fríggjadagur 21. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 120 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 248 - 21. desember 2007
tíðindi
Saman við 40 føroy
ingum var Jógvan
Fríðriksson, biskupur
á vitjan í Ísrael í
heyst. Hetta var ein
áhugaverd vitjan og
sum gav hon nógv
at hugsa um. Eg
var alla tíðina greið
ur yvir, at Ísrael í
dag ikki svaraði til
barnadreymar mínar.
Hetta hevði eg gjørt
mær klárt framman
undan, og tí gjørdist
ferðin í roynd og
veru ein sera rík upp
living, sigur hann.
Serliga minnisverd
var vitjanin í føðibýi
Jesusar, Betlehem.
Vitjan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Ísrael: - Tá vit hanga stjørn-
ur á eitt jólatræ ella hyggja
eftir stjørnunum á himmal-
hálvinum, so hyggja vit
altíð upp í loft. Men tá vit
komu til sonevndu Føðikirk-
juna í Betlehem at leita eftir
teirri serstøku stjørnuni, ja,
so máttu vit hyggja niðureft-
ir!, greiðir Jógvan frá.
Føroyska ferðalagið kom
inn í hesa kirkjuna, sum
trongdi harðliga til eina ker-
liga hond. Umsíðir skuldu
tey síggja ta vøkru stjørnuna
undir hválvinum.
Men soleiðis varð ikki, tí
har uppi var eingin Jesus-
stjørna at síggja. Hon var
hinvegin fest í ein klett í
gólvinum.
- Sært tú. Stjørnan lýsti
frá jørðini og uppeftir, og
ikki úr himlinum til jarðar.
At eg sjálvur ikki væntaði
tað øðrvísi, kann helst ikki
beskrivast øðrvísi enn ein
arbeiðsskaði!, sigur biskup-
ur við brosi á kinn.
Sosialurin hevur hitt Jógv-
an Fríðriksson til eitt jóla-
prát um ferðina sum Ísraels-
missiónin skipaði fyri til
Heilaga Landið í oktober
mánaði í ár.
Dreymur ella
veruleiki
Líka síðani Jógvan var smá-
drongur hevur hann havt
eitt ynski og ein dreym um
at vitja í heilaga landinum.
- Tann bíbilski heimurin
hevur altíð sagt mær nógv.
Eg kennist við landið, býir-
nar og søguna heilt frá tí eg
var smádrongur. Men ikki
fyrrenn nú bar hetta til,
greiðir hann frá.
At fara til Ísraels ber Jógv-
an saman við myndina í
heimbygd hansara, Strend-
ur: Nógv er broytt í bygdini,
síðani hann traðkaði barna-
skógvar sína her – fjøran er
ikki hin sama, bygdin er
vaksin nógv og umstøðurnar
broyttar á mangar mátar.
Hetta var sama kenslan
sum hann hevði, tá hann á
fyrsta sinni setti fótin á
ísraelska jørð:
- Eg var alla tíðina greiður
yvir, at Ísrael í dag ikki svar-
aði til barnadreymar mínar.
Hetta hevði eg gjørt mær
klárt frammanundan, og tí
gjørdist ferðin í roynd og
veru ein sera rík uppliving,
slær hann fast.
Jógvan
leggur
kortini
dent á, at Genesaret-vatnið
framvegis er Genesaret-
vatnið og at Kedronar løkur
framvegis er Kedronar løk-
ur. Hinvegin eru menn ikki
heilt samdir um, hvar Gol-
gata er.
- Júst hetta hevur kortini
ikki tann stóra týdningin
fyri meg. Tað týdningarmes-
ta fyri meg er, at eg gekk á
teimum støðunum har Frels-
arin hevði gingið.
- Hetta var ein sera sterk
og ótrúlig uppliving, sigur
biskupur.
Niðurslitið tá – og nú
Eitt var at vitja á støðunum,
ið Jógvan kendi úr Bíbliuni.
Eitt heilt annað var at hitta
fólkið á staðnum, - at standa
andlit til andlit bæði við jød-
ar og arábar.
Tey flestu kristnu hava
helst sera positiva uppfatan
av Ísrael, men kanska ikki
eins positiva uppfatan, ella
hava kanska beinleiðis for-
dómar, móti palestinum og
arábum. Hesar ymisku met-
ingarnar
fekk
føroyska
ferðalagið ein gyltan møgu-
leika at fáa størri kunnleika
um, ein dagin tey vitjaðu í
Betlehem.
Betlehem er í dag als ikki
at meta sum nøkur glæstri-
borg, men er hinvegin niður-
slitin. Tað er greitt, at her er
stórur tørvur á eini dagfør-
ing og upprudding. Tey vitj-
andi hava jú goldið fyri at
koma higar at síggja føðibý-
in og kanska fleiri teirra
hava eina hugmynd av, at
býurin er tann sami í dag
sum hann var, tá Jesus trað-
kaði sínar barnaskógvar
her.
- Satt at siga gjørdist eg
als ikki vónsvikin av at sígg-
ja býin soleiðis. Hetta vísti
mær bara enn einaferð – og
2000 ár seinni – at Jesus
ikki er ein persónur úr ein-
um ævintýrheimi. Heldur
hinvegin.
- Hetta gjørdist ein sonn
prædika fyri meg, at Gud
gjørdist menniskja og gav
son sín bókstavliga, at liva
undir fólksins korum so
sum tey vóru tá í tíðini, og
Stjørnan lýsti
Tveir Harrans tænarar í Heilaga landinum – vinstrumegin Jógvan Fríðriksson biskupur og bygdarmaður hansara, Niels Jacob Nielsen trúboðari
”
Her stóðu jødar sum framvegis bíða eftir
Messiasi. Her stóðu fólk úr fremmandum
londum og við aðrari trúgv enn okkara.
Og her stóðu samstundis 40 føroyingar
sum fagnaðu hesum sama Messiasi.
”
Eg biði bara um, at mín kristna
trúgv ongatíð verður innkapslað í
ein ævintýrheim ella í eina romansu,
men altíð má vera ítøkilig og hava
jørðforbindilsi