Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 20. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Jarðarferðin hjá Emely Nolsøeverður úr Tvøroyrar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Emely kunnu lata Føroya felag ímóti krabbameini eina gávu. Amona Hansen, fødd Hammer, andaðist týsdagin á Landssjúkrahúsinum. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum fríggjadagin kl. 14.00. Jarðar­ ferðin verður úr Elduvíkar kirkju leygardagin kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Fríggjadagin 21. desember fyllir omma okkara Elsa Horn 80 ár. Omma er havnafólk við stórum H. Omma er uppvaksin í Hornabø, í tí fyrr so hugnaliga húsinum við tí sera vakra urtagarðinum ­ sum í dag er Eik í Hornabø. Tað var eisini her hon møtti abba okkara, ein sjarmørur úr Vági, sum kom til Havnar at ganga á Sjómansskúla og hava tey bæði omma og abbi fyri stuttum hildið gullbrúd­ leyp. Og sigast má, at vit eru heppin at eiga verðins bestu ommu og abba. Sum ung búðu tey í Vági, har for­ eldur okkara hava havt síni barnaár, við nógvum góðum minnum. Í 1968 fluttu tey aftur til Havnar til tað góða húsið við Velbastaðvegin, har hurðin altíð er opin, har er trygt og gott at koma á vitjan. Omma er ófør at baka, hon eigur altíð okkurt gott og so hava tey bæði altíð tíð at práta og ikki minst ­ at lurta. Tey fylgja við øllum tí, vit ommubørn gera, líka mikið hvar vit eru ella hvat vit gera, skúla, útbúgving, ítrótt o.s.v. Omma hevur eisini verið ein eldsál í ítrótti, og serliga hevur Neistin staðið hennara hjarta nær, okkurt føroya­ meistaraheiti hevur hon eisini vunnið, so tað er ikki frá fremmandum, at 9 av 11 ommubørnum spæla hondbólt í Neistanum. Omma hevur fleiri áhugamál, eitt er Tilhaldið, har hon gongur til fimleik og ikki minni enn tveir bindiklubbar, ein bindiklubbur er mannaður av »gomlum« røntgensjúkrasystrum, tær práta eisini og fylgja væl við, hvør menning er á teirra øki ­ serliga er tað mammografi, ið hevur ommusa áhuga ­ omma var fyrsta røntgensjúkrasystur við mammugrafi sum serøki í Før­ oyum. Góða fitta omma, vit ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum, gleða okkum til fríggjakvøldið at koma í føðingardag hjá tær. Heilsan ommubørnini Elsa Horn 80 ár Tað er ógvuliga tungt at seta seg at skriva minningarorð um mína høgt elskaðu ommu. 1. november 2006 fekk eg tey tungu boð, at «Fí­omma« ikki var ímillum okkum meir. Fí­omma, sum vit øll ommubørnini kallaðu hana, var tann allarbesta omman nakar kundi ynskja sær. Hon var ógvuliga hjartamild og blíð. Hon var nemm at koma at kenna, tí hon tosaði við øll hon møtti. Tá vit komu inn á gólvið hjá ommu, ja, so var hon skjót at seta ketilin útá. Altíð hevði hon okkurt gott afturvið. Ongantíð fóru vit svong ella »tyst« frá ommu. Omma búði nakrar metrar frá skúl­ anum. So tá døgurðatími var, rann eg skjótt oman til ommu, tí eg visti, at hon altíð hevði okkurt gott til døg­ urða. Tað, sum hon gjørdi, smakkaði altíð so væl. Tá døgurðin var liðugur, ja, sjálvandi setti hon ketilin útá. Góða omma. Tú ringdi altíð til mín, spurdi hvussu vit høvdu tað og hvussu tað gekk við Hallu. Tað sakni eg nógv. Í oktober bleiv Halla doypt. Tað var á tínum føðingardegi. Eg ringdi tá til tín, og spurdi um dópurin kundi vera tann dagin. »Ja góða. Eg fái vónandi nógvar føðingardagar í framtíðini« segði tú flennandi. Men soleiðis var ikki. Ommu dámdi væl at stákast í køk­ inum. Bakaði nógv. Men har vit oft­ ast sóu ommu, var í bindistólinum í stovuni. Hon elskaði at binda. Hon bant troyggjur, sokkar, turrikløð, húgvir, ja alt. Og ikki at gloyma, hekla. Hon dugdi alt, hon vildi duga. Um vit manglaðu okkurt heitt at fara í, so spurdu vit ommu. Altíð var hon klár at hjálpa. Góða omma. Eg kundi skriva í ævir. Eg havi bara góð minnir um teg góða omma. Eg havi nógv at takka tær fyri. Ein serstøk tøkk fyri tað tú vart fyri Jón og Hallu. Til tín góði abbi. Tú hevur mist tað dýrasta tú átti. Tú vart so góður við hana og hon við teg. Við tykkara trúgv á Jesus, livir tú í vónini um, at tit bæði ein dag hittast aftur í himla sal. Hvíl í friði elskaða omma. Eyðrit við familju Minningarorð um ommu mína Anna Sofía Andreasen Vestmanna f. 01.10.23 · d. 01.11.06 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poula Danielsen Skála andaðist og var jarðað. Ein serstøk tøkk til heimahjálpina, sum við umsorgan var um hana, hennara síðstu tíð á foldum. Tøkk til Juliu og Jógvan prest fyri góð og troystarrík orð í heimi og kirkju. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar, gravara og tykkum sum bakaðu og á ymsan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til kirkjuna á Skála. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Familjunnar vegna Hjalmar, Andrass, Pállfríða, Jóhanna og Pætur Tøkk Hjartans tøkk fyri samkenslu tykkara, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Borghild Lindberg doyði og varð jarðað. Tøkk tit á Ellisheiminum í Havn, sum dagliga vóru um hana við røkt og umsorgan. Tøkk tit, sum bakaðu til ervið og tit, ið sendu blómur, kransar og fyri peningagávur til Meinigheitshúsið í Havn. Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu og bóru henni hitt seinasta farvæl. Eisini fara vit at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað og eydnuberandi nýggjár. Arndis og Jákup Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Dagurin 21. desember. Tummasarmessa. Lærusveinurin sum fekk navnið hin vantrúni. Halgisøgan sigur, at hann boðaði evangeliið í Indiu, og har er í hvussu so er eitt tummasarkirkjulið, sum hann sigst at hava stovnað