hósdagur 20. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 247- 20. desember 2007 ]
Bæði hjá kvinnum
og monnum gjørdi
Kyndil bart, tá talan
var um sigrar á
Neistanum, hóast tað
kanska var klistrað
eitt lítið favoritmerki
á Neistaliðini
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Hóast Neistin eigur ovaru
liðini á stigatalvuni, so var
tað Kyndil, sum bookaði
sær
atgongumerki
til
hálvfinalurnar í Coca-Cola
kappingini í hondbólti.
Bæði kvinnur og menn
vunnu nevnliga á bláu
favorittunum í gjárkvøldið.
Hjá kvinnunum endurtók
Kyndil sigurin í lands-
kappingini. Hesa ferð við
29-24, og eins og fyri
trimum vikum síðani, so
var uppskriftin hart arbeiði
og stríðsvilji.
Tað var tað eisini hjá
Kyndilsmonnum,
sum
vunnu sín dyst 35-30. Har
leikaði leingi javnt á, men í
seinna
hálvleiki
togaði
Kyndil seg frá Neistanum.
Ójavnt kappingarár
Mansliðið hjá Kyndli hevur
havt eitt sera trilvandi
kappingarár higartil, men í
gjárkvøldið vunnu teir so
fyri aðru ferð móti bláu
grannunum, so kanska hetta
er ein ábending um at
Kyndlaliðið er við at rakna
við aftur. Livst so spyrst.
Kyndil liggur á einum
fimta plássi og hevur 8 stig
fyri 11 dystir, heili 7 stig
upp til annað finaluplássið,
ið Neistin liggur á í løtuni,
við 15 stigum.
Næsti dystur hjá teimum
grønu verður 19. januar, og tá
verður
tað
gamli
arva-
fíggindinVÍF, ið kemur á
vitjan. VÍF liggur í løtuni á
einum fjórða plássi við 11
stigum, og uttan iva verða
vestmenningar
rættuliga
uppsettir at vaska lemjandi
ósigurin í gjárkvøldið av sær.
Kvinnurnar kempa
Kvinnuliðið hjá Kyndli,
hevur eins og mansliðið
havt eitt sera ójavnt kapp-
ingarár, og higartil hava tær
vunnið sær 7 stig fyri 11
dystir. Tær liggja á einum
fimta
plássi
í
Sunset-
kappingini, og eins og hjá
monnunum eru tað sjey stig
upp til annað finaluplássið.
Tað situr Neistin á við 14
stigum fyri 9 dystir, so tað
er ein fittligur teinur upp til
finaluna, og um Kyndil skal
náa hesum, mugu tær byrja
at vinna sær nakrar dystir.
Fyrsti møguleikin tær fáa,
verður 19. januar, tá – eins
og hjá monnunum- VÍF
kemur a vitjan.
Tvær ferðir Kyndil
Dysturin í tølum:
Kyndil-Neistin (kvinnur) 29-24 (13-10)
Málskjúttar:
Kyndil: Lina Andriulyte 7, Jacklyn Djurhuus 7 (2), Tordis
Tróndarsson 5, Randi Wardum 5 (2), Ronja Mikkelsen 3 (1),
Barbara Egilstrøð 1, Hildur Høghamar 1, Bjørg Syderbø 1.
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8 (2), Ása á Neystabø 6 (2),
Anja Heinadóttir 4, Elin Staksund 2, Rakul Augustinussen
2, Katrin á Neystabø 1, Ása Christiansen 1.
Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 6
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA
Dysturin í tølum:
Kyndil-Neistin (menn) 35-30 (17-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Finnur Hansson 12, Josef Abrahamsen 6 (2),
Hans Áki D. Christiansen 4 (1), Hjalti Jacobsen 4, Hanus
Johansen 4, Janus E. Sørensen 3, Ken Zachariasen 1, Rani
Ellingsgaard 1.
Neistin: Karl Herup Olsen 6, Roar Dalsgarð 6, Áki Mørk 4
(1), Tróndur Kragesteen 4, Dann Torleivson 4, Ljugoslav
Djumic 3, Karl O. Rasmussen 2, Johan Brekstein 1.
Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 1
Útvísingar: Kyndil 2, Neistin 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA
Kyndlaverjan stóð væl tá tær høvdu vitjan av Neistanum
savnsmynd: Álvur Haraldsen
Tveir føroyingar við í AaB sigri í Ísrael
Jón Rói var alla tíðina í miðverjuni, og síðsta korterið var Súni Olsen á vøllinum, tá ið AaB í kvøld vann
3-1 í Tel Aviv. Tað er gott lag í AaB ferðalagnum, sum nú er komið heim til Danmarkar. AaB hevur í
gjárkvøldið spælt á útivølli ímóti Hapoel Tel Aviv, og føroyska útisetaliðið vann 3-1. Jón Rói Jacobsen
var í AaB miðverjuni allar 90 minuttirnar, og tá ið tað restaðu knappliga eitt korter, varð Súni Olsen
skiftur inn. AaB legði seg á odda í 27. minutti, og tað kom sera illa við, tá ið heimaliðið í yvirtíðini í 1.
hálvleiki javnaði. Beinanvegin eftir hvíldina skoraði AaB aftur. Hesa ferð var tað við brotssparki.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti AaB til 3-1, og so var tað avgjørt, at Jón Rói, Súni og liðfelagarnir skuldu
vinna fulla úrtøku. AaB fer nú í vetrarfrí eftir framúr heysthálvu. AaB er eftir 18 umfør oddalið í
superliguni, og eftir fín úrslit í Intertoto Cup eydnaðist tað at røkka langt í UEFA Cup, eitt nú við
samantaldum sigri á italska Sampdoria.
Vónin er enn til stað
ar. Men tað verður
hvørki í dag ella í
morgin, at Føroy
ar fáa olympiskan
limaskap, sigur ÍSF
forsetin
ÍTRÓTTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Føroyskur ítróttur veittrar
farvæl til ein av fremstu
einstaklingum okkara, nú
Elspa Mørkøre hevur gjørt
at fara á danska svimji-
landsliðið.
Høvuðsorsøkina til hetta
sigur Elspa verða møguleik-
in at kappast í OL í 2012. Ein
møguleiki, sum Føroyar ikki
kunnu bjóða henni í dag.
Olympiskur limaskapur
er tó nakað, sum ÍSF hevur
arbeitt við í longri tíð. Men
hóast vónin um hendan ikki
er slept enn, so sigur ÍSF-
forsetin seg skilja avgerðina
hjá Elspu Mørkøre.
- Í útgangsstøðinum eru
treytirnar hjá IOC (altjóða
olympisku nevndini), at tú
skalt vera sjálvstøðugur
limur í ST, um tú skalt fáa
olympiskan limaskap. Tað
eru vit ikki, men vit hava so
eina umsókn liggjandi, sum
varð send inn eftir gomlu
upptøkutreytunum.
Tað
sama hevur Gibraltar, og í
seinastu longu tíðina hava
vit bíðað eftir útfallinum av
stevningini, sum Gibraltar
hevur latið IOC. Vinnur
teirra umsókn frama, ger
okkara tað helst eisini, sigur
Heðin
Mortensen,
ÍSF-
forseti.
Hann leggur tó dent á, at
skuldu Føroyar blivið sjálv-
støðug tjóð, so er hetta held-
ur eingin trygd fyri, at vit
kunnu fáa altjóða lima-
skap.
- Verandi umsóknin er
helst
einasti
møguleiki,
sum vit hava. Í dag er
støðan tann, at IOC als ikki
er serliga fegið um at fáa
fleiri smátjóðir sum limir.
Og tí er spurningurin, um
vit í dag høvdu havt nakran
møguleika, hóast kravið um
ST-limaskap verður lokið. Í
so máta er IOC ein væl
meira stongdur felagsskapur
enn so nógvir aðrir. Flestu
sersambond okkara kunnu
jú kappast til bæði HM og
aðrar kappingar. Men til
OL sleppa vit altso ikki í
verandi støðu.
Skilir Elspu
Og í ítøkiliga døminum um
Elspu Mørkøre sigur Heðin
Mortensen, at hann sum so
væl skilir avgerðina.
- Fyrst og fremst, so er
tað ein persónlig avgerð,
sum Elspa hevur tikið. Og
tí er tað ikki avgerandi, um
vit onnur eru samd ella
ikki. Men hon sigur seg
hava ein dreym um at kapp-
ast til OL, og tað er nakað,
sum Føroyar ikki kunnu
bjóða henni í verandi støðu.
Og hóast vit enn hava
vónina um, at vit kunnu fáa
IOC-limaskap, so verður
tað hvørki í dag ella í
morgin. Og ein svimjari
kann
jú
ikki
bíða
í
óavmarkað
áramál
eftir
hesum møguleikanum.
- Og sjálvandi ynskja vit
henni alt tað besta. Tað vildi
verið stuttligt, um hon í
framtíðini megnar at svimja
seg heilt fram í oddin, men
samstundis vil tað verða ein
løgin kensla, um vit síggja
ein føroying á olympiska
pallinum
umboðandi
Dannebrog og ikki Merkið,
sigur Heðin.
Heðin skilir Elspu
Heðin Mortensen
Olympiskur limaskapur hevur
leingi verið eitt hjartamál
hjá Heðini Mortensen. Men
enn er hesin ikki komin, og
sum hann tekur til sjálvur,
so verður tað hvørki í dag
ella í morgin, at hetta verður
veruleiki