Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 248 - 21. desember 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Tøkk Eina hjartans tøkk til øll tey, sum gjørdu mær 70 ára føðingardagin so minnisríkan, sum vaktu meg við sangi um morgunin, komu við morgunbreyði. Takk fyri hjálp eg fekk frá tykkum øllum, fyri bakstur, servering og stákan. Takk til familju, vinir og kenningar, grannar, arbeiðsfelagar, bæði fyrrverandi og tykkum í ALV. Ein serlig tøkk til sonin Dan fyri taluna til mammuna, til sonin Arna, sonarkonu og ommubørn, sum komu heim úr Danmørk at »fejra« meg, til dóttur mína Janitu, verson við ommusynum, sum líka úr Amerika sendu myndir, talu og sang gjøgnum fjølmiðlar. Tøkk til tykkum mongu, sum leitaðu út í Pállstovu at hugna tykkum saman við mær. Takk fyri talur so mangar, tykkum, sum sungu fyri mær, fyri gávur, blómur og sum á annan hátt gleddu meg. Gleðilig jól og Harrans signað nýggjár ynski eg tykkum øllum. Fanny Joensen Takk Eina hjartans tøkk til øll, ið á ymiskan hátt gleddu meg á 85 ára degnum og gjørdu mær dagin so hugnaligan. Eini gleðilig jól og gott nýggjár. Blíðar heilsanir Elspa Joensen, Tvøroyri Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, ið gleddu meg á 85 ára degnum 14. oktober 2007. Gleðilig jól og gott nýggjár. Ynskir Oddvør Breygt Hermansen Dagurin 22. desember. Japetus. Ókent halgimenni, men kanska hevur hann navn eftir Jafeti, soni Nóa. Sólstøður, stytsti dagur. 23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist prestur í Skál­ holti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at hann varð mettur sum mikið halgimenni. Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Tollaksmessudagur var annars í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu. Norrøna navnið Tollakur merkir Tórs stríð ella leikur. Tøkk Hjartans tøkk til tykkum øll, ið minstust til okkum á 75 og 80 ára døgunum 22. juni og 18. november 2007. Við gávum og telegrammum, heilsan í bløðunum og í útvarpinum og øll, sum komu inn á gólvið, tá vit komu aftur. Ein serstøk tøkk til Súsannu og Meinhard, til Óla og Lív og Jacobinu og Jóan Hendrik. Jesus signi tykkum øll. Gleðilig jól og gott nýggjár. Ynskir Jutta og Salli 5. desember fingu Poulina og Rógvi Magnusson, Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. 6. desember fingu Malan Dahl og John Johansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2750 gr. 10. desember fingu Arnbritt Johansen og Jakku Guttesen, Nólsoy, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr. 13. desember fingu Jónhild og Bent Djurhuus, Nes, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4465 gr. 13. desember fingu Ann og Andras Davidsen, Miðvágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3740 gr. 14. desember fingu Poula E. Thomassen og Marnar Johan­ sen, Sandavágur, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3380 gr. 15. desember fingu Elsa av Reyni og Marni Dam, Hósvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3150 gr. 17. desember fingu Gunnvør og Gunnar Oluf Weihe, Hoy­ vík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3200 gr. 75 ár Hósdagin 20. des. fylti Haldgrím Gregersen, Syðrugøta 75 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 22.des. hjá dóttrini í Rituvík, frá kl. 18.00 90 ár Lina Jacobsen í Fuglafirði, fyllir 90 ár í morgin, 22. desembur. Føðingardagin heldur hon saman við familjuni. 29. oktobur fingu Finnur og Johan eina lítlasystur. Hon vigaði 3780 gram og var 54 cm. Long. Foreldrini eita Jonhild og Knút Nielsen og tey búgva á Tvøroyri Prógv 30. november fekk Rúni Vesturklett prógv sum løgreglumaður. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara sonur og bróðir Gert Ørvarodd andaðist mikudagin 19. desembur, 31 ára gamal. Kistan fer av Landssjúkrahúsinum niðan í Vesturkirkjuna fríggjakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin kl. 13. Gleðilig jól. Julius, Dalfinnur, Jón, Sveinur og Gisli Heldur enn blómur og krans, kunnu fólk minnast Gert við at lata Bláa Krossi eina peningagávu á konto í peningastovnunum