Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 248 - 21. desember 2007 30 Í semju eigur nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Danmark at vera staðfestur Í hesum valskeiðinum eru framdar fleiri yvirtøkur enn í undanfarna. Yvirtøku­ lógin gjørdist vegamótið í so máta. Lógin tryggjar, at løgtingið einsamalt ger av, at øll málsøki, undantikin tey, sum eru karmar um ríkiseindina, kunnu yvir­ takast við teirri fylgju, at løgtingið rindar fyri útreiðslurnar, ið fylgja við teimum. Í hesum sambandi er fráboðan send ST um, at føroyingar hava ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambært altjóðarætti, og har tað eisini er ásett, at Føroyar eru ein tjóð. Henda frá­ boðan er søgulig og hevur stóran politiskan týdning. Nýggjur sáttmáli Komandi landsstýri eigur at taka stigið at fara undir samráðingar við danir um skipan av nýggjum sátt­ mála. Verandi skipan, har partarnir eru samdir um at vera ósamdir, er ikki haldgóð í longdini. Tí eigur nýggi sáttmálin millum Føroyar og Dan­ mark at tryggja frælsan felagsskap landanna millum. Tá verða Føroyar viður­ kendur partur í altjóða høpi, ið hava myndugleika at skipa fyri millumtjóða avtalum á stjórnarstigi. Hetta fer at hava avgerandi týdning, vilja vit limaskap í t.d. ES. Røkka vit hesum máli­ num í komandi samgongu, so eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark komin á beint med alla. Við slíkari skipan gera vit sáttmála millum javnt­ stillaðar partar. Ein skipan, sum nú er búgvin at fremja, ikki minst tí at danir í komandi samstarvi við ES eisini síggja tað skilagóða í at endurskoða viðurskiftini við Føroyar. Tí liva vit í einum søgu­ ligum tíðarskeiði, har vit í sátt og semju kunnu gera endaligan sáttmála við dan­ ir. Henda leiðin er gongd, velja vit samráðingarnar heldur enn konfrontatiónina. Bjarni Djurholm Val Føroyar – Danmark Ein av okkara allar bestu svimjarum, Elspa Mørkøre, er flutt av landinum fyri at fáa betri møguleikar at menna sítt stóra svimjitalent. Hetta er ein møguleiki, sum vit sjálvandi eiga at stuðla Elspu 100% í. Men prísurin fyri møgu­ leikanum at koma á danska landsliðið er høgur ­ fyri Elspu og fyri okkum. Tí, tað verður “Der er et yndigt land”, ið fer at ljóma og Dannebrog, ið fer at veittra, hvørja ferð Elspa fer at stíga uppá sigursskamlarnar kring um í heiminum. Okkara brand Okkara land er okkara besta “brand”. Men alt ov ofta fáa vit ikki nýtt hetta virðismikla brand, tí vit eru ikki nakað land í eygunum á hinum, eitt nú altjóða olympisku nevndini, IOC. Vit mugu leggja alla orku í at finna eina loysn, har til ber at samstarva við grannalondini um elitu­ venjing, uttan at prísurin skal vera at frásiga sær sín egna tjóðarsamleika. Betri umstøður Tað fer altíð at vera ein stór avbjóðing at geva okkara svimjarum somu sømdir og venjingarum­ støður sum í stórum lond­ um. Men vit eru í dag sera langt frá at geva teimum bara rímiligar umstøður. Eitt nú mugu ungu svimj­ ararnir í Havn upp á miðj­ ari nátt, tí at venjingar­ tíðirnar í svimjihøllini í Gundadali eru so avmark­ aðar – og hetta sæst eisini aftur í úrslitunum. Okkara elitusvimjarar, eitt nú Elspa Mørkøre og Pál Joensen eru, hóast avmark­ andi kamar, komin langt. Ein nýggj svimjihøll við 50 metra breyt, og við umstøðum til profession­ ella venjing hjá svimj­ arunum, má vera næsta stigið. Samstundis við at vit leggja eina tjóðarætlan fyri alla ítrótt, so vit skapa karmarnar fyri breiddina, ið gevur møguleikarnar ­ eisini fyri talentini. Tað skylda vit ikki einans Elspu, Pál og hinum av okkara fremstu ítróttar­ fólkum. Tað skylda vit okkum sjálvum. Brand fyri annað land Tjóðveldi Bjørt SamuelSen Val Ein føroyskur sjúklingur skal hava lógarásetta trygd fyri at fáa ta viðgerð, sum er neyðug, og at hon skal veitast innan eina ásetta tíð, sum 4­8 vikur. Kann viðgerðin ikki frem­ jast á ávísta sjúkrahúsinum innan ásettu tíðina, so skal sjúklinginum standa í boði at fáa hetta gjørt á øðrum sjúkrahúsi í Føroyum, um tað er møguligt at fremja viðgerðina har. Tí skulu serlæknar og onnur starvsfólk kunnu flyta millum sjúkrahúsini. Um neyðugt skulu vit so eisini kunna fáa serfrøð­ ingar úr útlondum higar at fremja viðgerðina í Føroy­ um. Hetta gera vit longu sum nú er á fleiri økjum. Økt trýst um at hava neyðugan førleika í Føroyum Men kann viðgerðin ikki kann fremjast í Føroyum innan ásettu tíðina, so skal sjúklingurin kunna fáa til­ boð um at fáa viðgerðina uttanlands. Tí eigur man at vera greiður yvir, at hetta kann økja um uttanlands­ útreiðslurnar. Hinvegin kann tað eisini styrkja inn­ satsin fyri at økja um fak­ ligu førleikarnar í Føroyum. Áðrenn viðgerðartrygd kann ásetast, skal sjálvsagt gerast eitt stórt fyrireiking­ ararbeiði, við at lýsa, hvørj­ ar treytir skulu lúkast, bæði læknafakligar, starvsfólka­ ligar, heilsupolitiskar og ikki minst fíggjarligar. Tí skulu vit fyrst seta tíð av til hetta útgreiningararbeiðið, so at viðgerðartrygd við tíðarfreistum kann ásetast við lóg. Politiska ynskið kundi verið at hetta kann setast í verk við gildi frá jan. 2010. Viðgerðartrygd innan 4-8 vikur Í viðgerðartrygd skal skiljast millum lívshóttandi og ikki­lívshóttandi sjúkur, soleiðis at neyvari reglur og tíðarfreistir verða ásettar fyri lívshóttandi sjúkur so sum krabbamein og ávísar hjartasjúkur. Uppskotið er at áseta viðgerðartrygd innan 4­8 vikur. Harumframt trygd fyri eftirviðgerð innan 4 vikur. Hetta kann útgrein­ ast við hesum tíðarfreist­ um, eftir fyrimynd í donsku skipanini: Lívshóttandi sjúkur Til forkanning: 2 vikur frá tí at sjúkrahúsið hevur fingið ávísingina til kanningardagin. Til skurðviðgerð: 2 vikur frá tí at sjúklingurin hevur givið samtykki, til dagin, ið verður settur fyri skurðviðgerðina. Til medisinska viðgerð sum fyrsta viðgerð: Í mesta lagi 2 vikur frá tí at sjúk­ lingurin hevur givið sam­ tykki til viðgerð, til byrjun­ ardagin sum verður tilboð­ in sjúklinginum, og í sein­ asta lagi 4 vikur til deildin hevur móttikið ávísing til viðgerð. Til stráluviðgerð sum fyrsta viðgerð: 4 vikur frá tí at tann viðgerðandi deild­ in hevur fingið ávísingina. Til eftirviðgerð: 4 vikur frá tí at tann eftirviðgerð­ andi deildin hevur fingið ávísingina. Ikki-lívshóttandi sjúkur Seinast 8 dagar eftir at sjúkrahúsið hevur fingið ávísingina hjá einum sjúkl­ ingini skulu tey boða frá, um tey kunnu bjóða við­ gerðina innan ásettu við­ gerðarfreistina. Í Føroyum eiga vit at seta hesa til 2 mánaðir at byrja við. Og so stytta hana til 1 mánað, tá vit hava møguleikar fyri at lúka neyðugu treytirnar. Tá tað kann verða neyðugt við nýggjum forkanning­ um, má leggjast upp fyri tí í ásettu tíðarfreistini. Fyritreytir fyri viðgerð- artrygd í Føroyum Umframt aðrar heilsu­ fakligar og heilsupolitiskar er ein av fyritreytunum fyri at kunnu áseta viðgerðar­ trygd, at vit kunnu gera nágreiniligar bíðilistar. Enn hava vit ikki nakra skipan til hetta. Men tað fer at broytast, tá Talgilda Heilsuskipanin er tikin fult í nýtslu á teimum 3 sjúkra­ húsunum. Og hetta verður ætlandi klárt síðst í kom­ andi ári. Tá kunnu vit eisini krevja, at bíðilistar verða gjørdir út frá eins­ háttaðum mannagongdum, sum er ein av treytunum fyri at seta formlig krøv um viðgerðartrygd í verk. Eitt krav til politisku skipanina Krav um viðgerðartrygd innan ásetta tíð er eitt polit­ iskt krav til heilsuverkið. Men uppaftur meir er tað eitt krav til politisku skip­ anina, at skapa neyðugu heilsufakligu, starvsfólka­ ligu, heilsupolitisku og ikki minst fíggjarligu fyritreyt­ irnar, fyri at hesin møgu­ leiki kann setast í verk. Viðgerðartrygd fyri sjúklingar innan 4 – 8 vikur landsstýrismaður Javnaðarflokkurin hanS Pauli Strøm Val Fólkaflokkurin hevur altíð tryggja bestu møgu­ ligu treytir tá tað kemur til íverksetan, og tað má sigast at íverksetanar­ mentanin sum vit síggja í dag er ein beinleiðis avleiðing av tí arbeiði sum Fólkaflokkurin hevur framt. Vit vilja framvegis menna og styrkja íverksetaramentanina í Føroym. Við millum annað at gera vinnulív til ein part av okkara skúlagongd, har vit geva okkara ungu ein verðu­ ligan smakk av hvat tað er at stovna og reka eina fyritøku, kunnu vit styrkja enn meria um okkara búskap og vón­ andi fáa meira enn tað eina beini at standa á. Skulu vit gera vinnlív til ein part av okkara skúlagongd, skal hettar verða við tøttum sam­ starvið við vinnuna og hettar skal ikki bert vera ein bóklig framløga sum ikki gevur næminginum meira enn grundstøðið undir vinnulívinum, men ein skipan har tað eru vinnulívsfólk sum virkið læra og hjálpa næming­ unum. Tað kundi eisini verði stuttligt um, millum annað, fram­ haldsdeildin sleppur at royna tað bókliga í verki og hava evnisvikur í hesum. Nøkur sum fara á FHS eftir lokna fólkaskúla­ útbúgving sleppa at royna gjøgnum eitt heilt ár at reka eina fyritøku í kapping, ”Ungt Virkið”, og við at geva teimum holla vitan líka frá fólkaskúla kunnu tey í betri mun gera eitt gott virkið sum eisini kundi virka eftir handilsskúla­ útbúgvingina. Hettar, og mangt annað, vil eg arbeiða fyri, um eg fái ein møguleika eftir valið 19. januar 2008. Gleðilig Jól og eitt av Harranum signað nýggjár, og gott val 2008. Íverksetananarmentan í fólkaskúlarnar Valevni Fólkaflokksins hanS a. norðfoSS Val