Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ , fyri við hann, um vit ikki skuldu nevna høllina fyri Svimjihøllin í Gundadali. Tað tók hann beinanvegin undir við, og so varð navnaskiltið sett upp á høllina. Ræddist vatn Skipað svimjing hevur verið í Tórshavnar kommunu í 48 ár. Tað var í 1959, at svimjihylurin í Gundadali varð tikin í nýtslu. Tá var Heri Lava Olsen 14 ára gamal, og hann minnist væl fyrstu tíðina: - Sjálvandi var hetta spennandi, men hjá mær var tað ein stórur trupulleiki, at eg hevði vatnskrekk. Eg tordi ikki niður í vatnið, og tí dugdi eg sjálvandi ikki at svimja. Men árið eftir – í 1959 – kom glið á. Hetta var síðsta árið, at eg gekk í skúla. Vit høvdu Petur Højgaard Simonsen ella Petur á Barnaheiminum, sum vit kalla hann, í fimleiki, og hann baksaðist við okkum og syrgdi fyri, at eg slapp av við vatnskrekkin. Hetta summarið lærdi eg at svimja, og tá gekk tað skjótt. Á Ólavsøku luttók eg í fyrstu kappingini, og næstu árini var eg nógv í svimjihylinum, minnist Heri aftur á. Virksemið var stórt í Havnar Svimji- felag, og Heri var ein av stinnastu svimjarunum. Longu í 1960 vann hann fyrstu kappingina, og miðskeiðis í seksti árunum var hann við, tá ið svimjifelagið kappaðist saman við og ímóti dønum. Svimjfeløgini Sparta og Neptun vitjaðu, og í 1964 stóðu svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag seg væl – bæði tá ið danir vitjaðu í Havn, og tá ið tey úr Havnar Svimji- felag vitjaðu á flatlondum. Heri var í fleiri ár formaður í Havnar Svimjifelag, har hann telist millum heiðurslimirnar. Nú eru longu nógv ár síðani, at hann tók seg burturúr tí virkseminum. Boðar frá tiltøkum Umframt føstu kundarnar í Svimji- høllini so er ofta vitjan aðra staðni. Eitt nú barnagarðar og skúlar og eisini familjur. - Um okkurt tiltak er fyriskipað í Havnini, so fáa vit ofta ágóðan av tí. Eitt nú um skúlabørn ella barna- garðsbørn skulu til sjónleik ella onkra aðra framsýning, so síggja vit, at skráin hjá teimum verður løgd soleiðis, at tey vitja í svimjihøllini. Serliga í vikuskiftinum hava vit ofta vitjan av familjum, sum síggja hetta at vera ein part av hugnaligum havnartúri. Útlendsk ferðafólk brúka høllina, og Heri minnist onkra stuttliga søgu í tí sambandinum: - Eg minnist eina ferð fyri nøkrum árum síðani, eg stóð í búrðinum, og eitt danskt par kom inn í høllina. Tey spurdu, hvat tað kostaði at svimja. Eg haldi ikki, at tað var dýrt at svimja tá, og tað er tað heldur ikki nú. Men tað hildu hesi bæði. Tey tingaðust eina løtu, og so bað maðurin um eitt atgongu- merki – til konuna. Eg peilaði av í speglinum, sum vit hava. Konan fór inn í umklæðingarrúmið, men hann misti eg burtur. Eg fylgdi við, og eina løtu seinni kom hann út av vcnum, sum er í forhøllini. Tey trongdu ivaleyst til at fáa sær bað. Tað helt hann vera ov dýrt, og so vaskaði hann sær etaguvask, meðan konan slapp at fáa eitt luksusbað! Trúgvir tænarar Fyrsti leiðarin í svimjihylinum var Ivan Carlsen, sáli. Hann var smiður, og gjørdist leiðari beinanvegin, tá ið svimjihylurin varð tikin í nýtslu í 1959. Ivan var leiðari, inntil hann doyði í 1985. Meðan hann var sjúkur, var Karin Joensen leiðari, og síðani í 1985 ella seinastu 22 árin hevur Heri Lava Olsen verið leiðari. - Tey fyrstu árini arbeiddu umframt Ivan og Karin Jóhan Norðfoss og systir hansara Olina Mylná. Elin Mouritsen var eisini har, tá ið eg kom í svimjihylin at arbeiða í 1973. Frammanundan hevði Sára Hansen eisini verið. Hon var kend ítróttarkvinna – eitt nú spældi hon hond- bólt, róði kapp og svam – men hon var farin, tá ið eg kom har, greiðir Heri Lava Olsen frá. Svimjihylurin í Gundadali lat upp 2. páskadag, og hann var opin út á heystið. Fleiri av starvsfólkunum vóru í starvi, meðan svimjihylurin var opin og ikki um veturin. Tey komu til arbeiðis, tá ið tað varð riggað til at lata upp. Ivan og Karin høvdu baðsstovuna um vetrarnar, og Jóhan var eisini har. - Tað kundi vera eitt sindur stressað undan páskum. Tá varð hylurin málað- ur, og viðhvørt var veðrið ikki til vildar. Annað árið, tá ið danska felagið vitjaði í seksti árunum, viðraði tað ikki at mála svørtu strikurnar á botninum, áðrenn vatn varð latið í hylin, minnist Heri Lava Olsen aftur á. Fyri leiðaran í svimjihøllini og øll onnur var tað ógvuliga stórt frambrot, tá ið høllin varð tikin í nýtslu fyri fjórðings øld síðani, og tað harvið varð møguleiki fyri at svimja alt árið. Nú heldur Heri, sum er ein av trúgvu tænarunum í høllini, at kommunan átti at givið sær sjálvari og borgarunum eina føðingardagsgávu, sum skuldi verið vatnland vestanfyri høllina. Harvið hevði perlan í Gundadali verið uppaftur hugaligari at vitja, enn høllin longu nú er tað. Hóast høllin er 25 ára gomul, so kennist hon framvegis nýggj og væl hildin. Tað er ikki minst fíggjarligu játtanini hjá kommununi og dugnaligu og fryntligum starvsfólku- num fyri at takka. Jan Müller jan@sosialurin.fo í høvuðsstaðnum Heri Lava Olsen hevur verið leiðari í Svimjihøllini í Gundadali síðani í 1985. Ábyrgdarblaðstjórin, sum dagliga vitjar í Svimjihøllini, hevur tosað við hann í sambandi við, at høllin í vikuni hevði 25 ára føðingardag Mynd: Jens Kristian Vang Lívbjargararnir høvdu møguleika at sita undir taki, tá ið tað regnaði í gamla hylinum í Gundadali