hósdagur 20. desember 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 247 - 20. desember 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Hatta var óluksáliga hart, men stuttligt
Jónleif Sólsker
Tveir umdystir
skuldu til, áðrenn
sensatiónin var veru
leiki. Veteranarnar
hjá Kyndli vunnu í
gjárkvøldið ein sera
spennandi dyst móti
besta liðnum hjá VÍF,
men tað var eftir tvær
ferðir fimm minuttir
longda leiktíð
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Teir grønu vóru helst undir
tippaðir í øllum fjórðings
finalunum, og í seinastu
fjórðingsfinaluni
skuldu
teir helst ikki havt nakran
møguleika.
Men Jacob Jónsson, Jón
leif Sólsker, Birgir Hansen,
Geir
Wardum,
Hannis
Wardum og hinir vildu tað
tó øðrvísi.
Kyndil var nevnliga á
odda allan dystin. Uttan at
seta nakra serliga ferð á,
megnaðu teir at fylgja við
VÍF, sum tó í evstu løtu
fekk javnað.
Í fyrra umdystinum var
eisini um reppið, at Kyndil
endurtók FMsigurin á VÍF
fyri fýra árum síðani. Jacob
Jónsson vann sær brotskast,
tá bert fá sekund vóru eftir
at spæla. Eins og hann
gjørdi tað í 2004 varð Jón
leif Sólsker settur at skjóta,
men hann misnýtti, og so
varð neyðugt við enn einum
umdysti.
Og her var Kyndil loksins
omaná. Teir megnaðu at
halda høvdinum kalt, og við
4139 vunnu teir sær eina tí
størstu føroysku hondbólts
sensatiónina í fleiri ár.
Wardum-arnar
Nevnir man Kyndil, kemst
ikki uttanum at nevna
navnið Wardum, fyrr ella
seinni.
Seinastu
mongu
árini hava hesi verið við til
at mynda Kyndil, um tað so
er á vøllinum ella við
stýrisvøðlin á bonkinum.
Í gjárkvøldið vóru ikki
minni enn fýra Wardum
arar við á triðbesta Kyndla
liðnum, ið tók móti besta
liðnum hjá VÍF, og hesir
vístu, at enn eru knotur í
gomlum monnum.
Skerdir
vestmenningar
Vestmenningar hava uttan
iva hildið tað vera ein
avgreiðsluspurning, tá teir í
gjárkvøldið skuldu spæla í
Havn móti gomlu veteran
unum úr Kyndli, men tað
skuldi vísa seg at vera alt
annað enn tað.
At teir hava undirmett
Kyndil, og samstundis vóru
skerdir, tí Áki Olsen ikki
var við, hevur óivað verið
við til at set tein dempara á
innsatsin hjá VÍF.
Gamla
Kyndlaliðið
megnaði allan dystin at
halda dystarferðini niðri á
einari rímuligari ferð, og
hetta, saman við ómetaliga
nógvu
royndunum
hjá
teimum
grønu,
hjálptu
teimum til sigurs í einari av
teimum heilt stóru sensa
tiónunum í nýggjari tíð.
Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34)
Sensatiónin gjørdist veruleiki
Jónleif Sólsker og Jacob
Jónsson eru tveir av
veteranunum, sum spæla á
aðrudeildarliðnum
hjá Kyndli
Gomlu Kyndils
spælararnir fóru
gjøgnum 80 minuttir
móti ungu vestmenn
ingunum. Og komu
loksins av vøllinum
sum vinnarar
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var ikki meira, enn gomlu
Kyndilsspælararnir orkaðu
at ganga hósmorgunin.
Hatta var óluksáliga
hart, men stuttligt, vóru
fyrstu orðini, sum Jónleif
Sólsker hevði at siga, tá vit
høvdu hann á orði.
Tá tit fóru inn til dystin.
Høvdu tit tá nakran tíð
trúnna uppá, at tað skuldi
bera til at vinna á VÍF?
Ja, tað haldi eg. Vit vita
í øllum førum, hvat vit
duga. Samstundis vistu vit
eisini, at vestmenningar
vóru nakað skerdir. Eitt nú
var Áki Olsen ikki við, og
tað gjørdi sjálvandi okkara
uppgávu nakað lættari. Vit
royndu so at spæla dystin í
okkara tempo, og sjálvt um
tað ikki var serliga høgt, so
megnaðu vit alla tíðina at
fylgja við.
Og sum dysturin gekk, so
gjørdust vestmenningarnir
kanska eisini meira fru
streraði enn tit?
Ja, tað haldi eg. Teir
høvdu nokk væntað, at
hetta var ein avgreiðslu
spurningur. Størsti fyri
munurin hjá okkum í so
máta var helst, at vit allir
hava ríkiligt av royndum.
So hóast spenningurin var
stórur, so hildu vit alla
tíðina høvdið kalt.
Fleiri av spælarunum hjá
fremstu
Kyndilsliðnum
vórðu sitandi í høllini alt
kvøldið. Og eftir dystin
vóru teir á einum máli um,
at teir ikki ynsktu at møta
hesum gomlu garpunum í
hálvfinaluni. Eitt sjónarmið,
sum Jónleif tó als ikki var
samdur í.
Hjá mær er tað týdning
armesta, at Kyndil sleppur í
finaluna. Og hittast bæði
liðini í hálvfinaluni, so fáa
vit heilt víst eitt lið í
finaluna. So tað er ein støða,
sum eg einki havi ímóti,
sigur Jónleif Sólsker.
Andsperran
gjørdi um seg
Dysturin í tølum:
Kyndil II-VÍF 41-39 (15-12), (30-30), (34-34)
Málskjúttar:
Kyndil II: Jónleif Sólsker 9, Bjarni Wardum 9 (1), Hannis
Wardum 8 (1), Jacob Jónsson 7, Uni Wardum 6 (1), Geir
Wardum 1, Dia Midjord 1.
VÍF: Agnar Joensen 8 (2), Rúni Joensen 8, Bjarti Hansen 8,
Daniel Rapa 6, Sjúrður Poulsen 5, Regin Joensen 1, Jákup
S. Andreasen 1, Rói Lamhauge 1.
Brotskøst: Kyndil II 7, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil II 2, VÍF 5
Dómarar: Kári Nielsen & Janus Sørensen
FAKTA
Í dag gjørdist greitt, at EIK verður høvuðsstuðul hjá
samanlagda felagnum GÍ/LÍF.
Fýra fegin umboð fyri EIK, GÍ og LÍF uttanfyri
deildina í Gøtu.
Á deildini í Gøtu skrivaðu partarnir í morgun undir
ein tvey ára sáttmála, ið inniber, at EIK verður
høvuðsstuðul hjá bæði vaksnamanna og
ungdómsdeildini.
Í feløgunum fegnast man um, at Ársins virki 2007
og Bank of the year hevur valt at stuðla samanlagda
felagnum, sum leggur til brots í øllum deildum
komandi kappingarár.
EIK høvuðsstuðul
hjá GÍ/LÍF