leygardagur 26. mai 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 99 - 26. mai 2001
25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
gult25 cyan25 magenta25 svart25
8
Sosialurin Nr. 99 - 26. mai 2001
Frits Johannensen
Tað var rokan í fjørðinum
– myndlist av føroyskum
listafólki og kórsangur av
føroyskum unglingum, so
tað var bara var at fara út í
tann listaliga fjørðin í tí
danska høvuðsstaðnum og
kasta snørið – ræsa og
heimta, heimta og ræsa.
Eyðun av Reyni var farin
inn á gólvið hjá Galleri
Rasmus í Keypmannahavn
við sínum jarðlittu máln-
ingum. Hann er sonur faðir
síns og drap uppi í máln-
ingunum við anda frá
pápanum. Einki ilt um tað.
Hetta ger bara tað æviga
skerið í myndlistini til eina
andaliga demensión, sum
røkkur so langt, at ilt er at
grynna á tí listaliga havi-
num, men gott er at kenna
fløvan av hond faðir síns.
Mangir listamenn hava
eina filisofiska demensión
í síni hugsan og hugburi.
Teir eru alla somlu tíðina í
síni streymrás, og í hesum
meldri snýr tankin seg um,
hvussu skapið í teirra list
skal verða. Tað kylir í
kenslunum, í heilanum og
ikki so sjáldan verður farið
út at ríva um, raka upp og
kylla á málingateigunum.
Tá ert tú onkuntíð saman
við onkrum øðrum sum
hjá Eyðuni: Saman við
faðirinum. Hann og faðirin
eru eitt, men glóðin í
myndunum ber brá av, at
Eyðun ein dag sær yvir um
fjørðin… sum Cészanne
mælti:
– Stendur tú einum lista-
manni nær, fer tín egna
uppliving, tá ið tann lista-
liga kenslan verður borin
fram, at bróta ígjøgnum
sortar skýggjar. Tú finnur
títt pláss í sólini, men tað,
tú skalt gera, er at ogna tær
tín máta at byggja myndina
upp við.
…ella bara morgun
á Tinganesi
Jú, satt at siga var faðirsins
hond við í myndunum,
men streymjaðarnar átti
Eyðun.
Listin hevur altið verið
guddommilig. Freud fór at
skriva um tað innara
menniskja, tá ið hann sá, at
myndlistin fór í dýbdina
við at festa sálarlig eyð-
kenni á løriftið. Listafólk
málaðu tað innara menn-
iskja og ikki bara tað ytra.
Yrkjarar fóru undir at
skriva um ræsir í sálarliga
dýpinum og fyribrygdum í
natúruni, áðrenn gransk-
arar funnu út av, at her var
nakað, sum var vert at
granska.
Eg havi altíð hildið, at
Ingálvur av Reyni hevur
verið framman fyri sína
tíð. Hann fór undir at mála
samansettar streymrásir,
áðrenn hesar vóru natúr-
ligar. Hygg at myndum
hansara og far so inn í inn-
matin á onkrum tøknilig-
um t. d. einum chipsi, ger
hann størri, legg hann við
síðina av einum av máln-
ingunum hjá Ingálvi ella
Eyðuni!
Hvat sært tú?
Tú sært tað sama, men í
jarðligum liti av ræsum,
sum so hegnisliga fara um
reynir og røkur og toyggja
seg út í natúrunar loyndar-
dóm, har mangt og mikið
endar í gráum morgni, ella
fjallaløtum ella bara einum
morgni úti í Tinganesi.
Mergjað, litføroysk
framsýning
Tað ófatiliga einkla í
strokinum, sum kann rúma
so nógvari orku, at pensilin
er uppslitin, áðrenn saman-
komingarnar hava funnið
seg til sættis á løriftinum.
Litirnir – tað gráa, svarta,
jarðgrøna, morreyða, hvíta
bylgir í ræsum. Megin, lit-
orkan er farin út í sálarlig-
ar demensiónir í tunglynt-
um vevnaði av summar-
sligum anda, heystligum
kvøldliti, vetrarræsum í
sjógvi, luft og tindum og
várligum vindum og leiðir
eygað aftur og fram í
sjóvarføllum, sum ongan
enda taka.
Tupan liggur sundir-
kroyst á málinagborðinum.
Hon hevur eymkað og
givið seg í hesi skapan, og
spyr: Hvar ert tú á veg,
Eyðun? Hvat siga integ-
reraðu streymræsirnar?
Césanne málaði sama
motiv umaftur og umaftur
fyri at koma víðari fet fyri
fet, at skapa tann
fullkomna formin, og hann
skrivaði til vinir sínar líka
til tað síðsta, at hann metti,
at hann gjørdi framstig.
Tað gekk seint, og tað ger
tað eisini.
Ein dag er Eyðun loystur
úr lagdi, og málingin flýtur
út í ræsir av einari nýggjari
demensión, hvar faðirsins
hond er í myndunum, men
litrøddin er Eyðuns, men
fet fyri fet gongur hann
sínar egnu leiðir, og tað er
sára gott. Hetta var ein
sera mergjandi, litføroysk
framsýning.
Cantabile í
Samuelskirkjuni
Í purpurlittum kvøldroða
týskvøldið 10. mai í Tors-
gade í Samuelskikjuni
sveiggjaði Pauli í Sanda-
gerði taktstokkinum. Eitt
fitt kór saðlaði hestin hesa
litføgru løtu. Vit vóru á
reiðferð, fóru upp um
heyggjar og stýggjar við
tónum sprotnir úr føroysk-
um jørðildi og mong av
hesum løgum, átti Pauli.
Eitt gleðiligt umfar av
mynstri úr hansara hond
lyfti ljóðið upp undir bit-
arnar í hesari nýliga um-
bygdu kirkju.
Eg hugsaði um stein-
slagið Tugtupit, sum bert
finst í Grønlandi og Rus-
landi, at løgini hjá Paula
eru sprottin í Sandagerði
og finnast bert her og onga
aðrastaðni. Sært tú ikki
hvussu rík vit eru í landi
okkara? Landið verður
størri, marglittari við tí
listaliga dáminum. Tjóðin
andar í list og tann, sum
liggur og dregur – liggur á
deyðastrá, hevur soðið før-
oyska ljósið, regnið, storm-
in, ástarsljóðið, dýrdar-
løturnar og sorgarstundir-
nar til sín. Sálin er mettað
av list úr tí stórbaru
natúruni. Alt er list. Fult er
av sevjumiklum ljóði og
litum í natúruni.
Ber tokka til
sítt egna ljóðmal
Eyðun málar samansettar
ræsir, og Pauli fyllir ræs-
irnar hjá Eyðuni við liv-
andi tónamáli. Litir og ljóð
fara eftir áarstreyminum og
leita út í hitt stóra listaliga
havið, har eingin grynnur.
Vit hava bert litir, skap og
tónar at tulka hesa dýbd.
Knæfallið í hesum velduga
altarringi framman fyri
hesum stórbara listaliga
havinum er marglitt. Lit-
málið í løgunumm hjá
Paula kallar á ástarløtur
ímillum tónar og ljóð, sum
onkuntíð kunnu kennast
sum einsligir, øskulittir
vetrarfuglar, ið liggja á
hesum knæfallið og fáa
listaliga breyðið og víni.
Reisa seg upp aftur og
hava fingið fyrigeving fyri
allar listaligar syndir sínar
og fara undir eitt nýtt
skapandi tónlistalív.
Eitt Tugtupit ljóð, sum
bara finst her og onga
aðrastaðni.
Pauli liggur ikki og
svevur. Hann flytir seg alla
somlu tíðina, sum Eyðun
við smáum fetum og ber
tokka til sítt egna ljóðmál
– kærleiksfult, brosandi,
men eisini gnellandi,
ljóðfylt í einum religiøsum
kirkjuligum tónamálið,
sum tú hómar hjá øðrum
tónlistafólki t. d. Knud
Nystedt.
Føroyskur klangur –
úr Sandágerði
Men hjá Paula er tað før-
oyskt, og serliga var tað
sterkt í Samuelskirkjuni
hetta kvøldið, hvar kórið
sang mikið væl. Cantabile
stóð væl skorað í einari
góðari lundbót. Her vóru
væl skúlaðar røddir, ið lótu
seg í rungandi, føroyskt
kórmál – ein yndisligan
kórklang borin fram av 13
fólkum. Eg má siga, at
onkuntíð kundi eg hugsað
mær meira bassklang, men
hóast teir bert vóru tveir í
tali, kláraðu teir seg væl.
Óræddiliga kundi Pauli
fara við hesum tekkjuligu
kvinnum og unglingum út
á tann víða tónlistaheimin
og bera føroyskan kórsang
fram, tá ið hann er bestur.
Nú havi eg livað so
leingi, sæð nógva mynd-
list, hoyrt nógvan kórsang
ymsa staðni frá, og eg eri
komin til ta niðurstøðu, at
føroysk list er oftani eins
góð sum útlendsk list.
Sjálv Varmakeldu-fram-
sýningin hevur eins gott
rák í sær, sum so mangt
annað, tú sært uttanlands.
Ja, hon er bara úr Fugla-
firði.
Føroyskur kórsangur
hevur gott orð á sær og
hevur í norðurlendskum
høpi ein sjaldsaman klang
– ein farra av einum Tugtu-
pitljóðið, og í hesum føri-
num kom hann úr Sanda-
gerði bæði í kórklangi og í
løgum, sum Pauli sjálvur
hevði gjørt, og tað er sára
gott.
Tugtupitljóð Paula og litrødd Eyðuns
Frits Johannesen hugleiðir eftir at hava vitjað listaframsýning hjá Eyðuni av Reyni og konsert hjá Cantabile í
høvuðsstaðnum danksa, Keypmannahavn
Føroyskur kórsangur hevur gott orð á sær og hevur í
norðurlendskum høpi ein sjaldsaman klang – ein farra av
einum Tugtupitljóðið, og í hesum førinum kom hann úr
Sandagerði bæði í kórklangi og í løgum, sum Pauli sjálvur
hevði gjørt, og tað er sára gott
Eyðun málar samansettar ræsir, og Pauli fyllir ræsirnar hjá
Eyðuni við livandi tónamáli. Litir og ljóð fara eftir
áarstreyminum og leita út í hitt stóra listaliga havið, har
eingin grynnur. Vit hava bert litir, skap og tónar at tulka hesa
dýbd
– Nú havi eg livað so leingi, sæð nógva myndlist, hoyrt nógvan
kórsang ymsa staðni frá, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at
føroysk list er oftani eins góð sum útlendsk list. Sjálv
Varmakeldu-framsýningin hevur eins gott rák í sær, sum so
mangt annað, tú sært uttanlands, skrivar Frits Johannesen
Ert tú leiðarin, vit leita eftir ?
Søkt verður eftir deildarleiðarum til deildir okkara
í Vestmanna og Fuglafirði
Deildirnar hava sum høvuðsendamál at taka sær av dagliga
kundaviðskiftinum á økinum.
Uppgávur:
• daglig leiðsla og skipan av arbeiði á deildini
• skapa eitt mennandi og avbjóðandi arbeiðspláss
• tryggja at ráðgevingin og tænastan eru á høgum støði
• útinnan av kredittmetingum
• uppfylging av deildarroknskapi og fíggjarætlan
• umframt aðrar uppgávur álagdar av stjórnini
Førleikakrøv:
• Peningastovnsútbúgving við ”Finansiel Videreuddannelse”
ella HA, HD, Bachelor ella aðra viðkomandi útbúgving
• góðan kunnleika til EDV
• duga at málbera seg í skrivt og talu
Umsøkjarar, ið hava peningastovnsroyndir og/ella leiðararoyndir
hava fyrimun.
Persónligir eginleikar:
• duga at arbeiða sjálvstøðugt og tora at taka avgerðir
• hava góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
• hava góð samstarvsevni og evni at leiða ein bólk í einum
kravmiklum umhvørvi
Umsøkjarin skal vera sinnaður at menna seg fakliga og persónliga.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Steinbjørn Hardlei,
starvsfólkaleiðara, tel. 348000.
Løn og eftirløn verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal verða
Føroya Sparikassa í hendi í seinasta lagi 11. juni 2001,
og sendast til:
Føroya Sparikassi
att.: Starvsfólkaleiðarin
Postsmoga 34
110 Tórshavn
Starvsfólkadeildin,Yviri við Strond 2, FO-100 Tórshavn
E-post: Starvsfólkadeildin@sparikassin.fo www.sparikassin.fo
Føroya Sparikassi hevur 21 deildir kring landið, ið serliga fáast við at veita ráðgeving,
fígging og selja tænastur Sparikassans.
ÚTBJÓÐING
Við hesum verður arbeiðið viðvíkjandi víðkan av
tyrlupallinum í Stóru Dímun boðið út í almenna
lisitatión.
Arbeiðið umfatar í stórum:
Avgrevstur
o.u. 2400 m3
Uppfylling og planering
o.u. 800 m3
Skráar
o.u. 1370 m2
Kloakk og dren
o.u. 155 m
Stik og stoyping av smærri fundamentum
Útbjóðingartilfarið fæst við at gjalda kr. 2000,00 í
veð á konto nr. 9181- 128.220.6 í Føroya Spari-
kassa og venda sær til Landsverkfrøðingin við
váttan um, at upphæddin er goldin.
Tilboð skulu latast Landsverkfrøðinginum í
afturlatnum brævbjálva, merktur »Víðkan av
tyrlupalli í Stóru Dímun«.
Lisitatiónin verður fríggjadagin, 15. juni 2001 kl.
1400 hjá Landsverkfrøðinginum.
Landsverkfrøðingurin
Byggideildin
Postboks 78
Tinghúsvegur 5
100 Tórshavn
Telefon 311333 Telefax 314986 E-postur lv@lv.fo
Bilur við skaða
til sølu
Merki: Iveco, New Daily kassabilur
Árg.: 1999
KM.: 105.000
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Heri Weihe, sýnsmaður
e-mail: hw@trygging.fo
Tlf. 345729
Fax nr. 345607
at hitta millum–hósdag millum kl. 0800–1000 og
fríggjadag millum 0800–1600
Stuðulsfólk
Søkt verður eftir 1 stuðulspedagogi/hjálpara til 4
ára gamalt barn í Klaksvík at byrja tann 01. juli
2001, ella skjótast tilber.
Arbeiðið hjá stuðlinum verður at stimbra barnið
málsliga, sosialt og annars gera dagin innihalds-
ríkan hjá barninum.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við familjuna og
barnaverndina.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og fyribils til
31.07.2002.
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður, hevur hósk-
andi fakliga útbúgving ella royndir.
Setan sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýr-
ið og Pedagogfelagið.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til
stuðulsvegleiðaran á tlf. 456388.
Umsóknir saman við møguligum avritum av
prógvi verða at senda til:
Barnaverndarnevndina
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
700 Klaksvík
í seinasta lagi tann 09. juni 2001.
Felagið fyri
Skrivstovu-
kramba- og
teknisk starvsfólk
Upplýsir um:
-sáttmálan
-starvsmannalógina
-frítíðarlógina o.a.
Gerist limir - so
standa vit sterkari!
Tlf 316837 og 216837
Traðarvegur 20
Boks 1378
110 Tórshavn
skfelag@post.olivant.fo
Opið er soleiðis:
Mánadag - fríggjadag
9.00 - 12.00
13.00 - 16.00
FØROYA
BETONG SAGING
Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898
v/Hjaltur Tausen
Sosialurin - 311820
VEGG SAGING
Hurðar,vindeygu,
veggir, garðar o.a.
GÓLV SLÍPING
GÓLV SAGING
Rennir, keiøki, asfalt,
upptøka og burturbeining
o.a.
HOL SAGING
Frá Ø 24 mm.
til Ø 450 mm.
GÓLV FRESING
Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum.
Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum
til fríhold.
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
25
24