fríggjadagur 21. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 248 - 21. desember 2007
Fyri 17 árum síðani
fekk Niclas Heri
Jákupsson fyrsta
jólaskipið til Føroya.
Nú hevur hann lagt
frá sær sum høvuðs
maður handan stóra
jólatiltakið í Klaksvík.
Men fantasiríki klaks
víkingurin er fram
vegis sprenfullur í
góðum hugskotum.
Lívið er ov gott til at
keða seg, sigur hann
Vangamynd
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
– Eg veit ikki, hvussu onnur
hugsa. Men hjá mær ber alt
til, eg dugi ikki at hugsa, at
tað ikki ber til, sigur 39 ára
gamli Niclas Heri Jákups
son. Hann er ein sannur alt
muligmand og hevur borið
so spennandi heiti sum jóla
maður, trøll, forsangari og
marknaðarleiðari.
Tá fyrsta jólaskipið vitj
aði í Føroyum í 1990 var
tað ikki eitt úrslit av drúgv
ari
ráðlegging.
Mitt
í
desember sótu Niclas Heri
og vinmaðurin Emil og
suffaðu um, hvussu keðilig
og trist jólini vóru í Klaks
vík.
– Vit hildu tað vera langt
úti, at einki hendi. Og so
fóru vit at snakka um, hvat
vit kundu gjørt. Eg helt tað
vera eitt gott hugskot, at
jólamenn komu oman úr
fjøllunum, men tað helt
Emil slett ikki. Hann helt,
at vit livdu av sjónum og alt
kom til okkum uttaneftir, so
tað skuldu jólamenninir eis
ini gera.
Emil og Niclas Heri er
barndómsvinir, teir gingu í
sama klassa í fólkaskúlanum
og eru føddir somu viku.
– Vit eru báðir typirnar,
sum rópa hurrá, tá vit vakna
um morgunin, so glaðir eru
vit fyri lívið, sigur Niclas
Heri og flennir.
Teir kastaðu seg út í jóla
projektið. Pápi Niclas Hera
átti ein reyðan útróðrarbát,
og pápi Emil fór á buckwald
og samlaði nakrar billyktir
og forbant tær í eina ketu,
sum hann hongdi millum
mastrarnar. Síðani keyptu
teir tvær karameldósir og
sett eina lýsing í útvarpið
um, at jólaskip kom á Klaks
vík seinni um dagin.
– Vit høvdu ikki anilsi
fyri, hvussu móttøkan fór at
vera, og fingu ein skelk, tá
vit sóu, at keiin var full av
fólki.
Rósu fyri at gera
tað góða
Tey seinastu trý árini hevur
Ársins Rósa verið handað í
samband við at jólaskipið
vitjar. Hugskotið til rósuna
fekk Niclas Heri Jákupsson
frá Peter Qvortrup, sum er
kendur frá Lægens Bord.
– Eg skipaði fyri, at hann
kom til Føroya at halda fyri
lestrar. Og á einum túri
uppi í fjøllunum greiddi eg
honum frá jólaskipinum, og
hann tosaði um, hvussu
glað fólk vóru fyri rósuna,
sum hann handaði í sending
ini.
Og sum altíð hjá Niclas
Hera, so førdi ein hugsan til
eina aðra, og Ársins Rósa
varð fødd.
– Vit hava hugsað, at vit
skulu stuðla teimum, sum
gera eitt gott arbeiði í tí
stilla, men tað merkir ikki,
at vit ikki eisini kunnu
stuðla einum almennum
persóni, sigur Niclas Heri
Jákupsson. Hann situr í
dómsnevndini fyri jólaskip
ið saman við umboði fyri
Norðlýsi og borgarstjóra
num.
– Tað koma altíð nógv
uppskot inn, og tað hevur
verið stuttligt at lesa allar
søgurnar
um
góðgerðir,
sum eingin veit um, sigur
Niclas Heri Jákupson.
Søgur og upplivingar
skulu til
Niclas Heri hevur avgjørt at
fara úr arbeiðnum við jóla
skipinum, bæði tí hann held
ur, at góðir menn hava tikið
yvir, og tí hann ynskir at
njóta jólavitjanina saman
við 2 ára gomlu dóttrini.
– Eldra dóttirin hevur
bara sæð meg runnið, og
tað tími eg ikki at endurtaka.
Nú ætli eg mær eisini at
njóta tað, sigur maðurin við
tí høga hugflognum. Hann
sigur, at hann var so ungur
og rastleysur, tá eldri dótt
irin var lítil, men sum hann
greiðir frá um framtíðar
jóladreymar, er greitt at
spruttandi orkan ikki heilt
er runnin av honum enn.
– Eg kundi hugsað mær
at verið við til at gjørt tiltak
ið enn størri við føroyskt
gjørdum pakkum til børnini,
livandi skrúgongu við søgu
tema og einari super hugna
ligari jólatræssølu úti í
Grøv, greiðir Niclas Heri
spentur frá.
Hann hevur altíð hugsa í
upplivilsum og søgum, og
nú rekur altjóða rákið sam
an veg, har øll tosa um upp
livingarbúskap, og at góða
søgan selur. Niclas Heri
heldur, at vit hava duga alt
ov illa at selt Føroyar.
– Skotar draga túsundtals
turistar til landið við einum
Lock Ness ódjórið, sum
ikki er til, og tá áhugin hjá
japanum dalar, verða nýggj
ar myndir av dýrinum gjørd
ar, og so er aftur nýggjur
áhugi. Teir duga at selja
seg. Meðan vit hava eitt
ótal av søgum, men gera
einki fyri at marknaðarføra
tær.
Finnur sær nýggjar
fjallatoppar
Við sínum ríka hugflogi og
brennandi áhuga fyri før
oyskari søgu, kann tað
undra at Niclas Heri arbeið
ir sum marknaðarleiðari í
Shell. Men tað er slett ikki
løgið, sigur hann.
– Um tað er olja ella okk
urt annað er ikki so týdn
ingarmikið. Mær dámar at
samskifta við fólk og at
selja. Og eg seti mær altíð
mál og gevist ikki fyrr enn
tey eru rokkin.
Fyri at lýsa hetta málsøkni
greiðir hann frá sínari
billiard karrieru.
– Eg keypti mær eina kø
og teknaði meg sum lim í
Klaksvíkar Klubba, og tá
eg kom niðan møtti eg Før
oya besta billiardspælara,
Jonhard og segði við hann,
at eg gavst ikki fyrr enn eg
vann hann.
Niclas Heri vandi dag og
nátt til hann slapp í fyrstu
deild. Tá hann so var við til
at vinna Føroyameistara
heitið, legði hann køina á
hillina og hevur ikki nortið
hana síðani.
– Tá málið er rokkið,
missi eg áhugan og havi
brúk fyri at flyta meg víðari.
Soleiðis er tað eisini við
mínum arbeiðum. Tað er ov
grátt og keðiligt at fáa sær
eitt lívsstarv, sigur maðurin
sum altíð flytir seg, men
samstundis er hevur búð í
Klaksvík alt sítt lív.
Fekk heilt onnur
lívsvirði
– Eg plagi at siga, at eg eri
ikki klókur, men eg havi
lívsvísdóm. Eg haldi, at
nógv av hesum kom, tá dótt
irin var álvarsliga sjúk frá
hon var 10 til hon var 14.
Tað stóð um lív nakrar
ferðir, og tá eg lá har einsa
mallur á Ríkissjúkrahúsi
num við henni, var eg so
einsamallur har mitt millum
lív og deyð, at alt fekk eitt
annað virði, sigur Niclas
Heri.
– Í slíkari støðu skilur tú
veruliga, hvussu endaligt
lívið er, og eg mátti bara
hella meg til Gud, tí har var
eingin annar.
Niclas Heri vísir á eina
kanning, sum staðfestir, at
tað sum er ókeypis gevur
lívskvalitet.
– Tað er ikki, tí eg eri
gýrigur, sigur hann og flenn
ur.
– Men eg haldi virkuliga,
at tað er lekrari at fara út í
føroysku nattúruna saman
við familjuni og rugbreyð
við speipylsu í matpakkan
um enn at fara á fína mat
stovu.
Trøllaomman um Trøllapætur
Vit gingu í flokki saman frá 1. Flokki í fólkaskúlanum. Tá var Niclas
ótrúliga friðarligur. Eg plagdi at gera gjøldur burtur úr honum, men tað
dámdi honum lítið. Seinni gjørdust vit vinmenn, og vit brúktu báðir
konfirmatiónspengar til ljóðføri og stovnaðu bólk saman. Vit líkjast nokk
ordiliga nógv, vit hava ongar grensur, og sum vit finna uppá skal førast út
í lívi, sigur Emil Gunnarstein, lívsvinur Niclas Hera.
Dóttirin um pápan
Babba elskaði at fortelja mær søgur, og tað vóru ongantíð
søgur úr bókum, men slíkar, sum hann sjálvur fann uppá.
Tann best umtøkta var søgan um trøllið við níggjum
høvdum. Tað æt Trøllapætur. Nógvar vóru søgurnar um
hann, men so hoyrdi eg ikki um hann leingi. Ikki fyrr enn
babba knappliga stóð framman fyri mær ílætin níggju
høvd.Tað var forferdiliga pínligt fyri eina 14 ára gamla
gentu at hava eitt trøll sum pápa, og tað vardi heldur ikki
leingi fyrr enn eg fekk eyknevni, trøllagentan. Nú kann
eg ikki annað enn flenna at hesum. Tí hann hevur verið
ein jaligur, hjálpsamur og tolin pápi.
Vil selja føroyska søgu
Niclas Heri hevur stórar visjónir fyri føroyska ferðavinnu. Føroyar eru
upplagdar at vera seldar sum eitt stórt upplivingarparadís.
Hví ikki gera túrar til grøvina hjá stórsta gandakalli í Føroyum, Guttorm í
Múla, ella selja vatndropar úr lekjandi Varmakeldu ella fáa ein pensionist at sáa
rósufræ á grøna blettin, har tann góði floksmaðurin, Sjúrður við Gellingará,
varð jarðaður, hugleiðir Niclas Heri.
Honum dámar lítið, at føroysk ferðavinna rennur eftir útlendskum rákum í
staðin fyri at taka støði í tí føroyska.
- Nú keypa tey lystbátar til ferðafólk. Men send átta týskarar til Klaksvíkar,
lat teir í heit føroysk kot, set teir við ár í hond í eitt áttamannafar, og lat
róðrarmannin vera føroying, sum dugir gomlu sálmarnar. So høvdu teir farið
heim aftur við ríkari og varðandi uppliving
Ein sonn jólasøga
Atlantsflog og Faroe Jet sita í samráðingum, tí Faroe Jet fer á heysin og vil hava
Atlantsflog at lofta sínum jólakundum. Fundurin er drúgvur, og fólkini hjá
Atlantsflog føla, at hetta kostar Atlantsflogi nógv.
Í Klaksvík fyrireikar Niclas Heri Jákupsson jólatilhaldið og handanina av
ársins rósu. Eitt steyp skal handast, og ursmiðurin, Magnus Arge, ringir og spyr,
hvat skal standa á steypinum. Niclas Heri smsar honum eitt skriftstað, sum skal
standa á.
Á fundinum við Atlantsflog góðtekur Atlantsflog at bjarga kundunum hjá
Faroe Jet og sáttmálin verður undirskrivaður. Júst sum Magni Arge skrivar
undir, koma eini sms-boð á fartelefonini.
Magni Arge hyggur. Á skerminum stendur: Sælari er at geva enn at fáa! Hann
hyggur yvir um borði at vita, um onkur spælir honum eitt puss. Men boðini
koma ikki frá teimum.
Í Klaksvík ringir ursmiðurin, Magnus Arge, aftur til Niclas Hera og spyr, hvar
teksturin blívur av.
Boðini vóru farin til Magna Arge í staðin fyri til Magnus Arge.
Rópar hurrá tá hann vaknar