leygardagur 26. mai 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 26. mai 2001
13
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Enn hevur eingin
skala GÍ í landskapp-
ingini, men vágbingar
ætla sær nú at gerast
teir fyrstu
UPPTAKT
Jákup Mørk
Higartil hevur gingið sum
eftir ánni hjá GÍ. Fýra
dystir hava kastað 12 stig,
og tað er við vónunum um
nr. 13, 14 og 15, at teir um
vikuskiftið fara at vitja
føroyameistararnar í Vági.
Hetta skal tó ikki skiljast
soleiðis, at vágbingar ætla
sær at geva oddaliðnum
nakra gávu. VB hevur nú
aftur alt fólkið tókt, og
hetta merkir ivaleyst, at teir
báðir pólversku áleyparar-
nir eins og Tórður Holm
allir fara at byrja inni.
Um sjálvan dystin móti
GÍ heldur málverjin hjá
VB, Bjarni Johansen, at
hesin so avgjørt skal vinn-
ast.
- Tað skulu allir heima
dystir, so sjálvandi fara vit
eftir sigrinum. Tað gera vit
so hvørja ferð, men at tað
so ikki altíð eydnast, er ein
onnur søk, heldur hann.
Fleiri ivamál
So væl tykist ikki standa til
hjá gøtumonnum. Tá vit
hóskvøldið prátaðu við
venjaran, Johan Nielsen,
segði hann, at fleiri ivamál
vóru í hópinum.
Málverjin, Hallur Han-
sen, noyddist at gevast við
venjingini hósdagin, og
verður hann ikki við, má
nýggjur maður setast í
hansara stað. Harafturat var
hóskvøldið ivamál um fleiri
aðrar leikarar. Bartal Elia-
sen, Hans Pauli Petersen,
Magni Jarnskor og Zdzis-
law Janik eru allir meira
ella minni skaddir, men
hóskvøldið var so eingin
støða tikin í so máta.
- Eg vóni sjálvandi, at
teir verða klárir til dystin,
men enn er ov tíðliga at
svara nøkrum, segði Johan
Nielsen.
Hann helt annars, at dyst-
urin í Vági vanliga er mill-
um teir torførastu hjá GÍ,
og at hann so avgjørt heldur
ikki roknar við nakrari
lættari uppgávu hesaferð.
Bert í uppgerðini
millum B36 og FS
Vágar hevur
heimaliðið staðið
seg betri søguliga
HAGTØL
Jákup Mørk
Líkt er til, at vit kunnul
rokna við fleiri útisigrum
hetta vikuskiftið. GÍ, KÍ
og HB hava øll staðið seg
væl á útivølli, tá talan
hevur verið um mótstøðu-
liðini sunnudagin. Bæði
hjá NSÍ og GÍ skal leitast
aftur til 1994 fyri at finna
seinasta
heimasigurin,
meðan VB hóast alt vann
heimadystirna móti GÍ
bæði í fjør og 1998.
Hinvegin hevur B36
havt sera gott tak á, tá
vágamenn hava vitjað í
gundadali. Meðan talan
hevur verið um felagslið
úr Vágoynni hevur B36
bara vunnið, men tá SÍF í
1992 vitjaði í seinasta
umfarinum var talan um
sigur til útiliðið. Talvan
niðanfyri er annars lagað
soleiðis til, at fyri FS
Vágar eru tølini fyri 1992
og 1991 fyri ávíkavist SÍF
og MB.
Tá B68 í 1994 vitjaði á
Eiði, fekk EB/Streymur
eitt av fáu stigunum, sum
teir fingu tað kappingar-
árið. Higartil hava teir
longu fingið fyrsta útisig-
urin í bestu deildini, og so
er spurningurin, um teir
megna at leggja nakað
afturat úrtøkuni sunn-
dagin.
B36 eru greiðir favo-
rittar, tá teir sunnu-
dagin taka ímóti
vágamonnum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Talan verður um tvey skerd
lið, sum fara á vøllin í
Gundadali
sunndudagin.
Onkur vildi kanska hildið,
at menn sum Jens Kristian
Hansen og Pól Thorsteins-
son áttu at viga tyngri enn
Hannus Olsen og John Jo-
hansen, men kortini er
smeiturin helst nógv dygg-
ari hjá vágamonnum.
John, sum er langtíðar-
skaddur, og Hannus, sum
fór út við skaða móti
EB/Streymi, eru nevnliga í
nógv størri mun millum
berandi kreftirnar á vága-
liðnum, og hartil er breidd-
in hjá árstalsfelagnum væl
størri, enn hon er hjá FS
Vágum.
Hóast B36 møguliga eis-
ini má vera Bjarna Prior
fyri uttan, so gerst favoritt-
leikluturin neyvan minni
hjá B36 av skaðastøðuni,
og einki er at ivast í, at
áskoðararnir krevja ein
sigur, helst tryggan sigur,
av leikarunum.
Vágamenn vilja helst
seta seg nøgdar við minni,
og fáa teir eitt stig við sær
vestur aftur, er einki at ivast
í, at teir verða ovurfegnir.
VB-GÍ:
VB skal steðga GÍ
Gøtumenn rokna við einum truplum dysti í Vági, har heimaliðið aftur er fullmannað
'00
'99
'98
'97
'96
'95
'94
'93
'92
'91
VB-GÍ
5-3
1-3
3-1
0-0
0-4
0-2
-
2-3
1-2
1-0
3-1-5
13-18
B71-KÍ
0-4
1-2
-
0-5
0-6
1-4
2-0
2-1
1-2
-
1-0-6
7-24
NSÍ-HB
1-3
0-2
0-4
1-1
-
0-0
4-1
-
0-3
0-0
1-3-4
6-14
EB/Str.-B68
-
-
-
-
-
-
0-0
-
-
-
0-1-0
0-0
B36-FSV
6-1
-
-
4-2
5-1
3-2
-
-
2-4
6-0
5-0-1
26-10
Í alt
Útiliðini hava
fyrimun
B36-FSV:
Kravið er ein sigur
13
gult12 cyan12 magenta12 svart12
Nýggjur maður í
landsliðshópinum
fyri Pól Thorsteins-
son verður Jón Rói
Jacobsen
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
Tað var erin harmur Allan
Simonsen, sum hósdagin
fekk boðini frá Pól Thor-
steinsson um, at hann ikki
verður tøkur til komandi
landsliðsuppgávurnar.
- Støðan minnir sum so
um avboðið hjá Toda. Tað
er keðiligt, at eitt avboð
skal koma soleiðis, og tað
er so avgjørt ikki nakað,
sum styrkir hópin, sigur
Allan Simonsen, sum tó
ikki vil gera nakrar við-
merkingar til málið við Pól.
- Til tað kenni eg málið
alt ov lítið, og tí fái eg ikki
sagt nakað.
Jón Rói í hitan
Ístaðin fyri Pól Thorsteins-
son hevur Allan Simonsen
tikið Jón Róa Jacobsen úr
HB út til landsliðið. Hesin
hevði júst fingið boðini, tá
vit hósdagin prátaðu við
hann, og hann var sjálvandi
fegin um møguleikan, sum
hann nú hevur fingið.
- Tað er sjálvandi nakað,
sum eg altíð havi droymt
um, og hóast eg ikki havi
gingið og roknað við
hesum, so var eg ikki heilt
bilsin, sigur Jón Rói.
- Eg varð eisini tikin út til
venjingarleguna í Spania,
men hetta var beint áðrenn
eg skuldi til Derby at venja,
og tí gav eg avboð. Eg havi
tí líka sum vita av, at eg
taldist millum teir á leið 30
leikararnar, sum eru í
myndini til hópin.
Jón Rói, sum bert er 18
ára gamla, ivast ikki í, at
hetta er eitt stórt framstig
fyri seg. Eisini hóast hann
ikki roknar við at vera
millum teir fyrstu 11 á
vøllinum.
- Tað er so einki at ivast í,
at hetta er eitt stórt pluss.
Ikki minst, tí hetta kann
gera meg meira áhugaverd-
an fyri útlandinum, og tað
er so avgjørt nakað, sum eg
eisini droymi um. Eg vil tó
ikki siga, at eg rokni við at
sleppa at royna meg í dysti.
Til tað eri eg kanska ov
óroyndur,
men
fái
eg
kjansin, so geri eg sjálvandi
mítt besta.
- Fyri fyrst eri eg bara
fegin um at sleppa við, og
so má eg bara royna at vísa
meg frá míni bestu síðu
undir venjingunum, sigur
Jón Rói Jacobsen at enda.
Nr. 99 • leygardagur • 26. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir trætumál við
FSF um bonuspengar
fyri sigurin á Luks-
emburg, er Pól
Thorsteinsson so-
mikið harmur, at
hann hevur givið
avboð til komandi
landsdystirnar
LANDSLIÐSAVBOð
Jákup Mørk
Hóast tað neyvan nervar
nakran í Jugoslavia, so er
nú líkt til, at ófriðarliga
støðan í fjør nú hevur við
sær, at Pól Thorsteinsson
ikki er tøkur at spæla á før-
oyska landsliðnum.
At dysturin móti Jugo-
slavia varð fluttur til 16
.august í ár hevði nevnliga
við sær, at Pól Thorsteins-
son framvegis hevði ein
dag leikbann, tá føroyska
liðið fór til Luksemburg, og
tí ikki kundi taka lut í 2-0
sigrinum.
Ongar bonuspengar
FSF sigur nevnliga, at tá
leikari ikki er við á dómara-
seðlinum, hevur hesin ikki
rætt til bonuspengar, og
hetta hevur fingið øði í Pól.
Hann vísur á, at eftir sig-
urin á Luksemburg tóktist
einki vera galið. Lagið var
gott, og sum skilst, hevði
Pól tá eisini fingið at vita,
at hansara partur av bonus-
upphæddini ikki skuldi
liggja eftir. Sjálvur sigur
Pól, at hann ikki varnaðist
hetta, fyrr enn hann fekk
avrokningina frá FSF fyri
ferðina.
- Tá eg fekk avrokning-
ina, setti eg meg beinanveg-
in í samband við Jens
Martin, sum er umboðs-
maður hjá spælarunum, og
hann at tosaði so við FSF
mína vegna. Tá hetta einki
úrslit gav, bað hann meg
seta meg í samband við
Jens Erik Magnussen, og
hann bað meg orða eitt
skriv til FSF.
- Skrivið varð so viðgjørt
á fundi, men FSF kom til
somu
niðurstøðu,
sum
landsliðsnevndin var komin
til. Nevnliga at bonuspeng-
ar bert verða útgoldnir, um
leikarin hevur verið á
dómaraseðlinum.
- Eg má bara siga, at eg
eri ótrúliga skuffaður av
viðferðini, og tí havi eg
givið avboð til teir báðar
komandi dystirnar. Hevði
eg vita av hesum áðrenn, so
kundi tað jú verið, at eg als
ikki var við í Luksemburg,
men ístaðin bert fór til
Russlands. At tað skal vera
somikið avgerandi fyri FSF,
um teir rinda bonus til 17
ella 18 leikarar, dugi eg als
ikki at skilja, sigur Pól,
sum eisini leggur dent á, at
tað ikki so nógv eru peng-
arnir, sum hava fingið hann
at taka hesa støðu.
- At byrja við hugsaði eg
kanska um, at pengarnir
høvdu nakað at siga, men
nú er tað blivið til eitt
prinsipp hjá mær, og sum
støðan er, so ætli eg mær
ikki at spæla við landslið-
num, sigur Pól, sum tó
samstundis leggur dent á, at
avboðið í fyrsta umfari bert
er til teir báðar komandi
dystirnar.
Steypafinalan
verður endurtøka
av 1999 finaluni, tá
Tomislav Sivic, sum
nú er venjari hjá
KÍ, stóð á odda fyri
B36, sum tapti 3–1
LØGMANSSTEYP
Jóannes Hansen
Í Fótbóltssambandinum
hava teir neyvan nakað
ímóti, at tað hósdagin
eydnaðist klaksvíking-
um at kvalifisera seg til
finaluna um løgmans-
steypið, sum verður á
Tórsvølli ólavsøkudag.
KÍ man vera tað felagið,
sum oftast hevur nógvar
áskoðarar við sær til
dystir á útivølli. Serliga
tá nógv stendur upp á
spæl, hevur ferðingar-
hugurin hjá klaksvík-
ingum verið stórur.
Tað sást fleiri ferðir í
fyrraárið, tá KÍ vann
nógv. Síðani tá hevur tað
gingið minni væl hjá KÍ,
og tað hevur sást aftur á
huginum at ferðast við
KÍ. Men samstundis er
svongdin hjá KÍ áskoð-
arunum stór eftir at
síggja teirra lið vera við
í fremsta stríðnum. Á
ólavsøku
eru
altíð
nógvir klaksvíkingar í
høvuðsstaðnum, og tí
man lítið vera at ivast í,
at tað fara at vera fleiri
KÍ viðhaldsfólk á Tórs-
vølli ólavsøkudag, enn
tað nakrantíð áður hava
verið til ein fótbóltsdyst
hjá KÍ í Gundadali.
B36 eigur nógv trúgv
viðhaldsfólk. Ofta vísir
tað seg, at ábyrgdin fyri
at stuðla kennist størri,
tá liðini eru á útivølli,
enn tá tey eru á heima-
vølli. Men tað er eingin
ivi um, at B36 viðhalds-
fólkini fara at skipa seg
væl undan ólavsøkuni.
Fótbólthugað
kring
landið hava í fleiri ár
eftirlýst
spenningi
í
ólavsøkufótbóltinum.
Nú er lagt upp til spenn-
ing og dramatikk, og tí
er tað neyvan langt av
leið at rokna við, at
áskoðarametið í Gunda-
dali stendur fyri falli.
Áskoðarametið til fót-
bólt í Gundadali man
ikki vera langt frá teim-
um 5.500 áskoðarunum,
sum møttu upp, tá
Turkaland og Føroyar
spældu 1–1 15. juli
1991.
Endurtøka
Finalan ímillum B36 og
KÍ verður ein endurtøka
av finaluni í 1999. Ta
ferðina vunnu klaksvík-
ingar 3–1. Tomislav
Sivic var venjari hjá
B36. Nú er hann venjari
hjá KÍ. Heðin á Lakjuni
var á KÍ liðnum. Nú er
hann á liðnum hjá B36.
Áðrenn B36 og KÍ
hittast
á
Tórsvølli
sunnudagin 29. juli,
skulu tey hittast eina
ferð í landskappingini.
Tað verður á ovara vølli
í Gundadali í sjeynda
umfarinum, sum verður
á skránni sunnudagin
17. juni.
Steypavinnarin tryggj-
ar sær pláss í UEFA Cup
kappingini
á
sumri
2001. Tað er eisini ein
møguleiki fyri, at tap-
arin í steypafinaluni
sleppur upp í part í
Europa. Soleiðis verður
tað, um steypavinnarin
eisini vinnur FM. Sein-
ast tað kom fyri, var í
1999, tá KÍ vann FM og
steypafinaluna – við 3–1
sigri á B36, sum nú
hevur møguleika at siga
takk fyri seinast.
Innrás úr Klaks-
vík á ólavsøku
Pól gevur avboð
- At byrja við hugsaði eg
kanska um, at pengarnir
høvdu nakað at siga, men nú
er tað blivið til eitt prinsipp
hjá mær, sigur Pól
Thorsteinsson
Jón Rói sleppur við
C
M
Y
K
12