fríggjadagur 21. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 248 - 21. desember 2007
Esvagt Champion
er nýggjasta farið í
frálandavinnuni í
Norðsjónum, og tað
er næstan altíð ein
føroyingur á brúnni
og í maskinrúminum
Frálandavinna
Árni Joensen:
arni@sosialurin.fo
Tann 29. novembur var há
tíðarløta niðri á havnarlagn
um í Esbjerg. Við bryggjuna
lá tað nýggjasta farið í flot
anum hjá frálandareiðarín
um Esvagt, og hendan
dagin skuldi skipið hava
navn.
Løtu seinni fekk skipið
navnið „Esvagt Champion“.
Frammanundan
hevði
reiðaríið sett tvær manning
ar til skipið, og sum umborð
á fleiri av hinum skipunum
hjá reiðarínum eru føroying
ar væl umboðaðir á mann
ingarlistunum hjá „Esvagt
Champion“. Á aðrari vakt
ini eru skiparin, yvirstýri
maðurin og maskinmeistarin
føroyingar, og á hinari eru
yvirstýrimaðurin
og
juniormeistarin føroyingar.
Tann 1. desembur fór
skipið á sína fyrstu vakt við
ein oljupall hjá Statoil í
norskum sjógvi.
Átta skip
„Esvagt Champion“ er 45,8
metrar langur og 11,5 metr
ar breiður. Skipið hevur
fimm generatorsett av slag
num Cummins, og hvørt
teirra er 485 KW. Skipið er
smíðað í Singapore og fór
haðani tann 17. oktobur.
Skipið er tað fjórða, sum
Esvagt hevur fingið av
skipasmiðjuni í Singapore,
og reiðaríið hevur gjørt sátt
mála um fýra afturat. Tvey
skulu latast reiðarínum í
2008 og tey bæði seinastu í
2009.
Føroyingar stýra meistaranum
Tá „Esvagt Champion“ varð navngivin. Maðurin næstuttast til vinstru á myndini er Ovin
Carlsson, stjóri og reiðari. Hann er ættaður av Tvøroyri
Hesir tríggir eru umborð á „Esvagt Champion“ nú um jólini. Frá vinstru: John Zachariassen,
maskinmeistari úr Havn, Hans Bjarni Jacobsen, skipari úr Havn og Jóannes Hansen, yvirstýrimaður
úr Sørvági
Jákup Klein, juniormeistari úr Miðvági og Gunnar
Gardar, yvirstýrimaður úr Kollafirði eru á hinari
vaktini
Havn: Bitland undirskrivaði
týsdagin ein leigusáttmála
við felagið, sum rekur
handlarnar í Handilskjarn
anum.
Harvið
verður
nýskapanarumhvørvið hjá
Bitland meira enn tvífaldað,
og fer nú at telja meira enn
1.100 fermetrar í miðbýnum
í Havn. Í november flutti
Bitland inn í bygningin
har Telebúðin heldur til.
Harumframt rekur Bitland
skrivstovuvirksemi í Tórs
gøtu. Men áhugin fyri at
verða partur av nýskapan
umhvørvinum hjá Bitland
er so mikið stórur, at neyð
ugt er at vaksa um virk
semi. Nógv verður tosað
um íverksetarahús og líkn
andi tiltøk fyri at menna
nýskapan. Bitland er ment
av
m.a.
íverksetar
um seinastu 3 árini, og í
dag eru umleið 14 fyritøkur
og 25 fólk knýtt at nýskap
anarumhvørvinum í mið
býnum, sigur Ólavur Greg
ersen, stjóri í Bitland. Við
nýggja leigumálinum víðka
tey um skrivstovuna. Har
við nøkta tey í enn størri
mun tørvin á skrivstovum
til íverksetarar og smærri
fyritøkur, sum ynskja at
virka í einum umhvørvi,
sum er merkt av menning
og altjóða virksemi. Eftir
ársskifti verða tillagingar
gjørdar í teim ovastu hædd
unum í Handilskjarnanum,
og ætlanin er at byrja virk
semi her 1. mars.
Bitland víðkar enn meiri