hósdagur 20. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 247 - 20. desember 2007
tíðindi
Øssur Johannesen
hevur við nýggjastu
útgávu síni gjørt eina
fløgu, sum á ongan
hátt er løtt at koma í
gjøgnum, men sum
samstundis er ein sterk
listarlig uppliving
Ummæli
Niels Uni Dam
post@sosialurin.fo
Tónleikurin hjá Øssuri Johanne
sen er ikki lætt tilgongiligur, og
nýggjasta útgávan hjá honum er
einki undantak. Fløgan »Ein
harður vegur gjøgnum svartasta
helviti við kós móti deyðanum
amen«, er ein tung ferð at ferð
ast. Tað var stutt sagt rættiliga
torført hjá mær at koma ígjøg
num útgávuna. Eg hevði ferð
eftir ferð hug til at sløkkja
fløguna, tí hon var so órógvandi
og so larmandi á ein so pátreingj
andi hátt. Hetta er galdandi í tón
leikapettum, sum t.d. »Paranoid
ur í einum vandamiklum stað í
myrkrinum«, har tann vanvittiga
urgan er nærum ikki til at halda
út at hoyra og í »Myrkir, villir,
burturvilstir, hjartaknústir lista
menn á ferð gjøgnum myrku
náttina frá barr til barr til barr«
og tittullagnum, »Ein harður
vegur gjøgnum svartasta helviti
við kós móti deyðanum amen«,
sum bæði við sínum svakliga
dámi eru nærum ov strævin til at
lurta eftir.
Ársins heiti
»Ein harður vegur gjøgnum svart
asta helviti við kós móti deyða
num amen«, hetta heitið má
vera ein kandidatur til besta
føroyska fløguheitið nakrantíð.
Uttan minsta farra av ironi, kann
Øssur lýsa sínar tragisku lívs
royndir á henda hátt. Hetta er
hart og kontant, og so er tað
eisini so sera hóskandi til hesa
fløgu, ið eisini á tónlistarliga
økinum er myrk og órógvandi, og
á tremur við tónleikapettum, ið
hava nærum líka rámandi heiti.
Fleiri ljóðføri
Øssur er, í øllum førum í føroysk
um høpi, ein heilt serligur lista
maður. Hansara improviserandi
spæl er altíð inniligt, og altíð
persónligt. Hetta var galdandi á
solobass fløgunum, á fløgunum
saman við Hjalta Joensen og
eisini á seinastu fløguni hjá
Øssuri, har hann hevði onnur
ljóðføri enn bassin við. Á nýggju
fløguni »Ein harður vegur gjøg
num svartasta helviti við kós
móti deyðanum amen« spælir
Øssur gittar, bass, urgu og trumm
ur. Hetta litar ljóðmyndina heldur
øðrvísið enn vanligt hjá Øssuri,
men enn er svart tann domi
nerandi liturin. Eisini tónleika
stílurin er enn egin, eitt slag av
InstruMental.
Innspæld á myrkum stað
Eins og øllum teimum undan
farnu fløgunum gerast ljóðførini
ljóðspor til tað, sum bylgist
innan í Øssuri. Fløgan er spæld
inn um sama mundið, sum Øssur
var innlagdur á psykiatrisku
deild. Vit hoyra tí ein listamann,
ið er staddur á einum sera myrk
um stað og tað hoyrist. Trumm
urnar, bassurin, gittarararnir og
urgan ljóða órógvandi, og sinnis
sjúkan gjøgnumsúrgar ljóð
myndina. Hetta skapar eina heilt
serstaka sterka ljóðuppliving. Tað
tykist inniligt, erligt, men eisini
rættiliga óbehagiligt í støðum.
Eg havi onga illusión um, at
Øssur ætlar at gera tónleik, sum
er behagiligur, og tað er eisini í
lagi, men hetta setur krøv til
lurtaran, og tað er ikki víst, at
lurtarin hevur hug ella orku til at
lúka hesi krøv, og tá er vandi
fyri, at lurtarin velur uppliving
ina frá, og hetta er synd, tí »Ein
harður vegur gjøgnum svartasta
helviti við kós móti deyðanum
amen« er ein sterk listarlig
uppliving.
Fimm tímar at taka upp
Øssur hevur sjálvur komponerað,
spælt og skipað allan tónleikin,
og sambært fløguhúsanum tóku
upptøkurnar einans fimm tímar í
RMS Studio í Saltangará. Upp
tøkutøkningur, var Hjalti Joen
sen, ið áður hevur spælt fleiri
fløgur inn saman við Øssuri. Tað
er eisini Hjalti, ið hevur ljóð
blandað. Eg haldi Hjalta vera
komnan væl frá hesum, tó at tað
er eitt sindur torført at meta um,
tí her er talan um so serstakan
tónleik, at tað er trupult at meta
um, hvussu hann kundi ljóða.
Styrkin í groovinum
Longsta lagið á fløguni »Sorg,
einsemi og syrgiligur longsul«,
er ein frægd at hoyra. Hetta lagið
tykist eitt sindur friðsælari enn
flest øll hini løgini á fløguni, og
tann ofta sera desperata kenslan,
ið nógv av hinum løgunum hava,
er ikki dominerandi í hesum
lagnum. Á eini ófrættakendari
fløgu verður hetta á onkran hátt
eitt vakurt friðskjól frá tí svaka.
Av bestu tónleikapettunum á
fløguna, má eg nevna »Svakur
fullamannadansur og ørskapur«.
Hetta lagið hevur eitt undirliggj
andi groove, ið virkar sum eitt
slag av karmi, ið á onkran hátt
ger ørskapin nóg skipaðan til, at
tú eina løtu veruliga kann njóta
tónlistarligu upplivingina. Tað er
kanska júst hetta, at tónleikurin á
onkran hátt er so óskipaður, ið
ger Øssur til tað, hann er. Men
tað kemst ikki uttanum, at eitt
sindur av skipan ger upplivingina
lættari at fyrihalda seg til, og ja,
at njóta. Tað hevði ivaleyst klætt
Øssuri, at improviseringarnar eitt
sindur oftari høvdu okkurt slag
av skipan at virka undir, verið
tað seg eitt undirliggjandi groove
ella, eg tori næstan ikki at skjóta
tað upp, eitt lag. Men tað er
samstundis alla æru vert, at
Øssur heilt tilvitað velur tað
vanliga frá.
Heimagjørdur dámur
Húsin gongur væl hond í hond
við tónleik og heiti. Húsin hevur
tann heimagjørda dámin, ið
húsar hjá Øssuri altíð hava.
Serliga væl dámar mær, at hann
brúkar handskrift til allan tekst á
fløguni, tað er vorðið fastur táttur
á fløgum hjá Øssuri, og gevur
húsunum ein persónligan dám.
Prentið á sjálvari fløguni er rind
órógvandi og summi av løgu
num, ein lágupploysilig mynd av
Øssuri við holi í pannuni. Ja,
stutt sagt er fløgan væl gjøgnum
førd, eisini á hesum partinum.
Ein harður vegur gjøgnum svartasta
helviti við kós móti deyðanum – amen
Øssur Johannesen
Ein harður vegur gjøgnum svartasta helviti við kós móti deyðanum -
amen
Útgevari: TUTL
Spælt, komponerað og skipað: Øssur Johannesen
Tikið upp: í RMS Studio
Upptøka og ljóðbland: Hjalti Joensen
Húsi: Øssur Johannesen
Spælitíð: 50.57
Løg:
Sorg, einsemi og syrgiligur longsul
Paranoidur í einum vandamiklum stað í myrkrinum
Indiánarar og sigoynarar
Myrkir, villir, burturvilstir, hjartaknústir listamenn á ferð gjøgnum
myrku náttina frá barr til barr til barr
Svakur fullmánadandur og ørskapur
Ein harður vegur ígjøgnum svartasta helviti við kós móti deyaðanum
amen
Ljós og líðing
FAKTA
4 av 8 planetum