hósdagur 20. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 20. desember 2007
17
tíðindi
- Hetta setir okkum
í sera ringt orð úti í
verðini, so hetta kann
verða ein alvorligur
trupulleiki fyri vinn-
una, sigur stjórin í
Samskipum
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er ein alvorligur
trupulleiki fyri vinnuna.
Eisini Joel Undir Leitin-
um, stjóri í Samskipum, er
harmur um støðuna, sum
hevur tikið seg upp, nú
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an ikki longur vil avgreiða
skip, sum ES ikki hevur
góðkent og sum vit greiða
frá í greinini, sum nevnist:
Vandi fyri at missa millión-
ir.
Hann sigur, at stórur van-
di er fyri, at hetta fer at kos-
ta vinnuni fleiri milliónir
um árið.
Føroysku
veitararnir
mugu nú siga nei til skip,
sum ætla sær at leggja upp
og umskipa í Føroyum og
tað frættist rættiliga skjótt
úti í heimi.
- Marknaðurin er rættiliga
opin og gjøgnumskygdur
og av tí sama koma vit í
rættiliga ringt orð úti í verð-
ini og tað kunnu vit svíða
fyri í langa tíð, sigur hann.
Hinvegin leggur hann
afturat, at hann skilir væl
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
una.
- Hon reagerar helst, sum
hon kann undir hesum
umstøðunum og tað er at
nokta fyri at avgreiða skip-
ini.
Joel undir Leitinum sigur,
at tað, sum manglar, er, at
vinnumálaráðið hevur for-
sømt at sett eina kunngerð í
gildi, sum heimiðlar Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni at
seta tær neyðugu skipaninar
í gildi.
Stjórin á Samskipum sig-
ur, at tá ið boðini komu frá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni, gjørdi vinnan vart við
seg. Men tey høvdu ikki
væntað, at trupulleikin var
so stórur og álvarsligur og
tí høvdu tey væntað, at mál-
ið fór at verða loyst.
- Men nú nærkast vertíðin
av álvara fyri, at hesi skipini
skulu koma til Føroyar at
leggja upp og tí er tað blivið
meiri átrokandi at fáa tru-
pulleikan loystan.
- Hetta er ein trupulleiki,
sum vit hava vitað av í fleiri
ár og eg haldi, at orsøkin
til, at vit nú koma í hesa
støðu, er, at vinnumálaráðið
hevur ligið sjóvarfallið av
sær ístaðin fyri at avgreiða
málið í góðari tíð.
- Vinnumálaráðið hevur ligið sjóvarfallið av sær og tað er komið vinnuni í eina ógvuliga torføra støðu, sigur Joel undir
Leitinum á Samskipum, sum eisini rekur frystigoymsluna, Kloosterboer í Kollafirði
Vit koma í ringt orð
Við einum pennastro-
ki hava Heilsufrøði-
liga Starvsstovan
og Vinnumálaráðið
forkomið eini heilari
vinnu í Føroyum og
tað kann ikki bera til,
heldur Johan Dahl,
sum sjálvur verður
hart raktur
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta kann ikki bera til.
Hendir onki skjótt, er ein
heilur vinnuvegur farin fyri
skeytið.
Johan Dahl er ein av
monnunum aftanfyri stóru
frystigoymsluna í Vági og
eisini teir eru hart raktir av,
at Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan nú brádliga hevur
gjørt av, at hon ikki longur
vil avgreiða skip, sum ES
ikki hevur góðkent og sum
vit greiða frá í greinini sum
nevnist: Vandi fyri at missa
milliónir.
Johan Dahl sigur, at tað
kann ikki bera til, at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan skal
sleppa at kvetta beinini und-
an eini heilari vinnu við ein-
um pennastroki.
Hann sigur, at hann hevur
spurt eftir, hvørja heimild,
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an hevur at steðga virksem-
inum so brádliga, men enn
hevur hann ikki fingið
svar.
- Mín meting er, at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan hev-
ur ikki heimild at taka eitt
so ógvusligt stig og tí er tað
vert at umhugsa møguleikan
at krevja endurgjald fyri
mista inntøku.
Hann heldur, at Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan hev-
ur rætt og slætt skyldu til at
avgreiða
skipini,
sum
koma.
Hann sigur, at tey hava
roynt at kært avgerðina hjá
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni fyri Vinnumálaráðnum.
- Men tann, sum viðgerð
kæruna fyri Vinnumálaráð-
ið, er ongin annar enn Peter
Østergaard,
sum
eisini
arbeiðir á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, hóast hann
er virkandi landsdjóralæk-
ni.
Johan Dahl góðtekur ik-
ki, at Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan soleiðis sleppur at
viðgera kærir um seg sjálva
og í øllum førum ætlar hann
at kæra til Løgtingsins
Umboðsmann, tí soleiðis
hann ein almennur myndug-
leiki ikki bera seg at.
Hann sigur, at tað er
óskiljandi, at myndugleikar-
nir ikki hava fingið hesi við-
urskiftini í rættlag og sett
skipanina í gildi, so at skip-
ini kundu verðið avgreitt,
sum vanligt.
- Sum støðan er nú er tað
vinnan sum bløðir fyri, at
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an og Vinnumálaráðið ikki
hava syrgt fyri at hava síni
viðurskifti í ordan.
- Myndugleikarnir hava
sovið í tímanum og tað kost-
ar vinnuni milliónir, tí skip-
ini sleppa ikki longur at
leggja upp í Føroyum, men
mugu sigla framvið og legg-
ja helst upp í Niðurlondum
ella onkrum øðrum ES lan-
di.
Hann stúrir fyri, at er hes-
in marknaður fyrst dottin
niðurfyri, verður tað ógvuli-
ga stríggið at byggja hann
uppaftur og tí kann talan
vera um ein vinnnuveg,
sum er mistur í allar ævir.
Johan leggur eisini dent
á, at hann fekk onga fráboð-
an
frá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni og at hann
onki fekk at vita um málið,
fyrrenn talan var um, at eitt
skip skuldi koma fyri kort-
um, tí tað er ikki fyrrenn
nú, at vertíðin byrjar av ál-
vara.
Johan Dahl ætlar at klaga
Les eisini á síðu 7