leygardagur 26. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001
23
23
gult cyan magenta svart
22
Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001
C
M
Y
K
22
SEINNI PARTUR
Kim Simonsen
»Elskaður veri tann, ið
hevur lús
tann, ið gongur í holutum
skóm regndagar
tann, ið vakir við tveimum
tennstikkum yvir líki av
einum breyði,
tann, ið fær fingurin
millum hurðina,
tann, ið ongan
føðingardag hevur,
tann, ið hevur mist skugga
sín í einum eldsbruna,«
Kalle vendir sær til trúnna
og vitjar eina kirkju fyri at
royna at loysa upp fyri
stóru sorg síni, men prest-
urin skilir hann ikki og
tosar bert um, at hann ikki
fær selt hús síni. Hin feiti
Kalle stendur mitt á kirkj-
ugólvinum kolasvartur í
sóti frá niðurbrenda handli
sínum og grátandi sigur
hann:
– tað er ikki lætt at vera
menniskja!
Eitt slíkt brot er í sjálv-
um sær eitt listarverk.
Filmurin snýr seg um
eina tíð, har fólk hava mist
trúnna uppá nærum alt.
Fólk hava mist trúnna
uppá seg sjálvi, evni síni
og møguleikan at forma
síni egnu livikor. Stakkals
feiti smáborgarin Kalle
missir trúnna uppá alt og
endar við at keypa sær ein
stóran kross við tí kross-
efesta Jesusi, tí ein hand-
ilsmaður til eina sølu-
stevnu sigur honum, at
slíkir krossar fara at selja
væl í framtíðini. Sjálvandi
er tað eisini føðingardag-
urin hjá Jesusi, tað er
hann, ið gerst 2000 ár.
Trúgvin er enn ein handils-
vøra Jesus ein persónur, tú
kanst tjena pening uppá.
Kalle og handilsmaðurin
vilja tjena pening uppá
Guð. Somuleiðis vitja tey
deyðu Kalle og kæra hon-
um sína neyð, men hann
ynskir tey bert burtur. Ser-
liga er tað Sven, ið er ein
deyður starvsfelagi, ið
Kalle hevur snýtt fyri
287.000 krónur, ið hann
ysnkir langt burt. Kalle
hevur ta lívsfilsofi, at
marknaðurin er alt:
»Lívið er ein marknaður,
so einkult er tað. Tað er
um at keypa okkurt, gjør-
ligt er at selja við einum
ekstra nulli«.
Hetta endurtekur Kalle
gjøgnum allan filmin.
Hetta gongur út yvir alt,
bæði trúgv og mentanina.
Á sinnissjúkrahúsinum
sigur Kalli við sjúka sonin,
at einki nyttar at skriva
yrkingar, hetta at lívið er
ein marknaður, hava øll í
heiminum skilt uttan hann.
Seinni møta við seljarin-
um á einum ruskplássi, har
hann blakar smáar og stór-
ar krossar burtur, tí sjálvt
hann hevur mist trúnna
uppá, at slíkir krossar
kunnu seljast longur. Og tá
hann koyrir burtur í bilin-
um, koyrir hann á ein
kross – eftir stendur Kalle.
Tað er torført ikki at síggja
hetta brotið sum umboð
fyri reina ateismu.
Tey deyðu koma fram
aftur. Menniskju sum
Kalle vilja ikki loyva sær
at vera opin fyri teim
deyðu, og hetta er tað
syrgiliga, tí postivi boð-
skapurin er, at tey deyðu
kanska eru meiri livandi
enn tey, ið liva. So absurd
tað ljóðar er boðskapurin
møguliga, at tey deyðu
kunnu vísa vegin, men
hetta krevur, at menniskjað
aftur torir at trúgva upp á
lív aftan á deyðan. Tá
menniskja torir hetta, fer
tað aftur at tora at trúgva
uppá seg sjálvt. Men hetta
er bert ein møguleiki, ein
møgueliki, ið fólk sum
Kalle ikki tora at rúma.
Gjøgnum allan filmin
eskalerar alt, kreppan er
allarstaðir, og bilarnir
standa í stað. Tað tekur
tímar at koyra eini 100
metrar. Alt økist í ferð, og
tað kenst sum um menn-
iskjuni eru umborð á eini
søkkandi skútu. Alt og øll
eru á ferð, í eini rørslu og
eini leitan eftir eini mein-
ing ella einum máta at liva
og yvirliva uppá. Ein ferð
fylt við iva, meðan tíðin
gongur og gerst alt knapp-
ari. Vit møta nógvum fólki
í ymiskum umhvørvi, sum
ikki altíð hava nakað við
hvørt annað at gera.
Á eini jarnbreytarstøð
hevur ein maður fingið
hondina kleimda í millum
hurðina á tokinum. Øll
rundan um hann hyggja
bert, og eingin tykist at
vilja gera nakað við hetta.
Kalle kemur framvið við
einum stórum krossi, men
aftan á hann kemur Sven.
Sven er deyður, hann tók
lívið av sær, og nú fylgir
hann eftir Kalla.
Roy Andersson vil, sum
allir góðir listamenn, royna
at skilja, hvat menniskjað
er ella kann vera. Tað er
menniskjað sum fyribrigdi
og skabningur undir ym-
iskum samfelagsviðurskift-
um, ið er høvuðspersón-
urin í filminum. Filmurin
vil royna at seta nakrar
myndir fram av okkara vir-
ðum. Hetta ger sjálvandi
filmin rættuliga torføran,
men hetta verður javnvigað
av, at filmurin er so sjúk-
liga stuttligur. Tað gro-
teska og tragiska minnir
nógv um tað tragikomiska,
og tað tragikomiska er
mangan eitt støði undir
góðari list.
Elskaður veri
tann, ið er svangur og
tystur, men hvørki hevur
hungur til at sløkkja tosta
sín
ella tosta til at metta
hungur sín
Er tað synd í
menniskjanum?
Hvat kann meniskja gera
við skuldina. Tá Kalle
møtir Sven, sær Kalle, at
hann ikki kann gjalda
skuld sína, og Sven svarar
honum róliga:
– Nei, til mín verður tað
torført at gjalda nakra
skuld
Sven er jú deyður, men
tað liggur meiri í hesum.
Tyski og ísraelski kristni
moralfilosoffurin, Martin
Buber (1878-1965) verður
citeraður í bókini hjá Roy
Andersson:
– Vår tids radsla for all-
var, fyri at siga, at:
– Eksistensiel skuldar-
kensla framkemur í heimi-
num, tá onkur ger seg inn
á ein menniskjaligan ord-
an, sum hann sjálvur inn-
ast í sjálvum sær kennur
og viðurkennur sum eitt
støði undir sínum egna
eksistensi og sum støði
undir eksistensinum hjá
einum og hvørjum menn-
iskja”.
Kristna eksistensialist-
iska hugsjónin hjá Buber
stendur fyri at berast kann
í bøtuflaka fyri felags eks-
istensiella skuld, og at
henda bót kann lekja óend-
aliga nógv onnur støð, enn
har sárið í heiminum er
uppstaðið. Buber sigur í
høvuðsverkinum ”Ich und
Du” frá 1923, at menniskj-
ans tilvera finst í forholdi-
num millum spurningar og
svar og í forholdinum mill-
um okkum sjálvi og hini.
Menniskjað verður til sum
menniskjað, »eg« í viður-
skiftinum til eitt »tú«.
Menniskjað eisini verður
spurt av einum ’ævigum
tú’ (Guð) og gjøgnum
gerðir sínar kann menn-
iskjað svara upp á spurn-
ingin við at taka ábyrgd
fyri egnari lagnu – hetta er
at svara fyri seg.
Kalle hevur brotið seg
inn á sítt egna »eg« við at
traðka á »hini«. Hetta ger,
at hann er um at missa sítt
»eg«, tí hann kann, sum
sjálv tíðin og menniskjuni,
ikki svara fyri seg. Tá
Sven sigur, at tað gerst tor-
ført at gjalda aftur, er tað í
tí støðuni Sven, sum er tað
»tú«. Sven er deyður, og
samfelagið um at upploys-
ast og doyggja, tí vónin,
trúgvin og framtíðin er
horvin. Tað Sven meinar
er, at Kalle hevur mist seg
sjálvan, tí at hann er partur
av tíðini, henda tíðin uttan
sál, vón og framtíð.
Er postmodernaða
menniskja friðhalgað?
Elskaður veri tann, ið
arbeiðir pr. dag, pr.
mánað, pr. tíma,
tann, ið sveittar av
skuldarkenslum ella av
skom,
tann, ið á handsins rødd
fer í biografin,
tann, ið skal gjalda við tí
hann ikki hevur,
tann, ið svevur á rygginum
Temaið í filminum er eis-
ini um menniskjans inte-
gritet – ella um menniskj-
að er friðhalgað. Spurning-
urin er, um vit kunnu ger-
ast so ólukkulig og koma
so langt út, at vit byrja at
gera okkum inn á einstakl-
ingin? Tað er henda vitan
og henda trúgv, ið er tað
’lím’, ið skuldi hildið ein-
um samfelag saman. Tað
er hesin tankin, ið hevur
verið aðaltankin í okkara
sivilisitatión og mentan.
Og filmurin fer langt í at
vísa, at menniskjað kann
koma har út, har tað ikki
longur trýr uppá menniskj-
ans virði. Í einum brotið
verður ein lítil fitt smá-
genta ofrað, sum eitt ann-
að offurlamb, av embætis-
monnum, generalum og
øllum landsins høgu
myndugleikum, fyri at
Lívið er sum ein marknaður
»Sånger från andra våningen« av Roy Andersson
Roy Andersson hevur í hesum filminum stóra flogið, sum einans veruliga stórir leikstjórar annars hava – ella autørar,
sum teir eita á filmvísundamálið, ið eru hesir filmleikstjórar, ið bæði skriva og leikstjórna sínar egnu filmir. Hann er í
hesum filmi eins kompromileysur sum stórir instruktørar sum Ingmar Bergmann, Carl Theodor Dreyer, Akira Kurosawa,
Andrei Tarkovsky, Federico Fellini og Krzysztof Kieslowski, skrivar Kim Simonsen í hesi viðgerð av svenska filminum
»Sånger från andra våningen” sum sviin, Roy Andersson skrivaði og leikstjórnaði í fjør
Filmar hjá Roy
Andersson
Besoka sin
1967
Hamta en cykel
1968
Lordagen den 5.10.
1969
En kærlighedshistorie
1970
Giliap
1975
Der er sket noget
1987
Dejlig er jorden
1991
Sånger från andra våningen
2000
Fakta um Sånger från
andra våningen
Filmurin er 1 tíma og 40 minuttir.
Svøríki 2000. Dolby SR Loyvdur fyri øll
yvir 11 ár. Import & distributión:
Camera Film. Týðing Lise Schmidt
Mahler. Tónleikurin frá filminum, ið er
gjørdur av Benny Andersson, er útkomin
her á vári 2001.
Ummæli:
»Dyb forunderlig – ein udsøgt fabel«
Berlinske Tidende.
Bøkur:
Martin Buber: ”Ich und Du”. 1923
César Vallejo: ”Udvalgte digte”. Husets
Forlag, 1978.
César Vallejo: ”Den sorte herold.
Antologi over det lyriske værk”. Husets
Forlag, 1997.
Mattias Goransson:”Återkomsten”, Í:
Filmkonst, nummar 69, 2000.
Roy Andersson: ”Vår tids radsla for
allvar”. Í: Filmkonst, 33, 1997.
Roy Andersson: ”Lyckad nerfrysning av
herr Moro”. Ordfront, 1997.
(Yrkingin »Snublende mellem to stjerner« hjá
César Vellejo er leystligani tydd úr svensku
tyðingini hjá Peter Landelius og donsku
týðingini hjá Lise Schmidt Mahler).
Bogart
Politiken
Jyllandsposten
støðga hesum óskilinum,
men hetta hjálpir heldur
ikki.
Aftaná sita hesi fínu pol-
itikarir, generalar og sjálv
kongafamilian á eini fínari
hotelbar og drekka seg
skít, onkur spýr á bardisk-
in og á seg sjálvan, meðan
ongin sigur nakað. Einki er
at siga, alt er sagt og roynt.
Hesir valdssvín og geldu
teknokratar hava roynt alt,
entá at ofra humanismuna,
fyri enn einaferð at fáa
rotna samfelagið at livna
aftur. Hetta hjálpti ikki, tí í
teirra egna svørtu hjørtum
liggur skuldin og eins og
Kalli duga tey ikki at
skapa javnvág aftur í heim-
in. Áhugaverdi spurningur-
in er eisini um Vestur-
lendska samfelagið kann
fella aftur til eina so óvit-
andi primitivismu og yvir-
trúgv, sum tað er at ofra
eitt óskyldugt barn? Barn-
ið í filminum umboðar
framtíðina, og við at ofra
barnið, missir menniskja
seinasta skansan í lívinum
og sjálvt grundarlagið, ið
er vitanin um, at
menniskjað er friðhalgað.
Tá barnið doyr, tá doyr
vónin um framtíðina eisini.
Í filminum eru allar stórar
og góðar søgur burtur,
trúgv, kærleikin og vónin
eru burtur. Tað finst ongin
trúgv uppá stórar og mein-
ingsgevandi samfelagsligar
frágreiðingar longur. Eing-
in tekur sær av øðrum enn
sær sjálvum og henda an-
arkistiska individualisman
er endað í eini nýggjari
primitivari hugsan. Ein
heimur uttan trúgv, uttan
Guð er eisini uttan vón og
meining. Bæði menniskj-
ans trúgv upp á seg sjálan
og Guð endar á ruskdung-
anum, og vónin sveimar
nærum í leysari luft.
Roy Anderssonsa dys-
topi, ella dapra framtíðar-
mynd kemst av at menn-
iskjað ikki veit, hvat tað er
longur, ella hvat tað skal
gera, og tí dettur samfelag-
ið og lívið hjá einstakling-
inum sundur. Tað Roy
Andersson vil vísa á er, at
hitt sokallaða postmodern-
aða menniskja einki hevur
at liva fyri. Við at vísa
hetta fær hann eisini sagt,
at hetta ikki eigur at vera
soleiðis. Allar daprar
myndir rópa ímóti
vindinum og gera nógv
fyri at støðga tíðarandan-
um. Hann skrivar menn-
ingina eini 10-20 ár fram í
tíðina fyri at blæsa í ein
ávaringarlúður. Meiningin
við at gera ein dapran film
er at loyva vónini og
dreymunum út um rimar-
nar á okkara veruleika á
gáttini til 21. øld.
Roy Andersson hevur í
hesum filminum stóra
flogið, sum einans veruliga
stórir leikstjórar annars
hava – ella autørar, sum
teir eita á filmvísundamál-
ið, ið eru hesir filmleik-
stjórar, ið bæði skriva og
leikstjórna sínar egnu
filmir. Hann er í hesum
filmi eins kompromileysur
sum stórir instruktørar sum
Ingmar Bergmann, Carl
Theodor Dreyer, Akira
Kurosawa, Andrei Tarkov-
sky, Federico Fellini og
Krzysztof Kieslowski.
»Sånger från andra vån-
ingen« er meiri enn stór
svensk filmslist, hetta er
alheims filmlist, ein film-
ur, ið vónandi skjótt kann
keypast á video og fer at
vera ein klassikari innan
filmlistina.
»Elskað verið barnið, sum
dettur og grætur enn
og maðurin, ið er dottin og
ikki grætur meiri!
Ak, so nógv! Ak, so lítið.
Neyðars armingar!«
Roy Andersson er føddur í
Goteborg í 1943 í einum
arbeiðaraheimi, og hann
fekk í 1969 prógv frá
Dramatiska Instituttet í
Stokholm. Í 1970 leik-
stjórnaði hann sín fyrsta
spælifilm og vann silvur-
bjørnina í Berlin við film-
inum “En kærlighedshist-
orie”. Hann hevur sínar
røtur í arbeiðararørsluni,
og hetta merkist í ”Sånger
från andra våningen”, ið
eisini er ein uppgerð við
svenska Folkhemmet –
ella Svenska Vælferðar-
samfelagið, Javnaðar-
flokkin og alla Arbeiðara-
rørsluna.
Stjórin, Pelle, svevur
saman við einum LO-
manni, ið stendur svøvn-
leysur í berari reyv og
hyggur yvir býin. Sosial-
demokratarnir eru partar
av magtelituni á deka-
denta Grand Hotel, saman
við kirkjuni, vinnulívinum
og kongahúsinum. Filmur-
in finst at stuttskygdu
fíggjarligu spádómunum
hjá vísmonnunum, ið ein-
ans vilja vísa á, at ikki er
ráð til at arbeiða longur.
Tað sein- ella postkapi-
talistiska samfelagið er ó-
støðugt. Altjóða peninga-
streymarnir avgera alt, og
hetta ger samfelagið veikt.
Serliga húðflettir hann
nýggju kapitalismuna við
at vísa, at elitan flýggjar
yvir háls og herðar og
sleppir sær av landinum,
tá alt ikki longur gongur
eftir teirra vilja.
Á flogvøllinum koma
fleiri túsund fólk koyrandi
við fjøllum av ferðagóðsi,
meðan golfkylvarnir regna
oman yvir flogvallargólv-
ið. Men øll støðga og
koma ongantíð fram til at
tjekka inn á flogvøllinum.
Hetta er ein ótrúgv og
egoistisk altjóða elita, ið
onga ábyrgdarkenslu
kennir yvir fyri landi og
fólki. Somuleiðis síggja
vit fleiri ferðir eina gongu
av vinnulívsfólki, ið píska
og revsa seg sjálvi.
Ein absurdur stílur
”Sånger från andra vån-
ingen” er sum sangir frá
undirganginum, nærum
øll, ið eru við í filminum,
eru feit, týðuliga merkt av
elli ella beinleiðis ljót.
Roy Andersson er kendur
fyri hetta groteska og fyri
burlesku persónarnar, ið
spæla við í hansara
filmiska universi. Hann
velur sínar persónar mill-
um fólk, hann møtir á gøt-
uni. Kalle er t. d. ein
typografur, hann møtti í
IKEA. Roy Andersson er
eisini ein royndur reklam-
ufilmsleikstjóri, har hann
hevur skapt henda serliga
stíl, og hansara reklamu-
filmir hava vunnið nógvar
altjóða prísir.
Týðuligt er at merkja
eina inspiratión frá
spanska leikstjóranum
Louis Buñuel, serliga
filmir sum ”The Discreet
Charm of the Bourgeois-
ie”(1972) og ”Belle de jo-
ur”(1967). Tað absurda og
groteska kemur haðani og
víðari frá surrealismuni og
absurdismuni í vannligari
modernistiskari merking.
Eisini er gjørligt at kenna
aftur stílin hjá finska
meistara leikstjóranum
Aki Kaurismaki frá film-
um sum ”I Hired a Con-
tract Killer” – har ein kon-
tórmaður, ið byr í heims-
ins minstu íbúð og koyrir í
einum bili, ið er minni og
ljótari enn ein Morris
Mini, vil gera sjálvmorð,
men hetta miseyðnast, og
hann endar tí við at leiga
ein kriminellan mann, at
taka lívið av honum. Alt
hetta sigur Kaurismaki frá
fyrstu fimm minuttirnar
av filminum uttan eitt ein-
asta orð. Soleiðis er tað
eisini við ”Sånger från
andra våningen” myndir-
nar siga ótrúliga nógv og
ymisk ting í senn.
Filmlistin hjá Roy And-
ersson er sum málninga-
og fotolist, tí myndirnar í
filminum innihalda síni
egnu heimar, og tí er
serliga hesin filmurin so
ómetaliga ríkur og heil-
skaptur, sjálvt um eingin
vánnlig søgugongd er í
filminum.
Myndiranr eru so klárar
og einklar, at tær gerast ó-
tømandi og hetta minnir
meg um stóra greska
filminstruktørin, Theo
Angelopoulos og film
hansara Ӯvinleikin og
ein dagur”. Angelopoulos
brúkar langar og stillar
upptøkur fyri at fara í
djúbdina og sum ein meta-
for, ið lýsir einsemi hja
sálini. Men har Angelopo-
ulos í filmum sínum
roynir at finna ein veg og
onkra vón, er Roy Anders-
son meiri dapur og kanska
heldur uppgevandi. Men
sosialistiska hjartað hjá
honum bankar enn
Eitt sindur um Roy Andersson
Roy Andersson hevur í hesum filminum stóra flogið, sum einans veruliga stórir leikstjórar annars hava – ella autørar, sum teir
eita á filmvísundamálið, ið eru hesir filmleikstjórar, ið bæði skriva og leikstjórna sínar egnu filmir