hósdagur 20. desember 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 247 - 20. desember 2007
tíðindi
Muslimskir næmingar
luttaka í stórum tali
við jólagudstænastur
og onnur kirkjulig
tiltøk bæði í skúlum og
í kirkjum. – Smædnið
hjá muslimunum
mótvegis kristin
dóminum er vorðið
minni, staðfestir ein
granskari
Átrúnaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Danmark: Tá jólaklokkur
nar ringja til jólagudstæn
astu ella jólahald í donsku
fólkakirkjuni, eru tað ikki
longur bert etnisk donsk
børn, sum fylla kirkju
beinkirnar. Alsamt fleiri
børn av øðrum etniskum
uppruna, eisini muslimar
fylgja nevniliga floksfelag
um sínum, tá farið verður
í lokalu kirkjuna í desemb
er mánaði.
Danska blaðið Kristelig
Dagblad ringdi til 20 prest
ar kring alt Danmark, og
siga 19 teirra at muslimsk
børn luttaka við tiltøkini,
sum teir fyriskipa undan
jólum.
– Tað koma hópurin av
muslimskum børnum til
okkara tiltøk. Eg haldi, at
hetta er vorðið meiri van
ligt, samstundis sum tað
eru komnir fleiri og fleiri
muslimar til Danmarkar.
Eg haldi eisini, at tað er
størri opinleiki mótvegis
muslimum í fólkakirkjuni.
Teir eru hjartaliga vælkom
nir, sigur sóknarpresturin
Paul Kofoed Christiansen
í Roskilde Domkirke.
– Vit síggja, at í dag
koma fleiri muslimsk børn
í kirkju enn fyri 56 árum
síðani. Hetta er ein týðilig
gongd, hóast ikki allir teir
muslimsku næmingarnir í
flokkinum møta, sigur Es
ben Andersen, sum er
prestur í Brabrand Kirke í
Århus.
Kanningin hjá Kristelig
Dagblad vísir eisini, at eing
in av teimum 19 kirkjunum,
sum fáa vitjan av mus
limskum børnum á jólum,
hava havt nakrar trupulleikar
orsakað av hesum.
– Mín meting er, at nógv
muslimsk foreldur eru
trygg við at lata børn síni
koma í eina kirkju. Kirkjan
er rúmið hjá trúnni, og
nógv muslimsk foreldur
heita á børn síni at trúgva,
hóast tey sjálvandi hava
aðrar mátar at liva út sína
trúgv. Tí er tað lættari hjá
muslimum at fyrihalda
seg til støð, har ein tekur
sína trúgv í álvara, heldur
enn støð har eingin trúgv
er at finna, sigur Paul
Kofoed Christiansen.
Inge Liengaard, sum er
ph.d.lesandi við sergrein
í islam á Aarhus Universi
teti sigur, at muslimsk for
eldur einki hava ímóti til
tøkum í kirkjunum.
– Teirra uppfatan er, at
hesi tiltøkini ikki eru
missionerandi. Tá teirra
børn koma í kirkjuna, er
tað eitt úttrykk fyri at for
eldrini halda, at hetta er
ein partur av donskum
siði, sum teirra børn skulu
vera við í, sigur hon.
Smædnið
mótvegis
kristnu kirkjuni er ikki so
stórt, sum nógv kanska
ímynda sær.
– Eg haldi ikki, at for
eldrini hjá tilflytarabørn
unum bera so stóran ótta
fyri religiónini, sum mong
donsk foreldur. Tey hava
avslappað viðurskifti mót
vegis religión, sigur Inge
Liengaard.
Stórabretland átti
at hálova ávirkanini
hjá kristindóminum
á mentan okkara.
Hetta segði bretski
ráðharrin, Parmjit
Dhanda, tá Undir
húsið hevði orðaskifti
um fobi ímóti kristin
dóminum í farnu
viku
Átrúnaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Ongland: Dhanba, sum er
ráðharri í tí sum svarar til
kommunumál,
fegnaðist
undir orðaskiftinum um,
hvussu kristnir bólkar altíð
hava stríðst fyri talufrælsi
num og trúarfrælsinum.
Hesir bólkarnir hava eisini
havt sín týðandi leiklut í,
hvussu hesi rættindini verða
vird í dag.
– Vit áttu øll at verið til
vitað um hetta og hálova tí,
segði hann sambært BBC.
Parmjit Singh Dhanda,
sum hansara fulla navn er,
er borin í heim í London av
foreldrum sum eru flutt
hagar úr India.
Tað var annars tingmað
urin, Mark Pritchard úr
konservativa
flokkinum
sum hevði tikið stig til orða
skiftið.
Hann helt, at “politiskt
rættar brigadur”, sum hann
málbar seg, undirgrava teir
kristnu siðirnar við ynskin
um um at fáa teir at hóska
til marginal viðurskifti í
samfelagnum.
Sleppa kristnum
siðum
Pritchard ávaraði ímóti at
lata tey víðgongdu taka
kristindómin sum gíðsil,
við at siga seg vera verjan
fyri siðirnar. Høgrasinnaði
bretski tjóðskaparflokkurin
(BNP) hevur longu býtt út
kort í Staffordshire við
Jósef, Mariu og Jesusbarn
inum á. Teksturin vísti mill
um annað til “arv, siðir og
mentan”.
– Er stjórnin til reiðar at
standa á síðulinjuni og
sleppa kristnu siðunum í
landinum til flokkar, hvørs
endamál er at spjaða hatur?,
spurdi Pritchard undir orða
skiftinum.
Hann metti, at kristindóm
urin verður undirgravaður í
loyndum, hóast 3,2 milliónir
bretar ganga í kirkju hvønn
sunnudag.
Tingmaðurin
vísti millum annað á, at tað
verður alsamt truplari at
finna jólakort við nøkrum
sum vísir til Kristus.
– Tíðin er búgvin at vit
slakta tann politiskt rætta
drekan, sló hann fast.
Tað vóru kortini ikki øll,
sum vóru eins fegin um
orðaskiftið og søgdu bein
leiðis, at tørvur ikki var á
einum slíkum.
Ein teirra var Keith Prote
us Wood, sum er stjóri í fyri
tøkuni Proteus Wood. Hann
metti orðaskiftið sum spill
av tíð, sum Undirhúsið
kundi brúkt til onnur týð
andi mál.
– Tey kristnu verða als
ikki skúgvað til viks í al
menna lívinum. Tey eru
heldur yvirumboðaði, segði
hann við BBC.
Fleiri muslimar
í kirkju á jólum
Bretskur ráðharri rósar
kristnari ávirkan
Parmjit Dhanda (høgru
megin)sær týdning av
kristindóminum í bretska
samfelagnum
Eftir Svenning
av Lofti
Orðini omanfyri eigur hin líðandi
Job, hvørs lív hevur verið mongum
bíbliulesara ein stór og óloyst gáta.
Men tað er gott at vita, at óloystu gát
ur manna, eru Gudi eingin loyna.
Sjálvt í teirri myrkastu tíðini í
Føroyum, tá ið deyðadómar vórðu
feldir og framdir, var kortini ein
møguleiki fyri náði vístur, hóast
henda náði viðhvørt var treytað.
Sælingarhella í Havn er eitt dømi.
Kundi hin deyðadømdi klára seg upp
á Sælingarhellu, var hann bjargaður.
Hesin treytaði møguleikin fyri náði
hevði óivað sín uppruna í Gamla
Testamenti. Stutt áðrenn Ísraelsfólk
skuldu fara inn í landið og taka tað í
ogn, gav Harrin teimum boð um
griðstaðirnar (5. Mósebók 19). Tey
skuldu halga seks býir í landinum til
griðstaðir. Vit kundu eisini nevnt teir
fyri náðibýir.
Um onkur av óvart hevði volt
øðrum deyðamein, so skuldi hesin
hava møguleika at flýggja til ein av
hesum griðstøðum og verða tryggur
har. Hesir býir skuldu liggja soleiðis
í frástøðu frá hvørjum øðrum, at ikki
skuldi vera langt at fara til nakran
teirra hvar í landinum ein var
staddur.
Tað er sera áhugavert, at henda
náði varð víst, hóast hin harða
Móselóg var í fullum gildi, har hvørt
lítið misbrot fekk sína revsing. Men
hetta vísir okkum hvussu Gudi
longdist at vísa menniskjum náði.
Hesir griðstaðir eitt rámandi dømi
um týdningin av teirri verju sum
griðstaðirnir í ísraelslandi góvu teim
um, ið flýddu hagar. Allir teir 6
býirnir, sum ísraelsfólk skuldu halga
sum griðstaðir eru nevndir við navni.
Griðstaðirnir í gamla Testamenti
eru ein fyrimynd av tí heimsumfat
andi griðstaðnum, sum er Jesus
Kristus. Tann, sum søkir grið hjá hon
um, fær grið og syndanna fyrigeving
fyri allar syndir sínar í allar ævir.
Mika profetur sigur: ”Hvør er Gud
sum Tú, Gud, sum tekur burtur mis
brot teirra og fyrigevur synd teirra, ið
eftir eru av arvi Hansara. Hann
goymir í allar ævir ikki vreiði sína, tí
Hann hevur hug at vísa náði. Hann
skal aftur miskunna okkum. Hann
skal traðka niður misbrot okkara. Tú
skalt kasta allar syndir teirra í djúp
havsins.”
(Mika 7,1819)
»Náði, vinir mínir, náði!«