Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ✯ Sosialurin 21. desember 2007 Føroyar høvdu verið eitt nógv fátækari land, um vit ikki høvdu eldsálir, sum gera sjálvboðið arbeiði innan bæði ítrótt, mentan, trúarlív og ymiskar hjálpar- og stuðulsfelagsskapir. Børn sleppa at ganga til ítrótt hvørja viku, tí óløntir venjarar tíma at taka sær av teimum, mentanartilboð eru fjølbroytt og spennandi, tí sjónleikarar, sangarar og onnur listafólk gera eitt størri arbeiði, enn tey fáa løn fyri. Eisini vælferðarsamfelagið verður stuðlað av menniskjum, sum ikki vilja finna seg í, at onnur líða neyð. Frelsunarherurin hjálpir teim heim- leysu, Krabbameinsfelagið stuðlar krabbameinsraktum, Blái Krossur hjálpur misnýtarum og so framvegis. Hesi feløg verða partvíst stuðlað av tí almenna, men uttan stuðul og hjálp frá øðrum, høvdu tey ongan møguleika havt. Jólini eru eitt gott høvi at varpa ljós á nøkur av hesum feløgum, og í hesum Pisa døgum, er kanska hóskandi at seta ljóskastaran á eitt felag, sum stríðist fyri, at øll føroysk børn læra at lesa. Lesiveik fingu gávu Í fimm ár hevur Felagið fyri Lesi- og skriviveik arbeitt fyri at betra um møgu- leikarnar hjá lesiveikum børnum at læra at lesa og skriva. Tey fyrstu árini varð hetta fyri tað mesta gjørt við hús og uttan serlig hjálpitól. Men í vetur hava tríggjar eldsálir í felagnum skipað fyri lesi- og skriviundirvísing hvørt miku- kvøld í MBF-húsinum í Havn. Kvinnur- nar, sum skipað fyri, eru Anna Katin Kjeld, formaður, Hallgerð Arge Hansen, lesivegleiðari og Leila Egholm, skrivari í felagnum. - Betraðu undirvísingarmøguleikarnir eru eitt úrslit av einari peningagávu frá einum privatum stovni. Pengarnir fóru til fimm teldur, uppvarpara og skann- ara. Seinni fekk felagi enn eina minnið peningagávu frá Mentamálaráðnum, ið eisini fór til sama endamál. - Teldurnar spæla ein stóran leiklut í undirvísiningi, tí børnini tíma væl teldur, og í dag finnast góð forrit, sum kunnu stuðla undir bæði lesing og skriving, greiðir Anna Karin Kjeld frá. Strævið men gott Arbeiðið í felagnum hevur ikki bara verið lætt. Serliga er tað manglandi politiski áhugin og viljin at stuðla arbeiðnum, sum onkuntíð hevur verið líka við at taka mótið frá teimum trimum. - Tað er strævið at tosa við myndug- leikarnar. Vit hava havt fund eftir fund eftir fund, men tað tykist ikki, sum at myndugleikarnir ynskja at viðurkenna okkara arbeiðið, sigur Anna Karin Kjeld. Kortini verða veikir næmingar sendir til felagið, so at tey kunnu geva teimum stuðul, um almenni fólkaskúlin ikki fær hjálpt í nóg stóran mun. Hetta mikukvøldið, sum Sosialurin vitjar, sita børn so hugagóð við teldur- nar og stava seg ígjøgnum orð og setningar, sum tey annars ongantíð hava havt hvørki mót ella hug at stríðast við. Ein mamma fær sær ein kaffimunn Gávur sum gera mun Tað eru ikki bara stóru jólapakkarnir undir jólatrænum, sum gera jól til jól. Hetta er eisini tíðin, tá tey flestu ynskja at vísa øðrum umsorgan og gleðast um tað góða í lívinum. Og fyri summi røkkur gávuhugurin longur enn til jólaaftan og familju og kenningar Anna Katin Kjeld, formaður, Hallgerð Arge Hansen, lesivegleiðari og Leila Egholm, skrivari í Felagnum fyri Lesi- og Skriviveik skipa í vetur fyri regluligari undirvísing í MBF húsinum. Hetta letur seg gera tí felagið fyrr í ár fekk peningagávu til teldur