Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 99 - 26. mai 2001 Nr. 99 - 26. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 Tað er órættvíst, at arbeiðarafeløgini serliga skulu leggja eftir alivinnuni, sum er so viðbrekin, og sum í flestu førum gevur hægri løn enn sáttmálin krevur, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag ALING Eyðun Klakstein Tað gongur so dánt at røkja alibrúkini, sum liggja í verkfalsrakta økinum, men fólk, sum varða av alivinn- uni, halda, at verkfallið rak- ar tey órættvíst. – Alivinnan er ein eym vinna og krevur góða røkt. Í løtuni klára vit so nøkun- lunda at røkja alibrúkini, men stundum mangla vit tænastur, sum vit hava fyri neyðini, sigur Hans Jacob- sen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag. – Tað er órættvíst, at tað verður serliga lagt eftir ali- vinnuni, tá hendan vinnan er so viðbrekin og letur løn, sum oftast er væl omanfyri grundlønina hjá arbeiðar- unum, sigur hann. Hans Jacobsen sigur, at arbeiðsfólkið hjá alarunum fáa góða løn, tí arbeiðið er strævið og týdningarmikið. – Eitt er at fiskavirkini verða løgd, men støðan er ein onnur hjá alarunum, tí verður fiskurin ikki allatíð- ina røktur, so kann tað fáa avleiðingar, tá hann skal takast, sigur Hans Jacob- sen. Órímilig tiltøk Stjórin á Vestsalmon tekur undir við hesum sjónar- miði, og hann heldur, at lønarstríðið í grundini einki hevur við alararnar at gera. – Vit gjalda arbeiðsfólk- unum á alibrúkunum løn, sum er á hædd við hand- verkaraløn, og tí kann tað tykjast løgið, at vit verða raktir av hesum verkfalli, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon. – Eg skilji, at framleiðsl- an verður steðgað, men hin- vegin er tað órímiligt, at vit ikki sleppa at røkja alibrúk- ini. Øll djór mugu røkjast, tí annars endar galið, og gongur hetta verkfallið út- yvir fiskin hjá okkum, so kemur tað veruliga at kosta. Eini 150 arbeiðsfólk hjá Vestsalmon eru í verkfalli, men Vestsalmon fær í løt- uni røkt alibrúkini nøkun- lunda. Støðan er tó trupul og kann versna. – Í løtuni eru tað arbeiðs- formenninir, sum eiga lívið í fiskinum, tí teir gera eitt risastórt arbeiði, nú verk- fallið er, sigur Frímund Hansen. Vestsalmon legði nógv fóður inn undir seg, áðrenn verkfallið byrjaði, men dregur verkfallið út, kann fóðri eisini gerast ein álvar- samur trupulleiki. – Best hevði verið, um vit sloppu undan verkfalli, men vit kunnu ikki gera av, hvar arbeiðsfólkið hjá okk- um er organiserað, sigur Frímund Hansen. Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá formannin- um í Føroya Arbeiðarafelag fyrrapartin í gjár. Alivinnan kennir seg órættvíst viðfarna – Best hevði verið, um vit sloppu undan verkfalli, men vit kunnu ikki gera av, hvar arbeiðsfólkið hjá okkum er organiserað, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon Danska 1. deildar- felagið Hvidovre skal eftir ætlan spæla móti HB Ólavsøkuaftan. Møguliga verður heimsins besti mál- verji, Peter Schmeic- hel, við á liðnum saman við Óla Johannesen ÓLAVSØKA Stefan í Skorini Nógv virksemi verður á Tórsvølli á tjóðarhátíð føroyinga. Ólavsøkuaftan kemur danska fótbóltsfel- agið Hvidovre á vitjan, og mótstøðuliðið hjá dønum verður HB. Ólavsøkudag verður so finalan í kapping- ini um Løgmanssteypið millum B36 og KÍ. Fót- bóltsáhugað hava sostatt nógv at gleða seg til. Sum skilst er næstan alt komið uppá pláss viðvíkj- andi vitjanini hjá Hvidovre á Tórsvølli. Onkrir snøklar eru eftir, men væntandi verður liðið at síggja í Før- oyum. Orsøkin til at tað júst er Hvidovre, sum fekk inn- bjóðing man vera, at tvørá- maðurin Óli Johannesen dagliga spælir í felagnum. HB hevur fyrr havt vitjan úr Danmark á Ólavsøku, tá Herfølge við Jákupi Mikk- elsen var á vitjan. Líkt er til, at eigarin av hvidovre, Peter Schmeic- hel, verður við á ferðini, og hann fer at verja málið hjá Hvidovre. Peter Schmeic- hel, ið hevur verið kosin heimsins besti málverji, keypti barndómsfelag sítt fyri stuttum, og hann hevur ætlanir um at føra felagið upp í bestu deildina aftur. Peter Schmeichel, ið dag- liga spælir í Sporting Lissa- bon í Portugal, hevur tvær ferðir fyrr verið í Føroyum í fótbóltsørdinum. Síðst í áttatiárunum spældi hann við Brøndby á graslíkisvøllinum í Gunda- dali móti HB. Tá vann Brøndby 3-0. Í fjør var hann so við danska landsliðnum, sum vann 2-0 á føroyska liðn- um. Enn hevur hann hildið málið reint í Føroyum. Tað eru óivað fleiri føroyingar, ið eru spentir um at síggja Hvidovre spæla. Felagið er ikki millum tey fremstu í Danmark longur, men fleiri eldri føroyingar minnast, tá Hvidovre var í uppá sítt besta. Hvidovre á Tórsvølli á Ólavsøku Óli Johannesen, her í dysti fyri Hvidovre, skal á Ólavsøku saman við liðfeløgum sínum spæla ímóti HB Mynd: Álvur Haraldsen Seinastu dagarnar eru seiglívað tíðindi farið at ganga um, at Arbeiðarafelagið Hæddin í Runavík er so misnøgd við verkfallið, at tey ætla at taka seg úr Føroya Arbeiðarafelag. Hetta er tað bera tvætl, sigur formaðurin VERKFALL Áki Bertholdsen – Hatta er tað reina tvætl. – Karla Einarsson, for- maður í arbeiðarafelagnum Hæddini í Runavík, vísir púra avgjørt tíðindunum aftur, sum eru farin at ganga um verkfallið. Seinastu dagarnar eru seiglívað tíðindi farin at ganga um, at Føroya Ar- beiðarafelag er við at moltna – við at fara í upp- loysing. Eitt nú vilja tíðindi verða við, at limir í Føroya Ar- beiðarafelag eru so mis- nøgdir við verkfallið, at tey ætla at taka seg úr felagnum. Serliga skulu tað vera limirnir í Arbeiðarafelag- num Hædddini í Runavík, sum eru so illa foreintir við støðuna, at tey ætla at taka seg úr Føroya Arbeiðara- felag. Tað bera tvætl Men hetta avsannar for- maðurin í Hæddini upp á tað allar harðasta. – Hatta er tað bera tvætl, sigur Karla Einarsson. Hon sigur tvørturímóti, at tey eru sinnað at stríðast til síðsta mann fyri at vinna verkfallið. – Vit hava givið Føroya Arbeiðarafelag okkara fulla stuðul í verkfallinum og tann stuðulin stendur við. Hon sigur, at sjálv hevur hon onki hoyrt um hesi tíðindi. – Nakað tílíkt hevur als ikki verið til umrøðu í fe- lagnum yvirhøvur og tað passar yvirhøvur ikki. Vit hava ikki so frægt sum hugsa hendan tankan og enn minni lagt nakrar ætl- anir um at taka okkum úr Føroya Arbeiðarafelag, sigur formaðurin. Hon sigur, at limirnir í arbeiðarafelagnum eru tvørtur ímóti ógvuliga virknir í verkfallinum. – Vit eru á skrivstovuni alt samdøgurið og vit hava somuleiðis nógvar verk- falsvaktir døgnið runt fleiri staðir, eitt nú í Kollafirði og aðrastaðni við. Annars heldur Karla Einarsson ikki nógv um seinastu fráboðanina frá arbeiðsgevarunum um, at Føroya Arbeiðarafelag má gera sær púra greitt, at tey fara ikki at fáa meiri í løn enn Havnar Arbeiðsmanna- felag og feløgini í Klaks- vík, fáa, tí lønirnar skulu vera tær somu um alt landið. – Tað vera tað tveir partar um at gera av. Og arbeiðsgevarin skal ikki billa sær inn, at teir kunnu avtala við aðrar partar, hvat vit skulu hava í løn. Hvussu kunnu teir vænta, at vit góðtaka tað, spyr Karla Einarsson. Homn leggur dent á, at Føroya Arbeiðarafelag fer til samráðingar útfrá sínum sáttmála, eins og hini ferløgini samráðast út frá teirra sáttmála. Tað, hon sipar til, er, at arbeiðarafeløgini tvíhalda um, at tá ið Havnar Ar- beiðsmannafelag og feløg- ini í Klaksvík, skrivaði undir, lovaði arbeiðsgev- arafelagið teimum, at Før- oya Arbeiðarafelag skuldi ikki fáa meiri í løn. Annars finst hon at, at arbeiðsgevarar ringja til arbeiðarafeløgini í tíð og úrtíð at biðja um undan- taksloyvi til alt handa slag. – Teir skuldu heldur ringt til sítt egna felag og biðið tað komið til samráðingar um tey krøv, vit hava sett fram, so at vit fingu gjørt ein sáttmála. Hon sigur, at tað eru nógvir arbeiðsgevarar sum onki hava ímóti at betala meiri í løn. –Eg dugi ikki at síggja, hví vit skulu hava skyldina av øllum avleiðingunum av verkfallinum. Vit verða ofta søgd at vera grundstuðl- arnir undir samfelagnum. Hvørja ferð, vit eru í verk- falli í nakrar dagar kappast bæði politikarar og arbeiðs- gevarar um at siga, at øll samfelagsins virði eru í vanda. Hví kunnu vit so ikki fáa meiri í løn, tá ið vit hava so ónatúrliga stóran týdning, spyr Karla Einars- son. – Rættiligur hurlivasi tók seg upp í Suður- oynni hósdagin, tá ið boð brádliga vórðu givin um, at Smyril slapp ikki at sigla meiri tann dagin. Nógvar neyðloysnir máttu tí finnast, tí heilt nógv fólk skuldi norður um fjørð aftur VERKFALL Áki Bertholdsen Tað kom sum eitt slag mitt í solar plexus hjá nógvum fólki, tá ið útvarpið á mið- degi hósdagin boðaði frá, at Smyril varð lagdur og slapp ikki at sigla norður aftur til Havnar seinnapartin, sum hann átti. Heilt nógvir norðingar vóru í suðuroynni hendan dagin. Trý fótbóltslið vóru í Suðuroynni og harafturat var nógv fólk eisini komið norðaneftir at fylgja Ern- ingi Magnussen av Tvør- oyri. Og so vóru tað øll tey, sum bara skuldu norður- eftir. Ikki minst kom fjáltur á onkrar av fótbóltsspæl- arunum úr AB, sum høvdu verið í Hvalba og sparka, tí teir skuldu til provtøku í gjáramorgunin og máttu tí norður. Tað kom eisini fjáltur á áttanda flokk á Tvøroyri, sum skuldi við Norrønu í gjáramorgunin, tí tey skuldu til Danmarkar í seturskúla. Eisini onnur høvdu gingu við pakkaðum kufferti og ferðaseðili til Norrønu í hondini og fingu døgverðan í rangastrúpan hendan góðveðurs hósdag- in. Harafturat vóru heilsølu- bilar og annað leyst og fast, sum helst vildu inn aftur á meginlandið seinnapartin hósdagin. Tað er eisini søgan um porkeriskonuna, sum býr í Andorra. Seinastu 20 árini hevur hon verið heima einar 6-7 ferðir og tríggjar ferð er hon rakt av verkfalli og hevur verið noytt at finna alternativar loysnir fyri at sleppa til Havnar, so at hon slapp av aftur land- inum. Og nú lá hon aftur føst í Suðuroynni og skuldi við Norrønu í gjáramorg- unin. Men sjálvdan eru fólk ráðaleys, tá ið tað leikar á. Tað vóru tey heldur ikki hesuferð. Nógvar alternativir flutn- ingsmøguleikar vórðu rigg- aðir til í eini handavending og á náttúrða høvdu fleiri bátar loyst frá landi í Suð- uroy við kós ímóti Havnini, ella Sandoynni. Eitt nú fóru bæði Rankin og Anita av Tvøroyri til Havnar og høvdu fólk við, m.a. skúlaflokkin, sum skuldi á seturskúla. Steintór fór eisini av Hvalba um seks tíðina við nógvum fólki. Umborð á Steintóri var eisini pláss fyri por- keriskonuni, sum skuldi til Andorra, so eisini hesuferð slapp hon avstað. Somuleiðis kom útróð- rarbáturin Vesturberg av Sandi eisini til Sandvíkar eftir fótbóltsspælarum, sum skuldi aftur til Havnar. Summir avhesum bátun- um løgdu dent á, at teir gjørdu ikki verkfalsrakt arbeiði, tí teir skuldu til Havnar kortini í ymsum ørindum, sum tað ikki bar til at fáa avgreitt í Suðuroy, nú verkfall er og so lótu teir fólk sleppa við. Eitt nú skuldi onkur til Havnar at taka kassar. Summir av bátunum høvdu ikki bjarg- ingarútgerð til fólkið, men tað varð útvegað av ørðum bátum í oynni, so at tann parturin ikki lá eftir. Síðani hevur Strand- ferðslan boðað frá, at Smyrli sleppur at loysa aftur í morgun. Umhugsar endurgjald Í gjár visti útvarpið at siga, at Strandferðslan var farin at rokna eftir, hvussu nógv hon hevði mist av inntøkum av verkfallinum. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni segði, at tey høvdu mist rættiliga nógvar inntøkur, tí skipini sluppu ikki at flyta farm og nú misti Smyril eisini inntøkur av ferðafólki. Hann segði, at kanska fór Strandferðslan at krevja Føroya Arbeiðarafelag eftir endurgjaldi fyri missin. Vit stríðast til síðsta mann Hurlivasi í Suðuroynni – Tað var nógv virksemið á Hvalbiarkei seinnapartin hós- dagin, men ikki øll sluppu við, sum høvdu ætla sær, tí bjargingarútgerð skuldi vera til øll – Vití Runavík taka fult undir við verkfallinum, sigur Karla Einarsson, formaður í arbeiðarafelagnum Hæddini. Tað gera suðuroyingar eisini. Mikudagin hevði Føroya Arbeiðarafelag fund á Tvøroyri fyri limunum í Suðuroy. Nógv fólk, eini 250 fólk møttu upp og góvu verkfallinum sín fulla stuðul C M Y K 11 10