fríggjadagur 21. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 13
12 starvsfólk arbeiða á
sambýlinum – men hetta
eru tey, sum eru til arbeiðis
í dag. Frá vinstri: Asta,
Gunnvør, Axelina, Tórhild,
Jeannie og Heiðveig.
Kristina Nikodemussen er 92 ár og kennir
okkum á Sosialinum eitt sindur. Tí, sum hon
greiðir frá, so er hon omma Niels Una Dam,
sum arbeiddi hjá okkum til fyri stuttum.
Kristina er eisini systir Sofus Olsen, sum læt
listasavnið til Sands bygd, og sum doyði í
fjør. Hon fortelur, at hann hevði fylt 94 ár í
dag, var hann á lívi, og at hon iðrar seg eitt
sindur um, at hon ikki kundi vera til staðar
á listasavninum í gjár, tá ið hátíðarhald var
har.
- Men tað verður helst víst í sjónvarpinum
eisini, sigur Kristina, sum hevur búð í
sambýlinum í 1½ ár.
Einasti hani í høsnarhúsinum í dag er 82 ára gamli, ella ungi,
Justinus Háskor, sum er ættaður úr Svínoy, men flutti til Havnar
í 1942. Hann arbeiddi sum timburmaður og rørsmiðjur, og hevur
verið einkjumaður í 20 ár. Hann var eisini við í Æðuvík í gjár, og
letur eins væl at og damurnar. Spurdur, hvussu verður á jólum, sigur
hann seg rokna við, at hann fer heim til sonin. Og jú, summar av
damunum duga bara væl at gogga, men best eru kríatúrini, serliga
hundurin, sum hann er so sera góður við.
immiríki í Æðuvík
Her situr 92 ára gamla Hansina
Mortensen úr Famjin. Hon hevur verið
einkja í 20 ár, og hevur ikki færri enn 31
langommubørn og eitt oldurommubarn.
Sjálv er hon níggjunda barnið í einum
systkinaflokki á 16, harav 4 enn eru á lívi.
Um jóltíðir minnist hon altíð aftur á eina
syrgiliga hending suðuri í Famjin, tá hon
var bert 12 ára gomul. Tað var tá ið ein
eingilskur trolari fór upp á land í allari
tokuni.
- Eg gloymi ongantíð sjónina av hesum
tólv monnunum, sum lógu og flutu
í sjónum rundan um skerið. Tað var
nakað so forferdiligt. Onkur segði, at
skiparin skuldi giftast á jólum, men hann
kom ongantíð heim til Onglands aftur,
forklárar Hansina, sum er púra klár, men
er nakað besverað av gikt í hondini og í
beininum, og tí hevur eitt gangistativ at
halda seg til.
Anna Elisabeth Vang, ella Lillan, er 90 ár. Hon
hoyrir illa, og vit báðar royna sum best at fáa eina
samrøðu í lag. Hon hevur nógv upp á hjarta, og er
ein sjarmerandi dama. Spurd, hvat hon gjørdi, tá ið
hon var yngri, sigur hon hart og týðuliga:
- Eg dansaði og ballaðist! Og øll eru um at skrædna
– eisini hon sjálv.
- Vit dansaðu til Gogguna í Sjónleikarhúsinum
og í Tórshøll, sigur Lillan, vendir sær móti einum
starvsfólki og mussar hana brosandi á kjálkan.
- Maður mín var Magnus Vang, Hann var
maskinmeistari og skipari og doyði fyri 20 árum
síðani – og eg havi ongan havt síðani, sigur hon,
og aftur flenna øll í kíki. Jú, her er sanniliga lív í
millum tey gomlu.
- Men tað mesta er lygn, minnir hon á til endans.
Hilda Sandoy er heiman av Sandi. Hon er sjúkrasystir og hevur
arbeitt á medisinskari deild í mong ár, millum annað saman við
Jonu Joensen, sum eisini býr á sambýlinum og situr í rullistóli.
Meðan vit práta, situr Jeannie, sum arbeiðir á sambýlinum, tætt
hjá Hildu og heldur henni í hondini. Og vit tosa um hetta við, at
ein sjúkrasystur altíð er sjúkrasystur.
Í gjár var ein serligur dagur í sambýlinum, tí tá fóru nøkur
teirra túr til Æðuvíkar, har tey sóu alt jólapyntið. Aftaná var
jólahugni fyri teimum níggju búfólkunum og familjum teirra
á sambýlinum, við lekrum jólamati, alskyns góðgæti, sangi og
klaverspæli fyri teimum nærum trýss gestunum.
- Hetta var ein sera góður dagur, sigur Hilda.