Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 248 - 21. desember 2007 Ein føroyskur línu­ maður við einum av teimum frægu skipunum tjenar umleið 450.000 krónur um árið og hevur 110 frídagar FiskiFloti Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í Sosialinum í gjár sigur formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag, Jan Højgaard, at neyðugt er við nýhugsan innan føroyska fiskiskipa­ flotan. Í hesum sambandi nevnir hann, at menn, sum sigla við línubátunum, ikki hava eina skiftisskipan, har teir eru eitt ávíst túratal um­ borð og síðan hava frítúr. Jan Højgaard heldur, at tá ið menn ikki hava ein frítúr av og á, verður talið av arbeiðstímum gjøgnum eitt ár rættiliga stórt. Umborð á føroysku línu­ bátunum ganga menn vanliga seks tímar á vakt og hava síðan frí í seks tímar. Hýra og frítíð Vit hava spurt annan skip­ aran og eigaran á línu­ skipinum Klakki, Líggjas Johannesen, hvussu nógvar fiskidagar Klakkur hevur havt í ár. ­ Vit hava verið í sjónum umleið 250 dagar og hava fiskað sløk 1100 tons, sum eru seld fyri 16,5 miljónir krónur. Hetta gevur ein manningarpart, sum liggur rundan um 450.000 krónur. Líggjas sigur, at hann ikki á nakran hátt vil leggja seg út í sáttmálastríðið, men heldur tað vera óheppið, at formaðurin í Føroya Fiski­ mannafelag at kalla leggur upp til, at føroyskir fiski­ menn heldur fara til Noregs at sigla, tí umstøðurnar her heima skulu vera so vánaligar. Ikki misnøgdir ­ Teir, sum sigla við okkum, eru soleiðis heima einar 110 dagar um árið. Vit liggja í miðal einar tríggjar dagar millum túrar, og síðan liggja vit umleið hálvan annan mánaða um summ­ arið. Aftrat hesum liggja vit einar tríggjar vikur um jóla­ og nýggjárshalguna, sigur Líggjas. Spurdur, um hann hevur nakra meting av, hvat fiskimenn halda um lýsta verkfallið, sigur skiparin, at tað dugir hann einki at siga um, tí hann hevur ikki tosað við nakran um hetta. ­ Eg havi tó ikki skilt, at menn eru serliga misnøgdir við umstøðurnar, sigur hann. Líggjas vísir á, at oljuút­ reiðslurnar hjá línuskipu­ num fara av óbýttum, og tí merkir línuflotin ikki á sama hátt hækkingina í prísunum sum eitt nú trolaraflotin undir Føroyum. Góður túrur Í vikuni landaði línuskipið Klakkur 40.000 pund, sum teir høvdu fingið eftir átta daga roynd á Íslands­ rygginum. Ein stórur partur av veiðini var toskur. Líggjas sigur, at hetta var ein vánaligur túrur í nøgd, men teir seldu væl. ­ Vit seldu fyri hálva mil­ jón krónur, sum gevur einar 17.000­18.000 í manning­ arpart. Hann vísir á, at teir einans vóru 11 mans við á hesum túri, tí summir av føstu manningini eru farnir í jólafrí. ­ Nú fotin er lagdur, missa vit einki tær fyrstu 2­3 vikurnar, tí tá liggur skipið kortini, sigur Líggjas Johannesen. Línumenn: Góð hýra og nógvir frídagar - Tað harmar okkum, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag nærmast leggur upp til, at føroyskir fiskimenn heldur fara til Noregs at sigla, sigur Líggjas Johannesen, skipari á línuskipinum Klakki Mynd: Vilmund Jacobsen Hinumegin Jørðina Grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line eigur tvey farmaskip, og í løtuni eru heilir 16.000 kilometrar ímillum teirra, skrivar blaðið Sermitsiaq. Annað skipið, Nuka Arctica, er í Maarmorilik í Uummannaq­fjørðinum, har tað skal lossa fyri jól. Hitt skipið, sum eitur Naja Arctica, er harafturímóti suðuri í Suðurhavinum við útgerð til eina rannsóknarstøð á Antarktis. Tey bæði skipini, sum eru 132 metrar long, eru systirskip. Heim at halda jól Íslendska fyritøkan Ístak, sum er væl kend í Føroyum, hevur umleið 300 póllendingar í arbeiði í Íslandi, og í morgun fóru teir við flogfari heim til Póllands at halda jólafrí, skrivar Moergunblaðið. Kolbeinn Kolbeinsson, stjóri hjá Ístak, sigur við blaðið, at allir póllendingarnir, sum arbeiða hjá felagnum, hava valt at fara heim at halda jól. Sáttmálin millum Ístak og póllendingarnar sigur, at arbeiðsgevarin skal tryggja flutning til og úr Íslandi. Brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen í Klaksvík, sum eiga smápartafelagið Und­ ir Klakki, hava keypt snelluskipið Báruna skipakeyp Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snelluskipið Báran er ikki longur heimahoyrandi í Havn. Magnus L. Olsen hevur selt bátin til felagið Sp/f Undir Klakki í Klaksvík. Teir, sum eiga hetta felag, eru brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johanne­ sen, ið frammanundan eiga línuskipið Klakk. Í løtuni stendur Báran á beding í Klaksvík, har ymiskt verður gjørt við skipið. Íslandskvota Líggjas Johannesen sigur, at Báran er ein góður bátur, men nú var neyðugt ymisk­ um ábótum og viðlíkahaldi. ­ Vit hava ikki gjørt okkum nakrar endaligar tankar um, hvat vit fara at brúka bátin til, men í fyrstu syfti hugsa vit ikki um ta stóru driftina. Hann sigur, at Báran eigur nøkur tons undir Íslandi, sum Klakkur ætl­ andi fer at fiska, og haraftrat eigur báturin einar 80 fiskidagar undir Føroyum. Báran er reyð ­ Báran er ikki blá longur. Nú hava vit málað hana okkara lit, so hon er reyð. Líggjas Johannesen sigur, at tíðin fer at vísa, hvat teir fara at brúka bátin til. Báran er smíðað úr eik í Danmark í 1968. Hon er 19, 90 metrar long og er merkt 49,16 brt. Maskinan er ein volvo penta 367 hk. Klaksvíkingar hava keypt Báruna - Báran eigur nøkur tons undir Íslandi, og tey fer Klakkur væntandi at fiska, sigur Líggjas Johannesen Mynd: Skipalistin