Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. desember 2007 ✯ 17 og kaku afturvið og greiðir frá, hvussu gott tað hevur verið at fáa hjálp til børnini. Og sonurin, sum situr við nýggjum telduforriti, sigur, at tað eisini er gott bara at koma og síggja, at onnur hava somu trupulleikar, sum hann. Nøkur av børnunum eru komin at læra seg grundleggjandi bókstavakunnleika, nøkur hava brúk fyri stuðli til lesing, meðan onnur skulu kannast fyri at staðfesta, hvussu stórur trupulleikin er. Detta niður ímillum Felagið fyri Lesi- og Skriviveik upp- livir, at tað framvegis eru nógv børn, sum detta niður millum í undirvísingini í føroyska fólkaskúlanum. - Nógv framstig eru hend seinastu árini, men nógva staðni verður lesingin framvegis bara lærd á ein hátt, og dugir tú ikki at læra at tann hátt, so fært tú einki við, sigur Anna Karin Kjeld. Saman við Lailu Egholm og Hallgerð Arge Hansen mannar hon nevndina í felagnum, og hvør mikukvøld eru tær sjálvbodnar og óløntar til arbeiðis fyri at lofta nøkrum av teimum næmingum, sum ikki læra nóg væl í skúlanum. Tær hava eisini fingið Tórarinn Niclasen, lærara við Kvívíkar Skúla at hjálpa til. Hann er samdur við Annu Karin Kjeld um, at ikki øll børn verða hjálpt nóg væl og nóg skjótt. - Myllan gongur øðiliga seint. Tað verður søkt um stuðul til veikar næmingar, men eingin kannar, hvat tørvurin er, og tað kann takað langa tíð, áðrenn tímarnir verða játtaðir. Og tá er tað onkuntíð ov seint, sigur Tórarinn Niclasen. - Tað er eisini tørvur á, at onkur fer út og fortelur, hvørjir møguleikar eru. Nógva staðni sita børn við lesi- og skrivitrupulleikum bara við bók og blýanti, tá til dømis telduforrit kundu gjørt stóran mun. Nyttar at hjálpa Tað verður ofta sagt, at lesi- og skrivi- veikleiki er arvaligur, men Hallgerð Arge Hansen heldur, at vit skulu ansa eftir ikki at taka feil av hugtøkunum. - Tá børn ikki duga at lesa og skriva, so er tað ikki, tí tey hava arvað ein veikleika, men tí tey ikki hava verið lærd á rættan hátt. - Eingin arvar eitt fimi. Tú kanst ikki arva tað at duga at spæla á klaver. Tú kanst arva musisku gávuna. Men klaver dugir tú bara at spæla, um tú hevur lært tað. Tað sama er galdandi fyri lesing, heldur Hallgerð Arge Hansen Hon heldur, at stórsta hóttanin móti lesiførleikanum hjá føroyskum børnum er mekaniska lesingin, sum fer fram í nógvum skúlastovum. - Børn hava brúk fyri at arbeiða við innihaldi, sum er aktuelt, og brúka teirra egna mál og eisini sleppa at brúka teirra listarligu gávur, sigur Halgerð Arge. Mikukvøldsbørnini taka myndir, tekna, klippa og fáa høvi at brúka allar sansir til lesing og skriving. Hetta gevur børnunum hug at lesa, og hugurin hevur alt at siga, sigur Halgerð Arge Hansen, sum hevur drúgvar royndir sum lesivegleiðari, men í dag er pensionerað og tí brúkar sínar gávur til sjálvboðið arbeiði fyri Felagið fyri Lesi- og Skriviveik Stuðul og limaskapur Flestu hjálparfelagskapir geva fólki møguleika at stuðla við at vera limir í felagnum. Men harumframt ber sjálvandi eisini til at geva gávur á jólum ella í samband við okkurt annað høvi. Felagið fyri Lesi- og Skriviveik hevur 80 limir. Hesir gjalda eina ávísa upphædd um árið fyri at vera limir, og so fáa tey hjálpina frá felagnum ókeypis. Limirnir eru fyri tað mesta foreldur og avvarandi hjá veikum næmingum, umframt vaksin fólk, sum hava trupult við at lesa. - Men øll, sum ynskja at stuðla felagnum, eru vælkomin at tekna seg sum limir, sigur Anna Karin Kjeld, forkvinna í felagnum. Flestu felags- skapir geva fólki høvi at stuðla á ein ella annan hátt, og hóast ein bleyt jólagáva til ommuna er ein góð og fløvandi íløga um jólini, so kann limaskapur í einum góðum felagsskapi eitt øðrvísi og meiningsríkt jólagávu- hugskot. Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tórarinn Niclasen, lærari við Kvívíkar Skúla, hjálpir til við undirvísingini mikukvøld. Sum lærari kennir hann, hvussu tungt tað er at fáa røttu hjálp til tey sum hava tørv, og hann heldur at núverandi skipan er ov tung