hósdagur 20. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 247 - 20. desember 2007
- Um formaðurin
í Føroya Fiskiman-
nafelag heldur, at
sáttmálarnir hjá
fiskimonnum í okk-
ara grannalondum
eru so góðir, er hann
vælkomin at skjóta
upp, at hesir verða
settir í gildi fyri før-
oyskar fiskimenn,
sigur formaðurin í
Føroya Reiðarafelag,
Viberg Sørensen
SáttmálaStríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Verkfall er í fiskiflotanum
og øll skip, sum eru ella
koma í havn, verða løgd.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag, Viberg Søren
sen, sigur, at oljan er vorðin
ein so tyngjandi partur av
rakstrinum
av
føroyska
fiskiskipaflotanum, at tað í
summum førum loysir seg
líka væl at lata skipini ligg
ja við bryggju.
Ringast fyri eru lemma
trolararnir, og hjá partrolar
unum er oljan eisini ein
ógvuliga tyngjandi partur.
Viberg ásannar, at dýrk
aða oljan sum heild er tyngj
andi fyri raksturin hjá okk
ara fiskiskipaflota.
Tað er bert í fáum før
um, at oljan fer av óbýttum,
eitt nú hjá línuskipum og
verksmiðjutrolarum.
Olja og eftirløn
Útlitini fyri dýrkandi olju
vóru júst orsøkin til, at olj
an kom við í eitt sonevnt
protokollat undir samráð
ingunum millum Føroya
Reiðarafelag
og
Føroya
Fiskimannafelag í avtaluni
frá 17. januar 2005.
At umboðini fyri Føroya
Fiskimannafelag nú slett
ikki vilja tosa um luttøku í
oljuni, men bara halda fast
um síni egnu krøv um eitt
nú eftirløn, er ógvuliga hug
stoytt og vísir lítlan vilja til
at fáa tingini at bera til.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag heldur, at tað
átti at sagt samráðingar
fólkunum hjá Føroya Fiski
mannafelag nakað, at ávisir
skipabólkar eru so illa fyri
við dýrkaðu oljuni, at tað
loysir seg líka so væl hjá
reiðaríunum at lata skipini
liggja við bryggju.
Vit vístu okkara góða
vilja til loysn av sáttmála
strínum við at skjóta upp at
leingja verandi sáttmála,
men heldur tað vildi Føroya
Fiskimannafelag ganga við
til.
Heimsins bestu
Viberg Sørensen heldur
ikki, at fiskimenn sum heild
eru so misnøgdir við viður
skiftini, sum Føroya Fiski
mannafelag vil vera við.
Eg havi varhugan av, at
teir flestu eru rímiliga væl
nøgdir – og nógvir eru mær
vitandi heilt væl nøgdir.
Hann vísir á, at sáttmálar
nir hjá okkara fiskimonnum
munnu teljast millum heims
ins bestu, men kortini liggja
Føroyar millum tey lond í
heiminum, sum hava flestu
verkføllini.
Um formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag heldur, at
sáttmálarnir hjá fiskimonn
um í okkara grannalondum
eru so góðir, er hann væl
komin at skjóta upp, at hes
ir verða settir í gildi fyri før
oyskar fiskimenn, men eg
vænti, at hann fær annað at
síggja.
Viberg væntar soleiðis
ikki, at tað finnast sáttmálar
fyri fiskimenn yvirhøvur,
sum eru betri enn teir før
oysku.
Eitt modell
Vit hava eisini skotið upp
eitt modell, har sáttmálarnir
fyri allan flotan verða gjørd
ir eins, soleiðis at oljan fer
av óbýttum. Afturfyri vilja
skipaeigarar
kompensera
við eftirløn á tann hátt, at
býtisprosemið verður til
lagað. Í hesum uppskoti
hava vit ikki fasthildið um
nøkur ávís tøl, men skotið
upp, at feløgini saman tosa
um ein slíkan møguleika og
saman seta tøl á.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag heldur tað eisi
ni vera hugstoytt, at umboð
ini fyri Føroya Fiskimanna
felag í hesum sambandi
hava tikið tey ”ringastu” tøl
ini fram og hava vrakað eitt
slíkt upplegg.
Vit hava ikki hongt okk
um í nøkur ávís tøl, men
hava hinvegin skotið upp at
tosa um ein slíkan møgu
leika.
Viberg vísir á, at hevði
oljan farið av óbýttum hjá
eitt nú lemmatrolarunum,
hevði býtisprosentið farið
munandi upp.
Viðurskiftini høvdu ver
ið nógv einfaldari, um tey
vóru meira eins yvir allan
flotan, leggur hann aftrat.
Í sama báti
Formaðurin í Føroya Reið
arafelag sigur seg slett ikki
skilja meiningina hjá for
manninum í Føroya Fiski
mannafelag, tá ið hesin aft
ur og aftur ber fram, at fiski
menn ikki skulu gjalda fyri
at sleppa til arbeiðis.
Jan Højgaard sigur, at
fiskimenn skulu ikki gjalda
fyri at fara til arbeiðis.
Soleiðis heldur hann tað
ikki vera rímiligt, at reiðarar
og fiskimenn í felag bera
útreiðslurnar fyri at fáa fisk
in upp úr havinum og føra
hann til lands.
Viberg sigur seg undrast
yvir hesi úttalilsi og spyr,
um tað er ein fastlønarskip
an fyri fiskimenn, sum Jan
Højgaard dyrgir eftir.
Skipaeigarar og fiski
menn eru jú í sama báti og
hava somu áhugamál. Tá ið
eitt skip loysir, eru nakrar
útreiðslur knýttar at tí at fáa
hendur á fiskinum. Tað átti
tí ikki at verið meira enn
rímiligt, at útreiðslurnar fyr
st verða drignar frá – og at
man síðan býtir tað, ið eftir
er.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag vísir á, at hin
møguleikin er, at skipaeig
arar bera allan kostnaðin av
at fáa fatur á fiskinum og
síðan eiga ágóðan av allari
veiðini. Tá kunnu fiskimenn
í staðin sigla undir einari
fastlønarskipan.
Er tað hetta, sum for
maðurin í Føroya Fiskiman
nafelag
vil,
endurtekur
Viberg Sørensen, sum ikki
sigur seg skilja hugburðin
hjá Jan Højgaard um, at
fiskimenn ikki skulu noyð
ast at ”betala” fyri at fara til
arbeiðis.
Sjálvandi eftirløn
Formaðurin í Føroya Reið
arafelag sigur, at sjálvandi
vilja reiðarar og skipaeigar
ar, at fiskimenn skulu hava
góðar umstøður, og at teir
eisini skulu hava eina eftir
løn.
Tað var eisini tí, at vit
skutu upp modellið við at
gera sáttmálarnar eins, sam
stundis sum vit kundu sam
ráðst víðari um eftirløn og
býtisprosent.
Vit
hildu
uppá, at allir fiskimenn
eiga at fáa somu eftirløn í
krónum fyri hvønn dag á
sjónum. Men Føroya Fiski
mannafelag var ikki til at
tosa við, og longu í byrjanini
av hesum samráðingum
sást skjótt, at vónirnar um
eina loysn á sáttmálatrætuni
vóru vánaligar, sigur Viberg
Sørensen, sum einki boð
hevur uppá, hvussu feløgini
skulu koma víðari, soleiðis
at semja kann spyrjast burt
ur úr.
Kravið hjá Føroya Fiski
mannafelag um eftirløn var
200 krónur um dagin fyri
hvønn fiskimannin. Taka
vit ein vanligan línubát,
merkir hetta eina eykaút
reiðslu fyri reiðaríið upp á
einar 700.000 krónur um
árið.
Vit vildu hava eina ”bal
ansu” millum tað, sum vit
kunnu lata – og tað, sum vit
kunnu fáa innaftur. Taka vit
garnaskipini,
kundi
ein
fiskimaður fingið umleið
150 krónur um dagin í eftir
løn, um oljan fór av óbýtt
um, sigur Viberg Sørensen,
formaður í Føroya Reiðara
felag.
Føroyskir fiskimenn hava
heimsins bestu sáttmálar
Viberg Sørensen, formaður í
Føroya Reiðarafelag, heldur,
at Jan Højgaard, formaður
í Føroya Fiskimannafelag,
dyrgir eftir eini fastlønar
skipan fyri fiskimenn
Mynd: Álvur Haraldsen