fríggjadagur 21. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
+ ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Týsdagin 18. desember vóru 25 ár
síðani, at Svimjihøllin í Gundadali varð
tikin í brúk. Tað var 18. desember í
1982. Heri Lava Olsen hevur verið
leiðari síðani í 1985, og leiðarin ivast
ikki, tá ið hann verður spurdur um, hvat
føðingardagsynski hann hevur:
- Tað var eitt stórt frambrot, tá ið vit
fyri einari fjórðingsøld síðani fingu
svimjihøllina. Hon er framvegis í
góðum standi, men krøvini eru størri í
dagsins samfelag, enn tey vóru í 1982.
Eg havi so ofta sagt, at kommunan átti
at bygt út, so vit fingu eitt vatnland
vestanfyri høllina ella har, sum ÍSF
húsið er. Enn er hetta ikki vorðið
veruleiki, men eg vóni og vænti, at
býráðið fer at gera álvara av, at fáa
hetta ynskið gjørt til veruleika, sigur
Heri Lava Olsen.
Hóast høllin er 25 ára gomul, so sæst
lítið slit á henni. Tað er tiltikið, hvussu
væl arbeiðið í síni tíð varð frágingið, og
øll hesi árini hevur tað verið gingið
høgt uppí at halda viðlíka tað, sum fyri
fjórðingsøld síðani kostaði 40 milliónir
at byggja. Kommunan letur svimji-
høllini umleið fimm milliónir um árið
at reka og viðlíkahalda høllina fyri.
Høllin er opin so at siga alt árið og
hvønn einasta dag. Undantøkini eru
størstu høgtíðsdagarnir, á Ólavsøku og
so í desember mánað, tá ið tað plagar at
vera stongt í tríggjar vikur, meðan tað
viðlíkahaldsarbeiðið verður fingið frá
hondini, sum tað ikki ber til at gera,
meðan fólk er í høllini. Í ár var tó bara
stongt í tvær vikur. Í desember á hvørj-
um ári taka starvsfólkini lívbjargara-
royndina og 1. hjálparroyndina.
- Vit gera nógv við viðlíkahaldið. Tað
er alneyðugt eitt nú, at vatnringrásin er
í lagi Meginreglan er, at tað við at vera
upp á forkant skal sleppast undan
akuttum brekum. Tað hevur eydnast
væl. Higartil hava vit bara fýra ferðir
verið noydd at steingja orsaka av
tekniskum breki. Tríggjar ferðir ein dag
og eina ferð í tveir dagar, greiðir Heri
Lava Olsen frá.
Frá klokkan níggju og inntil klokkan
trý korter til trý eru skúlabørn og
ungdómar í høllini, og frá klokkan trý
og inntil klokkan 20.30 er aftur almenn
svimjing. Eftir almennu svimjingina
eiga svimjifelagið og froskmenn
høllina. Tá ið tað klokkan tíggju á
kvøldi verður stongt, hevur tað verið
ljós ímillum fimtan og sekstan tímar.
Tað sæst aftur í nýtsluni, og tað sæst
aftur í starvsfólkaliðnum. Høllin brúkar
fyri 90 túsund krónur í el um mánaðin,
og oljunýtslan er 200 tons um árið.
Starvsfólkatalið er 25, tá ið viku-
skiftisavloysararnir eru tiknir við.
- Hýrurin millum starvsfólkini er
góður, og vit taka tað sum tekin um, at
teimum dámar væl her, tá ið mong
teirra, sum hava verið í starvi, søkja
aftur sum frítíðaravloysarar, meðan tey
eru undir útbúgving uttanlands.
Uppgávan hjá starvsfólkunum er at
hava eftirlit í høllini og umklæðingar-
rúmunum, at vaska og at sita í búrinum,
sum tey kalla atgongumerkjasølu-
plássið. Saman við leiðaranum er ein
varaleiðari. Tað er Jóannes Niclasen.
Teir báðir leiðararnir fáast við viðlíka-
haldsarbeiðið.
Tað kann ikki sigast annað, enn at
leiðarin er rættuliga bundin at høllini.
Skipanin er soleiðis, at um okkurt brek
kemur fyri í høllini, so boðar fartele-
fonin hjá leiðaranum frá. Soleiðis er
tað, tá ið tað eitt nú er brek á
elskipanini ella oljufýrinum.
- Tað kemur meiri enn so fyri, at tað
verður boðað frá onkrum, sum skal
rættast beinanvegin. Tað er kanska ikki
altíð so hugaligt at verða útpurraður
mitt á nátt, tá ið tað er illveður, men
hesum hava vit so liva við øll hesi árini.
Skipanin ber eisini við sær, at Jóannes
ella eg sjálvur altíð má vera tøkur, so
vit eru ongantíð báðir úr Havnini í
senn, greiðir Heri frá.
Serlig mentan
Svimjihøllin í Gundadali er væl umtókt.
Talið á vitjandi hvørt árið liggur um
hálvt annað hundrað túsund. Tað vil
siga, at tað higartil hava verið eina-
staðni millum tríggjar og fýra milliónir
vitjandi, og at svimja í Gundadali er
partur av gerandisdegnum hjá so
nógvum.
- Ein túrur í høllina hoyrir við til
gerandisdagin hjá so nógvum. Fyrra-
partsvaktin møtir klokkan hálvgum
sjey, og tá ið hurðin verður latin upp
klokkan trý korter til sjey, standa nøkur
og bíða uttanfyri. Rutinan er so mikið
inngrógvin hjá nógvum, at tað ber til at
seta klokkuna eftir teimum. Starvs-
fólkini vita eitt nú, at Simme plagar at
smoyggja sær inn um júst, áðrenn vit
klokkan níggju steingja fyri almennu
svimjingini. So viðhvørt verður tikið
til, at nú er tíð at steingja, tí Simme er
komin, ella at tað verður spurt, tá ið tað
verður stongt, um Simme er komin,
sigur Heri Lava Olsen.
Morgunfrúurnar møta um átta tíðina.
Tær kunnu vera upp í einar 25 hvørja
ferð, og tær geva sær góðar stundir. Hjá
summum monnum verður tað gingið
høgt upp í løtuna í hitarúminum. Nakrir
møta áðrenn klokkan sjey og geva sær
góðar stundir í saununi, eftir at teir
hava svomið nakrar longdir, og aðrir
svimja og sita í hitarúminum, tá ið teir
eru lidnir við arbeiðsdagin.
- At sita í hitarúminum er tiltikið. Har
verður nógv prátað, og situatiónin í
býnum, í landinum og øllum heiminum
verður aftur og aftur vend. Henda
traditiónin er so gomul, sum gamli
svimjihylurin. Um vetrarnar var
baðstovan opin tvær ella tríggjar ferðir
um vikuna, og tá vóru nakrir fastir fúsir
í hitarúminum. Eitt nú Klerens, Karl
hjá Talisi og beiggi hansara Hans,
William Sloan, Jacob Lindenskov og
ikki at gloyma Jóhan Norðfoss og Ivan
Carlsen, sum dámdu væl at sita saman
við fryntligu havnarmonnunum, sum
vistu nógv at greiða frá, vóru bersøgnir
og eisini hittinorðaðir.
- Tað er serlig mentan at vitja hita-
rúmið, og eg veit, at blaðstjórin á
Sosialinum saman við fleiri politikarum
kann skriva undir upp á hetta. Tíbetur
fáa vit støðugt nýggj fólk í hitarúmið,
bæði yngri og eldri. Eg havi ofta lagt til
merkis, at tá ið fólk fara úr arbeiði, tí
tey eru fallin fyri aldursmarkinum, so
fara tey at vitja svimjihøllina rættuliga
ofta. Tað gera tey regluliga, men um
stígur kemur í, so tykist tað sum um, at
tað er tungt at koma í gongd aftur.
Tann, sum hevur skrivað hesar reglur,
kann av egnum royndum og saman við
so mongum øðrum, sum dagliga vitja í
Svimjihøllini í Gundadali, skriva undir
uppá, at høllin er ein perla í
høvuðsstaðnum.
Hvussu komu tit á navnið Svimji
høllin í Gundadali?
- Navnið er einfalt og rættuliga
upplagt. Høllin hevði einki navn tey
fyrstu árini. Í onkrum formligum ella
almennum pappíri sá eg, at hon varð
nevnd Tórshavnar Svimjihøll ella okk-
urt sovorðið. Hetta kendist tungt og
stirvið. Gunnar Hoydal, sum var
býararkitektur og hevði teknað høllina,
og eg tosaðu eina ferð um hetta. Eg helt
Leiðarin í svimjihøllini í Gundadali, Heri
Lava Olsen, heldur, at kommunan átti
at givið sær sjálvari vatnland í føðingar
dagsgávu, nú svimjihøllin, sum verður
vitjað av hálvt annað hundrað túsund um
árið, fyllir 25 ár
Svimjihøllin er perla