leygardagur 26. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult18 cyan18 magenta18 svart18
gult19 cyan19 magenta19 svart19
Frits
Johannesen
Um eg eri góður miðja-
maður, veit eg ikki. Kenni
nøkur mið, plinkar og ýti í
Djúpinum. Men tann sum
fekk tað orðið á seg, at
hann var góður miðja-
maður, var mettur høgt
millum manna. Nú er tað
ikki beinleiðis plinkar ella
mið í orðsins rætta týdn-
ingi, sum her verður
hugsað um, men satt at
siga hevur ikki so sjáldan
verið ýtað av í seinastuni
og farið hevur verið út í
tann bláa listaliga fjørðin í
høvuðsstaðnum í tí danska
kongaríkinum. Um ikki
annað, so havi eg vaskað
øskuna av mær.
Her hevur verið ljómur í
myndlist og tónleiki av lív-
runnum evnum og ólív-
runnum evnum, men alt
hevur givið lív til tann liv-
andi føroyska listaliga
aldingarðin, og spurning-
urin hevur verið, hvar skalt
tú leggja? – Lata snørið
renna – ræsa ja, og kanska
fáa eín í heimtan á einum
góðum plinki millum
Kastrupgaard og Runda-
torn.
Ýtaði av og fór út á
Kastrupgaard… einki er
sum at fara út í Djúpini ein
heystardag og leggja seg á
rákaleið og kenna angan
av sjóráma og sjósavu
standa í nasarnar og lata
sálini reinskast í feitum
sjógvi. Síggja tindarnar í
Kalsoynni reisa seg úr tí
blágráa dýpinum, Kirkju-
gjógv skera í skýrákið um
Borgina, Neystanga stevna
út í Helludýpið og lata
Góðadalsá bara møsna sítt
møsn.
Nú nevndi eg Góða-
dalsá.
Pol Øre var ein listalig
sál. Hevur við eini blýants-
tekning gjørt dyrgingar-
mannin ódeyðiligan.
Góðadalsá litar tann trøls-
liga klettin og gevur seiða-
lygnunum lív í tí æviga
rennandi vatninum.
Dyrgingarmaðurin situr í
skutinum og er ritaður í
myndina, sum ein ævig
høggmynd. Hann er ikki
ein torsu (høgmynd uttan,
armar, bein og høvur),
men eitt sprelllivandi
mynd, sum hevur gloppað
dyrnar til listina.
Frá barnsbeini hevur
henda tekning runnið fram
fyri meg. Henda blýants-
tekningin er ein ikon, sum
letur upp, hevur verið eitt
trin í tí listaligu menning-
ini í Fuglafirði. Hetta kann
tykjast at vera eitt sindur
barnsligt at siga so. Men
hvussu mangar myndir
hava ikki latið upp og
broytt listina ella ment
hana og latið hana í tign
og skrúð?
Kastrupgaard hevur fyri
stuttum havt framsýning
við verkum av Oluf Høst-
Bornholmaramálarinum.
Tróndur Patursson er eisini
ein oyggjabúgvi. Blaðað
varð í listini hjá Tróndi
Paturssson og farið varð út
á tað bláa dýpið og at
kemba listliga medvitið í
rótføroyskum íðum og íðu-
kálvum í myndunum hjá
Tróndi. Hoyra skvatlið av
bráandi streymjaðarum
simra um borðini á
dyrgingarbátinum og hoyra
svartbakin við sínum
langtandi gorri fara um
firðir og sund á heimleið
til reiðrið í setandi sól.
Beitan var so skyggjandi í
tí feita sjónum í glar-
strokunum hjá Tróndi, at
tað blágrøna, gulliga and-
litið í landbrimininum
rørdi seg í hyldligum
strokum av einum livandi
pensli uppi í tí grønu líðini
í Kirkjubø, har sum
Tróndur býr.
Lít yvir firðir og sund
ein heystardag, tá ið tað
stendur við klettin og ljós-
rípur ringja seg um hamrar
og skorar og tutla sínar
smábønir í heystlittum
kotum, tá sært tú landið í
myndunum hjá Trónda.
Lundasinan bølnar av
morgunvætu í lundaland-
inumn av feitum glaslittum
døggperlum. Kingoløgini
damla fram við landi, har
runið í sjónum teskar
hulisligt ljóð….. »à son
aise« – eftir sínum egna
høvdi - undir huldisligum
lofti. Í runinum eru sjós-
sálmar, bønir teirra sjó-
lætnu, boðabrot, óløgi og
deyðir sjódrignir fiski-
menn í ævigari vátari
grøv fylgdir til teirra síðsta
hvíldarstað av tungari
sigaldu. Æviga vónin er í
litunum, sum veitir glas-
inum lív, men glasið gevur
eisini litunum lív. Lív er í
glari.
Glarfitin bráar á hvøss-
um brandi, tá ið skorið
verður í hagagott, turkað
kjøt, og satt at siga eru
myndirnar livandi. Glar-
fitin ger, at tað rennur vatn
úr tonnunum.Skyggingin,
sum er í glasinum er góð
og hagføst.
Vandalititnir, svart og
gult, boða frá, at tú kanst
vera á eini vandaferð.
Fagurligt er havið í logn,
og fagrar eru skorar og
líðir í blómandi summars-
skrúð, men vandafult er
havið, tá ið brimið stendur
í grasið og hvør møl er
huld í brimfroða í inn- og
útsúði. Ikki at tala um, tá
ið líðir og hamrar hava
latið seg í glassstovu gler-
pípuskrúð.
Upphald er á fjøllum.
Nú fer at tiðna, og gler-
pípur og skyggjuísur í
skorum og homrum hava
fingið deyðadóm sín, men
í myndunum hjá Tróndi
eru glerpípur, skyggjuísur
og svartakálk ein livandi
symfonisk yrking, sum
onga enda tekur. Sjónin
darrar av fyltum kenslum.
Hugsa tær, hetta er í
glastriligum búna.
2
Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
Handa yvirskriftin
hevði verið snøggari,
hevði eg havt skrivað
koltvísúrni, ella vakstrar-
húsgass, sum vit eru farin
at kalla tað eisini.
Eg havi mangan hugsað
um okkum sjálvi. Vit,
sum teljast millum
heimsins ríkastu og mest
forkelaðu fólk. Vit, sum
brúka og tveita burtur.
Tveita burtur, tí vit keypa
bara nýtt. Her manglar
einki. Vit, sum hava hall á
handilsjavnanum, tí vit
flyta sjálvt vatn inn. Tað
kom sjálvandi væl við í
fjør summar, tá ið vit
vóru fyri veruligum
skerpingi. Tað hendir við
hvørt. Her í Havn noydd-
ust vit at drekka klorað
vatn, og tað smakkaði illa.
Tað innflutta vatnið úr
Harilds keldu í Danmark
var útselt! Ja, útselt! Og
nú er aftur nógv vøra
útseld, tí arbeiðararnir eru
so óforskammaðir at fara
í verkfall. Hvat billa teir
sær inn? At fara í verkfall
so at vit onnur koma í
dýrastu neyð, tí vit mill-
um annað ikki fáa brúkt
alt tað, sum vit kundu
keypa, áðrenn arbeiðarar-
nir vóru so frekir at fara í
verkfall. Tað er landa-
skomm, vanæriligt, ræðu-
ligt. Vit fáa kanska heldur
ikki keypt bensin fyri
teimum. Bara nú ikki hini
síggja okkum fara til
gongu. Vit, sum hava so
ring knø, eru so ring av
áraknútum og hava so
ringan rygg.
Vit kunnu ikki góðtaka
Kyoto-avtaluna, tí olju-
vinnan er her. Oljan er
næstan her. Altso mugu
vit biðja Danmark um
undantaksloyvi, tí annars
sleppa tey stóru útlendsku
oljufeløgini ikki at bora
eftir oljuni, sum Atli Dam
lumpaði frá Poul Schlüter.
Vit eru í somu støðu sum
teir neyðars amerikanarar-
nir. Ella hvat? Nei, einki
eru teir neyðars amerikan-
arar, tí George W. Bush
legst nú á eitt friðað øki í
Alaska at bora eftir olju
og gassi. Fýra prosent av
seks milliardum fólkum í
verðini brúka sum er ein
fjórðing av allari heimsins
orku. Og tað er alt ov lítið
hjá teimum. Tað segði ein
91 ára gomul kalifornisk
kona fyri ikki so langari
tíð síðan á einum fundi í
Kalifornia. Hon visti, hvat
hon tosaði um, tí
spekulantarnir høvdu otað
seg longri og longri inn á
eitt nú hennara lívsfriðaða
øki, har hon býr og hevur
livað væl. Á fundinum
segði hon: (tað eru ikki
míni orð, men eg haldi
við henni)
– »Vit eru ein tjóð, ið er
spilt av yvirflóð, keða
okkum við landsins ríki-
dømi og fitna av keðsem-
inum. Vit eru eitt fólk ikki
av hugskotum, men av
upplopi. Vit eru eitt fólk,
ið er hypnotiserað av tí
upplopi, at vit vita, hvat
ið er gott fyri verðina,
hóast vit í roynd og veru
ikki vita, hvat ið er gott
fyri okkum sjálvi. Miðal
amerikanska húskið hygg-
ur í sjónvarp í sjey tímar
um dagin. Sjónvarpsleið-
ararnir verja sítt svass við,
at teir geva okkum ‘tað
fólk vil hava.’ Medellin
Kartellið selur okkum
‘tað fólkið vil hava.’ For-
setin fortelur okkum, í
sjónvarpinum, at vit mugu
støðga innrásini av narko-
tika, tí tað er tað, ‘fólkið
vil hava.’ Lat meg siga
tykkum eitt: Fólk hava alt.
Vit eru savnarar, kraddar-
ar, slúkar, pírar. Vit kali-
forniarar framleiða meiri
rusk í part enn nakar
annar statur í tjóðini, enn
nøkur onnur sivilisasjón í
jarðarinnar søgu. Men vit
vilja hava meira. Vit vilja
hava ting, ið ikki eru til
enn. Ja, tað vilja vit eisini
hava.«
Konan, sum eitur Doris,
hevur krøkt samkomuna
við sínum eygnabrái.
»Hví? Tí tað var her. Eitt
ófatililgt ríkidømi – eitt
hav, sum ýddi av fiski,
endaleysir dalar við
fruktagóðari jørð, mánað
eftir mánað við bestu
gróðrartíð, áir, haði gullið
fløðir. Í fyrstuni slúktu vit
tað bara fyri at liva. Nú
liva vit bara fyri at slúka
tað. Og hvat hava vit latið
afturfyri annað enn eina
einastu innpakking, ið er
sleikt rein og tveitt burtur
– eitt deytt hav, deyð luft
og fleiri hundrað túsund
fólk afturat koma stun-
andi til at sleikja papp-
írið.«
Er konan senil, gomul
og órein?
Kortanei!
Gróður og list
Frits Johannesen í Fuglafirði, sum hetta skúlaárið er á árskeiði á
Danmarks Lærerhøjskole hugleiðir her eftir at hava verið á
listaframsýning hjá Tróndi Patursson í Danmark
CO2
– Lít yvir firðir og sund ein heystardag, tá ið tað stendur við klettin og ljósrípur ringja seg um hamrar og skorar og tutla
sínar smábønir í heystlittum kotum, tá sært tú landið í myndunum hjá Tróndi, hugleiðir Frits Johannesen
Sonne
Smith,
útvarps-
maður á
Rás2
Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001
3
Eyðun Klakstein
Hann er best kendur sum
fótbóltsspælari, men hann
hevur fram um fótbóltin
ein brennandi áhuga fyri
tennisítróttini.
Tað hevði eisini við sær,
at John Sigurd Joensen
fyrr í mánaðinum leitaði
sær til Berlin, har stór
tenniskapping var. Og tað
gjørdist eitt serstakt
upplivilsi.
– Hetta er fyrstu ferð, at
eg havi verið til eina
tenniskapping, og tað var
fantastiskt. Tað var eitt
upplivilsi fyri lívið at
verða til teir mongu dystir-
nar og eisini hitta fleiri av
teimum kendastu spælar-
unum í heiminum, sigur
John Sigurd Joensen.
Hann blaðar errin
ígjøgnum myndirnar, sum
hann tók á ferðini til Ber-
lin, og har er sjón fyri
søgn, at hann hevur hitt
nógvar av teimum kendu
kvinniligu spælarunum.
Hann hevur mynd av
sær og Jennifer Capriati,
sum er komin afturíaftur
sum tennisspælari, eftir at
hon var komin út á eitt
persónligt síðuspor. Eisini
aðrir tennisspælarar sum
Suares, Schneider, Hingis
og aðrar eru at síggja á
myndunum.
– Tað var stuttligt at
hitta hesar tennisspælarar
og kunna staðfesta, at hetta
eru púra vanlig og fyri-
komandi fólk, sigur John
Sigurd.
Gamal áhugi
Áhugin fyri tennis er ikki
nýggjur hjá fyrrverandi
stórspælaranum hjá KÍ.
– Tað byrjaði í tíðini, tá
Bjørn Borg og teir gjørdu
um seg. Og áhugin er
framvegis stórur. Eg fylgi
væl við í teimum ymisku
kappingunum í sjónvarp-
inum, og tí var tað eisini
stuttligt at sleppa til ein
kapping sum hesa, sigur
John Sigurd.
Berlin Open fyri
kvinnur var ein undirhald-
andi og lívlig kapping.
– Tað er líka so stuttligt
at hyggja eftir tennis hjá
kvinnum, tí ofta verður tað
meiri spæl í slíkum
dystum. Menninir serva
ofta so hart, at tað kemur
sjáldan rættiligt spæl í,
sigur John Sigurd.
Ferðin til Berlin endaði
eisini við, at John Sigurd
kom í stóra blaðið Bild,
sum greiddi lesarum sínum
frá hýruvognsføraranum úr
Føroyum, sum var komin
allan vegin til Berlin at
fylgja við í tenniskapping-
ini
– Eina dagin eg fór at
fáa mær at eta var sera
trongligt við plássi. Eg fór
til eitt borð, har tað sótu
tveir menn, og setti meg
hjá teimum. Tað vísti seg
at verða ein journalistur
hjá Bild og pápi hansara.
Vit prátaðu saman, og
hann vildi gjarna skriva
eina stutta grein um meg,
greiðir John Sigurd
Joensen.
Og soleiðis endaði hann
í blaðnum við millióna
upplagi.
Heilsan úr Berlin
Afturkomin til Føroya
hevur John Sigurd hug at
gera líknandi ferð aftur.
– Eg tími ikki at ferðast
til summar og sól. Eg vil
heldur hava okkurt sum
hetta at fara til, tá eg fari
av landinum. Eg var fyri
nøkrum árum síðani í
Nashville, og tað var eisini
ein sera stuttlig ferð, sigur
hann.
Í Berlin kom John
Sigurd í samband við tveir
lívverjar hjá heimsins
besta kvinnuliga tennis-
spælara, Martinu Hingis,
og teir vóru sera áhugaðir
at hoyra um Føroyar. Teir
fingu allar upplýsingar,
sum teir høvdu fyri
neyðini, og teir fóru eisini
avstað við adressuni hjá
John Sigurdi.
Í farnu viku fekk John
Sigurd ein brævbjálva úr
Berlin.
– Brævbjálvin var frá
einum hotelli í Berlin, og
eg skilti als einki av tí. Ikki
fyrr enn eg lat brævbjálvan
upp og fann eina
persónliga heilsan frá
Martinu Hingis í honum,
greiðir hann frá.
Umframt tennis hevur
John Sigurd eisini stóran
áhuga fyri boksing, men
hvussu er so við ítróttini,
sum hann er kendur fyri at
hava gjørt vart við seg í.
– Jú, fótbóltur kemur
helst sum nummar trý í
røðini, svara fyrrverandi
landsliðsspælarin.
UPPLIVILSI: Fyrrverandi stjørnuspælarin á 66-liðnum hjá KÍ er bitin av tennisítróttini og fyri kortum mól hann millum
tennisstjørnur í Berlin. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið, sigur John Sigurd Joensen
Millum tennisstjørnur í Berlin
John Sigurd Joensen hevði tennisbóltar við sær heim úr Berlin. Nakrir av fremstu kvinnuligu tennisspælarunum í heiminum
hava sett sítt navn á bóltarnar
John Sigurd Joensen avmyndaður saman við kenda tennisspælaranum, Jennifer Capriati, undir
Berlin Open fyrr í mánaðinum
Tá John Sigurd Joensen kom heimaftur til Klaksvíkar eftir
Berlin Open, fekk hann eina óvæntaða persónliga heilsan
sendandi frá heimsins besta kvinnuliga tennisspælara
C
M
Y
K
19
18