fríggjadagur 21. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 248 - 21. desember 2007
17
tíðindi
Steintór um Niclas Hera
Niclas Heri er ein frískur fýrur, sum dugir væl at fáa
burturúr sínum nógvu talentum. Hann skrivar sangir, skipar
fyri tiltøkum, undirheldur, málar, kokkast og finnur uppá
sum fáur. Hann er gávumildur, men kortini handilsmaður
av Guðs náði. Niclas hevur gott flog, hóast hann hevur
skvamplað í sama dunnugarði mestsum alt lívið. Hann er ein
verðinsmaður í húðaskóm. Ein mentaður og altjóðagjørdur
føroyingur við einum primitivum leypi á rygginum.
– Man skal ikki hugsa ov langt. Um tú skalt rudda heima
við hús og byrjar við at hugsa um alt óruddið, so kemur tú
ongantíð í gongd. Soleiðis er tað eisini við øllum øðrum.
Tú skal byrja við tí lítla, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum
hevur sligið navn sítt fast innan føroyskt undirhald
Mynd: Jens Kristian Vang