fríggjadagur 21. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 248 - 21. desember 2007
Fyrsta fløgan frá Proclaim
Leingi hevur verið bíðað eftir fløguni hjá Proclaim. Og nú er hon
umsíður komin. Proclaim gav hesa vikuna út fløguna við heitinum
Grateful við 11 sangum, og sum limirnir í bólkinum sjálvir hava
gjørt. – Vit hava roynt at havt greiðar tekstir, sum millum annað at
staðfesta, at Gud er til og at hann ynskir at frelsa tann einstaka,
sigur forsangarin í bólkinum, Bjartur F. Johannesen. Hinir limirnir í
bólkinum eru Jens Súni Hansen, trummur; Bárður Reinert Poulsen,
bass; Pauli Reinert Poulsen, guitar og Jákup Justinussen, tangentar.
Fløgan, sum er útgivin av Heimamissiósnforlagnum, fæst kring alt
landið og kostar 169 kr.
ORCA gevur fløgu út
Í dag kom spildurnýggj fløgu- og DVD-útgáva út á føroyska
marknaðin undir heitinum »ORCA-Livandi oyða«. Útgávan
hevur 11 spor; live-tilfar eins væl og elektroniskt viðgjørt og
remixað tilfar í samstarvi við Third Eye Foundation, Deadverse/
Oktopus, Bookworms og Com-Data. Á DVDnum eru videoløg,
ein stuttur dokumentarfilmur um verkætlanina og live-upptökur
frá konsert í fjósinum Innan Glyvur gamlaárskvøld 2005. Tað er
plátufelagið TUTL, sum gevur út. Sambært heimasíðuni orca.fo
er ORCA helst tann mest primitiva, bygdasliga, bóndaliga og
samstundis mest há-tøkniliga, globaliseraða og stórbýarkenda
føroyska tónleikaverkætlanin higartil.
Samráðingar verða
nú ímillum ES og
Føroyar um at seta
ein ES skipan í gildi í
Føroyum, so at skip,
sum ES ikki hevur
góðkent, eisini kunnu
leggja veiðina upp í
Føroyum
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Í Januar mánað verður
fundur ímillum Føroyar og
ES um at seta eina skipan í
gildi, sum ger, at tað ber til
her á landi at avgreiða skip,
sum ES ikki hevur góðkent.
Tað sigur Arni Poulsen,
aðalstjóri í vinnumálaráðn-
um.
Í vinnumálaráðnum eru
tey greið yvir, at tað er ein
trupulleiki, at vit ikki fáa
avgreitt skip, sum ES ikki
hevur góðkent, í Føroyum.
Tað, sum manglar, er at
seta eina skipan, sum er
nevnd “Traces”, í gildi fyri
Føroyar.
Tað er ein elektronisk
eftirlitsskipan sum ger, at
tað ber til at fylgja eini
vøru, hvagar hon fer.
- Fyri at avgreiða hesi
skipini, skulu vit verða part-
ur í hesi ávísu traces skipan-
ini og í løtuni arbeiða vit
við at fáa hana setta í gildi í
Føroyum.
Arni Poulsen sigur, at í
hesum
sambandi
hevur
Vinnumálaráðið biðið um
fund við ES í januar um at
seta hesa skipanina í gildi í
Føroyum.
- Tey formligu viðurskift-
ini skulu vera í lagi og vit
duga ikki at síggja at nøkur
viðurskifti skuldi verið til
hindurs fyri, at hetta verður
sett í gildi í Føroyum. Men
tað skal greiða fáast á
fundinum við ES í Januar.
Men nú er hetta ein gamal
trupulleiki, hví er málið
ikki loyst langt síðani?
- Tað er ein spurningur
um raðfestingar og nú er
stundin so komin til at
raðfesta hetta málið, sigur
Arni Poulsen.
Higartil hava vit ikki
arbeitt við at fáa hetta í rætt
lag, leggur hann afturat.
Vinnan sigur, at nú er so
seint, at vandi er fyri, at tey
missa ein marknað, sum tey
hava brúkt fleiri ár upp á at
fáa til Føroya?
- Tað vóna vit ikki fer at
henda, er stutta viðmerk-
ingin úr Vinnumálaráðnum.
Men kundi Heilsufrøði-
liga Starvsstovan so ikki
framhaldandi avgreitt skip-
ini upp á gamlan máta, til
tann nýggja skipanin varð
sett í verk?
- Tað hevur hon so ikki
mett, at hon kann og tað eig-
ur hon heldur ikki at gera,
tá ið tað ikki er í samsvari
við reglarnar.
Farið afturvið
Bjarni Djurholm, landsstýr-
ismaður, sigur, at tað er ikki
fyrrenn beint nú, at hann er
greiður yvir, at hetta er ein
trupulleiki.
Tí hevur hann heldur
onga forkláring uppá, hví
tað hevur gingið so langa
tíð at fáa málið loyst.
Landsstýrismaðurin
er
samdur í, at tað ber ikki til
hjá Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni at hava eitt virksemi,
sum ikki er í samsvari við
sáttmálan við ES og tí kann
hann ikki mótmæla, at
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an gevst at avgreiða hesi
skipini.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at hann kann ikki annað
enn harmast um, at tað hev-
ur drigið so langt út, at
loysa hendan trupulleikan,
at vandi nú skal vera fyri, at
fyritøkur missa eina vinnu
á gólvið, sum tey hava brúkt
fleiri ár upp á at byggja
upp.
Átti ikki onkur í skipanini
at havt fangað, at hetta er
ein trupulleiki?
- Tað er sjálvsagt, so tað
kann eg ikki annað enn vera
samdur í. Men eg fái ikki
sagt annað enn, at tað er ikki
meiri enn ein mánaði síðani,
at eg var varugur við trupul-
leikan og eg bað beinanvegin
um at fáa hann loystan.
Bjarni Djurholm sigur, at
hann kann tískil ikki annað
enn vóna, at málið verður
loyst sum allar skjótast.
Men hvat sigur tú so til,
at tað nú er drigið so langt
út, at fyritøkur eru í vanda
fyri at missa ein markað á
gólvið, sum kastar milliónir
av sær.
- Tað er heilt beklagiligt
og eg fái ikki sagt annað
enn at eg havi ikki vitað av
hesum trupulleikanum og
samstundis kann eg ikki
annað enn vónað, at hann
verður loystur beinanvegin.
Skuldi verið skjótt at loyst trupulleikan
Tað er ikki rætt at
arbeiða uttanfyri
reglarnar, sigur
Bárður Enni, stjóri
á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni
VinnulíV
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit hava arbeitt eftir einum
holi í lógini og tað er ikki
rætt.
Bárður Enni er stjóri á
Heilsufrøðiligu Starvsstov-
uni, men hann vil ikki siga
so nógv til atfinningarnar
frá vinnulívinum í Sosialin-
um í gjár.
Bæði stjórin á Sam-
skipum, stjórin á Faroe Ship
og stjórin á Faroe Cold Stor-
es í Vági, fýltust í Sosialin-
um í gjár á, at Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni og Vinnu-
málaráðnum.
Bárður
enni
sigur
í
stuttari viðmerking, at tað
er eitt hol.
- Og tað er ikki rætt at
arbeiða uttanfyri tær reglar,
sum eru, so einfalt er tað,
sigur Bárður Enni.
- Tað, sum er farið fram,
er ikki í samsvari við regl-
arnar hjá ES og tað kunnu
vit ikki blíva við at liva við,
leggur hann afturat.
Hann sigur eisini, at tá ið
ES var í Føroyum á kunn-
ingarvitjan í fjør, gjørdi ES
umboðini greitt, at tað, sum
fór fram, var ikki eftir
reglunum.
Annars vísir hann á, at nú
eru tríggir mánaðir síðani,
at vinnan fekk boðini um
hetta og tí heldur hann ikki,
at talan er um at kappa á
stokkinum.
Ein atfinning er, at tá ið
tey kæra til Vinnumálaráðið,
er tað Peter Østergaard,
sum avgreiðir málið og
hann arbeiðir á Heilsufrøði-
ligu Starvsstovuni
- Tað skuldi ikki havt
nakran sum helst týdning
við málið, tí hóast hann
arbeiðir her, er hann eisini
virkandi Landsdjóralækni
og hann hevur als onki havt
við hetta málið at gera yvir-
høvur. Annars hevur hann
onkuntíð áður verið í hesi
støðuni og tað hevur hann
avgreitt
fyrimyndarliga,
sigur Bárður Enni.
Bjarni Djurholm visti ikki av,
at hetta var ein trupulleiki
og hann fær ikki annað enn
harmast um, skuldi tað víst
seg, at hetta fer at kosta
føroyskum fyritøkum ordrar
fyri milliónir
Hetta mátti halda uppat
Vit kunnu ikki halda fram
við virksemi, sum er ímóti
sáttmálanum við ES,
sigur Bárður Enni, stjóri á
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
Í 2001 gjørdu Føroyar og ES avtalu um marknaðeftirlit fyri at
gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES.
Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt
eina serliga støðu.
Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá
skipum, sum ikki eru góðkend í ES.
Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi
seinastu árini, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend
frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum
slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar
víðari, har tær skulu.
Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvs
stovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru
góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat.
Hetta gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan uttan nakra ávar
ing ella fráboðan frammanundan.
Hetta er komið ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við
slíkt virksemi.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað vinnuni frá, at
orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent
í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd
Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at
hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar.
FAKTA