Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 99 - 26. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 HB vann við einum máli á B36 í seinnu hálvfinaluni, men hetta var júst eitt mál ov lítið, og hóast HB í báðum hálvfinalun- um hevur havt sínar møguleikar, so man tað samanumtikið vera í lagi, at tað verða svørt/hvítu grannarnir, sum skulu spæla finalu- dystin á ólavsøku HÁLVFINALA Jákup Mørk HB kendi treytirnar, áðrenn teir fóru á vøllin til seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið. Teir skuldu í minsta lagi skjóta tvey mál móti grannunum, og um hetta skuldi verða nóg mikið, skuldu B36 haldast frá málskjótingini. Harðar treytir, men hin- vegin tóktist uppgávan ikki ómøgulig. Ikki minst tí B36 mátti vera Arnbjørn Dan- ielsen fyri uttan, eins og bæði Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson vóru ivasamir. Somikið ivasamur var Pól, at hann mátti gevast undir upphitingini, og hetta noyddi B36 venjaran til at gera nakrar umskipanir á liðnum beint upp undir dystarbyrjan. Gáva gav nervar Ein partur av hesi um- skipan var at nýta Jan Guttesen í høgra verju- borði. Um tað var orsakað av hesum, skal ikki gitast um, men longu eftir knøpp- um fimm minuttum hevði Jan givið grannunum eina gávu av teimum heilt stóru. Eingin vandi tóktist vera á ferð, tá Alaln skifti úr høgru. Jan sá út til at hava fult tamarhald á støðuni, men tá hann skuldi leggja aftur til málverjan, var ov lítil ferð á bóltinum, og so hevði Pætur Dahl lætt spæl við at senda bóltin í netið. Fram til tá var tað kanska B36, sum hevði víst flestu tenninar. Undan dystinum varð sagt, at teir ikki ætlaðu at spæla verjukent fyri at verja 3-1 leiðsluna, og tað gjørdu teir so avgjørt ikki. Tvørturímóti høvdu teir tríggjar mans á toppinum, og hetta sá eisini út til at ørkymla HB’arnar. Eftir leiðslumálið kom tó vend í. Sálarligi hvøkkurin hjá B36 var stórur, og vandi var á ferð at kalla hvørja ferð HB fór frameftir. Talan kundi verið um 2-0 eftir lítlari løtu, men Tróndur togaði eina framúr bjarging fram, tá Jón Rói Jacobsen úr 10 metra fjarstøðu heil- fluktaði móti málinum. Hinvegin hevði B36 løtu seinni ein risamøguleika, tá Heðin fekk ein bólt ser- veraðan frá John Petersen, men stútarin mundi fara einar fimm metrar framvið málinum. Yvirhøvur var talan um ein sera lívligan fyrra hálv- leik. Hvørki av liðunum vildi geva seg, men royndu hvør í sínum lagi at trýsta seg niðan eftir vøllinum í vónina at fáa málið, sum kundi avgera dystin. Áttu at avgjørt B36 varð sum nevnt skert undan dystinum, tá Pól Thorsteinsson mátti geva seg, og eftir hálvum tíma noyddist Jens Kristian Han- sen somuleiðis av vøllin- um. Hetta tóktist tó ikki at nerva B36 nakað serliga nógv. Spakuliga fingu teir arbeitt seg inn í dystin, soleiðis at friður eisini kom á verjuspælið, sum fyrsta hálva tíman hevði verið alt annað enn sannførandi. Talan gjørdist tó ikki á nakran hátt um nakra yvirvág í fyrra hálvleiki, og tá farið varð út til seinna hálvleik, sótu áskoðararnir við kensluni av, at alt enn var púrasta opið. Soleiðis var eisini restina av dystinum, men kendu B36 sína vitjunartíð, so kundu teir avgjørt dystin í seinna hálvleiki. Nú var tað nevnliga í stóran mun B36, sum hevði sett seg á dystin. HB varð trýst alsamt longur aftur á vøllin, og fleiri málmøgu- leikar spurdust eisini burturúr. Mál fingu teir tó ikki, og hetta gjørdi eisini, at vónin hjá HB ongan tíð slóknaði. Teir mundu fingið enn eina gávu tá Klæmint Matras mundi gjørt sjálv- mál, men í evstu løtu fekk Tróndur Vatnhamar vippað bóltin upp um tvørstongina. Nærri enn hesum kom HB ikki. Seinastu løtuna var talan um fleiri long innkøst frá Allani Mørkøre, sum øll førdu vandamiklar støður við sær, men veru- ligar atsóknir á málið varð talan ikki um. Í lagi Sæð yvir báðar dystirnar, so mundi tað vera í lagi, at mest vinnandi steypaliðið ikki verður í finaludystin- um í ár. B36 var helst besta liðið samanlagt, og sum sagt, so kundu teir avgjørt alt í seinna hálvleiki, um teir kendu sína vitjunartíð. Hinvegin skerst ikki burtur, at HB-leikarar og –viðhaldsfólk munnu iðra seg, um einstakar støður í báðum dystunum. Ikki minst tá hugsað verður um minsýtta brotssparkið hjá Rúna Nolsøe í fyrru hálvfinaluni. Alt hetta er tó bert søga, og á nakna veruleikanum, sum nú er eftir, stendur fast, at tað verður B36, sum skal spæla móti KÍ í ólavsøkufinaluni. HB-B36 1-0 (1-0) B36 víðari við saman- lagt 3-2 1-0: Pætur Dahl 5. Dómari: Súni Johansen (SÍF) HB: Bárður Johannesen – Vagnur M. Mortensen, Hans á Lag, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joen- sen – Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Pætur Dahl – Allan Mørkøre, Uni Arge B36: Tróndur Vatnhamar – Herbert í Lon Jacobsen, Egil Zachariasen, Jens Kristian Hansen – Jan Guttesen, Klæmint Matras – Kenneth Jacobsen, Heðin á Lakjuni – Magni á Lakjuni, John Petersen, Jákup á Borg Vunnu slagið - taptu kríggið Kurt Mørkøre var á vøllinum tveir teir seinastu minuttirnar, og Julian Johnsson er framvegis ikki komin aftur á liðið TIPPELIGAN Jóannes Hansen Tað var heilt gott lag í Sogndal hóskvøldið. Fyri fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum høvdu teir vunnið á útivølli, og tað kom sjálvandi sera væl við. Sæð við føroyskum eyg- um eina stóra viku undan HM undankappingardyst- unum órógvar tað, at hvørgin føroyski landsliðs- spælarin í Sogndal fær dystarvenjing. Julian Johnsson er ikki enn komin aftur á liðið eftir fótskaðan, og hesa ferð slapp Kurt Mørkøre upp í part eina heilt lítla løtu. Tað snúði seg um at fáa tíðina at ganga, tá teir tveir minuttir undan leikloki settu Kurt á vøllin. Sogndal vitjaði í Moss, og 2.861 áskoðarar sóu á Melløs stadion heimaliðið koma á odda longu í 2. minutti. Simon Brennes var leysur í brotsteiginum, tá hann smekkaði til við vinstra beini. Sogndal spældi betri enn heimalið- ið, og tí var tað fult uppi- borið, at teir í 17. minutti javnaðu. Dag Christian Sørum hálvfluktaði úr 20 metrum. Í 61. minutti fekk Sogn- dal sigursmálið. Miðvall- arin Rune Balseth var á brotsteigarmarkinum, tá hann sendi bóltin dygst niðri við stólparótini og í kassan. Støðutalvan er eftir níggju umfør so at siga farin í tveir partar. Moss er við trettan stigum aftast av teimum átta fremru lið- unum, og við níggju stigum er Sogndal fremst av teim- um seks í niðara endanum. Tromsø setti eitt keðiligt met hóskvøldið. Teir taptu 1–0 á heimavølli ímóti Strømgodset. Hetta var sjeynda tapið hjá Tromsø á rað, og nú hava teir spælt 654 minuttir uttan at skora mál. Tað er met. Vålerenga átti gamla metið. Tað var at spæla 605 minuttir uttan at skora. Metið hjá Vålerenga var frá 1975, og í Vålerenga hava teir neyvan havt nakað ímóti, at Tromsø hóskvøld- ið tók metið frá teimum. Tíggjunda umfarið í norsku kappingini verður ikki spælt fyrrenn sunnu- dagin 10. juni. Tað við við øðrum orðm siga, at før- oysku landsliðsmenninir hava frí hetta vikuskiftið, og komandi vikuskifti eru HM undankappingardystir á skránni. Håvard Flo var ikki á Sogndal liðnum í Moss. Hann verður ivaleyst tøkur um tvær vikur. Eingin endi tykist vera á teimum, sum vilja sleppa at síggja FCK spæla á heima- vøllinum í Parkini SUPERLIGAN Jóannes Hansen Triði síðsta umfarið í bestu donsku deildini er á skránni í morgin. Herfølge hevur ein evarska lítlan møgu- leika at leingja um lívið í bestu deildini. Um hetta skal eydnast, so skulu teir vinna á útivølli ímóti longu niðurflutta HFK Sønder- jylland. AB fer at slikka sárini frá steypatapinum, tá teir fáa vitjan av Viborg. Um tað eydnast AB at fáa stig, so er Herfølge undir øllum umstøðum flutt nið- ur. Í Parkini fer FCK at fáa vitjan av Lyngby. Todi Jónsson ivast ikki í, at fyri hansara lið verður talan um sera torføra uppgávu. Áhugin er so stórur fyri hesum dystinum, at tað verður ikki langt í frá, at tað verður útselt. Mikudagin vóru fleiri enn tredivu tús- und atgongumerki seld. FCK tykist rættuliga vera í brennideplinum ímillum áskoðararnar. Sunnudagin 10. juni kemur Brøndby at vitja í Parkini, og longu nú er tað so gott sum útselt. Áðrenn Brøndby kemur í Parkina, skulu teir í morgin spæla í Silkeborg. Allir dystirnir í Danmark uttan tann ímillum Silkeborg og Brøndby eru á skránni klokkan 15. Í Silkeborg fer bólturin á rull klokkan 17.05. Tað vil siga, at tað verður ikki fyrrenn eina ferð í annaðkvøld, at tað verður greitt, um DM vánirnar hjá FCK fara at styrkna í morgin. Dystirnir í superliguni í 31. umfarinum í morgin eru hesir: AB–Viborg, FCK–Lyngby, HFK Sønderjylland–Herfølge, OB–AGF, AaB–FCM og Silkeborg–Brøndby. Vagnur og HB vunnu á grannunum hesa ferð, men tað verða Heðin og teir úr B36, sum skulu spæla móti KÍ í finaluni Sogndal vann á útivølli Áhugin er øgiligur í Keypmannahavn C M Y K 16 gult17 cyan17 magenta17 svart17 Nr. 99 • leygardagur • 26. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo At dansa er at frøast Lesið miðsíðurnar BØKUR Turið Kjølbro - Børn læra lættari og skjótari, um tey hava tað stuttligt meðan tey loysa uppgávur. Tað eri eg sann- førd um, sigur Aase Bømler Olsen, listakvinna. “Stuttleika tær” er heitið á seinasta bóklinginum, ið Aase Bømler Olsen hevur evnað og teknað. Hetta er bóklingur ætlaður sum málibók og søgubók, har barnið sjálvt finnur uppá. Upplegg og spurningar eru, sum kunnu seta gongd á eina søgu, men hevur barnið ikki hug til at siga søgur, kann bókin brúkast eittans sum málibók. Hug- skotið til bókina eigur Aase Bømler Olsen og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur út. - Áðrenn eg fór í holt við málibókina, hugdi eg eina ørgrynnu av máli- bókum ígjøgnum. Eg undraðist yvir, at næstan eingin tekning var teknað liðug. Børn fara eftir øllum at døma undir eina tekning av fullum huga, men so knappliga tíma tey ikki meir. Tað fekk meg til at fara at kanna nærri, hvat børn hava áhuga í. Úrslitið var, at gentur og dreingir hava ikki áhuga í tí sama, og at børnum dámar best at mála meðan foreldrini eru í nánd. Ein mamma segði mær, at sonur hennara dámar best at tekna meðan tey finna upp á søgur samstundis. Tí fekk eg hugskotið at tekna eina málibók, sum samstundis er eitt upplegg til søgur. Endamálið er, at foreldur skulu seta seg niður saman við børnum sínum at tosa um eitt ella annað og so kunnu børnini tekna samstundis. At hugna sær saman, sigur Aase Bømler Olsen. Aftast í nýggjasta tekni- heftinum er eitt spurnar- blað. Ætlanin við tí er, at børn skulu svara nøkrum spurningum um tekningar- nar og senda svarini til høvundin. Hetta fyri at vita, hvørjar teimum dámar best, um tey eru genta ella drongur, og annað ið kann geva Aase eina ábending, næstu ferð hon ætlar at evna eitthvørt til børn. Aase Bømler Olsen er donsk, gift einum før- oyingi og hevur búð í Føroyum í nógv ár. Til dagligt starvast hon á Ferðaráð Føroya hálva tíð og so er hon eisini grafisk listakvinna. Í umbúna hevur hon eisini fyrsta føroyska listakalendaran, sum kemur í næstum. Hon heldur, at tað er harmiligt, at børn ikki fáa undir- vísing í tekning í skúla- num. - Rákið er ikki við tekning. Í dag skulu børn vera so kreativ - í aðrar mátar. Tað hevði gjørt tað lættari fyri børn seinni um tey fingu undirvísing í tekning fyrstu árini í skúla- num. Tá ið børn verða 13- 14 ára gomul tekna nógv ikki longur, tí tey gerast ov sjálvkritisk, einki líkist soleiðis sum tey vilja og tey siga, at tey ikki longur duga at tekna. - Eg havi altíð teknað. Sum ung droymdi eg um at fáa mær eina útbúgving innan list, men eg fann skjótt út av, at tí kundi eg ikki liva av. Ístaðin fekk eg mær eina stutta útbúgving innan hotelvinnuna og í ferðavinnuni eri eg enn. Fyri umleið fimtan árum síðani fór eg aftur at tekna og mála av álvara, og tá ið Adventistaskúlin heitti á meg um at undirvísa børn- um í tekning, tók eg av, sigur Aase Bømler Olsen, sum er adventist. - Eg havi eina breiða vitan um tekning, og tað kom mær til góðar, tá eg skuldi undirvísa. Alt eg sjálv kundi hugsað mær at duga, tá ið eg var barn, lærdi eg børnini, sigur Aase Bømler Olsen, sum er dóttir ein málarameist- ara, sum eisini dámdi væl at tekna og mála. Heimligt tilfar vantar Frammanundan “Stuttleika tær” eru tríggir aðrir bók- lingar komnir, “Stuttlig tøl” eita teir. Fyrsta tekni- heftið “Stuttlig tøl” kom í 1997, tað næsta í 1998, og tað seinasta higartil í fjør. Flestu uppgávurnar eru gjørdar til børnini at stutt- leika sær við, men ein ætlan liggur aftanfyri, og børn læra at rokna, antin at leggja saman, taka frá og aðrar roknihættir, uttan at tey sjálvi varnast tað. Sam- stundis sum tey hava tað stuttligt. Ikki fyrr enn myndin er teknað og loyst, sær barnið, hvør myndin er. Tað var meðan Aase undirvísti børn í tekning á Adventistaskúlanum, at hon sá, at stórur tørvur er á undirvísingartilfari í tekning, ætlað føroyskum børnum. - Nógv tilfar var á øðrum málum. Eg kannaði tað sum var, men helt, at tað var alt ov vánaligt og keðiligt. Men eg fekk nógv hugskot, og eg visti, at eg kundi gera tað betri. Aase Bømler Olsen fór undir at gera nakrar roynd- ir, har hon serliga arbeiddi við komposisjónum í tekn- ingum, sum nøkur børn royndu. - Børn skulu hava tað besta av tí besta. Tey, ið eg setti meg í samband við, tóku ógvuliga væl ímóti royndartekningunum, eisini lærarar, sum mæltu mær til, at eg setti meg í samband við Skúlabóka- grunnin. Skúlabókagrunnurin, serliga Bjørg Matras, sála, tók væl ímóti hugskot- inum, men mælti til heldur at gera eitt teknihefti ístaðin fyri leysar tekni- uppgávur, sum Aase upp- runaliga ætlaði. - Tekniheftini krevja meiri av mær enn tað eg ætlaði av fyrstan tíð. Í heftunum skal vera ein byrjan og ein endi umframt eitt pedagogiskt innihald. Tað sær lætt út, men nógv- ar tekningar eru rættiliga fløktar og samansettar, og tað krevur gjøgnumhugsni. Mannagongdin hevur tí verið, at eg havi gjørt eina tekning, sum eg síðani havi sett roknistykki inn í. Og so skal eg alla tíðina hava í huga, at talið av úrslitum skal svara til talið av litum, sum barnið skal brúka til tekningina. - Pedagogiska bygnaðin í heftunum havi eg funnið fram til so við og við. Eins og íblásturin til tekningar- nar. Eg havi lagt dent á myndir, sum føroysk børn kenna, og myndirnar skulu vera góðar. Tað havi eg í øllum førum roynt, um tað er eydnast mugu onnur døma um. Fyrstu trý heftini eru ætlað fyrsta floks næming- um sum ískoyti í undir- vísingini. Og høvundurin mælir til, at heftini liggja í skúlanum til nýtslu har. - Meiningin er jú, at lærarar skulu hava tekni- heftini, sum røkka út um tað, sum stendur í rokni- bókunum, til at taka, bæði til næmingar sum eru komnir langt og teir sum ikki eru komnir so langt. Fáa næmingarnir heftini heim við, eru tey beinan- vegin liðug. Saman við Torill Jensen hevur Aase Bømler Olsen eisini gjørt frálærutilfar til kristnifrálæruna. Skúla- bókagrunnurin gevur út. - Hetta er kristni uppá ein stuttligan máta til næmingar úr fyrsta til sjeynda flokk. Talan er um krossorðagátur, upplegg til ymisk spøl, ymiskar upp- gávur, tekningar sum skulu klippast og límast, og mangt annað. Endamálið er at læra børn at duga at brúka Bíbliuna, sigur Aase Bømler Olsen at enda. - Børn skulu hava tað besta av tí besta - Eg havi lagt dent á myndir, sum føroysk børn kenna. Áðrenn eg fór í holt við at gera tekniheftini, kannaði eg tað sum var á marknaðinum. Eftir mínum tykki var tað ov vánaligt og keðilig. Eg visti, at eg kundi gera tað betri, sigur Aase Bømler Olsen, listakvinna, sum hevur gjørt málibók og teknihefti, tey fyrstu av sínum slag í Føroyum Her sita tey og uppfinna djór meðan tey tekna. Aase Bømler Olsen, listakvinna, avmyndað saman við Hjalte F. Bachmann og Niklas Hjallnafoss, sum hon hevur brúkt sum modell til fyrstu tekningarnar. Myndirnar á vegginum aftanfyri úr lino og træ hevur Aase Bømler Olsen gjørt. Mynd: Jens Kristian Vang 17