Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mai 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult20 cyan20 magenta20 svart20 gult21 cyan21 magenta21 svart21 4 Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001 ”Heilir, sælir mínir menn! Á hesi morgunstund skulum vær nú til Havnar suður á tann trúnarfund.” FØROYSKUR DANSUR Regin Eikhólm Ja soleiðis tekur Kvívíks- skaldið Jóan Petur uppi í Trøð til, tá hann í Tróndar- kvæðnum letur Gøtu- Trónda heilsa viðhalds- monnum sínum, sum vóru savnaðir uttan fyri hjá honum í Norðragøtu, á veg suður til Havnar at standa í trúnaðarstríði við sjálvan Sigmund Brestisson. Nú 100 ár eru liðin, síðani Jóan Petur uppi í Trøð doyði, og í fjør var 1000 ára hátíðarhald fyri, at Sigmundur kristnaði føroyingar, so er heilsanin hjá Gøtu-Tróndi til síni viðhaldsfólk ikki ólík teimum, vit hoyra í dag. Ella sum teir gomlu søgdu, at onki er nýtt undir sólini! Í eldri tíð vóru kvæðini munnborin. Tær fyrstu uppskriftirnar av føroysk- um kvæðum, sum vit vita um, eru frá tá danski forn- minnisavnarin, Ole Worm, heitir á Havnarprestin Hans Rasmussen um at senda sær nøkur dømi um føroysk kvæðir. Hetta var í 1639, men tær uppskrift- irnar fóru fyri skeyti í tí stóra eldsbrunanum, sum herjaði Keypmannhavn í 1728. Tær næstu kvæðaupp- skriftirnar, sum vit kenna til, eru frá, tá Jens Chr. Svabo í 1770-árunum fór undir sína savning av føroyskum kvæðum. Hann hevði tó valla ímyndað sær, at tað nú gott 200 ár aftaná skuldi vera møgu- ligt at síggja Vaglið her í Havn avtikið við aktivum eldhugaðum ábyrgdarum fyri hin føroyska dansin. Í fyrra savninum hjá Svabo, sum helst er skrivað í 1773 og ber heitið: »Kvêaïr eller Gamle færøske Sange udskrevne ved Jens Chr. Svabo«, eru trý kvæðir, og hesi hevur hann allarhelst fingið sendandi úr Føroy- um. Seinna og størra savnið er frá hansara føroyaferð í 1781-82, og ber heitið: »Færøeske Kvêaïr, eller Gamle Kjæmpe-Sange samt Rujmur, samlede og optegnede i Aarene 1781 og 1782.« Í innganginum til hetta seinna savnið - 52 kvæðir - skrivar Svabo: »Naar en om 100 år, eller kortere tid, der søger ved Old-Sagers Grandsk- ning i Norden at give Fædrenelandet Oplysning og ære, vilde vide, hvordan disse Sange have været, saa vil han med Rimelig- hed neppe finde spor der- til, ifald de nu ikke bleve optegnede, da de for nær- værende Tid synes at ligge, formedelst Hukommelsens Utroeskab, i sidste Aande- dræt.« Eisini Jóhannes í Króki á Sandi, faðir at Sandoyar- bókini, ið rúmar 93 kvæð- um, hevði lítla tiltrúgv til, at føroyska dansinum var lív lagað. Hann skrivar í sínum endurminningum, at hann í 1819 av Hentze prósti, vegna Canceliet, táverandi stjórnarráðs- skrivstovan í Keypmanna- havn, var biðin um at inn- samla so mong av teimum gomlu kvæðunum sum møguligt. Sjálvur hevði hann eitt kopi eftir, ikki so nógv fyri sína egnu skyld, men sum hann skrivar: »- for den efterkomm- ende ungdom, at de kunde see hvad fortidens ungdom havde til fornøielse at qvæde i deres dansetid, i stedet for at ungdommen så lidet ved om disse, da de nesten vare gangne ud af brugen, men ungdomm- ens fornøilse nu mest bestod i at drikke brende- viin og synge skøgeviiser.« Jóhannes í Króki, ið var ein gudsóttandi maður, skrivar í viðmerkingunum til Sandoyarbókina hjá sær millum annað, at hann vónar at bókin verður virðiliga viðfarin, »- at den som denne bog faar i havende hævd ikke vil lade den udjaskes blandt de gemene, men om nogen er begierede da tilsted ham at gaae ind og lære hvad ham synes. -« Og seinni í viðmerking- unum roynir hann at koma møguligum álopum í forkeypi, tá hann sigur: »-Alligevel at derudi findes ikke guds ord, saa haaber jeg dog at der af skeer intet forargelse, og om der af skulde noget forargelse skee, saa kan min enfoldighed det ikke forstaae, -« Móti endanum skrivar hann: »- saa beder jeg min gud at han ikke tilregner mig dette arbejde til synd, -« Dagfest 6. juli 1831. Svabo í sínum akademiska umhvørvi í Keypmanna- havn hevði heilt aðrar fortreytir enn tann sjálv- lærdi ella autodidakturin Jóhannes í Króki, sum búði í eini lítlari bygd við autentiskum kvæðaum- hvørvi, og sum hann sjálv- andi kendi út og inn. Kort- ini eru báðir samdir um, at føroyska dansinum er ikki lív lagað. Hinvegin so hevur Jóhannes í Króki verið sera djúphugaður, tí hann torir og loyvir sær at ivast, um tað veruliga er nøkur andsøgn ímillum okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan. Um kvæða- uppskrivingin kann forarga nakran, » – saa kan min enfoldighed det ikke forstaae, - «, skrivar hann. Við sínum iva setur hann óbeinleiðis spurning við, um okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan eru mópartar ella antagonist- isktar, tí eftir hansara fatan er okkara gudsóttan og okkara kvæðamentan javn- góðir partar av okkara siðvenju, hóast kvæða- mentanin tá stóð fyri einum hóttafalli. Tað skuldu tó ganga útvið 200 ár, áðrenn vit á At dansa tað er at frøast Fólk sum dansa og spæla verða í góðum lag, og kanningar vísa, at glað fólk klára seg betur og hava eisini ein betri lívskvalitet, segði Regin Eikhólk m. a. í røðu, hann helt á Vaglinum í Havn við setanina av Landsdansistevnuni seinasta leygardag Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001 5 Føroya Løgtingi umsíðir fingu staðfest, at okkara kvæðamentan er ikki ein antagonistur ella mótpartur til okkara gudsóttan, men at kvæðamentanin og før- oyski dansurin er ein virðiligur og javngóður partur av okkara siðvenju. Hetta hendi, tá Føroya Løgting í 1997 viðtók nýggju fólkaskúlalógina at koma í gildi árið eftir. Nýggja fólkaskúlalógin gevur loksins okkara aldar- gomlu kvæðamentan javn- bjóðis rættindi innan føroyska skúlagátt, og tøkk fáið tey fyri tað. Til sammetingar kann sigast, at bátsbandið í Føroyum varð avtikið í 1865, samstundis sum trælahandilin í USA varð avtikin, men føroyski dansurin varð fjøtraður av sínum egnu uttan fyri skúlagátt heilt til 1998. Kanska hevur henda fjøtranin givið føroyska dansinum tað neyðuga seiggið til eisini at klára seg framyvir. Eg ætli mær ikki at troytta tykkum meira við leksikalum upplýsingum um nær hvar og hvussu, men líka nema við í hvønn mun føroyski dansurin sampakkar við okkara nú- tíðar samfelag. Er føroyski dansurin kanska bert ein leivd frá eini farnari tíð - eitt ana- kronistiskt fyribrygdi – har nøkur fá reaktioner, sum ikki klára at fylgja við tíð- ini, hava funnið sær eina í tíðarhavinum stagneraða rók til at halda gleim og troða trampedans á? Ella meiri einfalt er føroyski dansurin moðin? Har tað sum kvøðið verður er gamalt, torskilt og óvið- komandi? Hetta eru alt viðkomandi úttalilsi, sum í einum ella øðrum samanhangi hava staðið í onkrum av okkara bløðum, men tíbetur har stendur so mangt annað, eisini gott um føroyska dansin. At hann er berari av okkara móðurmáli og ein av okkara dyggu mentanarkjølfestum við 600 árum á baki. Síðst og ikki minst so er tann før- oyski dansurin eitt virðiligt samleikaeyðkenni í mentanarligum høpi. Venda vit aftur til Tróndarkvæði, sum eg byrjaði við, so er ósemjan ímillum Trónda og Sig- mund eins aktuel í dag sum fyri 1000 árum síðani. Tróndasa ráð eru at: »Vápnaðir vit allir gyrða Sigmund í ein ring, treingja hann við vápnum hart og sjálvir halda ting.« Í dag eru so mong, sum sjálvi vilja halda ting, men Tróndarkvæði lærir okkum, at eingin kann trúða ella hótta seg til varandi frið, tað hevnir seg. Bert í sátt og semju finnur ein varandi frið. At føroyingar í øldir hava yrkt og kvøðið alt frá fornum kappakvæðum, halgikvæðum til tað meiri romantiska og ikki at gloyma tættirnar, hevur sjálvsagt sett sín dám á okkara hugburð og mál- isku, tí flestu teirra eru yrkt við eina pointu. Tað veri seg moralskt ella etiskt, upplýsandi ella meiri hugsjónarligt. Í hvønn mun okkara hug- burður beinleiðis er ávirkaður av okkara kvæðamentan er trupult at siga, men eitt ávíst seiggi og lívskæti tykist altíð at vera í kjalarvørrinum, har føroyski dansurin er vælkomin. Jóan Petur upp í Trøð sigur í føroysku brúðarvísuni: »- at dansur og spøl eru gleðisbrøgd, frá upphavi hava so staðið. Slík evni í allari skepnu er løgd, alt bendir á sama lagi -«. Tú merkir tað lívsjátt- andi undirspælið, og egin- leikarnar at gleðast til- skrivar hann øllum skepn- um. Tað var eisini Jóan Petur upp í Trøð, sum fyri yvir 100 árum síðani yrkti tað altíð aktuella ”Gentu- kæti” ella ”Til Havar vit fara”, sum tað eisini verður rópt. At dansa føroyskan dans er at fara inn í ein felags- kap, har pláss er fyri øll- um. Ung og gomul, kvinna sum maður, høgum sum lágum, sangfuglum sum kálvum. Hesin fjølbroytti skarin setur stór krøv til okkara siðmenning og toleransu yvirhøvir, og tað at fleiri ættarlið kunnu sampakka í føroyska dans- inum, gevur okkum ein samanhang ella kontinuitet í okkara samleika, sum nútímans døgnflugu- mentanin hevur trupult við at geva okkum. Tað var tí sera gleðiligt, tá Føroya Løgting viðtók, at føroyskur dansur skuldi fáa fast innivist í nýggju fólkaskúlalógini frá 1997, sum sostatt gevur øllum børnum møguleika fyri at nema føroyska dansin á grundstigi frá ungum árum av. Ein so fáment tjóð sum tann føroyska má kunna geva sínum borgarum ein tilvitandi samleika, ið bæði er eitt mentanarkjølfesti og ein felagsnevnari, sum tey stolt kunnu bera innan í sær sjálvum og kunnu savnast um, uttan mun til, hvør ein er, og hvar ein er. Ungdómurin, sum í dag hevur heilt aðrar fortreytir enn fyrr, er munin meiri frígjørdur og sjálvstøðugt hugsandi. Tann gamla sosialiseringsfunktiónin, har tey ungu tóku upp eftir teimum eldru, krevur eina hugburðsbroyting, tí vitan og medferð nú skulu doserast, har áður varð tikið eftir fyridømi frá eldri. Henda hugburðs- broytingin tykist longu í ávísan mun at hava hepnast. Føroyar eiga í dag ein hóp av ungdómi, sum í føroyskum dansi vísir bæði hegni og áræði. Eisini verður nógv gjørt burturúr at útgeva kvæðabøkur og annað hóskandi tilfar, sum stuðlar undir áhugan fyri føroyska dansinum. Tað tykist at vera ein alheims fatan, at dansur og gleði hoyra saman. Norðadalsskaldið, Andrias M. Reinert, yrkti um hin føroyska dansin og sigur í einum ørindi: »Menn sum leingi hava verið reiðir, og ikki hava talað um teir møttust um leiðir, - koma teir saman eina dansinátt, teir blíva aftur vinir og alt verður gott.« Fólk sum dansa og spæla verða í góðum lag ,og kanningar vísa, at glað fólk klára seg betur og hava eisini ein betri lívs- kvalitet. Eg fari at enda við fyrsta ørindinum úr einum sangi, sum fyri nøkrum árum síðan bleiv yrktur til eitt kvæðahøvi, og sum eg meti, at øll sum standa her kunnu taka undir við: AT DANSA At dansa tað er at frøast, um lívið sum skaparin gav Í fyrndini dansin læt føðast, og lívsgleði menniskjum gav. At dansa, tað er at minnast til fedranna gamla sið, hvar stevið og ondin væl tvinnast og gevur í sálini frið. At dansa, tað er at liva við kroppi og sál ísenn. Tann frøin, hon ei gevur iva, vit elska tað, kvinnur sum menn. At dansa, er lívið at elska til vertskap við samhugað fólk. Frá yngsta og upp til tað elsta, tú finnur ei fróari bólk. C M Y K 21 20