Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Ymiskt er hvussu nógv fólk gera burtur úr forlovilsum og giftarmáli. Hjá summ­ um er hetta við pomp og pragt, hjá øðr­ um er tað í loyndum. Tvey, sum gjørdu tað eitt sindur øðrvísi enn fólk flest, vóru Andrew Apol Wilson og Meryl Chisnell úr Bretlandi. Tá øll Apol familjan savnaðist í Havn seinasta summar gjørdu Andrew Apol Wilson og Meryl Chisnell av at taka ring uppá úti á sjálvum Skansanum. –Hetta gjørdu vit, tí Skansin minnir okkum á seinna heimskríggj sigur Andrew, sum er sonur bretska hermannin Harry Wilson, sum var í Føroyum undir krígnum og her fann føroysku konu sína, Honnu Apol í Havn, móður Andrew. Andrew er bróður Louis Wilson, sum í mong ár virkaði sum eitt slag av ambassadøri fyri Føroyar í Bret­ landi, har hann kunnaði bretsku press­ una og almenningin um grindadráp. Andrew og Meryl tóku ring uppá 30. juni í ár, og 29. august feiðraðu tey enn ein stóran dag, ikki í heimlandinum men við eysturstrond Afrika. Tey bæði vórðu gift á oynni Zanzibar við 12 Masai krígsmonnum við sína lið. Brúdleypsferðin var á safari í Tanzania. Tey bæði hava sent Sosialinum eina jólaheilsan við vøkru myndunum frá tí romantisku løtuni tey gjørdust maður og kona. Andrew arbeiðir sum farmaseutur á sjúkrahúsi og Meryl sum sjúkrasystur. Tey møttust tá tey bæði arbeiddu á sjúkrahúsi og hava verið saman í góð seks ár. Við sær í hjúna­ lagið hava tey 3 børn, Adrew ein drong og Meryl tvær gentur. Tey bæði heilsa øllum føroyingum og ynskja eini góð jól og eitt gott nýggjár. Jan Müller jan@sosialurin.fo Forlovaðu seg á Skansanum – giftust í Zanzibar Meryl og Andrew taka ring uppá á Skansanum í Havn. Pápi Andrew, Harry Wilson, møtti konuni, tá hann tænti sum hermaður í Føroyum Mynd Jan Müller Frá brúdleypsdegnum á Zanzibar. Andrew og Meryl saman við Masai krígsmonnum Andrew og Meryl saman við børnunum, Luke, 10, sum Andrew eigur og Amy, 13 og Chloe, 11, sum Meryl eigur