fríggjadagur 21. desember 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 ✯ Sosialurin 21. desember 2007
Sunnudagin fór eldrasam
býlið Oman Hoydalar á útferð
til Æðuvíkar.
Um himmiríkið er bara ein
dropi av Æðuvík, so gleði
eg meg at koma har upp,
sigur Signhild Danielsen,
sum er eitt av teimum níggju
búfólkunum, sum elskar at
búgva í sambýlinum Oman
Hoydalar 6
Á veggunum hanga fínir smáir málning
ar, sum tey gomlu sjálvi hava málað.
Herfyri bakaðu tey smákøkur og gjørdu
konfekt, og tá slaktið var í heyst, var
lagamanni at seyma indur.
Hetta er teirra heim, og tí skal tað
vera trygt, fjálgt og hugnaligt, sigur
leiðarin Tórhild Jacobsen, og peikar
runt á allar tær vøkru jóladekoratiónir
nar, sum tey gomlu hava verið við til at
gera, og pyntið, sum tey sjálvandi eisini
hava verið við til at heingja upp.
Og starvsfólkini siga við ein munn, at
alt broyttist til tað betra, tá ið Tórhild
gjørdist leiðari í august, og at stovnurin
er ikki at kenna aftur, so hugnaligur er
hann vorðin síðani. Fyrr var ongin
leiðari á sjálvum stovninum, tí leiðslan
sat niðri í býnum.
Eitt starvsfólk tekur soleiðis til: Fólk
hoyra bara um, hvussu ringt tey gomlu
hava tað. Her hava bæði tey og vit tað
ordiliga gott, umstøðurnar eru fínar og
tey fáa bæði umsorgan, upplivingar og
kærleika.
Og øll tey gomlu, sum vit práta við
hendan vakra mánadagin í desember,
siga tað sama. Men tey høvdu ikki nýtst
at siga tað, tí, í somu løtu vit seta fótin
inn um úthurðina, kemur ein góður andi
okkum í møti. Ein kensla, sum situr í
veggunum, og sum talar sítt týðuliga
mál: jú, her er gott at vera.
Tá vit, eg og myndamaðurin, stinga
høvdið inn um hurðina í stovuni sita tey
klár og bíða eftir Sosialinum. Úthvíld
eftir middag, eitt sindur spent, við perlu
bondum, skóleistum og so avbera tíðinda
fróð. Millum stólabeinini melur ein fittur
hvítur hundur, sum øll eru so góð við, og
millum tvey vindeygu stendur stórt
fuglabúr við húsfuglinum, sum eisini vil
hava orðið, ella pippið, av og á.
Halló, sigi eg nokkso hart, havandi í
huga, at oyrini helst eru farin at bila hjá
hesum gomlu, við einum miðalaldri
umleið tey níti. Og tey flestu nikka,
heilsa og smílast, tí nú komu vit
endiliga.
Hvussu hava tit tað her, hálvavegna
rópi eg, eftir at hava greitt frá, hvør eg
eri, og hví eg komi dragsandi niðan til
Hoyvíkar við penni, blokki og mynda
manni í hølunum. – Av hundunum til,
letur í einari gamlari gellu, og so er
ísurin brotin, øll bresta út úr at flenna,
og næstu tímarnar fáa vit eitt gott prát
við hesi gomlu fólkini, sum vóru á
útferð til Æðuvíkar í gjár.
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Hilda fer altíð at vera sjúkrasystur. Hon og Jona, sum situr her við hundinum, hava arbeitt saman á Landssjúkrahúsinum í nógv ár.
- Onkuntíð hyggur hon eftir, um vit gera okkara arbeiði nóg gott, og hon ansar so serstakliga væl eftir perluvinkonuni Jonu Joensen, sum er
dement og onki kann sjálv, sigur Jeanni, sum arbeiðir á sambýlinum
Signhild Danielsen er ein sera prátingarsom
eldri dama.
- Her er alletiders at vera. Super. Øll kappast
um at fáa pláss her, tí tað er so gott, sigur
Signhild, sum var við á útferð til Æðuvíkar í
gjár.
- Æðuvík var nakað so bedárandi, og eg kendi
tað, sum eg fekk ein smakk av himlinum, sum
eg ímyndi mær hann – hirðarnar, einglarnar
og alt so strálandi og fínt, sigur Signhild. Hon
hevur verið einkja í eitt ár eftir mannin Petur
Danielsen, ella Petur á Hvítanesi. Tey vóru
gift í heili 70 ár.
- Vit vóru gift so leingi, at vit høvdu bæði
jarn og stál. Og eg má siga, at eg var heppin,
tí hann var altíð so fittur og kjerligur og
segði góða í hvørjum setningi. So tað er
næstan ikki til at bera, at eg havi mist hann,
sigur Signhild, sum eisini heldur hetta
vera orsøkina til, at hon púra hevur mist
matarlystin, hóast maturin er avbera góður.
- Maður mín búði eisini her á sambýlinum.
Men tíbetur havi eg Jesus sum besta vin, tí
mær dámar so ómetaliga væl alt sum hevur
við tað andaliga at gera, sigur Signhild, sum
eisini er so glað fyri, at verdóttirin arbeiðir í
Sambýlinum.
- Ja, hon er ein sannur eingil, sigur Signhild.
Fingu ein smakk av hi