Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 99 - 26. mai 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 Bæði hjá NSÍ og hjá Kí darvaði tað fram- rættaða spælið, tá teir vóru frammanfyri í spennandi og tætta stríðnum um atgongumerki til ólavsøkuna HÁLVFINALA Jóannes Hansen Tað var tætt og spennandi í Runavík hósdagin. Í dýrd- arveðrinum sótu og stóðu áskoðararnir hjá báðum pørtum á nálum allar 90 minuttirnar og ikki minst í teimum fýra minuttunum, sum Odmar Andreasen, ið kom væl frá uppgávuni sum 23. maður, hevði lagt afturat. At tað skuldi vera KÍ og ikki NSÍ, sum skuldi í finaluna, var ikki greitt, fyrrenn dómarin hevði bríklsað fyri síðstu ferð. Úrslitið var 2–2. Harvið fór NSÍ úr kappingini uttan at hava tapt í hálvfinaluni (dysturin í Klaksvík endaði 1–1), og KÍ er komið í finaluna uttan at hava vunnið í hálvfinaluni. Reglarnir siga, at tá tað stendur á jøvnum, eru tað málini, ið eru skorað á útivølli, sum telja. Tað var nóg mikið hjá KÍ í 1999, tá teir eftir 1–0 tap í Klaksvík vunnu 2–1 á HB í Gunda- dali, og tað var nóg mikið hesa ferð. Taktiska telvingin Hetta var triðja uppgerðin ímillum NSÍ og KÍ í ellivu dagar. Báðir venjararnir hava roynt at broyta teirra lið frá dysti til dyst. Bæði tí teir orsaka av skaðum hava verið noyddir til tað, og tí teir hava roynt at fáa meiri burtur úr potentialinum. Hesa ferð vóru bæði lið- ini í 3–5–2 útgangsstøðu, um alt meiri skaðadarvaði NSÍ liðformaðurin, Djóni N. Joensen, verður roknað- ur sum verjukendur mið- vallari heldur enn miðverji. KÍ liðformaðurin, Allan Joensen, var sera sannfør- andi í vinstru, inntil hann noyddist út við skaða, og enn eina ferð noyddist Christian Høgni Jacobsen, sum aftur hesa ferð hevði Andrass Jacobsen hangandi uppi í sær, at ásanna, at hann er so mikið darvaður av skaða, at tað ikki ber honum til at spæla. NSÍ hondbremsan Tað var týðuligt, at nógv stóð upp á spæl, og at spælararnir leingi vóru bangnir fyri at gera mistøk. Stríðið um miðvøllin var stórt, men KÍ hevði havt einstøk gjøgnumbrot í vinstru, tá NSÌ knappliga kom á odda. Rangstøðu- fellan miseydnaðist hjá KÍ, og innskifti Sonni L. Pet- ersen gjørdist púra leysur í høgru. Hann kom væl inn í brotsteigin, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin sat í handara síðunetinum. Tá vóru 28 minuttir farnir. Fagnaðurin á heimalið- num var øgiligur, men tað var skjótt, at armarnir komu niður aftur. Beinan- vegin vóru ábendingar um, at NSÍ hevði hug at binda um, soleiðis at teir heldur hugsaðu um at verja leiðsl- una, enn at leypa á, men tað var ikki nakað gott hugskot, og tað var skjótt, at fyri- treytirnar broyttust. KÍ hondbremsan Klaksvíkingar fingu yvir- takið. Fríðin Ziskason, sum hevur verið skaddur, var ikki bara stóri stríðsmað- urin á miðvøllinum, men hann spældi eisini skila- gott. Í álopinum vóru Alex- ander Djordjevic og Hjal- grím Elttør sera vanda- miklir, og teir áttu útjavn- andi málið. At tað fór at koma, vóru tað týðuligar ábendingar um. KÍ hevði fleri hornaspørk, og eina ferð bjargaði NSÍ verjan á strikuni. Alexander Djordjevic var hesa løtuna stóri munurin. Eftir at Jan Joensen skund- aði sær at lyfta fríspark fram eftir miðásinum, og alt meðan NSÍ verjan snorksvav, gjørdi jugoslav- in eina av sínum hegnisligu temjingum, snaraði um seg sjálvan og stakk til Hjal- grím Elttør, sum úr fimm metrum í vinstru sendi í handara síðunetið. Tá vóru 32 minuttir farn- ir, og bara fimm minuttir seinni gjørdist lagið upp- aftur betri ímillum nógvu KÍ viðhaldsfólkini. Jan Andreasen byrjaði álop heilt afturi í vinstru, spældi Hjalgrím Elttør, Allan Joensen yvirlappaði í vinstru, og Alexander Djordjevic umsetti flata innleggið dygst innvið nærra stólpanum. Trygvi Mortensen, sum annars stóð seg væl í NSÍ mál- inum, hevði í hesum førin- um fingið vektina á skeiva beinið. So noyddust teir á heima- liðnum at skora tvær ferðir fyri at koma í finaluna. Tað tóktist ávirka klaksvíkingar mest, og síðstu 50 minutt- irnar var tað NSÍ, sum hevði leikliga yvirtakið. Teir spentu álopsbogan, KÍ varð trýst aftur á vøllin, men klaksvíkingar dúvaðu upp á snarálopsmøguleik- arnar, og tríggjar ferðir vóru møguleikarnir so stórir, at teir áttu at havt mál við sær. Umskipingin riggaði Eftir steðgin komu tveir ungir NSÍ spælarar á vøllin. Brynjolvur Nielsen fekk heilt gott tak á tí í høgra borði, og Rúni Rasmussen styrkti um bóltspælið aftarlaga í høgra borði. Ian Højgaard og Sjúrður Jacobsen settu dám á, og í longum løtum tóktist tað, sum um tað vóru fleiri gulir enn bláir á vøllinum. Sentrali miðvøllurin hjá KÍ hekk ikki saman. Spælar- arnir hugsaðu ov nógv um bóltin og ov lítið um, hvussu mótstøðumenninir fluttu seg. Og tað man lítil ivi vera um, at um NSÍ hesa løtuna hevði havt ein álopsspælara á sama støði sum Alexander Djordjevic hjá KÍ, so høvdu teir fingið fleiri mál enn eitt. Martin Glancy stýrdi innleggi úr vinstru í tvørtræið, og tvær ferðir vardi Meinhard Joensen, sum í KÍ málinum tóktist vaksa við uppgáv- uni, tá mótstøðumenn vóru einsamallir ígjøgnum. Sonni L. Petersen var arkitektur fyri útjavnandi málinum. Hann kom leysur í høgru, sneiddi framvið málverjanum og sendi í stólpan. Verjuspælari royndi at bjarga, men ólukkutíð fyri hann og KÍ stakk bólturin í hann og fór í málið. NSÍ spenti bogan upp- aftur hægri. Intensiteturin var øgiligur, nógvir spæl- arar ofraðu seg fullkomu- liga í nærdystunum, møgu- leikar vóru í báðum endum, og harvið var undirhalds- virðið í toppi. Men tað komu ikki fleiri mál. Enn eina ferð noyddust teir í NSÍ at ásanna, at tað bleiv ikki meiri enn tætt við. Útferðin hjá klaksvíkingum hevði loyst seg, og upp á standandi fót avgjørdu teir at fara á ólavsøku. NSÍ-KÍ 2-2 (1-2) 1-0: Sonni L. Petersen 1-1: Hjalgrím Elttør 1-2: Alexander Djordjevic 2-2: sjálvmál NSÍ: Trygvi Mortensen – Arnfinn Langgaard (Rúni Rasmussen, 46), Kári Hansen (Brynjolvur Niel- sen, 46), Jónstein Petersen – Dánial Hansen, Ian Højgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen, Áki L. Hansen – Christian Høgni Jacobsen (Sonni L. Petersen, 25), Martin Glancy KÍ: Meinhard Joensen – Andrass Jacobsen, Jan Andreasen, Niclas Niclas- sen – Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic (Eyðun Klakstein, 80), Fríðin Ziskason, Allan Joensen (Símun Waag Høgnesen, 57) – Alexander Djorjevic, Hjalgrím Elttør Silkeborg í Europa Cup Hóast AB kom á odda, so megn- aðu teir í Silke- borg at vinna sannførandi STEYPAFINALA Jóannes Hansen Silkeborg vann hós- dagin donsku steypa- kappingina. Hetta var fyrsta ferðin, at Silkeborg, sum ikki er so gamalt í toppin- um í donskum fót- bólti, vann finaluna. Fyrstu løtuna sá kortini einki út. Mótstøðumenninir úr AB vóru nærlagdir og ídnir, og teir fingu fyrsta málið. Ungi Ali Akida var fyrstur á returbólti, sum hann sendi framvið Peter Kjær. Tað vóru fjúrtan minuttir farn- ir, tá AB kom á odda. Fram ímóti hvíld- ini kom Silkeborg alt meiri við í spælið, og eftir at teir seks minuttir inn í 2. hálvleik høvdu javn- að, og tíggju minuttir seinni vóru komnir á odda, var eingin ivi um, hvør átti betra liðið. Áskoðarafjøldin hevur ofta verið størri til finaluna, enn hon var hesa ferð. 14.743 áskoð- arar vóru í Parkini, og teir sóu Brian Pedersen javna og Thomas Poulsen leggja Silkeborg framum. Síðstu løt- una gjørdi topp- skjúttin hjá Silkeborg um seg. Henrik Ped- ersen skoraði eftir 74 minuttir og aftur eftir 89 minuttir. Harvið gjørdist úrslitið 4–1 til Silkeborg, sum tískil vann steypa- finaluna rættuliga sannførandi. Hondbremsan spældi báðum pørtum eitt puss Saman við liðfeløgunum fer Harley Bertholdsen nú til Havnar á ólavsøku, har finaludysturin skal spælast á ólavsøku Mynd: Jonhard Hammer FCK- Liverpool Vinnarin av kapping- ini um ferð til dystin millum FCK og Liv- erpool varð funnin fríggjadagin. Navnið á vinnaranum verður kunngjørt í týsdags- blaðnum 15 14 Nr. 99 - 26. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Sandoyingar hava alt fólkið tókt, meðan KÍ skal brynja seg út av nýggjum, eftir nógva stríðið í hálvfinaluni UPPTAKT Jóannes Hansen Sandoyingar taptu síðsta sunnudag á Svangaskarði. Í sær sjálvum var hetta ikki nøkur skandala. Kári Reyn- heim og hansara menn kunnu væl finna løtur úr tí dystinum, sum tað er skilagott at byggja víðari á. Á Toftum var Allin Sim- onsen í málinum, tí Walde- mar Nowiscki var sjúkur. Nú er málmansálitið hjá B71 komin fyri seg aftur, og tað er sjálvandi ein kær- komin styrkur, sjálvt um Allin Simonsen stóð seg væl á Svangaskarði. Hinir B71 spælararnir eru allir tøkir, og so er tað upp til Kára Reynheim at finna fram til, hvussu liðið skal síggja út. Har eru einir sekstan spælarar um boðið. Tað er ikki komið so ofta fyri hjá B71 tey seinnu árini, at teir hava havt so stóra kapping um plássini. Í Klaksvík skuldu teir hava heilt lætta venjing í gjárkvøldið. Undan ferðini til Sands ræður tað um at fáa spælararnar at koma fyri seg aftur, eftir at teir hósdagin løgdu nógv fyri, tá teir stríddu seg til finalu- pláss í steypakappingini. Liðformaðurin hjá KÍ, Allan Joensen, noyddist av vøllinum í 57. minutti. Tíbetur var tað ikki gamli fótskaðin, sum gjørdi um seg. Hesa ferð tóktist talan vera um vøddaskaða í lærinum. Tá vit frættu var ikki greitt, hvussu álvars- samur skaðin er, men teir har norðuri søgdu seg kvíga fyri, at liðformaðurin ikki verður tøkur hesa ferð. Tíbetur fyri Allan Joensen og KÍ, so verður steðgur í landskappingini frá sunnu- degnum og tvær vikur fram. Tomislav Sivic noyddist eisini út við skaða í Runa- vík, og Alexander Djordje- vic fekk eisini ein løst. Í KÍ roknaðu teir í gjár við, at í hvussu so er tann seinni nevndi verður við í morgin. Símun Joensen hevur bruna í øðrum hælinum, og hann er sera ivasamur til B71 dystin. Eftir at tvey tey fyrstu umførini í landskappingini kendust heilt trilvandi, so hevur tað gingið heilt væl hjá KÍ tær síðstu vikurnar. Teir hava spælt seg í steypafinaluna, og teir hava í tveimum landskappingar- dystum fingið seks stig. Dystirnir um vikuskiftið 1. deild menn 27.05 VB-GÍ Birgir Sondum 27.05 B71-KÍ Oddmar Andreasen 27.05 NSÍ-HB Lassin Isaksen 27.05 EB/Streymur-B68 Niklas á Líðarenda 27.05 B36-FS Vágar Eiler Rasmussen 2. deild menn 26.05 LÍF-Skála Petur Hans Joensen 26.05 KÍ-NSÍ Erling Eysturoy 26.05 Sumba-HB Regin Egholm 26.05 TB-ÍF Dagfinn Olsen 26.05 B36-GÍ Hans F. Hansen 3. deild menn 27.05 VB-GÍ Lars Müller 27.05 B71-KÍ Ransin N. Djurhuus 27.05 Royn-AB Zoran Mancic 27.05 TB-B68 Petur E. Kjærbo 27.05 B36-ÍF Tommy O. Joensen Pacek er skaddur, men annars eru allir spælararnir hjá EB/Streymi og B68 tøkir UPPTAKT Jóannes Hansen Uppmøtingin til fótbólts- venjingina hjá EB/Streymi hevur verið góð í ár. Spælararnir tykjast vera væl fyri, og eftir fyrsta sigurin á útivølli nakrantíð í bestu deildini, sigur tað seg sjálvt, at lagið hevur verið sera gott, síðani sigurin í Miðvági. Hesa ferð tekur EB/ Streymur ímóti B68. Liðini hava eina ferð áður hittst í bestu deildini. Tá endaði tað við javnleiki. Í Miðvági var pólverjin, Andrzej Pacek fyri fyrstu ferð í verjuni hjá EB/Streymi. Ta ferðina varð hann skaddur í lærinum. Síðani hevur hann ikki vant saman við hinum, og tað er greitt, at hann verður ikki við ímóti B68. Hjá B68 eru allir spælar- arnir tøkir. Jan C. Dam noyddist at fara av vøllin- um, tá B68 hevði vitjan av sandoyingum. Veteranurin hevði trupulleikar við lær- krikanum, men hann vandi saman við hinum hós- kvøldið og verður við á Eiði. Jan Petersen legðist sjúkur leygardagin í síðstu viku, og hann noyddist at geva avboð til dystin ímóti B71. Ta ferðina kom Marlon Jorge inn á vong- verjan í høgru. Nú er Jan tøkur aftur, og so er tað upp til venjaran at gera av, hvussu hann setur liðið saman. Ein spurningur, sum hann skal taka støðu til, er um Marcello Mar- cellino hesa ferð skal vera ímillum teir fyrstu ellivu, og hvør skal út á beinkin at sita, um brasiliumaðurin verður í álopinum. Bæði NSÍ og HB hava staðiliga brúk fyri øllum stigunum, um tey ikki skulu smokka burtur ímillum UPPTAKT Jóannes Hansen Tað eru tvey lið, sum ikki hava havt viðrák síðstu vik- urnar, sum hittast í Runavík í morgin. Hósdagin fall NSÍ á heimavølli í hálv- finaluni í steypakappingini ímóti KÍ, og sama dag fall HB á heimavølli í hálv- finaluni í steypakappingini ímóti B36. NSÍ hevur havt eina laka byrjan í landskappingini, og hjá HB hevur tað síðstu vikurnar ikki gingið so leikandi lætt, sum fyrstu umførini kundu borið boð um, at tað fór at gera. Tí er tað alneyðugt hjá báðum pørtum at fáa fulla úrtøku í innanhýsis uppgerðini við Løkin í Runavík. Burtursæð frá langtíðar skaddu Jóhannisi Joensen og Andrew av Fløtum, so eru allir HB menninir tøkir. Fyri HB viðhaldsfólkini og onnur við, var tað ikki lætt at fylgja við, tá HB venjarin tók Una Arge út, alt meðan teir í HB royndu at fáa málið, sum hevði sent teir og ikki B36 í steypa- finaluna. Men tað er neyv- an nakað at ivast í, at Uni Arge aftur í morgin verður fremsti álopsmaðurin hjá HB. Í NSÍ er tað greitt, at teirra fremsti álopsmaður verður ikki tøkur í morgin. Christian Høgni Jacobsen hevur hildið frí frá venj- ingini í fleiri kvøld. Teir vónaðu, at hann fór at verða førur fyri at spæla sunnu- dagin ímóti KÍ, men longu eftir eitt korter var tað greitt, at landsliðskandi- daturin var ikki nóg væl fyri. Liðformaðurin hjá NSÍ, Djóni N. Joensen, fekk ein løst í lærið undir venjingini týskvøldið. Hann var á vøllinum allar 90 minutt- irnar ímóti KÍ, men í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at Djóni var skaddur. Hann var á vøllinum alla tíðina, tí NSÍ longu í steðginum hevði gjørt nýtslu av øllum skiftisspælarunum. Í gjár roknaðu teir ikki við, at Djóni fer at verða tøkur í morgin. Gert Langgaard hevur verið skaddur síðani lands- kappingardystin í Klaksvík. Hann er sera ivasamur ímóti HB. Á plusssíðuni hjá NSÍ telur tað, at Jens Martin Knudsen er tøkur aftur, eftir at hann noyddist at hyggja at, tá liðfelagarnir duttu burturúr steypakapp- ingini. So fáa vit at síggju, hvussu uppsettur landsliðs- maðurin verður ímóti HB. B71-KÍ: Fleiri klaksvíkingar eru ivasamir KÍ tykist nú at vera komið fyri seg, og vinna teir á Sandi fer tað at síggja heilt ljóst út EB/Streymur-B68: Gott lag á Mølini NSÍ-HB: Lagnudystur í Runavík HB skal nú reisa seg, eftir at hava mist seinastu vikurnar, men runavíkingar hava somuleiðis stóran tørv á stigum C M Y K 14