 60 20 49 Barnatænastan 22 25 25 3 14 Sjúkrahúsini 877 924 924 47 5 Deildin fyri sinnisveik 20 45 45 25 123 Apoteksverkið 70 80 86 16 23 Fyrisitingarligir stovnar* 134 131 131 -3 -2 Tilsamans 1990 2315 2368 378 19 *Fyrisitingarligar stovnar: Almanna- og heilsumálaráðið, Almannastovan og Nærverks- skrivstovan. Ætlan 2008 er sum 2007, við bundnum framskrivingum (at t.d. nýggj røktarheim telja fyri fult ár) Viðv. Apoteksverkinum er nýtt apotek komið aftrat í Eysturoynni. MORÐ Heri Eysturlíð Mikukvøldið var minning­ arhald fleiristaðni í Svøríki fyri Fuat Deniz, tí svenska universitetslektara, ið varð myrdur á arbeiðsplássi sín­ um í Örebro í farnu viku. Fitt av fólki var saman­ komið, serliga í Örebro, har Fuat Deniz búði og arbeiddi, og har røddi m. o. Andreas Carlgren, umhvørvismála­ ráðharri. Í Stockholm røddu m.o. Lars Ohly, leiðari fyri Vänsterpartiet, og einkjan eftir Fuat Deniz, Rúna Deniz í Baianstovu, ið er ættað úr Havn. Hon las brot úr seinastu bókini hjá Fuat Deniz, ið gjølla viðger ta demokratisku skipanina, og Rúna spurdi m. a. í síni røðu, um nakar kann hava uppfatað Fuat Deniz’sa granskaravirksemi um minnilutar, nationalstatin, hugsunnarfrælsi o. a. sum eina so stóra hóttan, at tey vildu honum eftir lívinum. Fuat Deniz var av armen­ skum uppruna og víðakend­ ur úti í heimi fyri sína umfatandi gransking av armenskari søgu og viður­ skiftunum hjá armenum. Henda gransking hevur mangan fingið ilt í víð­ gongdar turkiskar nationa­ listar, men enn er ov tíðliga at siga, um morðið var politiskt, ella um drápsmað­ urin var ein ørvitisfiskur. Svenska løgreglan hevur fingið hópin av upplýsing­ um, ið kunnu hava samband við morðið. Hetta er sera rúgvismikið tilfar, og enn vil løgreglan einki ítøkiligt siga hesum viðvíkjandi. Enn er óvist hvør ið myrdi svenskan universitets- lektara