hósdagur 20. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 247 - 20. desember 2007
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum
við gávum, blómum, telefonsamrøðum,
fjarritum og vitjanum, gleddu meg á 80 ára
føðingardegnum 4. juni 2007.
Somuleiðis ynski eg ætt og vinum eini
gleðilig jól og Harrans signing
í komandi árið.
Kærar heilsur
Hansa Petersen, Oyndarfjørður
Tøkk
Í samband við silvurbrúðleyp okkara
30. okt. og veitsluna 3 nov. takka vit
tykkum øllum, sum vórðu við til at gera
dagarnar til nakað serligt fyri okkum.
Takk fyri morgunsang og góðan
morgunmat, gávur, talur, sangir,
telegrammir, uppringingar og øllum
tykkum, sum á ein ella annan hátt vórðu
við til at gera dagin so hugnaligan, takka
vit hjartaliga.
Somuleiðis vilja vit ynskja øllum gleðilig
jól og eitt gott nýggjár.
Ynskja
Poula og Hans Petur Ellingsgaard
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt
mintust meg á 80 ára føðingardegnum tann
5. desembur veiti eg mína hjartans tøkk
og við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt
gott nýggjár.
Vinarligar heilsanir
Daniel Jacob Nielsen
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt gleddu
meg á 85 ára degnum, takki eg hjartaliga.
Aðalbjørg
Somuleiðis ynskja vit ætt, vinum og
kenningum eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Bestu heilsanir
Aðalbjørg og Sigurd
Í dag, hósdagin 20. desem
ber,
verður
Haldgrím
Gregersen í Syðrugøtu 75
ár. Hann er kendur sum for
maður í GÍ, umsjónarmaður
í ítróttarhøllini á Kambsdali
og longri afturi sum arbeiðs
formaður í fiskaarbeiðnum
í Gøtu.
Foreldrini vóru Maria
fødd Hansen uttan av Rætt í
Syðrugøtu og Martinus í
Inniguttastovu, sum sat við
Guttastovufestinum.
Tey
fingu fýra børn: Haldgrím,
Hans Dávid, sum býr á
Glyvrum, og sum í mong ár
var tiltikin skipari á Stapan
um
hjá
toftamonnum,
Óluvá Jakobsen í Syðrugøtu
og Arnfríð Jacobsen sum
býr í Ballinge á Skive leið
ini í Jyllandi.
Tríggjar vikur eftir at
hann var farin úr skúlanum,
fór Haldgrím til skips.
Hann sigldi í fimm ár. Hug
urin var góður, og ætlanin
var at halda fram á sjónum,
men soleiðis varð tað ikki.
Haldgrím upplivdi alla ta
stóru broytingina og menn
ingina, sum fiskivinnan á
sjógvi og landi fór ígjøgnum
í tíðini eftir kríggið. Hann
var við Føroyingi, sum Óla
Hans Olsen í Syðrugøtu
førdi og Dánial Jákup í
Skipshandlinum átti. Hetta
var við snøri og í sjálvdrátti.
Við sama skipara var hann í
Grønlandi við Tinganesi.
Partafelagið Norðlýsið átti,
og Niels Juel Arge var út
gerðarmaður. Felagið átti
eisini Glyvursnes. Henda trí
mastraða skonnartin sigldi
við koli, sementi og øðrum
millum Føroyar og Dan
mark. Bernhard Arge var
skipari, og í tveir vetrar var
Haldgrím við. Hann plagar
at taka til, at hetta var óførur
lærdómur og mest sum átókt
at vera í militerinum.
Haldgrím var eisini við
Svínoynni, sum Jóhannes
Husgaard førdi.
Tá ið Haldgrím var 22
ára gamalur, bað Jóan Pauli
Gregersen hann til arbeiðs
formann, og í tí starvinum
var hann í 32 ár. Teir vóru
tveir arbeiðsformenn, sum
samstarvaðu hendinga væl
øll hesi árini. Hin var Sverri
Hansen, sáli. Virksemið var
í Syðrugøtu, Norðragøtu og
Gøtugjógv, og tað var fjøl
táttað. Teir arbeiddu fisk,
sum fyrstu árini varð breidd
ur út á helluni og seinni
turkaður á nýmótans turk
aríi, teir arbeiddu sild, sum
varð saltað í tunnur og
eisini breidd til mjøl, og
gøtumenn vóru millum teir
fyrstu, sum frystu flak.
Tá ið ítróttarhøllin á
Kambsdali varð tikin í
nýtslu í 1983, gjørdist Hald
grím umsjónarmaður, og í
tí starvinum var hann, inntil
hann legði frá sær fyri ald
ur. Í kirkjuráðnum var hann
í seytjan ár.
Haldgrím hevur altíð ver
ið sera áhugaður í ítrótti, og
hann var við, tá ið GÍ varð
endurstovnað í 1954. Tey
fyrstu árini snúði tað seg ser
liga um kappróður. Skurðin
við gentum vann nógv, og
tað gekk eisini væl hjá 8
mannafarinum
Tróndi
í
Gøtu. Í 1965 varð fótbólts
vøllurin í Sarpugerði tikin í
nýtslu. Hann varð gjørdur á
økinum, sum gøtufólk løgdu
burturav til ítróttarøki, tá ið
tað varð skift út í 1947.
Tey fyrstu árini vóru stetl
andi hjá GÍ, Gunnari Thom
sen,
Haraldi
Hammer,
Haldgrími og øllum hinum
í Gøtu. Tá ið tað verður
hugt aftur á fótbóltsavrikini
í Gøtu, so verður íslending
urin Gisli nevndur. Hann
var venjari miðskeiðis í
sjeyti árunum. Teir vunnu
unglingadeildina, fóru við
ferð upp ígjøgnum deildir
nar, og í 1983 vórðu teir
fyrstu ferð meistarar. Tað
hava teir síðani eisini verið
í 1986, 1993, 1994, 1995
og í 1996.
Haldgrím plagar at taka
til, at hetta var púra óhugs
andi, tá ið vøllurin varð tik
in í nýtslu. Gamli Poul
Enok spurdi eina ferð Hald
grím, um hann helt, at gøtu
menn nakrantíð fóru at
verða so góðir sum klaks
víkingar. Tá var hetta púra
veruleikafjart!
GÍ og fótbólturin hava
givið Haldgrím og konuni
nógvar upplivingar og vinir
heima á landi og eisini runt
um í Europa í sambandi við
altjóða avbjóðingarnar. At
sita á Ibrox í Glasgow og
síggja GÍ spæla ímóti Rang
ers mundi kennast sum tind
urin í hesum. Fleiri av per
sónunum, sum gøtufólk tá
hittu, samskiftir Haldgrím
framvegis við.
Haldgrím er heiðraður
við gullmerkinum hjá ÍSF,
GÍ hevur gjørt hann til heið
urslim, og hann kendi tað
sum serliga stórt herða
klapp, tá ið FIFA í sambandi
við 100 ára føðingardagin
handaði honum heiðurin
Order of merit. Á gullkrón
uni stendur skrivað: In
recognition
of
your
dedication to football.
Í 1958 giftist Haldgrím
Hallgerð
Vágsheyg
úr
Klaksvík. Tey fluttu beinan
vegin í húsini, og har hava
tey búð síðani. Hallgerð
hevur altíð verið Haldgrími
stórur stuðul, og nú sigur
hann seg einki kunna uttan
konuna. Tey bæði eiga fýra
gentur: Maria (1959) í
Syðrugøtu, Kirsten (1962) í
Rituvík, Randi (1965) á
Argjum og Jónvá (1969) í
Guttastovu í Syðrugøtu.
Yngsta dótturin og maður
hennara Atli F. Hansen hava
nú festið, men tað er næstan
ikki dagur, at Haldgrím og
ofta eisini Hallgerð síggjast
í bilinum innanfyri Gøtueið,
har hagin er. Umframt seyð
in so eygleiða tey náttúruna,
og Haldgrím plagar at siga,
at hann mest sum hvønn
dag upplivir okkurt nýtt.
75 ára føðingardagurin
verður hildin hjá dóttrini í
Rituvík leygardagin klokk
an 18.
J
Haldgrím Gregersen 75 ár
Sangløta í Ebenezer
tollaksmessudag
Sunnudagin, 23. desember kl. 17, verður fjølbroytt
sangløta í Ebenezer. Sangkórið og manskórið fara at
syngja nakrar sangir, sum flest allir umrøða føðing frels
arans. Eisini verða felagssangir á skránni.
Sunnudagin 23. desember
frá kl. 12 – 13 skipar sam
koman Lívdin fyri eini jola
løtu við nógvum tónleiki í
Hoyvíkar skúla.
Tey sum framføra eru
Jóhan Magnus úr Salt, Petur
og Sanna, Bjarni Jøkladal
og lovsongsbólkurin í Lívd
ini. Eisini sunnudagsskúla
børnini framføra og ein hug
leiðing um gleðiboðskapin
verður.
Jólaløta í
Hoyvíkar skúla
nøvn
Petur Háberg